Slag: Fráboðan

Ásetingarnar í hesum kapitlinum eru grundaðar a MARPOL 73/78- sáttmálan um fyribyrgjan av oljudálking frá skipum, sb. fylgisskjal I, grein 16 (b). Sambært sáttmálanum hava limalondini skyldu til at ásetta reglur um fyribyrgjan av oljudálking frá smærri skipum. Fylgisskjal I í sáttmálanum er í sínari heild endurgivið í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, kap. XXI.

Grein 1 Gildisøki

(1)  Hetta kapitlið er galdandi fyri nýggj før, og fyri verandi før hvørs kjølur er strektur tann 2. oktober 1989 ella seinri. Verandi før, hvørs kjølur er strektur fyri 2. oktober 1989, skulu í minsta lagi lúka ásetingarnar í grein 4, stk. (5).

Grein 2 Allýsingar

(1)  "Olja" - ein og hvør steinolja, undir hesum brenni- og smyrjioljur, umframt oljumóra og oljuburturkast.
(2)  "Oljukend blanding" - ein blandingur, ið inniheldur olju og vatn ella olju og evnafrøðilig evnir (t.d. reingerðarevnir).

Grein 3 Útlát av olju og oljukendum blandingum

(1)  Eitt og hvørt útlát a sjógvin av olju ella oljukendum blandingum er bannað. Allar oljukendar blandingar skulu savnast ella viðgerast sambært ásetingunum í grein 4.

Grein 4 Samansavnan og viðgerð av olju og oljukendum blandingum

(1)  Olja og oljukendar blandingar frá motorrúminum umframt frá øðrum rúmum, har ið hesar kunnu vera, skulu kunna leiðast um eina fasta pumpu (mekaniska ella handaliga) í rørleiðingum til ein hóskandi stóran tanga/tangar. Skipanin skal vera leys av øðrum skipanum t.d. lensiskipanini, sjógvventilum ella fyri borð ventilum.
(2)  Savningartangin/tangarnir kunnu, eftir Skipaeftirlitisis meting í hvørjum einstøkum føri, vera antin fast uppsettir ella vera úr einum ella fleiri leysum tangum (dunkum), sum eru í mesta lagi 25 l til støddar og hóska at vera tiknir í land.
(3)  Fast innibygdir savningartangar skulu vera útgjørdir við einum luftirøri, ið gongur upp um ovasta dekkið. Tangin/tangarnir skulu kunna tømast til eina móttøkuskipan a landi um eina hóskandi kobling a dekkinum.
(4)  Í staðin fyri at hava ein savningartanga, kann farið útgerast við einum olju-vatn skiljara við einari ávaringar- og støðgiskipan, ið er góðkend sambært altjóða fyrisettum málum, umframt við einum tilhoyrandi spillioljutanga, sum skal kunna tømast til eina móttøkuskipan a landi, ella tømast við øðrum skipanum, sum Skipaeftirlitið kann góðkenna.
(5)  Verandi før, har kjølurin er strektur fyri 2. oktober 1989, skulu í minsta lagi hava eina skipan (lensipottar) a súgvitútunum til sundurskiling av vatni og olju, umframt eina skipan til savnan av olju við tilhoyrandi goymslumøguleikum.

 

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv