Vælkomin til Regluportalin

Gildiskoma: 04.05.1954
Slag: Løgtingslóg

LØGTINGSLÓG NR. 38 FRÁ 4. MAI 1957 UM UPPMÁLING AV SKIPUM, SUM SEINAST BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 90 FRÁ 10. JUNI 1982

§ 1. 1) Øll føroysk skip, sbr. § 1 í sjólógini, ið ikki eru undir løgtingslóg um skipamáling, skulu málast upp, merkjast og hava málibræv sambært reglunum ásettar í hesi lóg.
Stk. 2. Undantikin hiðani eru:

a)  Herskip
b)  útlendsk skip, sum hava málibræv, sum er góðkent eftir § 12, stk. 2,
c)  smá skip eftir gjøllari reglum, sum landsstýrið fyrisetur.

Stk. 3. Eftir umstøðunum í einstøkum førum kann landsstýrið undantaka eisini onnur skip frá uppmáling enn tey sum nevnd eru í stk. 2.

§ 2. Uppmálingin verður útint her á landi eftir gjølligari reglum, sum fyrisettar eru av landsstýrinum.
Stk. 2. Har serligar umstøður gera tað neyðugt, kann landsstýrið í einstøkum førum heimila uppmálingarkønum monnum ella stovnum at inna uppmálingar í útlandinum.

§ 3. Við uppmáling er ætlað at finna rúminnihaldið av øllum rúmum skipsins.
Stk. 2. Við upptøku av málum skal enskur fótur nýtast - og decimalir av honum - ella meturin sum eind.
Stk. 3. Eftir teim málum, sum tikin eru av skipi og harav funna rúminnihald verður tonsatal skipsins at rokna í registaratonsum á 100 enskar kubikfót og í kubikmetur.

§ 4. Uppmálingin verður útint, meðan skipið er tómt, við upptøku av málum innan (hin fullfíggjaði uppmálingarháttur "regla I"). Har viðurskiftini bráðfongis hindra upptøku av málum innan, kann uppmálingin tó fremjast eftir øðrum góðkendum hátti við upptøku av málum uttan (hin legnaði uppmálingarháttur, "regla II").

§ 5. Høvuðsúrslitið av uppmálingini verður int sum:

a)  2) bruttotonsatalið, sum inniheldur tonsatalið av øllum luktum rúmum skipsins undantikið serstakliga dupultbotnstangar og - undir vissum treytum - rúm á ovasta millum dekki og oman fyri ovasta dekk, og
b)  nettotonsatalið, sum kemur eftir frádráttum í bruttotonsatalinum fyri:
 
1)  rúm til skipara og manning og rúm til navigeringar og skipsins drift,
2)  rúm til gongumaskinverkið.

§ 6. Uppmáling verður framd sum:

a)  fyrsta uppmáling av øllum nýbygdum ella innfluttum skipum - eftir umstøðunum - av útlendskum skipum, smbr. § 1, stk. 1, 2. punktum,
b)  2) umafturmáling, um so er, at broytingar verða gjørdar í máldum skipi, herundir nýtsluni av rúmum, sum ávirka brutto- ella nettotonsatal skipsins ella onnur viðurskifti, sum nevnd eru í málibrævi skipsins, smbr. § 7, stk. 1.
c)  eftiruppmáling, um so er, at uppmálingarvaldið heldur tað vera neyðugt. Eftirlitsuppmáling kann eisini gerast eftir greiniligari umsókn frá eigara skipsins.

§ 7. Til próvførslu av tí gjørdu uppmálingini og tí hareftir útroknaða tonsatalinum v.m. verður málibræv (tonsatalsbræv) givið, tó so, at eftir eini uppmáling sum fyrisett í § 6, b. og c. kann eftir umstøðunum rætting gerast í tí fyrr givna málibrævinum.
Stk. 2. 2) Málingarmyndugleikin kann krevja, at upplýsingar, sum eru avgerandi fyri tonsatalið, verða merktar á skipið.
Stk. 3. Málibræv skal finnast umborð og um tað krevst vísast viðkomandi valdi. Óviðkomandi má ikki gera rættingar í málibrævið ella yvirhøvur leggja nakað aftrat.
Stk. 4. Í serstøkum førum, tá ið tað hevur ikki borið til at givið málibræv, kann skipið fáa eina bráðfengis váttan um tess tonsatal v.m.
Stk. 5. Eftir kravi frá eigara skipsins kunnu haraftrat tílík málibrøv gevast, sum eru kravd til siglingar av serstøkum leiðum, sum Suez- og Panamaveitirnar.

§ 8. Fyri hvørt føroyskt skip, sum skal mátast, verður skrivlig tilmelding at lata inn til viðkomandi myndugleika eftir fylgjandi reglum:

a)  Skip, sum stendur í gerð, skal tilmeldast so skjótt tað verður farið undir byggingina. Uppmálingarmyndugleikin skal hava frásøgn um byggingina so hvørt, soleiðis at uppmálingin kann byrjast so tíðliga sum til ber.
b)  Skip, sum innflutt verður skal tilmeldast til uppmálingar seinast á fyrstu ferð skipsins í føroyska havn.
c)  Fær skipið broytingar gjørdar sum tilskilað í § 6, b., skal tilmelding gerast allar skjótast til ber.

Stk. 2. Tilmeldingarskylduna hevur í øllum førum eigari skipsins og fyri skip, sum verða bygd ella gjørd um á føroyskari skipasmiðju, eisini skipasmiðjan.

§ 9. Eigari skipsins, skiparin ella eftir umstøðunum skipasmiðjan, har uppmáling verður útint, hava skyldu at geva uppmálingarmyndugleikanum ótarnaða atgongd til skipið og yvirhøvur at vera tí til handa undir uppmálingini og tað serliga til ruddingar av skipinum.

§ 10. Útreiðslurnar av uppmáling, sum gjørd verður í útlandinum, ber hann, sum hevur kravt hana eftir gjølligari reglum, sum landsstýrið fyrisetur.
Stk. 2. Útreiðslur av uppmáling av útlendskum skipi ber eigarin ella umboðsmaður hansara her.

§ 11. Fyri útgávu ella rætting av málibrævi, smbr. § 7, rindar eigari skipsins eitt avgjald eftir tonsatalinum.
Stk. 2. Avgjaldið fer í landskassan og eftirstøður kunnu heintast inn við panting. Fyri avgjaldskrøv hevst sjópantirættur eftir sjólóginnar § 267, nr. 1.

§ 12. Gjølligari reglur fyri meting av skipi og útrokning av tonsatali tess, smbr, § 5, um málibrævsins snið, og fyribils váttanir, geving, rætting og inndráttur eins og merking, smbr. § 7, og annars tað sum tørvar til inningar av reglunum í hesi lóg fyrisetur landsstýrið. Her skal fyrilit havast fyri góðkendum millumlanda reglum, soleiðis sum tær serliga vera fyrisettar í millumlanda sáttmálum um reglur fyri uppmáling av skipum, sum til einahvørja tíð eru galdandi í ríkinum. Gjølligari reglur fyri støddini av avgjaldinum eftir § 11, stk. 1, útrokning og rinding, verður fyrisett av landsstýrinum.
Stk. 2. Treytað av sínámillum sáttmála kann landsstýrið fyriseta, at málibrøv, sum givin eru av útlendskum skipsuppmálingarvaldi, verða góðkend sum gyldug við tí løgfylgju sum tilskilað í § 1, stk. 2.

§ 13. Brot móti reglunum í §§ 7, stk. 3, 8 og 9 í hesi lóg eins og undandráttur at fylgja nakrari fyriseting frá einum til tess heimilaðum uppmálingarvaldi kemur undir bót, sum fer í landskassen.
Stk. 2. Tílík mál koma undir sjórættarviðgerð.

§ 14. Henda lóg kemur í gildi beinanvegin.
Stk. 2. Samstundis fara úr gildi lóg frá 13. marts 1867 um uppmáling av skipum og lóg nr. 92 frá 4. mai 1927.

Endanotur

1) Broytt við løgtingslóg nr. 90 frá 10. juni 1982.

2) Broytt við løgtingslóg nr. 23 frá 09. juni 1967.

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv