Gildiskoma: 05.11.2007
Slag: Løggilding

Fylgiskjal 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 4/2007: Løggildingartreytirnar

Í hesum skjali standa útbúgvingar- og førleikakrøvini fyri at verða løggildaður til - vegna Skipaeftirlitið - at hava eftirlit við sveisiskipanum umborð á øllum1 føroyskum skipum. Harumframt verða ásett krøv, mannagongdir og skjalprógv fyri útinnan av løggilduga arbeiðnum.

1Fyrivarni verður tikið viðvíkjandi klassaðum skipum. Løggildaði skal í slíkum førum eisini kunna liva upp til góðskukrøvini hjá klassanum. (Økið er ikki í løtuni partur av klassaavtaluni, men kann blíva tað í komandi dagføringum)

Útbúgvingar- og førleikakrøv til umsøkjaran:

∙  Umsøkjarin skal skjalprógva viðkomandi handverksútbúgving sum t.d. maskinsmiðjur, sveisari, e.l. Sveisisertifikat skal fyriliggja
∙  Umsøkjarin skal hava kunnleika til sveisiskipanir til "Acetylen og Súrevni", undir hesum serliga umborð á skipum
∙  Umsøkjarin skal hava til taks og vera kendur við tær reglur, sum eru galdandi fyri sveisiskipanir umborð á skipum, herundir eisini tey til eina og hvørja tíð galdandi krøv til heilsu-, umhvørvis- og trygdarviðurskifti innan avvarðandi øki

Krøv, mannagongdir og skjalprógv í sambandi við útinnan av løggilduga arbeiðnum:

Nærri lýsing av løggilduga arbeiðnum

Talan er her um framleiðslu, eftirlit og góðkenning av útgerð og rørinnleggingum til sveisiskipanir við "Acetylen og Súrevni" umborð á skipum.

Sveisiskipanir kunnu setast upp við góðkendum tilfari undir eftirliti av løggildaðum, treytað av, at "Sveisisertifikat" fyriliggur.

Einhvør liðug skipan skal tó sýnast, roynast og góðkennast av løggildaðum, eins og skeiðsbundin eftirlit skulu gerast og á próvskjali váttast mótvegis Skipaeftirlitinum.

Reglugrundarlag:

∙  Fráboðan frá Skipaeftiritinum E, Kap. VI, Afsnit-B: Beskyttelse af besætningen
∙  Fráboðan frá Skipaeftiritinum B, Kap. II-4, Afsnit B: Arbejdsrums og arbejdssteders indretning og udstyr

Próvskjal fyri kanning v.m. av sveisiskipan:

Eftir at ein sveisiskipan er sýnað og/ella góðkend, skal tann løggildaði fylla út og undirskriva eitt próvskjal í 3 eintøkum. Í próvskjalinum skulu vera hesar upplýsingar:

1. Upplýsingar um skipið:

Navn, heimstaður, eftirlitsnummar, radiofrámerki og møguligt IMO-nummar.

2. Upplýsingar um skipanina:

3. Upplýsingar um sýnið, frágreiðing:

Úrslitið av sýninum, hvat er kannað, hvat er umvælt, trýstroynd, o.s.v..

4. Upplýsingar um løggildaða:

Navn og bústaður.

5. Staðfesting:

Dagfesting, stempul og undirskrift.

Eitt eintak av omanfyri nevnda próvskjali skal latast skipinum. Skipaeftirlitið skal hava eitt eintak, og tann løggildaði skal varðveita eitt eintak í minsta lagi 5 ár.

Uppskot til slíkt próvskjal skal leggjast við umsóknina.

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv