Kunngerð um sigling við ferðamannaskipum, ið sjóseta smærri bátar við ferðafólkum er komin í gildi
Endamálið við kunngerðini er at avmarka sigling við smærri bátum, ið verða sjósettir av ferðamannaskipum. Sambært kunngerðini skulu bátar, sum verða sjósettir frá ferðamannaskipum,
sum koma til Føroyar, sigla í og úr ISPS-góðkendum havnum við ferðafólki.
Sambært heimasíðuni hjá Landsverki eru tað í løtuni 20 góðkendar ISPS-havnir. ISPS er ein stytting fyri International Ship and Port Facility Security. ISPS-góðkendu havnirnar hava tað til felags, at atkomuviðurskiftini eru nøktandi og harvið eisini tryggari hjá ferðafólkum at koma í og úr bátunum.
Øll onnur sigling í innara sjóøkinum við “tender-boats” ella líkn. smærri bátum frá ferðamannaskipum verður bannað.
Sigling við ferðafólkum við smærri førum
Í sambandi við at ferðavinnan í Føroyum er nógv økt seinastu árini, eru fleiri farin undir, ella eru áhugaði í, at sigla við ferðafólkum við smærri førum. Serliga hevur sigling við RIB bátum vundið uppá seg seinastu árini. Afturat hesum, eru tað eisini skúlar, frítíðarítriv o.o, ið skipa fyri ymiskari sigling við næmingum o.ø.
Grundað á økta virksemið á hesum øki, hevur Uttanríkis- og vinnumálaráðið saman við Sjóvinnustýrinum dagført reglurnar um ferðafólkasigling við førum, sum taka upp til 12 ferðafólk. Talan er um tvær kunngerðir. Onnur kunngerðin ásetur krøv til sjálvt farið og virksemið við siglingini við ferðafólkum, meðan hin kunngerðin ásetur førleikakrøv til manningina. Niðanfyri er stutt frágreiðing um báðar kunngerðirnar.
Kunngerð um sigling við førum, sum taka upp til 12 ferðafólk
Kunngerðin ásetur teknisk krøv til førini og útgerðina, sum er umborð. Harafturat eru serligar reglur sum áleggja reiðaranum at gera eina trygdarvegleiðing, sum setur karmarnar fyri virksemið við ferðafólkasiglingini. Í trygdarvegleiðingini skal reiðarin m.a. taka støðu til og áseta reglur fyri, hvussu farast skal fram í neyðstøðu.
Eins og galdandi er í dag verður krav um, at førini skulu sýnast av Sjóvinnustýrinum. Kravt verður framhaldandi, at farið skal hava galdandi ferðafólkaloyvi fyri at sigla við ferðafólkum.
Skilt verður millum før við dimensiónstali undir 20 og før við dimensiónstali yvir 20. Sýn av førum við dimensiónstali undir 20, verður sum meginregla gjørt við stakroyndum, meðan sýn av førum við dimensiónstali yvir 20 verður gjørt við regluligum sýni.
Harafturat verður skilt ímillum før við dimensiónstali undir 20 og sum antin hava framtøkumegi undir 100 kW ella yvir 100 kW (men tó undir 750 kW). Strangari krøv eru fyri før, ið hava eitt dimensiónstal undir 20, men sum samstundis hava framtøku á 100 kW ella yvir. Sostatt skulu t.d. RIB bátar sýnast regluliga, og ikki við stakroyndum, tí talan er um før, ið hava dimensiónstal undir 20, men hava framtøku yvir 100 kW.
Kunngerð um manningarásetan á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum sigla við upp til 12 ferðafólkum
Í hesi kunngerð verður eins og í omanfyri umrødda, skilt millum krøvini til før við dimensiónstali á 20 og yvir og før við dimensiónstali undir 20.
Fyri før sum hava eitt dimensiónstal á 20 og yvir skal førarin av farinum hava dugnaskaparroynd í sigling. Tó er ásett, at manningin altíð skal telja tveir persónar. Fyri før sum hava eitt dimensiónstal undir 20 er ásett, at manningin sum útgangsstøði skal telja ein førara. Krav er ikki um dugnaskaparroynd í sigling, men í staðin eru ásett nøkur viðurskifti, sum viðkomandi førari í minsta lagi skal hava kunnleika til.
Vatnskutarakunngerðin
Seinnu árini er sigling við ymiskum smáum stuttleikaførum, sum t.d. vatnskutarum blivin alsamt meiri vanlig. Við øktu siglingini við hesum førum, er vandin fyri møguligum vanlukkum eisini øktur; serliga tá hugsað verður um høgu ferðina, sum oftast verður siglt við á hesum førum.
Í grannalondum okkara hevur eisini verið raðfest at seta sjóneykuna á førleikakrøvini til føraran av vatnskutarum og líknandi førum, og er nýggj lóggáva sett í gildi í eitt nú Danmark og Noreg. Í Danmark var ein sera álvarslig vanlukka, har tvær ungar kvinnur doyðu av løstum eftir tær vóru ásigldar av einum vatnskutara.
Fyri at fyribyrgja líknandi vanlukkum í føroyskum sjóøki, hevur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið gjørt kunngerð um førleikakrøv og sigling á motorriknum stuttleikafari við skrokklongd undir 4 metrar, ið kom í gildi 15. juli í ár.
Kunngerðin ásetir førleikakrøv til førarar av omanfyri nevndu førum. Kravið fyri at sigla við hesum førum er, at førari skal vera 16 ár ella eldri og førarin skal hava eitt førleikaprógv. Sjálvt skeiðið, ið er grundarlagið fyri at fáa útskrivað førleikaprógvið er ikki útbjóðað í løtuni, men Sjóvinnustýrið hevur fingið váttað frá Mentamálaráðnum, at hetta skeiðið verður raðfest og útbjóðað komandi tíðina. Skiftisregla er tí ásett í kunngerðina, so kravið um førleikaprógv kemur ikki í gildi fyrr enn 1. januar 2021. Mett verður, at hetta er nóg langt skotbrá hjá eigarum av vatnskutarum og líknandi førum at útvega sær umrødda førleikaprógvið.
Umframt førleikakrøvini um aldur og førleikaprógv er áseting um, at førari skal verða í kuldabjálvandi dragt, eins og krav er ásett um bjargingarvest.
- Gildiskoma: 01.10.2007
- Slag: Tíðindir
Regluportalurin og sjálvvirkandi tíðindatænastan
Skipaeftirlitinum er heimilað at áseta lógarreglur viðvíkjandi trygd á sjónum í "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum.
Hesar fráboðanir frá Skipaeftirlitinum verða ikki lýstar á vanligan hátt í Kunngerðablaðnum A, men bara í elektroniskum formi á regluportalinum hjá Skipaeftirlitinum sum sæst umvegis heimasíðuna www.fma.fo ella beinleiðis á http://fma.lovportaler.dk
Regluportalurin hevur eina innbygda tíðindatænastu, sum sjálvvirkandi sendir skrásettum brúkarum eina teldupost-fráboðan, hvørja ferð nýtt, dagført ella broytt tilfar verður lagt út á regluportalin. Skráseting til hesa tænastu fer fram við at fylgja leiðbeiningini undir teiginum "Tíðindatænastan".
Regluverkið hjá Skipaeftirlitinum
Regluverkið sum Skipaeftirlitið umsitur, snýr seg í høvuðsheitum um tekniskar reglur viðvíkjandi bygging, útgerð og rakstur av skipum við atliti til trygdina á sjónum og verju av havumhvørvinum.
Tekniska regluverkið er so mikið rúgvismikið og verður so tíðum broytt, at Skipaeftirlitið ikki hevur orku til at gera føroyskar reglur á økinum. Harumframt kemur, at meginparturin av núgaldandi tekniska regluverkinum há Skipaeftirlitinum javnan skal dagførast samsvarandi serliga nýggjastu altjóða krøvinum.
Skipaeftirlitið hevur tí valt framhaldandi at nýta teknisku reglurnar hjá Søfartsstyrelsen, og verða dagføringarnar tí framdar við at seta nýggjastu útgávurnar av hesum reglum í gildi í Føroyum - tó við neyðugum tillagingum til føroysk viðurskifti.
Tá talan er um tey í Føroyum longu galdandi teknisku høvuðsregluverkini fyri ymisku skipabólkarnar (t.d. Meddelelser B, D, E og F) verða dagføringarnar framdar við at lýsa eina føroyska "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum" fyri hønn skipabólkin sær, har nýggjastu teknisku reglurnar hjá Søfartsstyrelsen beinleiðis verða endurgivnar á donskum máli í fylgiskjølum til fráboðanina. Fyri at gera lesaran varugan við ymiskar tillagingar til føroysk viðurskifti, er notur settar í danska tekstin, sum vísa aftur til hesar tillagingar í sjálvari Fráboðanini frá Skipaeftirlitinum.
Aðrar tekniskar forskriftir frá Søfartsstyrelsen verða antin settar í gildi á sama hátt (t.v.s. við einari Fráboðan frá Skipaeftirlitinum, har danska forskriftin verður endurgivin í einum fylgiskjali), ella við at danska forskriftin beinleiðis verður lýst á regluportalinum hjá Skipaeftirlitinum.
Møguligar serføroyskar Fráboðanir frá Skipaeftirlitinum verða somuleiðis bara lýstar beinleiðis á regluportalinum hjá Skipaeftirlitinum.
Kunngerðir, sum landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum ásetur við heimild í løgtingslógini um trygd á sjónum, verða kunngjørdar á vanligan hátt í Kunngerðarblaðnum A, men verða harumframt eisini endurgivnar á regluportalinum undir avvarðandi skipabólki.
Sum frálíður er ætlanin, at allar tær í Føroyum galdandi teknisku reglurnar skulu verða savnaðar á regluportalinum hjá Skipaeftirlitinum undir ymisku skipabólkunum. Miðað verður eisini eftir at fáa savnað viðkomandi reglur av meira generellum slagi undir ymisku skipabólkarnar.
Umframt møguleikan at printa reglurnar beinleiðis út frá regluportalinum hjá Skipaeftirlitinum, ber eisini til at keypa (og gerast haldari) av regluverkunum hjá Søfartsstyrelsen í pappírsformi (ringbindum) við at venda sær til útgevaran:
Iver C. Weilbach & Co A/S |
|
Toldbogade 35 |
|
DK-1253 København K |
|
Tlf.: +45 33 13 59 27 |
|
Fax.: +45 33 93 59 27 |
|
Heimasíða: www.weilbach.dk |
|
Teldupostur: nautical@weilbach.dk |
- Gildiskoma: 07.07.2020
Í dag, 07/07-20 eru tríggjar tekniskar kunngerðir settar úr gildi á Regluportalinum. Kunngerðirnar, ið ikki eru galdandi longur, eru hesar:
- Fráboðan frá Skipaeftirlitinum nr. 2 frá 1. august 2007 um bjargingarfør (kystredningsfartøjer)
- Søfartsstyrelsens tekniske forskrift nr. 8 af 6. august 1993 om åbne, lette kystredningsfatøjer
- Søfartsstyrelsens tekniske forskrift nr. 10 af 15. december 1995 om havnebaserede kystredningsfartøjer
Bjjargingarfør eru framyvir fevnd av fráboðan F frá Sjóvinnustýrinum. Teknisku reglurnar skulu lesast í samanhangi við § 6, stk. 1 í løgtingslóg um trygd á sjónum. § 6, stk. 1 ásetur m.a. soleiðis “...við atliti at tí brúki, skipið til hvørja tíð er ætlað.” Við hesum er greitt, at tað er ábyrgdin hjá reiðaranum at tryggja, at skipið er smíðað og útgjørt í trá við ta nýtslu, ið skipið skal setast í sigling til. Undir hesum koma eisini krøv til sokallaði spesialiseraði skip og før, ið bjargingarfør verða mett at vera.