Gildiskoma: 05.11.2007
Slag: Løggilding

Fylgiskjal 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 4/2007: Løggildingartreytirnar

Í hesum skjali standa útbúgvingar- og førleikakrøvini fyri at verða løggildaður til - vegna Skipaeftirlitið - at gera uppmálingar á øllum1 føroyskum skipum. Harumframt verða ásett krøv, mannagongdir og skjalprógv fyri útinnan av løggilduga arbeiðnum.

1Fyrivarni verður tikið viðvíkjandi klassaðum skipum. Løggildaði skal í slíkum førum eisini kunna liva upp til góðskukrøvini hjá klassanum.

Útbúgvingar- og førleikakrøv til umsøkjaran:

∙  Umsøkjarin skal skjalprógva viðkomandi tekniska útbúgving so sum verkfrøðingur við skipsbygging sum serfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving so sum skipsførari ella maskinmeistari
∙  Umsøkjarin skal skjalprógva royndir frá arbeiði viðvíkjandi skipauppmálingum, hava til taks og vera kendur við viðkomandi reglur, forskriftir, standardir og vegleiðingar á økinum, og kunna tryggja, at arbeiðið kann vera gjørt sambært nevndu reglum

Krøv, mannagongdir og skjalprógv í sambandi við útinnan av løggilduga arbeiðnum:

Nærri lýsing av løggildaða arbeiðnum

Talan er her um at fremja uppmáling, tonnaguútrokning og útkast til málibræv, sum síðani skal útskrivast og góðkennast av Skipaeftirlitinum.

Reglugrundarlagið:

∙  Løgtingslóg nr. 38 frá 4. mai 1957 um skipauppmáling
∙  Løgtingslóg nr. 90 frá 10. juni 1982 um skipauppmáling
∙  Kunngerð nr. 90 frá 10. juni 1982um skipauppmáling
∙  Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 1/2007 um broyting í teknisku forskriftini um varðveitingarverd skip
∙  Altjóða konventiónin um uppmáling av skipum 1969 (London konventiónin)
∙  Annex I í konventiónini frá 1969

Onnur skjøl, sum skulu sendast inn saman við umsóknini:

Avrit av málisak/málifráboðan saman við tilhoyrandi útrokningum og talvum, sum nýttar verða.

Upplýsingar um skipaslag/stødd, sum løggilding ynskist til.

Krøv í smb. við skipauppmáling.

Øll skip yvir 24 metrar:

Føroysk skip 24 metrar og longri, herskip undantikin, skulu uppmálast og hava galdandi málibræv eftir reglunum í "Annex I" í konventiónini frá 1969

Øll skip minni enn 24 metrar:

Uppmálingin verður gjørd sambært kunngerð nr. 90 frá 10. juni 1982 um skipauppmáling

Uppmálingin liggur sum grund fyri málibrævi, sum verður útskrivað av Skipaeftirlitinum.

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv