Sigling við ferðafólkum við smærri førum

Í sambandi við at ferðavinnan í Føroyum er nógv økt seinastu árini, eru fleiri farin undir, ella eru áhugaði í, at sigla við ferðafólkum við smærri førum. Serliga hevur sigling við RIB bátum vundið uppá seg seinastu árini. Afturat hesum, eru tað eisini skúlar, frítíðarítriv o.o, ið skipa fyri ymiskari sigling við næmingum o.ø.

Grundað á økta virksemið á hesum øki, hevur Uttanríkis- og vinnumálaráðið saman við Sjóvinnustýrinum dagført reglurnar um ferðafólkasigling við førum, sum taka upp til 12 ferðafólk. Talan er um tvær kunngerðir. Onnur kunngerðin ásetur krøv til sjálvt farið og virksemið við siglingini við ferðafólkum, meðan hin kunngerðin ásetur førleikakrøv til manningina. Niðanfyri er stutt frágreiðing um báðar kunngerðirnar.

 

Kunngerð um sigling við førum, sum taka upp til 12 ferðafólk

Kunngerðin ásetur teknisk krøv til førini og útgerðina, sum er umborð. Harafturat eru serligar reglur sum áleggja reiðaranum at gera eina trygdarvegleiðing, sum setur karmarnar fyri virksemið við ferðafólkasiglingini. Í trygdarvegleiðingini skal reiðarin m.a. taka støðu til og áseta reglur fyri, hvussu farast skal fram í neyðstøðu.

Eins og galdandi er í dag verður krav um, at førini skulu sýnast av Sjóvinnustýrinum. Kravt verður framhaldandi, at farið skal hava galdandi ferðafólkaloyvi fyri at sigla við ferðafólkum.

Skilt verður millum før við dimensiónstali undir 20 og før við dimensiónstali yvir 20. Sýn av førum við dimensiónstali undir 20, verður sum meginregla gjørt við stakroyndum, meðan sýn av førum við dimensiónstali yvir 20 verður gjørt við regluligum sýni.

Harafturat verður skilt ímillum før við dimensiónstali undir 20 og sum antin hava framtøkumegi undir 100 kW ella yvir 100 kW (men tó undir 750 kW). Strangari krøv eru fyri før, ið hava eitt dimensiónstal undir 20, men sum samstundis hava framtøku á 100 kW ella yvir. Sostatt skulu t.d. RIB bátar sýnast regluliga, og ikki við stakroyndum, tí talan er um før, ið hava dimensiónstal undir 20, men hava framtøku yvir 100 kW.

 

Kunngerð um manningarásetan á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum sigla við upp til 12 ferðafólkum

Í hesi kunngerð verður eins og í omanfyri umrødda, skilt millum krøvini til før við dimensiónstali á 20 og yvir og før við dimensiónstali undir 20.

Fyri før sum hava eitt dimensiónstal á 20 og yvir skal førarin av farinum hava dugnaskaparroynd í sigling. Tó er ásett, at manningin altíð skal telja tveir persónar. Fyri før sum hava eitt dimensiónstal undir 20 er ásett, at manningin sum útgangsstøði skal telja ein førara. Krav er ikki um dugnaskaparroynd í sigling, men í staðin eru ásett nøkur viðurskifti, sum viðkomandi førari í minsta lagi skal hava kunnleika til.

 

Vatnskutarakunngerðin

Seinnu árini er sigling við ymiskum smáum stuttleikaførum, sum t.d. vatnskutarum blivin alsamt meiri vanlig. Við øktu siglingini við hesum førum, er vandin fyri møguligum vanlukkum eisini øktur; serliga tá hugsað verður um høgu ferðina, sum oftast verður siglt við á hesum førum.

Í grannalondum okkara hevur eisini verið raðfest at seta sjóneykuna á førleikakrøvini til føraran av vatnskutarum og líknandi førum, og er nýggj lóggáva sett í gildi í eitt nú Danmark og Noreg. Í Danmark var ein sera álvarslig vanlukka, har tvær ungar kvinnur doyðu av løstum eftir tær vóru ásigldar av einum vatnskutara.

Fyri at fyribyrgja líknandi vanlukkum í føroyskum sjóøki, hevur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið gjørt kunngerð um førleikakrøv og sigling á motorriknum stuttleikafari við skrokklongd undir 4 metrar, ið kom í gildi 15. juli í ár.

Kunngerðin ásetir førleikakrøv til førarar av omanfyri nevndu førum. Kravið fyri at sigla við hesum førum er, at førari skal vera 16 ár ella eldri og førarin skal hava eitt førleikaprógv.  Sjálvt skeiðið, ið er grundarlagið fyri at fáa útskrivað førleikaprógvið er ikki útbjóðað í løtuni, men Sjóvinnustýrið hevur fingið váttað frá Mentamálaráðnum, at hetta skeiðið verður raðfest og útbjóðað komandi tíðina. Skiftisregla er tí ásett í kunngerðina, so kravið um førleikaprógv kemur ikki í gildi fyrr enn 1. januar 2021. Mett verður, at hetta er nóg langt skotbrá hjá eigarum av vatnskutarum og líknandi førum at útvega sær umrødda førleikaprógvið.

Umframt førleikakrøvini um aldur og førleikaprógv er áseting um, at førari skal verða í kuldabjálvandi dragt, eins og krav er ásett um bjargingarvest.

 

 

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv