Við heimild í § 2, stk. 2, § 31, § 49 og § 51 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum, sum seinast brott við løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013, og við heimild frá avvarðandi landsstýrismanni verður ásett:
Gildisøki og allýsingar
§ 1. Henda fráboðan er galdandi fyri handilsskip, ið sigla undir føroyskum flaggi, tó undantikið handilsskip, ið bert sigla ímillum norðurlendskar ella evropeiskar havnir, og undantikið reiðarí, sum bert reka skip í tílíkari sigling.
§ 2 Í hesi fráboðan merkir:
a) | “Handilsskip”: Øll føroysk skip uttan fiskiskip og stuttleikaskip |
b) | “ISM-skipan”: Trygdarstýrisskipan sambært International Safety Management Code (ISM kodan) |
c) | “ISPS-skipan”: Trygdarætlan sambært The International Ship and Port Facility Security Code (ISPS kodan) |
Mannagongdir og átøk til tess at fyribyrgja sjórán og vápnað álop
§ 3. Handilsskip skulu hava skipaðar mannagongdir fyri sigling ella komu í havnir í økjum, har vandi er fyri sjóráni og vápnaðum álopi á skipið.
§ 4. Fyri handilsskip, ið hava skyldu til at hava eina ISM- ella ISPS-skipan, skulu tær í § 3 nevndu mannagongdir verða partur av antin ISM- ella ISPS-skipanini. Um mannagongdirnar eru partur av ISPS-skipanini, so skulu tær vera atkomuligar fyri manningina umborð á skipinum á sama hátt sum mannagongdirnar sambært ISM-skipanini.
§ 5. Reiðarí, hvørs skip eru fevnd av §§ 3 og 4, skulu í teirra ISM- ella ISPS-skipan eisini hava skipaðar mannagongdir til tess at meta um, hvørt tað í einum øki er vandi fyri sjóráni ella vápnaðum álopi á skip.
§ 6. Handilsskip, ið ikki hava skyldu til at hava eina ISM- ella ISPS-skipan, umframt reiðarí, sum reka tílíkt skip, skulu hava skipaðar mannagongdir svarandi til ásetingarnar í §§ 4 og 5.
§ 7. Mannagongdirnar, nevndar í §§ 3-6, skulu fevna um fyribyrgjan av álopi, herundir
1) | eina meting av vandanum fyri sjóráni ella vápnaðum álopi á skip í einum ávísum øki |
2) | kunning um og dagføring av støðuni í einum ávísum øki sambært viðkomandi alnótsíðum, t.d. MSCHOA , NATO Shipping Center, ReCAAP ISC og NAVWARNS |
3) | viðkomandi átøk til tess at verja skip og manning |
4) | radarvakt kring allan sjónarringin og áhaldandi eyka kagtænastu alt samdøgnið at vera vakthavandi navigatørinum til hjálpar, tá siglt verður í økjum, har skipsførarin heldur stóran vanda vera fyri sjóráni ella vápnaðum álopi á skipið |
5) | hvussu manningin skal bera seg at, um skipið verður álopið ella roynt verður at leypa á skipið, og um kunning og vegleiðing til manningina, áðrenn – og hvørja ferð – siglt verður inn í eitt øki, har stórur vandi er fyri sjóráni ella vápnaðum álopi á skipið |
6) | fráboðan til reiðarí, myndugleikar og onnur skip í økinum, um skipið verður álopið ella roynt verður at leypa á skipið |
Stk. 2. Mannagongdirnar skulu gerast við atiliti til tey av IMO (International Maritime Organisation) givnu tilmæli og vegleiðing um sigling í økjum, har vandi er fyri sjóráni og vápnaðum álopi á skip. Tá metast skal um, hvørji átøk skulu gerast fyri tað einstaka skipið, skulu atlit havast fyri hóttanini fyri sjóráni o.ø í økinum, stødd og ferð á skipinum, útgerðina umborð, umframt møgulig átøk, ið verða gjørd aðrastaðni enn umborð á skipinum, t.d. vaktarhald á bryggjum.
Stk. 3. Tey í stk. 2 nevndu tilmæli og vegleiðingar síggjast á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum www.fma.fo
§ 8. Um ein skipsførari sløkkir AIS skipanina orsakað av vandanum fyri sjóráni ella vápnaðum álopi, so skal hetta innførast í skipsdagbókina við dagfesting, klokkutíma og knattstøðu, og reiðaríið skal eisini fráboðast. Reiðaríið skal síðani javnan hava fráboðan um knattstøðuna hjá skipinum, líka til skipið aftur fer at senda AIS signal, uttan so, at skipsførarin metir, at hesar fráboðanir kunnu seta manningina í vanda. Tá AIS skipanin verður tendrað aftur, skal hetta innførast í skipsdagbókina við dagfesting, klokkutíma og knattstøðu.
§ 9. Fyri skip, ið sigla í økjum, sum sambært “Best Management Practices for Protection against Somalia Based Piracy” (BMP) eru flokkað sum “High Risk Area”, skulu tær í §§ 3-7 nevndu mannagongdir eisini í neyðugan mun taka atlit til tilmælini frá vinnuni í umrøddu BMP, sum sæst á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum www.fma.fo
§ 10. Tær í § 7, stk. 1, nr. 6 nevndu fráboðanir skulu í “High Risk Area” eisini latast UKMTO og MSCHOA.
§ 11. Reiðarí skulu halda eyga við (monitera) síni skip, tá tey sigla í “High Risk Area”. Stk. 2. Skipsførarin skal boða reiðarínum frá, tá siglt verður inn ella út úr einum “High Risk Area”. Meðan skipið siglir í einum “High Risk Area”, skal skipsførarin í minsta lagi fjórða hvønn tíma boða reiðarínum frá knattstøðuni hjá skipinum, uttan so, at skipsførarin metir, at hesar fráboðanir kunnu seta manningina í vanda. Stk. 3. Reiðaríið skal tilskila ein kontaktpersón til at taka ímóti fráboðanum sambært stk. 2. Stk. 4. Í staðin fyri tær í stk. 2 nevndu fráboðanir frá skipi til reiðarí, so kann reiðaríið við somu millumbilum halda eyga við skipinum umvegis eina sjálvvirkandi elektroniska eftiransingarskipan (tracking system).
§ 12. Tá eitt skip siglir inn í eitt øki, ið er flokkað sum ávíkavist “High Risk Area” og “UKMTO Voluntary Reporting Area”, so skulu tilmælini í “Best Management Practices for Protection against Somalia Based Piracy” (BMP) um skráseting hjá MSCHOA og fráboðan til UKMTO fylgjast.
Skoðan av mannagongdunum
§ 13. Mannagongdirnar, ið verða kravdar sambært hesi fráboðan, verða partur av skoðanini, ið Sjóvinnustýrið ella eitt heimilað klassafelag fremur av ISM- og ISPS skipanini hjá avvarðandi skipi og reiðarí.
Revsiásetingar
§ 14. Brot á ásetingarnar í hesi fráboðan verða revsað við bót ella fongsul í upp til 2 ár. Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) koma undir revsing sambært kapittul 5 í revsilógini.
Gildiskoma
§ 15. Henda fráboðan kemur í gildi tann 1. november 2013.
Sjóvinnustýrið, tann 7. oktober 2013
Hans Johannes á Brúgv, stjóri
/Petur Elias Nielsen, ráðgevi
1. Maritime Security Center Horn of Africa (MSCHOA)
2. Regional Cooperation Agreement on Combating Piracy and Armed Robbery against Ships in Asia Information Sharing Center (ReCAAP ISC)
3. UK Maritime Trade Operations (UKMTO)