Vælkomin til Regluportalin

Gildiskoma: 01.08.2006
Slag: Fráboðan

 

Fráboðan E, 1. august 2006

 

Við heimild í § 2, stk. 2, §§ 7-11, §§ 14 og 15, stk. 2, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum, og við heimild frá avvarðandi landsstýrismanni verður ásett:

 

§ 1. Hendan fráboðanin er galdandi fyri fiskiskip 15 metrar og longri[1], umframt fiskiskip við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira[2].

 

§ 2. Nærri teknisku ásetingarnar um byggikrøv og útgerð v.m finnast í niðanfyri nevndu fylgiskjølum (bilag 1-3) sum endurgevateknisku reglurnar í ”Meddelelser fra Søfartsstyrelsen E”:

 

 

[1]Sum útgreinað í fylgiskjali 1, kapitul E I, regel 2 (5).

[2]Dimensiónstalið verður funnið við at falda størstu longd á skipinum (Loa – sum er fjarstøðan í beinari linju millum fremsta punktið á forstavninum, til aftasta punktið á afturstavninum) við størstu breidd á skipinum, soleiðis sum hesi mát eru ásett í málibrævi skipsins.

Bilag 1 (fylgiskjal 1)

Kapitul

Innihald

Dagfesting

E I

Almindelige bestemmelser

1. januar 2003

E II

Konstruktion, vandtæthed og udstyr

1. januar 2003

E III

Stabilitet og sødygtighed

1. januar 2003

E IV

Maskineri, elektriske installationer og periodisk ubemandede maskinrum

1. januar 2003

E V

Brandsikring, opdagelse og slukning af brand

1. januar 2003

E VI

Beskyttelse af besætningen (arbejdsmiljø og sikkerhed m.v.)

1. januar 2003

E VII

Redningsmidler og -arrangementer

1. januar 2003

E VIII

Foranstaltninger i nødsituationer, mønstring og øvelser

1. februar 1999

E IX

Radiokommunikation GMDSS

1. januar 2005

E X

Sejladsens betryggelse

1. januar 2005

E XI

Regionale og lokale bestemmelser

1. februar 1999

E XII

Opholdsrum m.v.

1. januar 2003

E XIII - XX

(Avlagdir til møguliga seinni nýtslu)

 

E XXI

Forebyggelse mod olieforurening fra skibe

1. januar 2003

E XXII og XXIII

(Avlagdir til møguliga seinni nýtslu)

 

E XXIV

Forebyggelse mod forurening med kloakspildevand fra skibe

1. januar 2005

E XXV

Forebyggelse mod forurening med affald fra skibe

1. januar 2005

E XXVI

Forebyggelse af luftforurening fra skibe

1. maj 2005

Tillæg

Certifikater, formularer og udstyrsfortegnelser

1. februar 1999

Bilag 2

Rådets direktiv 97/70/EF af 11. december 1997 om etablering af harmoniserede sikkerhedsforskrifter for fiskeskibe med en længde på 24 meter og derover.

24. september 2001

Bilag 3

Torremolinos Protokollen 1993 der relaterer sig til den internationale konference om fiskeskibes sikkerhed, 1977

1. februar 1999

Tillæg 1

(Er einsljóðandi við fylgiskjal 1 og tí ikki endurtikið her)

 

Tillæg 2

Resolutioner fra konferencen

1. februar 1999

Tillæg 3

Konferencens rekommandationer

1. februar 1999

(omanfyri nevndu fylgiskjøl verða eisini útgivin í pappírsformi (hefti) av Iver C. Weilbach & Co A/S, Toldbogade 35, DK-1253 København K, undir heitinum "Meddelelser fra Søfartsstyrelsen E")

§ 3. Ásetingarnar í omanfyri nevndu fylgiskjølum skulu lesast, skiljast og tulkast við atliti til hesar broytingar og tillagingar til føroysk viðurskifti:

