Slag: Fráboðan

Grein 1 Gildisøki

(1)  Hetta kapitlið er galdandi fyri nýggj vinnufør soleiðis, sum hesi eru allýst í kapitul I, grein 2. Ásetingarnar í grein 4, stk. 2 í hesum kapitlinum eru tó eisini galdandi fyri verandi før.

Grein 2 Almennar reglur

(1)  "Tilhaldsrúm": Øll rúm, ið verða brúkt til tilhald hjá fólki umborð.
(2)  "Motorrúm": Rúm, ið innihalda brennievnismotorar og/ella oljufýring til miðstøðuhita, og sum er partur av bygnaðinum a farinum.
(3)  "Motorkassi": Rúm, sum eru formaði sum ein kassi við leysum síðum og loki, og sum innihalda brennievnismotorar og/ella oljufýring til miðstøðuhita.
(4)  "Flokkur B-15": Soleiðis sum hetta er allýst í "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B".
(5)  "Eldmótstøðuført tilfar": Soleiðis sum hetta er allýst í "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B".

Grein 3 Bjálving móti eldi

(1)  Skott, dekk, hurðar og lúkur í motorrúmum umframt síður og lok a motorkassum skulu bjálvast móti eldi til flokk B-15 ásetta støðið.
(2)  Á førum, sum eru bygd úr aluminium ella øðrum eldførum tilfari, skulu møguligar skipssíður í motorrúminum bjálvast móti eldi til flokk B-15 ásetta støðið. Bjálvingin skal røkka niður til 300 mm undir minsta flotdýpið.
(3)  Bjálvingin móti eldi skal vanliga venda móti motorsíðuni. Á førum, sum eru bygd úr stáli, er hetta tó valfrítt.
(4)  Olju- og lensivatnstangar úr aluminium, sum eru í motorrúminum ella har síðurnar venda inn móti motorrúminum, skulu bjálvast móti eldi til flokk B-15 ásetta støðið ella smyrjast við hóskandi elddarvandi máling við samsvarandi bjálvingarevni. Tað er ikki krav um at bjálva tangasíðurnar móti skipssíðuni.
(5)  Olju- og lensivatnstangar úr GRP-tilfari kunnu einans vera í motorrúmum ella motorkassum um so er, at teir eru partur av bygnaðinum a farinum og at tangatoppurin er lægri enn minsta flotdýpið, umframt at síðurnar móti motorrúminum ella motorkassanum eru bjálvaðar til flokk B-15 ásetta støðið.
(6)  Olju- og lensivatnstangar úr GRP-tilfari, ið eru uttan fyri motorrúm, skulu bjálvast sum ásett í stk. (5) um so er, at teir kunnu verða fyri somu hitaávirkan frá t.d. kabússu, oljufýri, radiatori ella tilíkum, sum um teir vóru í motorrúminum.
(7)  Bjálvingartilfarið í motorrúmum og motorkassum skal vera vart við einari eldmótstøðuførari yvirflatu, har ið olja og oljudampur ikki kann seta ígjøgnum.
(8)  Rør-, káplar og slangugjøgnumføringar til ella frá motorrúmum og motorkassum skulu vera eins eldtrygg og skottið/dekkið/síðurnar rundan um.
(9)  Tilfar, ið ikki tolur nógvan hita, má ikki brúksat í sambandi við sjógvsambond, ið eru undir djúpsta flotdýpinum.
(10)  Bjálvingartilfar í tilhaldsrúmum, eisini í stýrihúsinum, skal vera eldmótstøðuført.

Grein 4 Fast uppsett eldfráboðanar- og eldsløkkingarútgerð í motorrúmum

(1)  Motorrúm skulu vera útgjørd við fast uppsettari eldfráboðanar- og eldsløkkingarútgerð. Eldfráboðanarskipanin, sum skal kunna geva frá sær bæði ljóð- og sjónliga ávaring, skal setast upp at stýristaðnum og miðskeiðis í tilhaldsrúmunum. Orkuveitingin til fráboðanarskipanina skal koma frá einum staði uttanfyri tey vardu rúmini.
(2)  Verandi før, ið eru innrættaði við koyggjum, skulu vera útgjørd við einari eldfráboðanarskipan til eftiransan av motorrúminum, soleiðis sum nevnt í stk. (1) omanfyri.
(3)  Krøvini, ið eru ásett niðanfyri, eru galdandi eldsløkkingarútgerð við koltvísúrni (CO2-skipan). Tað er eisini loyvt at brúka onnur eldsløkkingarevni við samsvarandi sløkkingarevnum, sum t.d. skipanir við vatni1 ella blandaðum luftsløgum2.
(4)  CO2-skipanir mugu einans kunna útloysast við hond. Útloysarafunktiónin (tvey handtøk) skal vera væl vard og sett høgliga uttan fyri motorrúmið og rúm, sum innihalda brennievnistangar. Tætt við handtøkini skal vera eitt skelti, ið upplýsir um, hvussu skipanin verður útloyst og hvørji atlit skulu vera tikin, eftir at skipanin hevur verið í brúki.
(5)  CO2-fløskurnar skulu setast uttan fyri motorrúmið og vera vardar móti mekaniskum ávirkanum og hita hægri enn 40 °C.
(6)  Rørini og dýsurnar í skipanini skulu vera skipaði soleiðis, at eldsløkkingarevnið verður veitt javnt út í rúminum. CO2-nøgdin og veitingartíðin skal tilpassast soleiðis, at trygd verður veitt fyri einari tryggari eldsløkking í rúminum.
(7)  Nøgdina av CO2-evninum skal vera í minsta lagi 1,5 kg/m³, við tað at roknað verður við bruttorúmmálinum a motorrúminum tó soleiðis, at 2 kg er tann minst loyvda nøgdin. Rúmið skal fyllast hálvfult innanfyri eitt tíðarskeið uppá 10 sekund.
(8)  Luftskiftisop við afturlatingarlúkum skulu sita í ovasta partinum a maskinrúminum og vera gjørd soleiðis, at vandamikið yvirtrýst í sambandi við at CO2-skipanin verður sett í gongd, ikki kemur fyri.
(9)  Motorrúm, umframt rúm ella skáp til CO2-fløskur, skulu vera soleiðis skipaði, at ein leki, ella ein óætlað útloysing av CO2, ikki skal hava við sær, at CO2 kann taka seg inn í rúm, har ið persónar eru. Rúm, ella skáp til CO2-fløskur, skulu hava sjálvstøðuga luftskiftisskipan, sum gongur útum.
(10)  Tað er ikki loyvt at seta upp eina CO2-skipan umborð a førum úr træi/viði.
(11)  Fast uppsett eldsløkkingarskipan og eldfráboðanarskipan skal kannast 2. hvørt ár. Kanningarnar skulu fremjast av einum løggildum felagi ella persóni. Kanningarúrslitið, eisini dagfestingin og staðið, har ið kanningin er framd, skal skrivast upp í eftirlitsbókina hjá farinum.
(12)  Trýstfløskur skulu trýstroynast í minsta lagi 10. hvørt ár.
1Víst verður til "Søfartsstyrelsens vejledning nr. 1 af 11. januar 2000 om installation af åbne sprinkleranlæg/ vandtågeanlæg i maskinrum i skibe under 24 m"
2Víst verður til "Søfartsstyrelsens vejledning nr. 4 af 9. juni 1994 om installation og afprøvning af brandslukningsanlæg med blandede atmosfæriske luftarter".

Grein 5 Leysir eldsløkkjarar

(1)  Á stýristaðnum skal vera ein góðkendur ABC-eldsløkkjari uppá í minsta lagi 5 kg.
(2)  Á førum, ið eru innrættaði við tilhaldsrúmum, skal harumframt, beint við inngongdina til tilhaldsrúmini, vera ein ABC-eldsløkkjari uppá í minsta lagi 5 kg.
(3)  Skipaeftirlitið kann loyva, at før eru útgjørd við eldsløkkjarum, ið eru umframt teir, ið eru nevndi í stk. (1) og (2).
(4)  Á staðnum, har ið komfýrur er, skal vera eitt brandteppi, sum lýkur standardin EN1869.
(5)  Skipaeftirlitið kann krevja, eftir eina ítøkiliga meting, at før, ið verða brúkt til serligar uppgávur, skulu, umframt teir sløkkjarar, ið kravdir eru sambært stk. (1) og (2) omanfyri, vera útgjørd við fleiri eldsløkkjarum ella aðrari flytiligari eldsløkkingarútgerð.
(6)  Handeldsløkkjarar skulu kannast, løðast uppaftur og trýstroynast av einum løggildum felagi ella persóni sambært leiðreglunum í DS 2320.

Grein 6 Komfýrskipanin

(1)  Ásetingarnar í "Søfartsstyrelsens tekniske forskrift nr. 2 af 13. marts 1989 om gasapparater, spritapparater og petroleumsbrændere" eru somuleiðis galdandi fyri øll før, ið eru umfataði av hesum regluverkinum.

Grein 7 Hitaskipanin

(1)  Allar innleggingar í sambandi við hitaskipanina skulu vera yrkisliga væl úr hondum greiddar og lúka krøvini hjá Skipaeftirlitinum. Serlig atlit skulu takast til tess at trygdin hjá persónum er so góð sum møgulig og til trygdina í sambandi við eldfyribyrging.

 

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv