Kunngerð um manningarásetan á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum sigla við upp í 12 ferðafólkum
Við heimild í § 4, stk. 3, § 10, stk. 1 og § 24, stk. 3 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, og í samráð við umboð fyri reiðara- og sjómannafeløgini, verður ásett:
Øki
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri sigling, sum er liður í vinnuligum virksemi, við upp í 12 ferðafólkum í strandarsigling við vinnuførum og fiskiførum, træskipum og skipum, sum verða drivin uttan maskinorku, og sum eru minni enn 20 bruttotons til støddar.
Før við dimensiónstali upp á 20 ella meira
§ 2. Á førum, sum hava dimensiónstal upp á 20 ella meira, skal manningin telja minst tveir persónar.
Stk. 2. Tá ið manning og ferðafólk kunnu fáa neyðuga hjálp frá samsiglandi fari, er bara førari, sbrt. § 3, kravdur.
Stk. 3. Manningin skal vera myndug og ikki undir verjumáli eftir § 5 ella undir samverjumáli eftir § 7 í anordning om ikraftræden for Færøerne af værgemålsloven.
§ 3. Førarin á einum fari skal hava hesi prógv:
1) dugnaskaparroynd í sigling,
2) galdandi heilsuprógv fyri sjófólk uttan avmarkingar,
3) galdandi trygdarskeið fyri sjófólk, sbrt. STCW kap. A-VI/1, grein 2 um Basic Training, undantikið evnini í grein 2, nr. 1-2 og 1-4, og
4) galdandi prógv sum radiopassari innan GMDSS, samsvarandi radioútgerðini umborð.
§ 4. Persónur, ið ikki er førari, skal hava:
1) galdandi heilsuprógv fyri sjófólk uttan avmarkingar,
2) galdandi trygdarskeið fyri sjófólk, sbrt. STCW kap. A-VI/1, grein 2 um Basic Training, undantikið evnini í grein 2, nr. 1-2 og nr. 1-4,
3) upplæring í at nýta bjargingar- og eldsløkkingarútgerðina umborð, og
4) upplæring í at handfara farið.
§ 5. Er framtøkumegin á farinum 100 kW ella meira, men undir 750 kW, skal ein persónur, sum hevur dugnaskaparroynd í motorpassing, vera umborð. Tann persónurin kann vera ein av persónunum, nevndur í § 2, stk. 1.
Stk. 2. Á førum, ið nýta páhangara, er ikki krav um dugnaskaparroynd í motorpassing. Persónurin skal tó kunna skjalprógva hóskandi upplæring frá skikkaðum persóni í at handfara motorin.
Stk. 3. Er framtøkumegin á farinum meira enn 749 kW, verður manningin ásett sambært løgtingslógini.
Før við dimensiónstali undir 20
§ 6. Á førum við dimensiónstali undir 20, skal manningin telja í minsta lagi ein persón.
Stk. 2. Tá ið siglt verður sum bólkur við førum í samsigling, kann persónurin, sbrt. stk. 1, vera at meta sum manningin fyri samlaða bólkin av førum.
Stk. 3. Manningin skal vera myndug og ikki undir verjumáli eftir § 5 ella samverjumáli eftir § 7 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven.
§ 7. Førarin á einum fari ella bólki í samsigling skal hava kunnleika til:
1) altjóða sjóreglur,
2) at navigera í viðkomandi siglingarøki,
3) at fyribyrgja eldsbruna og at nýta sløkkingarútgerð, undir hesum at hava útint praktiska venjing,
4) stabilitetin á farinum,
5) trygd á sjónum,
6) havumhvørvisvernd, og
7) motorar á smærri førum.
Stk. 2. Umframt krøvini í stk. 1 skal førarin hava:
1) galdandi prógv sum radiopassari innan GMDSS, samsvarandi radioútgerðini umborð, og
2) galdandi fyrstuhjálparskeið sbrt. STCW kap. A-VI/1, grein 2 nr. 1-3 ella samsvarandi.
§ 8. Manning á einum fari, sum er umborð afturat førara, skal vera upplærd í at nýta bjargingarútgerð og sløkkingarútgerð umborð og í at handfara farið.
§ 9. Er framtøkumegin á farinum 100 kW ella meira, men undir 750 kW, skal manningin lúka krøvini í §§ 2-5.
Krav um skjalprógv
§ 10. Manningin á førum, fevnd av hesi kunngerð, skal hava skjalprógv fyri at lúka tey í §§ 3-5 ásettu krøv við sær, tá ið siglt verður.
Revsing
§ 11. Brot á §§ 2-10 verður revsað við sekt.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Gildiskoma
§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi 15. juli 2019, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 69 frá 23. juni 2008 um manningarásetan á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum sigla við upp til 12 ferðafólkum.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 9. juli 2019
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)