 

a)      Fiskiskip, sum verða innflutt til Føroya, verða viðgjørd sum ”nyt fiskeskib” jb. kap. I, regel 2 (1)

b)      Allastaðni, har ”Søfartsstyrelsen” ella annar danskur myndugleiki er nevndur í hesum regluverki, skal  - tá ræður um føroysk myndugleikaøki - skiljast ”Skipaeftirlitið” ella møguliga annar avvarðandi føroyskur myndugleiki

c)      Allastaðni, har orðingar sum ”Danmark”/”dansk”, ”Grønland”/”grønlandsk”, ”dansk skib”/”grønlandsk skib”, ella ”dansk søterritorium” verða nýttar í hesum regluverki, skal skiljast ”Føroyar/føroyskt”, ”føroyskt skip” og ”føroyskt sjóumveldi” uttan so, at ásetingarnar viðvíkja viðurskiftum uttan fyri føroyskt myndugleikaøki

d)      Tá Føroyar ikki er limur í EU, eru ásetingar í regluverkinum viðvíkjandi rættindum og skyldum hjá einum EU-limalandi mótvegis einum øðrum EU-limalandi, ella mótvegis einum EU-myndugleika ikki galdandi fyri Føroyar. Teknisku krøvini í EU-reglunum (direktivum v.m.) eru tó galdandi fyri føroyskt skip, fevnd av hesum regluverki

e)      Skipaeftirlitið kann – antin generelt, ella í tí einstaka førinum - víkja frá teimum í hesum regluverki nevndu tíðarfreistunum fyri uppfyllan av krøvunum, um tað ikki stríðir ímóti skyldum Føroya sambært altjóða konventiónum, og annars bara, um tað verður mett neyðugt, rímiligt og ráðiligt við atliti til trygdina á sjónum

f)        Generelt skal alt regluverkið lesast og skiljast við atliti til føroysk skip, føroysk viðurskifti og føroyskt myndugleikaøki

g)      Tær til eina og hvørja tíð galdandi vegleiðingarnar frá Søfartsstyrelsen sum knýta seg til hetta regluverkið, verða við neyðugum tillagingum eisini nýttar av Skipaeftirlitinum

h)      Í tann mun, eitt fiskiskip skal viðgerast eftir tekniskum reglum, sum vóru galdandi frammanundan hesi Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E, skal avvarðandi lóggávan, sum var galdandi her á landi fram til 1. januar 2002 nýtast. Tær broytingar og dagføringar av Meddelelser E frá Søfartsstyrelsen sum eru framdar í tíðarskeiðnum frá 1. januar 2002 og til hendan Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E nú verður lýst við gildi frá 1. august 2006, eru ongantíð settar í gildi í Føroyum, og hava tí ongantíð verið partur av galdandi rætti í Føroyum. 

 

§ 4. Við fyrivarni fyri skyldum Føroya sambært altjóða konventiónum, og við fyrivarni fyri EU-reglum sum seta krøv til triðjalandsskip, verða dagfestingarnar/tíðarfreistirnar í fylgiskjal 1 (bilag 1) broyttar og tillagaðar soleiðis:

 

a)      Í kapitul I, II, III, IV, V, VI og XII verður ”1. januar 2003” generelt broytt til ”1. august 2006”.

b)      Í kapitul X verður ”1. januar 2005” generelt broytt til ”1. august 2006”.

Í regel 19, stk. 2, pkt. 7 (brovagtsalarm) verða dagfestingarnar broyttar soleiðis:

            ”1. marts 2002” verður broytt til ”1. august 2006”

”1. marts 2003” verður broytt til ”1. januar 2007”

”1. marts 2004” verður broytt til ”1. januar 2008”

”1. marts 2005” verður broytt til ”1. januar 2009”

”1. marts 2006” verður broytt til ”1. januar 2010” 

c)  Í kapitul XXIV, Part 2, regel 2.1 verður ”1. januar 2000” broytt til ”1. august 2006”, og í regel 4.1 verður ”1. januar 2005” broytt til ”1. august 2008” 

§ 5. Útgerð til fiskiskip, ið er merkt við ES-góðkenningarmerkinum samsvarandi tøkniligu fyriskipanini um útgerð á skipum, kann koma í staðin fyri útgerðina nevnd í fylgiskjølunum til hesa Fráboðanina.

 

§ 6. Brot á reglurnar í hesi Fráboðan frá Skipaeftirlitinum verða revsað við bót ella fongsul upp til 1 ár.

Stk. 2.Revsingin kann økjast til fongsul upp til 2 ár, um

1)     brotið hevur havt við sær skaða á lív ella heilsu, ella ført til vanda fyri hesum,

2)     tað áður eru givin boð ella forboð viðvíkjandi somu ella líknandi viðurskiftum, ella

3)     brotið hevur havt við sær fíggjarligan vinning, ella ætlaðan fíggjarligan vinning, fyri ein sjálvan ella onnur.

Stk. 3.  Umstøðurnar verða mettar serliga tyngjandi, um tað er hendur skaði, ella vandi fyri skaða, á lív ella heilsu hjá ungum undir 18 ár, sb. stk. 2, nr. 1.

Stk. 4.Verður hald ikki er lagt á vinningin, ið er fingin við at bróta reglurnar, verður støddin á bótini, undir hesum ískoytisbót, ásett við serligum atliti til støddina á tí fíggjarliga vinninginum ella ætlaða fíggjarliga vinninginum av lógarbrotinum.

Stk. 5.Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.

 

§ 7. Henda Fráboðanin frá Skipaeftirlitinumkemur í gildi tann 1. august 2006

 

 

Skipaeftirlitið, tann 1. juli 2006

 

Óli Hans Hammer Olsen, deildarstjóri

                                   

                                                                                                                                                                                                                                                           /  Petur E. Nielsen, fulltrúi

                                         

 

Høvuðsinnihaldið í dagføringini

 

Í mun til tað í Føroyum seinast lýsa regluverkið fyri fiskiskip 15 metrar og longri (Søfartsstyrelsens tekniske forskrift E af 24. september 2001) er høvuðsinnihaldið í hesi dagføring:

 

  • Influtt fiskiskip verða viðgjørd sum nýggj fiskiskip
  • Kap. VII um “Redningsmidler og arrangementer” og Kap. IX um “Radiokommunikation” eru dagførir samsvarandi nýggjastu krøvunum á økinum
  • Kap. X um “Sejladsens betryggelse” er broyttur við støði í einum nýggjum kap. V í SOLAS
  • Kap. XXIV um “Forebyggelse af forurening med kloakspildevand fra skibe” – sum byggir á annex IV í MARPOL-konventiónini – er dagførdur
  • Kap. XXV um “Forebyggelse mod forurening med affald fra skibe” – sum byggir á annex V í MARPOL-konventiónini – er dagførdur
  • Kap. XXVI um “Forebyggelse af luftforurening fra skibe” er nýggjur og byggir á annex VI í MARPOL-konventiónini, sum kom í gildi 19. mai 2005

 

Viðmerkjast skal, at omanfyri nevndu broytingar eru framdar í tíðarskeiðnum 2002-2005. Tá galdandi føroyska regluverkið fyri fiskiskip er frá tíðini upp til 2002, og dagføringin, sum nú verður lýst, er samsvarandi nýggjasta Meddelelse E frá mai 2005, er eitt “glopp” í tíðarskeiðnum frá 2002 til 2005 sum ongantíð er sett í gildi í Føroyum. Hetta “gloppið” má havast í huga, tá finnast skal fram til galdandi regluverk fyri verandi fiskiskip. 

 

Frágreiðing um regluverkið fyri fiskiskip

 

Hetta regluverkið fyri fiskiskip 15 metrar og longri, umframt fiskiskip við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira, er sett saman av einari ”Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E”, umframt 3 fylgiskjølum (bilag).

“Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E” – ið kann sammetast við eina vanliga kunngerð – inniheldur  heimildargrundarlag, gildisøki, revsiásetingar og gildiskomureglur.

Í sjálvari fráboðanini verða eisini gjørdar ymiskar tillagingar til føroysk viðurskifti, og í ymiskum tíðarfreistum, nevndar í  fylgiskjali 1.

Fylgiskjal 1 inniheldur teknisku krøvini til bygging og útgerð v.m. til fiskiskip. Hesar reglur eru einsljóðandi við fylgiskjølini til ”Søfartsstyrelsens tekniske forskrift E af 1. maj 2005”, sum eisini verða givin út í pappírsformi (hefti skipað í ringbind).

Fylgiskjal 2 endurgevur sonevnda “Fiskiskipadirektivið” frá EU, meðan fylgiskjal 3 endurgevur Torremolinos-protokollina.

Framtíðar dagføringar, broytingar og tillagingar av teknisku krøvunum í fylgiskjølunum verða settar í gildi í Føroyum við einari nýggjari ”Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E” sum verður lýst á reglu-portalinum á heimasíðuni hjá Skipaeftirlitinum www.fma.fo.

 

Gildisøki

Regluverkið er galdandi fyri fiskiskip 15 metrar og longri, og fiskiskip við einum dimensiónstali uppá 100 ella meira.

Regluverkið er galdandi fyri nýggj skip (jb. kap. I, regel 2(1)) uttan so, at annað verður ásett í einstøku reglunum.

Verandi fiskiskip (”eksisterende skib”, jb. kap. I, regel 2(2)) skulu – tá ræður um konstruktión - lúka krøvini sum vóru galdandi, tá skipið varð bygt. Undantøk frá hesum kunnu tó vera ásett í nýggjari reglum. Eldri reglur kunnu tí framhaldandi hava týdning, hóast nýggjari reglur eru komnar á økinum. Gomlu kapitlarnir (heftini) eiga tí framhaldandi at verða goymd.

 

Heimildargrundarlagið

Heimildargrundarlagið fyri hesi Fráboðan frá Skipaeftirlitinum er løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum.

Teknisku reglurnar fyri fiskiskip byggja annars á hesi rættargrundarlag: 

Kapitlarnir I–X í fylgiskjali 1 eru grundaðir á ískoyti 1 til 1993-Protokollina til Torremolinos konventiónina frá 1977, sum broytt við EU-direktivi 97/70/EF frá 11. december 1997 og EU-direktivi 2002/35/EF. Kapitul IX, grein 7, stk. (4) er grundað á EU-direktiv 99/19/EF, ið broytir EU-direktiv 97/70/EF. Kapitul VI inniheldur harumframt eisini ásetingar sambært EU-direktivi 89/391/EF um íverksetan av tiltøkum til tess at bøta um trygd og heilsuviðurskifti hjá arbeiðstakarum, og 93/103/EF um trygd og heilsuviðurskifti í sambandi við arbeiði umborð á fiskiskipum.

Kapitul XI í fylgiskjali 1 og ískoytið, eru grundað á EU-direktiv 97/70/EF frá 11. december 1997 um íverksetan av harmoniserandi trygdarreglum fyri fiskiskip 24 metrar og longri.

Kapitul XII í fylgiskjali 1 er grundaður á ILO-konventiónina um tilhaldsrúm umborð á fiskiskipum.

Kapitlarnir XXI, XXIV, XXV og XXVI í fylgiskjali 1 eru grundaðir á altjóða konventiónina um fyribyrgjan av dálking til sjós (MARPOL).

Kapitlarnir XIII – XX, XXII og XXIII eru lagdir av til møguliga seinni nýtslu.

Fylgisskjal 1 er annars skipað soleiðis, at danskar reglur, ið antin fylla út ella víðka um altjóða ásetingarnar, eru skrivaðar í skriftslagnumskákskrift. (”kursiv”) Tekstur, ið stavar frá ES-fyriskipanum, er skrivaður við skriftslagnum ”Arial”.

 

Fylgisskjal 2 er ein endurgeving av EU-direktivi 97/70/EF frá 11. december 1997 um íverksetan av harmoniserandi trygdarreglum fyri fiskiskip 24 metrar og longri.

Fylgisskjal 3 er ein endurgeving av 1993 Protokollini til Torremolinos konventiónina frá 1977.

 

Aðrar reglur

Mint verður á, at umframt tað í hesi Fráboðan lýsta regluverkið fyri fiskiskip, so finnast eisini aðrar reglur fyri fiskiskip, sum longu frammanundan eru galdandi í Føroyum, ella sum í framtíðini verða settar í gildi í Føroyum:

  • Framvegis galdandi danskar „Bekendtgørelse“, lýstar í Kunngerðablaðnum B áðrenn Skipaeftirlitið varð yvirtikið 1. januar 2002 (sí www.logir.fo)
  • Tekniskar forskriftir frá Søfartsstyrelsen („FSK“), lýstar í serliga danska tekniska kunngerðasavninum „Meddelelser fra Søfartstyrelsen“
  • Vegleiðingar av ymiskum slag („VEJ“), somuleiðis lýstar í „Meddelelser frá Søfartsstyrelsen“
  • Føroyskar „kunngerðir“, lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum (sí www.logir.fo)
  • „Fráboðanir frá Skipaeftirlitinum“, somuleiðis lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum og kunngjørdar á elektróniska reglu-portalinum hjá Skipaeftirlitinum á www.fma.fo

 

Regluportalurin

Henda Fráboðanin frá Skipaeftirlitinum E, íroknað fylgiskjølini við teknisku krøvunum, verður einans lýst elektróniskt á regluportalinum hjá Skipaeftirlitinum á heimasíðuni www.fma.fo, har eitt yvirlit eisini verður gjørt yvir samlaðu galdandi lóggávuna fyri fiskiskip 15 metar og longri.

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv