Gildiskoma: 01.10.2007
Slag: Fráboðan

 

Fráboðan E, 1. oktober 2007

 

Við heimild í § 2, stk. 2, §§ 7-11, §§ 14 og 15, stk. 2, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum, og við heimild frá avvarðandi landsstýrismanni verður ásett:

 

§ 1. Hendan fráboðanin er galdandi fyri fiskiskip 15 metrar og longri[1], umframt fiskiskip við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira[2].

 

§ 2. Nærri teknisku ásetingarnar um byggikrøv og útgerð v.m finnast í niðanfyri nevndu fylgiskjølum (bilag 1-3) sum endurgevateknisku reglurnar í ”Meddelelser fra Søfartsstyrelsen E”:

 

 

[1]Sum útgreinað í fylgiskjali 1, kapitul E I, regel 2 (5).

[2]Dimensiónstalið verður funnið við at falda størstu longd á skipinum (Loa – sum er fjarstøðan í beinari linju millum fremsta punktið á forstavninum, til aftasta punktið á afturstavninum) við størstu breidd á skipinum, soleiðis sum hesi mát eru ásett í málibrævi skipsins.

Bilag 1 (fylgiskjal 1)

Kapitul

Innihald

Dagfesting

E I

Almindelige bestemmelser

1. januar 2003

E II

Konstruktion, vandtæthed og udstyr

1. januar 2003

E III

Stabilitet og sødygtighed

1. januar 2003

E IV

Maskineri og elektriske installationer, periodisk ubemandede maskinrum

1. januar 2003

E V

Brandsikring, opdagelse og slukning af brand

1. januar 2003

E VI (A B C)

Beskyttelse af besætningen (arbejdsmiljø og sikkerhed m.v.)

A 1. oktober 2006

B C 1. januar 2003

E VII

Redningsmidler og -arrangementer

1. januar 2003

E VIII

Foranstaltninger i nødsituationer, mønstring og øvelser

1. februar 1999

 E IX

Radiokommunikation

1. januar 2005

 E X

Sejladsens betryggelse

1. januar 2005

E XI

Regionale og lokale bestemmelser (direktivets bilag III)

1. februar 2002

E XII

Opholdsrum m.v.

1. maj 2007

E XIII - XX

(Avlagdir til møguliga seinni nýtslu)

 

E XXI

Forebyggelse mod olieforurening fra skibe

1. maj 2007

E XXII-XXIII

(Avlagdir til møguliga seinni nýtslu)

 

E XXIV

Forebyggelse mod forurening med kloakspildevand fra skibe

1. januar 2005

E XXV

Forebyggelse mod forurening med affald fra skibe

1. januar 2005

E EXXVI

Forebyggelse af luftforurening fra skibe

1. maj 2007

Tillæg

Certifikater, formularer og udstyrsfortegnelser

1. februar 1999

Bilag 2

Rådets direktiv 97/70/EF af 11. december 1997 om etablering af harmoniserede sikkerhedsforskrifter for fiskeskibe med en længde på 24 meter og derover.

1. februar 1999

Bilag 3

Torremolinos Protokollen 1993 der relaterer sig til den internationale konference om fiskeskibes sikkerhed, 1977

1. februar 1999

Tillæg 1

(Er einsljóðandi við fylgiskjal 1 og tí ikki endurtikið her)

 

Tillæg 2

Resolutioner fra konferencen

1. februar 1999

Tillæg 3

Konferencens rekommandationer

1. februar 1999

(omanfyri nevndu fylgiskjøl verða eisini útgivin í pappírsformi (hefti) av Iver C. Weilbach & Co A/S, Toldbogade 35, DK-1253 København K, undir heitinum "Meddelelser fra Søfartsstyrelsen E")

§ 3. Ásetingarnar í omanfyri nevndu fylgiskjølum skulu lesast, skiljast og tulkast við atliti til hesar broytingar og tillagingar til føroysk viðurskifti:

 

a)      Fiskiskip, sum verða innflutt til Føroya, verða viðgjørd sum ”nyt fiskeskib” jb. kap. I, regel 2 (1)

b)      Allastaðni, har ”Søfartsstyrelsen” ella annar danskur myndugleiki er nevndur í hesum regluverki, skal  - tá ræður um føroysk myndugleikaøki - skiljast ”Skipaeftirlitið” ella møguliga annar avvarðandi føroyskur myndugleiki

c)      Allastaðni, har orðingar sum ”Danmark”/”dansk”, ”Grønland”/”grønlandsk”, ”dansk skib”/”grønlandsk skib”, ella ”dansk søterritorium” verða nýttar í hesum regluverki, skal skiljast ”Føroyar/føroyskt”, ”føroyskt skip” og ”føroyskt sjóumveldi” uttan so, at ásetingarnar viðvíkja viðurskiftum uttan fyri føroyskt myndugleikaøki

d)      Tá Føroyar ikki er limur í EU, eru ásetingar í regluverkinum viðvíkjandi rættindum og skyldum hjá einum EU-limalandi mótvegis einum øðrum EU-limalandi, ella mótvegis einum EU-myndugleika ikki galdandi fyri Føroyar. Teknisku krøvini í EU-reglunum (direktivum v.m.) eru tó galdandi fyri føroyskt skip, fevnd av hesum regluverki

e)      Skipaeftirlitið kann – antin generelt, ella í tí einstaka førinum - víkja frá teimum í hesum regluverki nevndu tíðarfreistunum fyri uppfyllan av krøvunum, um tað ikki stríðir ímóti skyldum Føroya sambært altjóða konventiónum, og annars bara, um tað verður mett neyðugt, rímiligt og ráðiligt við atliti til trygdina á sjónum

f)        Generelt skal alt regluverkið lesast og skiljast við atliti til føroysk skip, føroysk viðurskifti og føroyskt myndugleikaøki

g)      Tær til eina og hvørja tíð galdandi vegleiðingarnar frá Søfartsstyrelsen sum knýta seg til hetta regluverkið, verða við neyðugum tillagingum eisini nýttar av Skipaeftirlitinum

h)      Í tann mun, eitt fiskiskip skal viðgerast eftir teknisku reglunum, sum vóru galdandi frammanundan 1. august 2006 (tá hetta regluverkið seinast varð dagført), skal avvarðandi lóggávan, sum var galdandi her á landi fram til 1. januar 2002 nýtast. Tær broytingar og dagføringar av Meddelelser E frá Søfartsstyrelsen sum eru framdar í tíðarskeiðnum frá 1. januar 2002 og fram til 1. august 2006, eru ongantíð settar í gildi í Føroyum, og hava tí ongantíð verið partur av galdandi rætti í Føroyum.

i)        Ásetingarnar í kapitel XXI (”Forebyggelse af olieforurening fra skibe”), kapitel XXIV (”Forebyggelse mod forurening med kloakspildevand fra skibe”) og kapitel XXV (”Forebyggelse mod forurening med affald fra skibe”) skulu lesast við atliti til ásetingarnar í kunngerðunum nr. 122, 123 og 124 frá 25. november 2005 um burturbeining av ávíkavist burturkasti, kloakkspillivatni og olju frá skipum. Í tann mun føroysku reglurnar víkja frá donsku reglunum, skulu tær føroysku reglurnar nýtast.

 

§ 4. Við fyrivarni fyri skyldum Føroya sambært altjóða konventiónum, og við fyrivarni fyri EU-reglum sum seta krøv til triðjalandsskip, verða dagfestingarnar/tíðarfreistirnar í fylgiskjali 1 (bilag 1) broyttar og tillagaðar soleiðis:

 

a)      Í kapittul I, II, III, IV, V, VI og XII verður ”1. januar 2003” generelt broytt til ”1. august 2006”.

b)      Í kapittul X verður ”1. januar 2005” generelt broytt til ”1. august 2006”.

Í regel 19, stk. 2, pkt. 7 (brovagtsalarm) verða dagfestingarnar broyttar soleiðis:

            ”1. marts 2002” verður broytt til ”1. august 2006”

”1. marts 2003” verður broytt til ”1. januar 2007”

”1. marts 2004” verður broytt til ”1. januar 2008”

”1. marts 2005” verður broytt til ”1. januar 2009”

”1. marts 2006” verður broytt til ”1. januar 2010” 

c)  Í kapittul XXIV, Part 2, regel 2.1 verður ”1. januar 2000” broytt til ”1. august 2006”, og í regel 4.1 verður ”1. januar 2005” broytt til ”1. august 2008” 

 

§ 5. Útgerð til fiskiskip, ið er merkt við ES-góðkenningarmerkinum samsvarandi tøkniligu fyriskipanini um útgerð á skipum[1], kann koma í staðin fyri útgerðina nevnd í fylgiskjølunum til hesa Fráboðanina.

 

§ 6. Brot á reglurnar í hesi Fráboðan frá Skipaeftirlitinum verða revsað við bót ella fongsul upp til 1 ár.

Stk. 2.Revsingin kann økjast til fongsul upp til 2 ár, um

1)     brotið hevur havt við sær skaða á lív ella heilsu, ella ført til vanda fyri hesum,

2)     tað áður eru givin boð ella forboð viðvíkjandi somu ella líknandi viðurskiftum, ella

3)     brotið hevur havt við sær fíggjarligan vinning, ella ætlaðan fíggjarligan vinning, fyri ein sjálvan ella onnur.

Stk. 3.  Umstøðurnar verða mettar serliga tyngjandi, um tað er hendur skaði, ella vandi fyri skaða, á lív ella heilsu hjá ungum undir 18 ár, sb. stk. 2, nr. 1.

Stk. 4.Verður hald ikki er lagt á vinningin, ið er fingin við at bróta reglurnar, verður støddin á bótini, undir hesum ískoytisbót, ásett við serligum atliti til støddina á tí fíggjarliga vinninginum ella ætlaða fíggjarliga vinninginum av lógarbrotinum.

Stk. 5.Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.

 

§ 7. Hendan Fráboðanin frá Skipaeftirlitinumkemur í gildi tann 1. oktober 2007

 

 

Skipaeftirlitið, tann 12. juli 2007

 

Óli Hans Hammer Olsen, deildarstjóri

                                   

                                                                                                                                                                                                                                                                /  Petur E. Nielsen, ráðgevi

                                         

 

Broytingar í mun til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E, 1. august 2006

(Samsvarandi Søfartsstyrelsens tekniske forskrift E af 1. oktober 2006)

 

Kapitel VI-A: Beskyttelse af besætningen (arbejdsmiljø og sikkerhed)

Bestemmelserne om øvelser med sikkerhedsudstyr til industrifiskeri i afsnit A, regel 15, er ændret.

 

Kapitel XXI: Forebyggelse af olieforurening fra skibe

Kapitel XXI indeholder en ny omfattende revision af MARPOL-anneks I om olieforurening fra skibe. Kapitlet gengiver bestemmelserne i MARPOL Konventionens anneks I om olieforurening, som træder i kraft den 1. januar 2007. Afsnit vedrørende tankskibe finder ikke anvendelse i meddelelser E. Teksten er udeladt og i stedet er indsat: "Ikke relevant for skibe omfattet af dette regelværk ". Bestemmelserne i konventionen er i sin helhed optrykt i kapitel XXI i Meddelelser fra Søfartsstyrelsen B.

 

Kapitel XXVI: Forebyggelse af luftforurening fra skibe

Kapitlets bestemmelser om syn og certifikater er blevet ændret efter resolution MEPC.132(53), således at det harmoniserede system for syn og certifikater er gennemført for dette kapitel.

 

(Samsvarandi „Søfartsstyrelsens tekniske forskrift E af 1. mai 2007“)

 

Kapitel XII. Opholdsrum

Der er foretaget revision i henhold til anbefalinger fra Center for det Maritime Sundhedsvæsen.

 

Kapitel XXI. Forebyggelse af olieforurening fra skibe

Der er foretaget revision efter Res. MEPC.154(55). Den indholdsmæssige ændring er en tilføjelse af særlig havområde.

Der er yderligere foretaget revision efter Res. MEPC.141(54). Den indholdsmæssige ændring herfra er en ny regulering for brændselsolietanke, samt en ændring i IOPP certifikatet.

Der er foretaget en rettelse i 'Certifikatets gyldighedsperiode' Regel 10.4 hvor perioden ikke må overstige 5 måneder.

 

Kapitel XXVI. Forebyggelse af luftforurening fra skibe

Der er foretaget en konsekvensændring så alle afsnit markeret med M, er blevet tilføjet en henvisning til de, for de enkelte afsnit gældende bekendtgørelser fra Miljøstyrelsen, idet Miljøstyrelsen er regeludstedende myndighed for disse afsnits vedkommende.

 

Frágreiðing um regluverkið fyri fiskiskip

 

Hetta regluverkið fyri fiskiskip 15 metrar og longri, umframt fiskiskip við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira, er sett saman av einari ”Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E”, umframt 3 fylgiskjølum (bilag).

“Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E” – ið kann sammetast við eina vanliga kunngerð – inniheldur  heimildargrundarlag, gildisøki, revsiásetingar og gildiskomureglur.

Í sjálvari fráboðanini verða eisini gjørdar ymiskar tillagingar til føroysk viðurskifti, og í ymiskum tíðarfreistum, nevndar í  fylgiskjali 1.

Fylgiskjal 1 inniheldur teknisku krøvini til bygging og útgerð v.m. til fiskiskip. Hesar reglur eru einsljóðandi við fylgiskjølini (heftini) til ”Søfartsstyrelsens tekniske forskrift E af 1. mai 2007”, sum eisini verða givin út í pappírsformi (hefti skipað í ringbind undir heitinum “Meddelelser E”).

Fylgiskjal 2 endurgevur sonevnda “Fiskiskipadirektivið” frá EU, meðan fylgiskjal 3 endurgevur Torremolinos-protokollina.

Framtíðar dagføringar, broytingar og tillagingar av teknisku krøvunum í fylgiskjølunum verða settar í gildi í Føroyum við einari nýggjari ”Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E” sum verður lýst á reglu-portalinum á heimasíðuni hjá Skipaeftirlitinum www.fma.fo.

 

Gildisøki

Regluverkið er galdandi fyri fiskiskip 15 metrar og longri, og fiskiskip við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira.

Regluverkið er galdandi fyri nýggj skip (jb. kap. I, regel 2(1)) uttan so, at annað verður ásett í einstøku reglunum.

Verandi fiskiskip (”eksisterende skib”, jb. kap. I, regel 2(2)) skulu – tá ræður um konstruktión -  lúka krøvini sum vóru galdandi, tá skipið varð bygt. Undantøk frá hesum kunnu tó vera ásett í nýggjari reglum. Eldri reglur kunnu tí framhaldandi hava týdning, hóast nýggjari reglur eru komnar á økinum. Gomlu kapitlarnir (heftini) eiga tí framhaldandi at verða goymd.

 

Heimildargrundarlagið

Heimildargrundarlagið fyri hesi Fráboðan frá Skipaeftirlitinum er løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum.

Teknisku reglurnar fyri fiskiskip byggja annars á hesi rættargrundarlag: 

Kapittlarnir I–V og VII-IX snúgva seg um byggi- og útgerðarkrøv til fiskiskip, og eru grundaðir á ískoyti 1 (tillæg 1) til 1993-Protokollina til Torremolinos konventiónina frá 1977, sum broytt við EU-direktivi 97/70/EF frá 11. december 1997.

Ásetingarnar í Kapittul VI byggja á partar av EU-direktivi 93/103/EØF om minimumsforskrifter for sikkerhed og sundhed under arbejdet om bord i fiskefartøjer.

Kapittul X byggir á SOLAS, kap. V, ”Safety of navigation”, sum kom í gildi 1. juli 2002. Í kapitlinum verða m.a. krøvini til navigatiónsútgerð umborð á nýggjum fiskiskipum nútímansgjørd.

Kapittul XI og ískoytið (tillæg) innihalda ískoytiskrøv til fiskiskip, sum sigla í norður-evropa. Hesi krøv byggja á EU-direktiv 97/70/EF om etablering af harmoniserede sikkerhedsforskrifter for fiskeskibe med en længde på 24 meter eller derover.

Kapittul XII ásetur krøv til uppihaldsrúm og drekkivatnsskipan og er grundaður á ILO-konventiónina um uppihaldsrúm umborð á fiskiskipum.

Kapitlarnir XXI, XXIV, XXV og XXVI áseta dálkingarfyribyrgjandi tiltøk, og eru grundaðir á altjóða MARPOL konventiónina um fyribyrgjan av dálking til sjós.

Kapittlarnir XIII – XX, XXII og XXIII eru lagdir av til møguliga seinni nýtslu.

Fylgisskjal 1 er annars skipað soleiðis, at danskar reglur, ið antin fylla út ella víðka um altjóða ásetingarnar, eru skrivaðar í skriftslagnumskákskrift. (”kursiv”) Tekstur, ið stavar frá ES-direktivum, er skrivaður við skriftslagnum ”Arial”.

Fylgisskjal 2 er ein endurgeving av EU-direktivi 97/70/EF frá 11. december 1997 om etablering af harmoniserede sikkerhedsforskrifter for fiskeskibe med en længde på 24 meter eller derover. Nevnda direktiv inniheldur 5 fylgiskjøl (bilag) við broytingum og ískoytum til 1993 protokollina til Torremolinos konventiónina frá 1977. Hesi fylgiskjølini til direktivið eru innbygd í fylgiskjal 1 til hesa fráboðanina frá Skipaeftirlitinum.

Fylgisskjal 3 er ein endurgeving av 1993 Protokollini til Torremolinos konventiónina frá 1977, íroknað ískoytini 2 og 3.

Ískoyti (tillæg) 2 til Torremolinos-protokollina inniheldur resolutiónir frá Torremolinos-fundinum (konferencen) og vendir sær til stjórnir (regeringer)

Ískoyti (tillæg) 3 til Torremolinos-protokollina inniheldur týðandi teknisk viðmæli, harav nøkur teirra verða sett sum beinleiðis krøv í fylgiskjali 1 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E.

Ásetingarnar í EU-direktivi 96/98/EF frá 20. december 1996 om udstyr i skibe eru settar í gildi í Føroyum við Søfartsstyrelsens tekniske forskrift nr. 7 af 19. november 1998 om udstyr i skibe (við tilhoyrandi vejledning nr. 2 af 19. nov. 1998 om udstyr i skibe). Forskriftin er galdandi fyri útgerð sum verður kravd sambært SOLAS-konventiónini, Lastalinju-konventiónini frá 1966 (LL66), Altjóða sjóferðslureglunum 1972 (COLREG) og MARPOL-konventiónini frá 1973.

Altjóða konventiónir eru bara í avmarkaðan mun galdandi fyri fiskiskip. Hesi er í staðin fevnd av 1993 protokollini til Torremolinos-konventiónina frá 1977, sum ásetur sjálvstøðugar standardir fyri fiskiskip. Har tað er viðkomandi, kann útgerð til fiskiskip tó erstattast av útgerð sum er ”EU-overensstemmelsesmærket”.   

 

Aðrar reglur

Mint verður á, at umframt tað í hesi Fráboðan lýsta regluverkið fyri fiskiskip, so finnast eisini aðrar reglur fyri fiskiskip, sum longu frammanundan eru galdandi í Føroyum, ella sum í framtíðini verða settar í gildi í Føroyum:

  • Framvegis galdandi danskar „Bekendtgørelse“, lýstar í Kunngerðablaðnum B áðrenn Skipaeftirlitið varð yvirtikið 1. januar 2002 (sí www.logir.fo)
  • Tekniskar forskriftir frá Søfartsstyrelsen („FSK“), lýstar í serliga danska tekniska kunngerðasavninum „Meddelelser fra Søfartstyrelsen“
  • Vegleiðingar av ymiskum slag („VEJ“), somuleiðis lýstar í „Meddelelser frá Søfartsstyrelsen“
  • Føroyskar „kunngerðir“, lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum (sí www.logir.fo)
  • „Fráboðanir frá Skipaeftirlitinum“, somuleiðis lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum og kunngjørdar á elektróniska reglu-portalinum hjá Skipaeftirlitinum á www.fma.fo

 

Regluportalurin

Hendan Fráboðanin frá Skipaeftirlitinum, íroknað fylgiskjølini við teknisku krøvunum, verður einans lýst elektróniskt á regluportalinum hjá Skipaeftirlitinum sum sæst umvegis heimasíðuni www.fma.fo. Miðað verður eftir at savna alla viðkomandi teknisku lóggávuna fyri fiskiskip 15 metrar og longri á nevnda regluportali.

 

[1]Søfartsstyrelsens tekniske forskrift nr. 7 af 19. november 1998 om udstyr i skibe og Søfartsstyrelsens vejledning nr. 2 af 19. november 1998 om udstyr i skibe.

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv