Slag: Fráboðan

Grein 1 Gildisøki

(1)  Uttan so at annað er týðiliga ásett í teimum einstøku stykkjunum, eru ásetingarnar í hesum kapitlinum galdandi fyri bæði nýggj og verandi før.

Grein 2 Undantøk

(1)  Skipaeftirlitið kann veita einum og hvørjum fari undantak frá einari og hvørjari áseting í hesum kapitlinum um mett verður, at tað, við atliti at endamálinum við siglingini ella frástøðuni frá landi, ikki er neyðugt at seta umtalaða krav.

Grein 3 Siglingartól

(1)  Øll før skulu havaeitt góðkent magnetiskt høvuðskumpass.
 
(.1)  Tá ið magnetkumpassin skal staðsetast, skal serliga verða ansað eftir at halda eina hóskandi frástøðu til magnetisk evni og lutir sum t.d. hátalarar og elektriska útgerð.
(.2)  Kumpassin kann vera a takinum a smærri stýrihúsum, og a stálførum, skal hon vera a miðlinjuni a farinum.
(.3)  Kumpassin skal standa soleiðis og hava eitt so gott ljós, at hon kann lesast týðiliga bæði um dagin og um náttina bæði í stýrhúsinum og frá stýristaðnum.
(.4)  Magnetkumpassin skal vera væl rættað og deviatiónsstrikumyndin skal altíð vera tøk.
(.5)  Á førum, ið eru útgjørd við sjálvstýrara, ið fer í gongd av einum magnetiskum sensori, ið ikki vísur stýrikósina, skal vera ein annar møguleiki til vísing av stýrikósini við endurtakara ella samsvarandi.
(2)  Umborð a farinum skal vera eitt pleilitól til at kunna peila so tætt sum møguligt um allan sjónarringin (360º).
(3)  Øll før skulu vera útgjørd við einum tóli, sum kann skanta dýpið undir farinum. Før, ið hava fingið tillutað siglingarøkini F3, F4 og F5 skulu vera útgjørd við einum góðkendum ekkóloddi.
(4)  Øll før skulu vera útgjørd við einum góðkendum radarreflektor.
(5)  Før, ið oftani verða brúkt um náttina, í toku, í vánaligum veðri, í ísfyltum havøki, ella hava siglingarloyvi til økini F3, F4 ella F5, skulu vera útgjørd við einari góðkendari radarskipan.
(6)  Før, ið hava siglingarloyvi til økini F3, F4 ella F5 skulu vera útgjørd við radiosiglingartólum, ið kunnu brúkast a teimum nevndu økjunum.
(7)  Før, ið hava siglingarloyvi til økini F3, F4 ella F5 skulu vera útgjørd við loggi. Um so er, at ferðin og siglingarstrekkið kann skrásetast og lesast av radiosiglingartólunum, ið eru nevd í stk. (6) omanfyri, er loggurin ikki kravdur.
(8)  Útgerð, ið er kravd sambært hesum kapitlinum, skal vera av einum slagi, ið hóskar til umtalaða endamál a teimum nevndu havøkjunum. Útgerð, ið er sett upp umborð fyri tann 1. januar 1999, skal í mest møguligan mun lúka hóskandi funktiónsfyrisett mát1.
1T.d. funktiónsfyrisettu mátini, ið IMO felagsskapurin hevur samtykt, undir hesum: Resolutión A.382(X), "Performance Standards for Magnetic Compasses; Resolutión A.224(VII), "Performance Standards for Echo-Sounding Equipment", broytt við MSC.74(69), annex 2; Resolutión MSC64(67) annex 4, "Recommendation on Performance Standards for Radar Equipment"; Resolutión A.384(X), "Performance Standards for Radar Reflectors"; Resolutión A.819(19), "Performance Standards for shipborne global positioning system (GPS) receiver equipment"

Grein 4 Siglingartól og útgávurit

(1)  Øll før skulu vera útgjørd við hóskandi siglingartólum, fullkomnum og dagførdum sjókortum, siglingarhandbókum, vitalistum, talvum fyri flóð og fjøru og teimum nautisku útgávuritunum, ið er neyðug til ætlaðu ferðina2. Øll før skulu hava nýggjastu útgávuna av einum góðkendum álmanakka umborð. Før, ið hava siglingarloyvi til økini F3, F4 ella F5, skulu hava barometur umborð.
2Ein góðkendur álmanakki kann vera ístaðin fyri ein ella fleiri av teimum nevndu útgávuritunum.

Grein 5 Útgerð til at geva frá sær tekin (signalera)

(1)  Ein hóskandi lampa til at geva frá sær tekin skal vera umborð til brúk í dagsljósi. Hendan lampan skal ikki einans vera bundin at tí elektrisku høvuðsorkukelduni hjá farinum.

Grein 6 Útsýni úr stýrihúsinum

(1)  Úr stýrihúsinum og/ella av stýristaðnum, skal vera neyðugt útsýni frameftir, aftureftir og til síðurnar.
 
(.1)  Tað vatnrættað útsýnið av stýristaðnum skal røkka um ein boga, ið ikki er minni enn 225°, t.v.s. roknað frá einari linju beint frameftir til eina linju, ið gongur 22,5° aftur um tvøran báðu megin.
(.2)  Fiskireiðskapur ella onnur útgerð, ið liggur framan fyri tvøran , skal ikki hava við sær ein størri blendvinkul enn 10º. Samlaði bogin av blindum økjum skal ikki vera størri enn 20º. Økini har sýnt er, millum blind øki, skulu vera í minsta lagi 5º. Tó skulu tey einstøku blindu økini í tí sjónliga umráðinum frá einari linju beint frameftir og 10° til hvørja síðu, ikki vera størri enn 5º.
(.3)  Á einum fari við stýrihúsi, skal vera skipað soleiðis fyri, at ein vatnrøtt linja kann ganga frá undirkant a stýrihúsvindeygunum og frameftir leys av yvirkantinum a bakkanum ella samsvarandi, tá farið er fult útgjørt við fullum tangum og ongari last umborð. Stýrihúsvindeygu skulu vera í minsta lagi 0,55 m høg og skulu fata um eitt øki, ið er millum 1,35 m og 1,90 m oman fyri dúrkið.
(.4)  Tól, stýrihandtøk, eftirlitslampur v.m. skulu setast soleiðis, at hesi kunnu passast a best møguligan hátt samstundis sum útsýnið til teirra er best møguligt. Innrætningurin rundan um stýristaðið skal ikki vera úr tilfari sum skyggir.
(2)  Á førum, ið eru bygd frammanundan degnum, ið hetta regluverkið fekk gildi, og a førum við óvanligum skapi, sum eftir Skipaeftirlitisins meting ikki kunnu lúka ásetingarnar í hesari greinini, skal vera skipað soleiðis fyri, at eitt útsýni kann fáast, sum er so tætt við tað kravda sum møguligt.

Komandi ásetingarnar eru brot burtur úr SOLAS- sáttmálanum, kap. V, ið er galdandi fyri øll skip og før. Einans tey brotini, ið eru galdandi fyri smærri før, eru tikin við her. Endamálið við endurgávuni er at kunna um reglurnar a økinum.

Grein 7-12 Verða ikki brúktar her

Grein 13 Siglingarleiðskipanir3

3Brot burtur úr "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, V/8".
(1)  Ein skipan av siglingarleiðunum fremur trygdina a sjónum, fremur trygga og munadygga sigling og/ella fremur vernd av havumhvørvinum. Mælt verður til, at siglingarleiðskipanir verða brúktar av øllum skipum a teimum økjum, har ið hesar skipanir eru samtyktar og komnar í gildi sambært reglum og krøvum frá Felagsskapinum4. Tað kann eisini verða sett sum krav, at øll sløg av skipum ella skip við ávísum farmi, skulu brúka avvarðandi siglingarleiðskipan.
(2)  Uttan so, at tað eru avgerandi orsøkir til ikki at brúka eina kravda siglingarleiðskipan, skal eitt og hvørt skip brúka eina av Felagsskapinum samtykta siglingarleiðskipan, ið er galdandi fyri tað slag a skipi ella tann farm, ið er umborð, og sum er sambært galdandi fyriskipanum. Er orsøk til ikki at brúka eina ávísa siglingarleiðskipan, skal tað skrivst upp í skipsdagbókina.
4Víst verður til Resolution A.827(19) "General Provisions on Ships' Routeing", samtykt í Felagsskapinum.

Grein 13-1 Skipsfráboðanarskipanir5

5Brot burtur úr "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, V/8-1".
(1)  Ein skipsfráboðanarskipan fremur trygdina a sjónum, fremur trygga og munadygga sigling og fremur vernd av havumhvørvinum. Ein skipsfráboðanarskipan skal, tá hendan, sambært hesari greinini, er samtykt og komin í gildi sambært reglum og krøvum frá Felagsskapinum, verða brúkt av øllum skipum, ella sløgum av skipum ella skipum við ávísum slagi a farmi, samsvarandi ásetingum í hvørjari samtyktari fráboðanarskipan sær.
(2)  Tað áliggur skiparanum a einum skipi at lúka krøvini í einari góðkendari skipsfráboðanarskipan og hann skal veita tær upplýsingar, ið eru kravdar sambært ásetingum, ið eru galdandi fyri hvørja einstaka skipan.

Grein 14 Misnýtsla av neyðteknum6

6Brot burtur úr "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, V/9"
(1)  Tað er bannað at brúka eitt altjóða neyðtekn, undantikið í tí førinum, tá boðast skal frá, at eitt skip, eitt flogfar ella ein persónur er í neyðstøðu, eisini er bannað at brúka eitt tekn, ið kann mistakast fyri at vera eitt altjóða neyðtekn.

Grein 15 Neyðboð - skyldur og framferðarhættir7

7Brot burtur úr "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, V/10"
(1)  Ein og hvør skipari, sum a sjónumfær eitt tekn frá einari og hvørjari keldu um, at persónar eru í neyðstøðu a sjónum, og sum hann kann veita hjálp, hevur skyldu til skjótast til ber at koma teimum til hjálpar, og í mest møguligan mun at geva teimum, ella leitingar- og bjargingartænastuni, boð um, at hann ger hetta. Um so er at skipið, ið fær neyðteknið, ikki hevur møguleika til, ella at tað undir serligum umstøðum verður mett at vera órímuligt ella óneyðugt at koma teimum neyðstøddu persónunum til hjálpar, skal skiparin skriva grundgevingina fyri ikki at veita hesa hjálp í skipsdagbókina og sambært tilmælum hjá Felagsskapinum, kunna avvarðandi leitingar- og bjargingartænastuna um hetta.
(2)  Skiparin a einum skipi í neyðstøðu, ella avvarðandi leitingar- og bjargingartænastan, hevur rætt til, í mest møguligan mun, í samráð við skipararnar a teimum skipum, ið hava svarað upp a neyðteknið, at velja eitt ella fleiri av teimum skipum, ið skiparin a tí neyðstadda skipinum, ella leitingar- og bjargingartænastan, metir vera best fyri at fáa hjálp frá, og skiparin, ella skipararnir a teimum avvarðandi skipunum, hava skyldu til at fylgja áheitanini um at koma teimum neyðstøddu persónunum til hjálpar skjótast til ber.
(3)  Skiparar verða loystir frá teimum skyldum, ið áliggja teimum sambært stk. (1) í hesari greinini, tá ið teir verða greiðir yvir, at teirra skip ikki er valt burturúr til at veita hjálp, og at eitt ella fleiri skip, ið eru vald burturúr til at veita hjálp, fylgja áheitanini um at veita hjálp. Hendan avgerðin skal í mestan mun boðast til hini skipini, ið eru vald burturúr til at veita hjálp og til leitingar- og bjargingartænastuna.
(4)  Um so er, at ein skipari fær boð um frá teimum neyðstøddu, frá leitingar- og bjargingartænastuni ella frá skiparanum a einum øðrum skipi, ið er komið fram til tey neyðstøddu, at hjálpin ikki longur er neyðug, verður hann loystur frá teimum skyldum, ið áliggja honum sambært stk. (1) og um so er, at skipið er valt burturúr til at veita hjálp, eisini frá skylduni, ið áliggur honum sambært stk. (2).

Grein 15-1 Skiparans skyldur til at varðveita eina trygga sigling8

8Brot burtur úr "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, V/10-1"
(1)  Hvørki eigarin, tann ið leigar skipið, ella nakar annar persónur, skal forða skiparanum í at taka nakrað avgerð, sum eftir hansara egnu yrkisfrøðiligu meting er neyðug til tess at kunna sigla a ein tryggan hátt, serliga í ringum veður- og sjólíkindum.

Grein 16-18 Verða ikki brúktar her

Grein 19 Bjargingartekn9

9Brot burtur úr "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, V/16"
(1)  Bjargingarstøðir, sjóbjargingareindir og flogfør, ið taka lut í leitingar- og bjargingartiltøkunum, skulu brúka samtykt bjargingartekn, tá ið tey samskifta við skip ella neyðstaddar persónar ella leiða skip. Skip ella persónar í neyðstøðu skulu somuleiðis brúka bjargingarteknini, tá ið tey ella teir samskifta við bjargingarstøðir, sjóbjargingareindir og flogfør, ið taka lut í leitingar- og bjargingartiltakinum. Ein myndatalva, ið lýsir bjargingarteknini, skal vera tøk hjá vakthavandi yvirmonnum a einum og hvørjum skipi, ið er fevnt av hesum kapitlinum.

Grein 20 Verður ikki brúkt

Grein 21 Sjálvstýraraskipan og brúk av sjálvvirkandi stýring10

10Brot burtur úr "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, V/19"
(1)  Á øllum siglingarleiðum, har ið nógv ferðsla er og í verðurlíkindum við vánaligum sýni, ella tá aðrir vandar fyri siglingina kunnu taka seg upp, skal vera møguligt alt fyri eitt at kunna taka sjálvstýraraskipanina frá og seta eina handstýring av skipinum til.
(2)  Eftir at hava brúkt sjálvstýraraskipanina í longri tíð, skal handstýringin roynast og hetta skal gerast áðrenn komið verður inn a økir, har ið siglingin krevur serligt varsemi.

Grein 22 Lanternur, signalmyndir og skipsfloytur11

11Brot burtur úr "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, V/24", sí eisini Bekendtgørelse nr. 919 af 6. december 1990 om søvejsregler (tann galdandi í Danmark er Bkg. Nr. 178, af 20. marts 1995 om søvejsregler)
(1)  Øll skip skulu vera nóg væl útgjørd við lanternum, signalmyndum og skipsfloytum soleiðis, at tey kunnu lúka krøvini í altjóða sjóreglunum. Bygnaðurin a signalmyndunum og virkisførleikin a skipsfloytunum og hvussu tær eru innlagdar, skal vera sambært altjóða sjóreglunum, umframt sambært galdandi fyriskipanum hjá Skipaeftirlitinum.
(2)  Lanternur og skipsfloytur skulu vera av góðkendum slagi og lúka ásetingarnar í altjóða sjóreglunum.

Grein 23 Larmur a lurtistøðum

(1)  Larmur í bakgrundini a lurtistøðum a førum, ið eru bygd tann 1. juli 1986 ella seinri, skal ikki fara upp um hesi mørk:
  68 dB í tí oktavbandinum, ið er miðsavnað a uml. 250 Hz, og
  63 dB í tí oktavbandinum, ið er miðsavnað a uml. 500 Hz.
(2)  Skip, ið eru bygd fyri 1. juli 1986, skulu lúka omanfyri nevndu mørk í mest møguligan mun.

 

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv