Gildiskoma: 26.06.2006
Slag: Fráboðan D

Inngangur

Tekniska høvuðsregluverkið fyri ferðamannaskip í innanoyggja sigling er sett saman av einari "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum D", umframt 2 fylgiskjølum (bilag).

"Fráboðan frá Skipaeftirlitinum D" - ið kann sammetast við eina vanliga kunngerð - inniheldur heimildargrundarlagið, gildisøki, tillagingar til føroysk viðurskifti, revsiásetingar og gildiskomureglur.

Tey bæði fylgiskjølini innihalda teknisku reglurnar um konstruktión og útgerð v.m. til ferðamannaskip í innanoyggja sigling. Reglurnar í fylgiskjali 1 eru einsljóðandi við fylgiskjølini til "Søfartsstyrelsens tekniske forskrift D af 1. maj 2005" sum eisini verða givin út í pappírsformi (heftir skipað í ringbind).

Fylgiskjal 2 inniheldur serføroysk ískoytiskrøv til ferðamannaskip undir 15 metrar, sum eru bygd úr glasfipur (GRP).

Framtíðar dagføringar, broytingar og tillagingar av teknisku krøvunum í fylgiskjølunum verða settar í gildi í Føroyum við einari nýggjari "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum D" sum verður lýst á reglu-portalinum á heimasíðuni hjá Skipaeftirlitinum www.fma.fo.

Gildisøki

Samsvarandi ásetingunum og avmarkingunum í kap. I, er regluverkið galdandi fyri ferðamannaskip og skjóttgangandi ferðamannaskip ("High Speed Crafts"/"HSC") í innanoyggja sigling uttan mun til, hvat flagg skipið siglir undir.

Eitt "ferðamannaskip" er eitt skip, sum siglir við meira enn 12 ferðandi - manningin og børn undir 1 ár ikki íroknað jb. kap. I, regel 2.5.

Eitt skjóttgangandi ferðamannaskip ("High Speed Craft"/"HSC"/"Højhastighedspassagerskib") er eitt skip, sum siglir við meira enn 12 ferðandi - manning og børn undir 1 ár ikki íroknað, og sum kemur undir ásetingarnar í kap. X, reglu 1 í SOLAS 1974.

Ferðamannaskip í innanoyggja sigling í havøkjunum B, C og D verða tó ikki roknaði sum HSC, um deplacement við konstruktiónsvatnlinjuna er minni enn 500 m³ og mesta ferðin - roknað sambært pkt. 1.4.30 í HSC-koduni - er minni enn 20 míl.

Regluverkið er ikki galdandi fyri ferðamannaskip, sum eru:

krígsskip ella troppatransportskip

skip, hvørs framdrift ikki er mekanisk

primitivt konstrueraði træskip

upprunalig og kopieraði søgulig ferðamannaskip, konstruerað áðrenn 1965 og í høvuðsheitum bygd úr uppruna tilfarinum

stuttleikafør ("fritidsfartøjer") uttan so, at tey eru ella verða mannaði, og við vinnuligum endamáli sigla við meira enn 12 ferðandi

skip, sum bara sigla í havnaøkjum ("havneområde") jb. kap. I, regel 2.19

Regluverkið er heldur ikki galdandi fyri hesi skjóttgangandi ferðamannaskip ("HSC"):

krígsskip ella troppatransportskip

stuttleikafør ("fritidsfartøjer") uttan so, at tey eru ella verða mannaði og við vinnuligum endamáli sigla við meira enn 12 ferðandi

skip, sum bara sigla í havnaøkjum ("havneområder") jb. kap. I, regel 2.19

Regluverkið er galdandi fyri nýggj skip (jb. kap. I, regel 2.8) uttan so, at annað verður ásett í einstøku reglunum. Verandi skip ("eksisterende skib", jb kap. I, regel 2.9) skulu lúka higartil galdandi reglurnar uttan so, at annað verður ásett í einstøku kapitlunum/greinunum (§ 1, stk. 2 í sjálvari Fráboðanini frá Skipaeftirlitinum D).

Higartil galdandi regluverkið fyri ferðamananskip í innanoyggja sigling (Meddelelse D) hevur ikki fevnt um ferðamannaskip, sum eru bygd úr glasfipur (GRP). Verandi ferðamannaskip, sum eru bygd úr glasfipur, hava tí higartil verið góðkend eftir regluverkinum fyri smærri vinnufør undir 15 metrar (Meddelelse F) umframt glasfipur-krøvunum í Nordisk Båt Standard for Yrkesbåter (1990).

Frá gildiskomudegnum 1. august 2006, verða ferðamannaskip undir 15 metrar, sum eru bygd úr glasfipur, fevnd av hesi Fráboðan frá Skipaeftirlitinum D. Fyri at taka neyðug atlit til tey glasfipurfør undir 15 metrar, sum longu eru góðkend sum ferðamannaskip, kann Skipaeftirlitið tó heilt ella lutvíst frítaka hesi før frá krøvunum í hesi Fráboðan, og í staðin framhaldandi góðkenna tey eftir teimum reglum, sum tey upprunaliga vórðu góðkend eftir.

Hesar broytingar og tillagingar í mun til higartil galdandi reglur eru nevndar í § 3 í Fráboðanini frá Skipaeftirlitinum, har eisini aðrar generellar tillagingar til føroysk viðurskifti verða gjørdar í fylgiskjølunum (teknisku krøvini í "heftunum").

Nevndu broytingar og tillagingar mugu havast í huga, tá regluverkið verður nýtt í føroyskum høpi.

Heimildargrundarlagið fyri regluverkinum

Heimildargrundarlagið fyri hesi Fráboðan frá Skipaeftirlitinum er løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum.

Teknisku reglurnar fyri ferðamannaskip í innanoyggja sigling byggja annars á altjóða reglur (IMO og ILO konventiónir) umframt EU-ásetingar:

Ásetingarnar í kapitlunum I, II-1, II-2 og III stava frá "bilag 1 til EU-direktiv 98/18/EF om sikkerhedsregler og - standarder i passagerskibe", sum broytt við EU-direktivi 2002/25/EF, umframt EU-direktivunum 2002/84/EF, 2003/24/EF og 2003/75/EF.

Ásetingarnar í kapitul II-3 stava frá ILO-konventión nr. 92 frá 18. juni 1949 og ILO-konventión nr. 133 frá 30. oktober 1970 viðvíkjandi uppihaldsrúm hjá manningini umborð á skipum, umframt EU-direktivi 2003/24/EF.

Ásetingarnar í kapitul II-5 stava frá EU-direktivi 98/18/EF, umframt altjóða konventiónini um lastalinjur frá 5. apríl 1966 og tilhoyrandi protokol frá 1988.

Ásetingarnar í kapitlunum IV til VI stava frá EU-direktivi 98/18/EF, sum broytt við EU-direktivi 2002/84/EF, umframt altjóða konventiónini um trygd fyri mannalív á sjónum (SOLAS 1974) við seinni broytinum og tilhoyrandi protokollum.

Ásetingarnar í kapitlunum VII til IX stava frá SOLAS 1974 við seinni broytingum og tilhoyrandi protokollum.

Ásetingarnar í kapitul XXI, XXIII, XXIV, XXV og XXVI stava frá bilag I, III, IV, V og VI til altjóða konventiónina um fyribyrgjan av dálking frá skipum (MARPOL 73/78) við seinni broytinum og tilhoyrandi protokoll frá 1997.

At ásetingar eru skrivaðar í "kursiv" merkir, at teksturin víkir frá omanfyri nevndu rættarkeldum. Talan kann verða um supplerandi ella samsvarandi trygdarkrøv, undantøk veitt sambært artikul 7 í EU-direktivi 98/18/EF, ella danskar vegleiðingar, sum greiða nærri frá serligum donskum viðurskiftum, ella einari danskari tulking av reglum, sum flaggstaturin hevur heimild at tulka.

Tílíkur kursiv-tekstur skal í hesum regluverkií lesast við atliti til føroysk viðurskifti.

Eitt "R" aftaná yvirskriftina til kapitlarnar II-1, II-2 og III vísir til samsvarandi ásetingina í SOLAS 1974.

Høvuðsinnihaldið í dagføringini

Broytingarnar, sum eru gjørdar í danska regluverkinum seinastu árini, stava í høvuðsheitum frá altjóða broytingum í konventiónum v.m. og nýggjum EU-krøvum, og snúgva seg m.a. um hesi viðurskifti:

Influtt ferðamannaskip verða viðgjørd sum nýggj ferðamannaskip (serføroyskar reglur)

Ferðamannskip undir 15 metrar, sum eru bygd úr glasfipur (GRP) verða framyvir fevnd av teknisku krøvunum í Meddelelse D frá Søfartsstyrelsen (serføroyskar reglur)

GMDSS umborð á verandi ferðamannskip undir 24 metrar til longdar

Bjargingarútgerð umborð á verandi ferðamannaskip

Flutningur av góðsi við ferðamannaskipum

AIS ("Automatic Identification System") og VDR ("svarti kassin")

Serlig stabiliteskrøv til ávís ro-ro ferðamannaskip ("Stockholm-avtalan")

Kloakkspillivatn (Marpol, annex IV)

Burturkast frá skipum (Marpol, annex V)

Luftdálking frá skipum (Marpol, annex VI)

Certifikatir (loyvisbrøv)

Viðmerkjast skal, at omanfyri nevndu broytingar eru framdar í altjóða og danska regluverkinum í tíðarskeiðnum 2002-2005. Tá galdandi føroyska regluverkið fyri ferðamannaskip í innanoyggja sigling er frá tíðini upp til 2002, og dagføringin, sum nú verður lýst, er samsvarandi nýggjasta Meddelelse D frá mai 2005, er eitt "glopp" í tíðarskeiðnum frá 2002 til 2005 sum ongantíð er sett í gildi í Føroyum. Hetta "gloppið" má havast í huga, tá finnast skal fram til galdandi regluverk fyri verandi ferðamannaskip í innanoyggja sigling.

Aðrar reglur fyri ferðamannaskip í innanoyggja sigling

Mint verður á, at umframt tað í hesi Fráboðan lýsta regluverkið fyri ferðamannaskip í innanoyggja sigling (sjálv Fráboðanin frá Skipaeftirlitinum og tilhoyrandi fylgiskjølini við teknisku krøvunum), so finnast eisini aðrar reglur fyri ferðamannaskip í innanoyggja sigling í Føroyum, sum longu frammanundan eru galdandi í Føroyum, ella sum í framtíðini kunnu verða settar í gildi í Føroyum:

Framvegis galdandi danskar "Bekendtgørelse", lýstar í Kunngerðablaðnum B áðrenn Skipaeftirlitið varð yvirtikið 1. januar 2002 (sí logir.fo)

Tekniskar forskriftir frá Søfartsstyrelsen ("FSK"), lýstar í serliga danska tekniska kunngerðasavninum "Meddelelser fra Søfartstyrelsen"

Vegleiðingar av ymiskum slag ("VEJ"), somuleiðis lýstar í "Meddelelser frá Søfartsstyrelsen"

Føroyskar "kunngerðir", lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum (sí logir.fo)

"Fráboðanir frá Skipaeftirlitinum", somuleiðis lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum og kunngjørdar á elektróniska reglu-portalinum hjá Skipaeftirlitinum á www.fma.fo

Reglu-portalurin hjá Skipaeftirlitinum

Hendan Fráboðanin frá Skipaeftirlitinum, íroknað fylgiskjølini við teknisku krøvunum, verður einans lýst elektróniskt á regluportalinum hjá Skipaeftirlitinum á heimasíðuni www.fma.fo, har eitt yvirlit eisini verður gjørt yvir samlaðu galdandi lóggávuna fyri ferðamannskip í innanoyggja sigling í Føroyum.

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv