Gildiskoma: 01.04.2014
Slag: Fráboðan B

§ 1. Í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum B um byggi- og útgerðarkrøv v.m. til ferðamannaskip í altjóða sigling, handilsskip 15 metrar og longri og frítíðarfør 24 metrar og longri sum seinast dagførd 1. september 2013, verða gjørdar hesar broytingar:

1.  Í § 3, stk. 2 nr. 1) verður eitt "." (punktum) sett aftaná orðið "seinni"
2.  Í § 3, stk. 2 nr. 1) verður sum nýtt 2. pkt. skoytt uppí:
  "Sjóvinnustýrið kann loyva undantaki frá ásetingunum í 1. pkt., um skip og reiðarí lúka ávísar nærri treytir settar av Sjóvinnustýrinum um m.a. standin á skipinum, nøktandi sýn og rakstur av skipi og reiðarí."

§ 2. Henda fráboðan kemur í gildi tann 1. apríl 2014.

Sjóvinnustýrið tann 4. mars 2014

Hans Johannes á Brúgv, stjóri

/ Petur E. Nielsen, ráðgevi

Viðmerkingar:

Broytingarnar heimila Sjóvinnustýrinum at veita undantak frá serføroysku regluni um, at innflutt/innflaggaði skip undir 500 BT í tekniskum høpi skulu viðgerðast sum "nýggj skip" sambært Fráboðan B (t.v.s. sum bygd 1. januar 2002 ella seinni), uttan mun til, um skipið í veruleikan er bygt áðrenn 2002.

Broytingarnar verða skrivaðar inn á rætta stað í regluverkinum sambandi við næstu høvuðsdagføring av Fráboðan B.

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv