Hetta kapitlið er grundað a ásetingarnar í Eystursjóvarsáttmálanum, fylgisskjal IV, grein 7. Ásetingarnar eru galdandi fyri nýggj før, og koma í gildi fyri verandi før 1. januar 2005
Grein 1 Gildisøki
(1) | Hetta kapitlið er galdandi fyri øll før, ið eru útgjørd við vesi, og sum eru umfataði av hesum regluverkinum. |
Grein 2 Allýsingar
(1) | "Nýtt far": Eitt far, hvørs kjølur er strektur tann 1. september 2004 ella seinri. |
(2) | "Verandi far": Eitt far, sum ikki er nýtt. |
(3) | "Kloakkfrárensluvatn": Frárensluevni og annað burturkast frá vesum og landhúsum. |
(4) | "Fast uppsett vesiskipan": Ein vesiskipan sum er samansett av einari vesikummu, goymslutanga við tilhoyrandi ventilum og rørum og/ella slangum umframt eina landtilkobling. |
(5) | "Flytilig vesi": Ein vesiskipan, sum er samansett av einari vesikummu við tilhoyrandi leysum goymslutanga, sum ikki hevur sjógvsamband, og sum handaligt kann tømast við hvølving. |
(6) | "Landtilkobling": Eitt koblingslið, har ígjøgnum goymslutangin kann tømast um eina pumpuskipan a landi. |
(7) | "Sjógvvesi": Ein vesiskipan, ið ikki hevur goymslutanga, men beinleiðis samband við sjógvin. |
(8) | "Eystursjóvarumráðið": Botniska Víkin, Finska Víkin, Sundini, umframt Kattegatt fram til breiddarstigið 57°44,8'N gjøgnum Skagen. |
Grein 3 Nýggj før
(1) | Vesiskipanir, bæði fast uppsettar og flytiligar, skulu lúka tey nýggjastu tøkniligu krøvini í ISO 8099 standardinum, sum eru galdandi, tá ið farið verður bygt. |
Grein 4 Verandi før
(1) | Verandi fast uppsettar og flytiligar vesiskipanir kunnu varðveitast, tó skal ein fast uppsett vesiskipan útgerast við einari landíkobling sambært ISO 8099 standardinum. |
(2) | Um so er at tað verður ynskt at varðveita sjógvvesir, skulu hesi útgerast við einum goymslutanga og einari landíkobling sambært ISO 8099. [uppskot...skoyta uppí..Skipaeftirlitið kann tó veita undantak frá hesum kravinum um mett verður, at tað, við atliti at siglingarleiðini, er órímiligt at seta hetta krav] |
(3) | Nýggjar vesiskipanir skulu lúka ásetingarnar í grein 3 omanfyri. |
Grein 5 Brúk av sóttreinskingarevnum
(1) | Í vesiskipanum skal einans verða brúkt tey sóttreinskingarevni, sum ikki skaða havumhvørvi. Sama er galdandi um brúk av sóttreinskingarevnum til onnur endamál. |