Vælkomin til Regluportalin

Slag: Fráboðan

 

Grein 1 Gildisøki

(1)  Hetta kapitlið er galdandi fyri nýggj vinnufør, soleiðis sum hesi eru allýst í kapitul I, grein 2. Ásetingarnar í grein 11, stk. (7) í hesum kapitlinum eru tó eisini galdandi fyri verandi før.

Grein 2 Almennar reglur

(1)  Motorrúm, motorskipanir, brennioljuskipanir og trýsttangar v.m. skulu vera væl og virðiliga gjørd og tryggjað.
(2)  Tær tøkniligu innleggingarnar skulu vera greidliga skipaðar og soleiðis gjørdar, at lætt er at sleppa framat at røkja tær. Neyðug atlit skulu verða tikin í sambandi við trygdina og arbeiðsumhvørvinum hjá teimum, sum eru umborð.
(3)  Í minsta lagi tvær elektriskar høvuðsorkukeldur skulu vera umborð, har ið onnur er ein generatorur, sum kann rekast av høvuðsmotorinum og hin einir akkumolatorar. Meðan skipið er í brúki, skal generatorurin støðugt kunna veita orku til ta elektrisku skipanina, ið er kravd sambært hesum regluverkinum. Akkumulatorarnir skulu kunna veita orku til somu elektrisku útgerð í 8 tímar.
(4)  Tann elektriska skipanin skal vera gjørd sum ein 2-leiðara skipan. Skrokkur, maskinarí, motorlutir og tílíkt, mugu ikki brúkast til afturleiðing, sí tó grein 12, stk. (2).

Grein 3 Framtøkumaskinaríið

(1)  Framtøkumaskinaríið skal vera í einum motorrúmi fyri seg ella motorkassa, ið er skildra frá øðrum rúmum umborð við vatntøttum skottum.
(2)  Vindeygu, kúgveygu og tílíkt mugu ikki vera í skipssíðuni, motorslokum ella í dekkinum uppi yvir motorrúminum.
(3)  Framtøkumotorurin skal vera av einum slagi, sum hóskar til endamálið. Á motorinum skal vera eitt skelti, ið upplýsir um framleiðaran, slaggreiningina og framleiðslunummarið.
(4)  Girið skal vera gjørt til avvarðandi framtøkumotor og skal vera málsett til mesta snarimomentið frá motorinum undir øllum umstøðum.
(5)  Tað er vanliga ikki loyvt at uppseta skipanir, ið brúka brenniolju við einum lægri logamarki enn 60 °C.
(6)  Tá ið motororkan er 368 kW ella størri, skal í minsta lagi vera ein eyka kølivatnspumpa, ið verður rikin fyri seg. Í einari ferskvatnskøliskipan eru eykapumpur tó ikki kravdar um so er, at sambond eru til sjógvskipanina, sum ístaðin kann loyva ringrensl av tí feska kølivatninum
(7)  Motorfestini skulu vera gjørd sambært framleiðarans fyriskipan. Har ið framtøkumotorurin stendur a elastiskum festum og koblingin millum motorin og skrúvuásin ikki er elastisk, skal longdin a skrúvuásinum vera longri enn 40 ferðir tvørmálið a ásinum. Elastiskar koblingar skulu vera soleiðis gjørdar, at tað er møguligt at seta til neyðorkurakstur.
(8)  Skrúvuskipanir, ið ikki eru klassaðar, skulu málsetast sambært fyriskipanum hjá framleiðaranum, tó skal tvørmálið a ásinum vera í minsta lagi:
 

 

har ið:

 

Dp:

Tvørmálið a ásinum (mm)

p:

Mesta orkan a maskinarínum (kW)

r:

Snúningstalið a skrúvuni (um sekundið)

k:

30 stál

k:

23 AISI 316 austenitiskt rustfrítt stál

k:

22 AISI 431 martensitiskt rustfrítt stál

k:

18 nikkul-kopar sambræðing K 500

k:

21 AISI 429

 

 

 

 

Brotstyrkin a tilfarinum til skrúvuásin skal vera í minsta lagi 440 N/mm².

Um so er at tilfarið hevur eina størri brotstyrki (σ) enn 440 N/mm², kann tvørmálið tillagast við hesum faktorinum:

Um so er, at tvørmálið innan í rørskaptum ásum, er størri enn 0,4 ferðir tvørmálið uttan, skal tvørmálið a ásinum økjast soleiðis, at mótstøðumomentið er eins stórt og a gjøgnumheilum ásum.

(9)  Fráleikin millum tað ytsta a skrúvubrøðunum og vatnskorpuna skal, í ongari lastastøðu vera minni enn 10 % av tvørmálinum a skrúvuni. Á førum, ið hava tvær skrúvuskipanir, skal fráleikin millum skrúvuásarnar vera í minsta lagi 1,5 ferðir tvørmálið a skrúvunum. Fráleikin millum skrúvuna og bygnaðin rundan um skal vera í minsta lagi sum ásett a strikumyndini niðanfyri:
 
  Róður og afturskip
  har ið
  a = 0,10 x D
  b = 0,10 x D
  c = 0,15 x D (fevnir eisini um fráleikan til møguligar aksilberarar)
  d = 0,03 x D
  Har ið snúningsferðin a skrúvuni er 1000 ferðir um minuttin ella meira, skal "b" vera í minsta lagi 0,2 x D. Har ið snúningsferðin er millum 600 og 1000 ferðir um minuttin, verða millumliggjandi virðir útroknaði millum 0,10 x D og 0,2 x D. Um snúningsferðin er minni enn 600 ferðir um minuttin, kann fráleikin "b" minkast, tó ongantíð til minni enn 0,05 x D.
(10)  Veggtjúktin a legum til akslar skal vera í minsta lagi:
     

t =

Dp + 230mm

 
 

32

 
     

og longdin skal í minsta lagi vera ávikavist 3 x Dp fyri stevnirørslegur og 2 x Dp fyri aðrar legur.

     

Inni við klædninginum a skrokkinum skal mótstøðumomentið a aksilberarum vera í minsta lagi:

     
  har ið:
  l: longdin a aksilberanum í mm.
  Úti við skrúvuakslin skal mótstøðumomentið a aksilberarum vera í minsta lagi 0,6 x W cm³.
(11)  Í einari skipan, har ið snúningsferðin a skrúvuni er 600 ferðir um minuttin ella meira, tá ið motorurin veitur støðuga fulla orku, skulu fylgjandi treytir lúkast:
 
(.1)  Fjarstøðan millum aksillegurnar, skal ikki vera størri enn ásett a rásmyndini niðanfyri.
(.2)  Skrúvan skal vera fingin í statiska javnvág og skal lúka kravið í ISO Recommendation R 484 fyri flokk "S".
(.3)  Har ið snúningsferðin a skrúvuni er 1000 ferðir um minuttin ella meira, skal skrúvan harumframt vera fingin í dynamiska javnvág, við tað at samlaða kraftávirkanin beint við skrúvuna a hvørjari síðu ikki má vera størri enn 'g' fyri flokk 'S' í nevndu ISO tilráðingini. Skipaeftirlitið kann tó góðtaka aðrar hættir, ið kunnu vátta, at tann dynamiska javnvágin er nøktandi.
(.4)  Í serligum føri, t.d. a løttum konstruktiónum/bygnaðum, a longum aksilskipanum, á skrúvum við serligum skapi og a serliga formaðum/skapaðum afturskipi, kann Skipaeftirlitið krevja, at útrokningar verða gjørdar fyri vríggjávirkanina frá motorinum og/ella girinum, umframt útrokningar fyri boyggisveiggingum a skrúvuakslinum.
 
(12)  Framtøkumaskinaríið skal kunna passast á stýristaðnum. Á hesum staðnum skal tað eisini vera møguligt at hava eftirlit við:
 
(.1)  Snúningstalinum a framtøkumaskinarínum
(.2)  Smyrjioljutrýstinum a framtøkumaskinarínum
(.3)  Smyrjioljutrýstinum a girinum og møguligt hydraulikkoljutrýst
(.4)  Hitastiginum a kølivatninum
(.5)  Kølivatnsslit í útstoytunum
(.6)  Eftirlitsávísarar til akkumolatorløðing
  Eftirlitstólini skulu vera uppmerkt við umráðum fyri óvanligar rakstrarstøður og vera útgjørd við ljósi, ið kann stillast. Ein ávaringarskipan skal vera til omanfyri nevndu funktónir, tó undantikið til snúningstalið a framtøkumaskinarínum.
(13)  Allir røriligir partar, undir hesum koblingar og flansasamankomingar a skrúvuakslum, skulu vera avbyrgdir a ein tryggan hátt. Hetta er eisini galdandi fyri røriligar partar, ið eru undir dúrkinum. Svinghjól skulu vera avbyrgd og forðast skal fyri, at kjalarvatn verður slongt út í rúmið.
(14)  Møguligar dúrkplátur í motorrúminum skulu vera úr stáli ella lættmetali við hálkutryggari yvirflatu og vera væl festar.
(15)  Heitar yvirfløtur, ið eru omanfyri 65 °C, skulu antin vera bjálvaðar ella avbyrgdar. Trýstoljurør og slangur, skulu vera avbyrgdar frá heitum pørtum a motorinum og frá tí elektrisku skipanini.
(16)  Luftskiftisskipanin í motorrúminum skal vera skipað við í minsta lagi tveimum luftskiftisrásum, ið hava slíkar støddir, at tær tryggja nóg stórt luftskifti og ein hóskandi hita allastaðni inni í motorrúminum. Luftskiftisopini skulu vera so høgt sum møguligt oman fyri dekkið tó ikki lægri enn 760 mm a veður- og arbeiðsdekkum og 450 mm a dekkum í yvirbygningum. Í minsta lagi ein av luftskiftisrásunum skal, a einum hóskandi staði, ganga niður til niðasta partin í motorrúminum.
 
(.1)  rásirnar í teimum opnu luftskiftisskipanunum (natúrligu luftskiftisskipanunum) skulu vera so stuttar sum møguligt og við ongum óneyðugum bendum.
(.2)  um so er, at tann samlaða tvørflatan a bæði inn- og útsúgvingsrásunum er í minsta lagi 7 cm²/kW, verður lufttilførslan til motorrúmið mett at vera í lagi. Um so er, at motorframleiðarin hevur ásett eina størri tvørflatu í rásunum, skulu hesar ásetingar tó fylgjast.
(.3)  ventilatorurin í mekanisku luftskiftisskipanini skal vera nóg stórur til at tryggja neyðugt luftskifti sambært ásetingunum hjá motorframleiðaranum, og innsúgvingsrásin skal hava eina so stóra tvørflatu, at luftferðin inni í rásini ikki verður størri enn 6 metur/sekund.
(.4)  ventilatorarnir skulu kunna støðgast frá einum atkomuligum staði uttan fyri motorrúmið.

Grein 4 Startskipanin

(1)  Allir motorar skulu vera skipaðir soleiðis, at tað ber til at seta teir í gongd a ein tryggan hátt.
(2)  Um so er, at handkast verður brúkt til at seta motorin í gongd, skal hetta kopla úr av sær sjálvum ella vera skipað a ein annan eins tryggan hátt.
(3)  Har ið trýstluft verður brúkt til at seta motorin í gongd, skulu vera í minsta lagi tvær sjálvstøðugar trýstpumpur. Onnur kann vera ein handpumpa. Hvør kompressari skal vera útgjørdur við einum trygdarventili. Innsúgvingin a kompressaranum skal staðsetast soleiðis, at so lítið sum møguligt av oljukendari luft kemur inn í skipanina.
(4)  Har ið einans elektrisk orka verður brúkt til at seta motorin í gongd, skulu vera í minsta lagi tveir akkumolatorar ella samansetingar av akkumolatorum, ið ikki hava samband sínámillum, og teir skulu um kontaktir kunnu koplast til bæði start- og løðiskipanina. Tað er í hesum sambandi ikki loyvt at brúka leysar káplar.
(5)  Hvør akkumolatorur ella samanseting av akkumolatorum skal kunna løðast upp fult og heilt innan fyri 6 tímar. Um so er, at hesir akkumolatorarnir í startskipanini eisini verður brúktir til annað endamál, skal orkuførið a akkumolatorunum økjast samsvarandi, og leidningsnetið í startskipanini skal vera fullkomiliga sundurskilt frá øðrum streymrásum.
(6)  Har tað er soleiðis, at motorarnir skulu støðgast fyri at skifta gongd a framtøkuni, skal startskipanin hava nóg mikið av startorku til at kunna seta hvønn av motorunum í framtøkuskipanini í gongd í minsta lagi 12 ferðir uttan at skula føra nýggja orku til startskipanina.
(7)  Har ið tað ikki er neyðugt at støðga motorunum til tess at kunna skifta gongdini a framtøkuni, t.v.s. at skrúvuumferðin kann vendast ella at skrúvubløðini kunnu stillast, er, í sambandi við trýstluftstart, ikki krav um størri orkugoymslu enn til 6 ígongdsetingar.
(8)  Í sambandi við elektriskan start, skal hvør av teimum sjálvstøðu elektrisku orkukeldunum hava nóg mikið av orkuføri til 6 ígongdsetingar.
(9)  Á førum, ið hava siglingarloyvi í Grønlandi, skal akkumolatororkuførið vera tvífaldað.

Grein 5 Trýstlufttangar

(1)  Trýstluft skal vera savnað í einum ella fleiri hóskandi trýstlufttangum (-fløskum), ið eru gjørdir úr toygdum stálrøri ella úr plátum til dampketlar (við skjalarváttan) og skoytt við sveising. Slíkir tangar skulu, við atliti at bygningshátti/skapi, styrki og tilfarsstødd, lúka viðurkend krøv, tó skal góðstjúktin vera í minsta lagi 5 mm.
(2)  Allir trýsttangar skulu vera væl og haldgott merktir við arbeiðstrýsti, royndartrýsti, navni framleiðarans ella veitarans, framleiðsluári og raðnummari soleiðis, at samleiki tangans altíð kann staðfestast.
(3)  Tangarnir skulu vera fast uppsettir og atkomuligir so at teir kunna sýnast allastaðnis uttan. Teir skulu vanliga vera útgjørdir við steingiventili, tømikrana ella -ventili í botninum, trýstmálara, trygdarventili, spreingiplátu ella smeltitøppi umframt neyðug reingeringarop.
(4)  Trygdarventilarnir skulu vera nóg stórir til at tryggja, at trýstið ikki fer upp um tað ásetta arbeiðstrýstið og tvørmálið a teimum skal í øllum førum ikki vera minni enn 10 mm. Trygdarventilurin kann sita a tilførslurørinum til trýsttangan ella a kompressaranum og kann vera felags fyri fleiri tangar við sama trýsti. Har ið sambandið millum ein trýsttanga og trygdarventilin kann seingjast við einum millumliggjandi steingiventili, skal trýsttangin vera útgjørdur við einari spreingiplátu ella smeltitøppi, ið spreingist áðrenn trýstið er komið upp til royndartrýstið og smeltar við einum hita, sum ikki er hægri enn 100 °C.
(5)  Um Skipaeftirlitið metir, at luftmongdin í trýsttangum í mun til støddina a rúminum kann hava við sær stóran vanda , um eldur skuldi komið í, skulu smeltiplátur, smeltitøppar og trygdarventilar, ið sita a tangunum, vera umgird av einum nóg stórum blásirøri, ið gongur útum til opið dekk.
(6)  Avtappingin av tættingsslevju og olju skal vera a lægsta staðnum a tanganum.
(7)  Á trýstmálaranum skal arbeiðstrýstið vera markað við einari reyðari striku. Trýstmálarin skal kunna vísa í minsta lagi 125 % av arbeiðstrýstinum.
(8)  Trýsttangar, har innara tvørmálið er størri enn 150 mm, skulu vera útgjørdir við reinsiopum, ið eru so mikið stór, at tað, a ein tryggan hátt, ber til at reinsa og fremja eftirlit innan. Slík reinsiop skulu í øllum førum ikki vera minni enn 75 mm í tvørmáli. Trýsttangar, ið eru 2,5 metrar ella longri, skulu hava reinsiop a báðum endum, ella vera útgjørdir við einum mannholi.
(9)  Kanning og trýstroyndir av trýsttangum.
 
(.1)  allir nýggir trýsttangar, ætlaðir til goymslu av vanligari luft ella til onnur luftsløg undir trýsti, skulu um til ber trýstroynast, áðrenn teir verða settir upp umborð.
(.2)  um ikki ber til a ein tryggan hátt at kanna trýsttangar innan, skulu hesir tangar trýstroynast í minsta lagi 5. hvørt ár. Um komið verður eftir, at útgerðin er í einum slíkum standi, at framhaldandi nýtsla av hesari kann elva til vanda, skal alt tað tilfar, ið er partur av trýstluftskipanini, t.v.s. partar í luftframleiðsluskipanini, luftgoymsluskipanini og rør, trýstroynast.
(.3)  royndartrýstið skal vera 1,3 ferðir arbeiðstrýstið bæði fyrstu ferð at skipanin verður roynd og við seinni kanningum.
(.4)  tað skal vera skjalprógvað, at omanfyri nevndu trýstroyndir ella kanningar eru framdar við einum góðkendum úrsliti. Einans tey feløg ella teir persónar, ið hava góðkenning frá Skipaeftirlitinum til at gera slíkar royndir og kanningar, kunnu skriva hesi prógv.

Grein 6 Trýstluftleiðingar

(1)  Trýstluftleiðingar skulu vera úr stál- ella koparrørum.
(2)  Steingiventilar a trýstluftleiðingum, ið ganga til ígongdsetingarventilar a motorum skulu vera lættir at koma fram at.
(3)  Skipaeftirlitið kann í serligum føri loyva nýtslu av stuttum slangusambondum úr góðkendum tilfari.

Grein 7 Brennioljutangar

(1)  Inni í brennioljutangum skulu vera nóg nógvar skvalpplátur og stívarar. Tangar, ið eru størri enn 50 l, skulu harumframt vera útgjørdir við reinsilúkum, ið ikki mugu vera minni enn 150 mm í tvørmáli. Tangar, ið eru 1500 l og størri, skulu vera útgjørdir við mannholslúkum. Mælt verður til, at tangarnir verða bygdir høgir og smalir til tess at sleppa undan ov stórari fríari yvirflatu og at oljan, í rulli, fer burturfrá súgvitútinum.
(2)  Brennioljutangar skulu trýstroynast til eitt trýststøði, ið svarar í minsta lagi til tað, sum tangin kann verða fyri undir brúki, tó í minsta lagi 0,23 bar.
(3)  Leysir brennioljutangar úr stáli, rustfríum stáli, aluminium umframt innibygdir tangar úr GRP, har styrkiskrøvini ikki hava við sær krav um størri tjúktir, skulu, við atliti at støddum og slag av tilfari, vera sambært talvuni niðanfyri:

 

Stødd

Leysir tangar

Tangatoppur og tangasíður a inni-bygdum tangum

 

Skjalprógvað

Stál

37-2

Skjalprógvað

Rustfrítt stál

SIS 2353

AISI 316 L

Aluminium, ið er skikkað til skipsbrúk

Glastrevja

styrkt

Polyester GRP

0 - 49 l

50 - 99 l

100 - 199 l

200 - 999 l

1000 l og størri

1,5 mm

3,0 mm

3,0 mm

5,0 mm

5,0 mm

0,8 mm

0,8 mm

1,0 mm

3,0 mm

4,0 mm

4 mm

4 mm

4 mm

6 mm

7 mm

4 mm

4 mm

4 mm

5 mm

5 mm

 

 

 

 

 

 

(4)  Leysir brennioljutangar úr stáli, rustfríum stáli og aluminium skulu vera samansveisaðir við fullari gjøgnumbrenning, við tað at kantsveising ikki verður góðtikin. Á strikumyndunum niðanfyri eru víst 4 dømi, har ið dømini 1 og 2 kunnu loyvast, meðan dømið 3 ikki kann loyvast og dømið 4 einans er loyvt við teimum ásettu treytunum.
 
 
1.  kann loyvast
2.  kann loyvast
3.  kann ikki loyvast
4.  kann ikki loyvast a tangum úr rustfríum stáli, aluminium og tangum úr stáli 50 l og størri
(5)  Brennioljutangar úr aluminium, skulu vera gjørdir úr sjógvhaldgóðum tilfari við skjalarváttan frá einum góðkendum felagsskapi ella úr tilfari við samsvarandi góðsku. Tangar úr aluminium skulu staðsetast uttan fyri motorrúm og rúm, ið verða brúkt til goymslu av máling ella tílíkum. Tó er tað loyvt at hava slíkar tangar í duputbotninum í motorrúminum. Um so er, at tangar úr aluminium verða settir upp at rúmum, har ið innleggingar eru, ið geva frá sær nógvan hita, skal skottið, sum er ímillum, bjálvast móti eldi soleiðis, sum ásett í kapitul V, grein 2, stk. (4).
(6)  Áfyllingar- og luftingarrørini a brennioljutangunum skulu hava eina hóskandi stødd og skulu ganga upp til veðurdekkið. Rørini skulu vera staðsett og formaði soleiðis, at sjógvur ikki kann seta inn í tangarnar. Á yvirbygdum førum, skulu luftingarrørini til brennioljutangarnar ganga upp um dekkið a yvirbygninginum.Ímillum dekkið og á fyllingarrørini skal vera tætt, og tey skulu enda soleiðis, at ein møgulig oljustoyting, meðan fylt verður, ikki skal kunna hava við sær, at olja rennur inn í farið. Áfyllingar- og luftingarrørini skulu hava sama tvørmál. Á tangum, ið eru størri enn 200 l, skal tað innara tvørmálið vera í minsta lagi 38 mm, og a minni tangum í minsta lagi 12 mm. Tað er loyvt at skipa innanhýsis leiðingar millum brennioljutangarnar.
(7)  Í øllum tangum skal dýpið kunna peilast. Áfyllingarrørið kann eisini brúkast til hetta endamál. Undir peilirørinum skal vera ein stoytpláta. Á rørendunum við dekkið skulu luftingarrør, peilirør og áfyllingarrør vera merkt.
(8)  Ein peiliskipan, ið situr a síðuni a tanganum, skal útgerast við einum sjálvlokandi ventili úr stáli ella øðrum góðkendum tilfari. Tað er einans loyvt at brúka rør við fyrisettum mátum við fløtum glasi til hetta endamál.

Grein 8 Brennioljuskipanin

(1)  Kranar og ventilar, ið sita a brennioljutangum, skulu vera úr stáli ella øðrum góðkendu tilfari. Handtak ella handhjól til slíkar kranar og ventilar skulu vera lætt atkomulig.
(2)  Oljuleiðingar frá brennioljutangum, ið vegnað leka a leiðingini kunnu tøma ein oljutanga, skulu vera útgjørdar við einum krana ella ventili, ið situr beinleiðis a tanganum. Kranin ella ventilurin skal, um eldur skuldi komið í, kunna steingjast frá einum lætt atkomiligum staði omandeks. Tað er ikki loyvt at brúka káplar við kunstevnisfóðring innan til at steingja hesar kranar ella ventilar.
(3)  Brennioljuleiðingar skulu vera úr stál- ella koparrørum. Skoytini skulu vera gjørdar við antin sveisaðum skoytum, flansaskoytum, harðloddiskoytum ella við einari aðrari skoyting, ið Skipaeftirlitið kann góðkenna. Rør, ið hava eitt tvørmál uppá 50 mm ella meira, mugu ikki skoytast við skrúvugangi ella flansaskrúvugangi.
(4)  Stutt slangusambond, ið eru av góðkendum slagi, kunnu loyvast, tá ið slangan situr væl uppi a longum rørendum og er fest við tveimum rustfríum spennum a hvørjum enda ella fest við skrúvugangi, ið er innbygdur í slanguna. Um so er, at rørs endarnir hava kraga, er tað loyvt bert at hava eitt rustfrítt spenni a hvørjum enda a slanguni. Slangurnar skulu vera lagdar soleiðis, at tær síggjast eftir allari longdini.
(5)  Filtur, vatnúrskiljarar og slík útgerð, ið ikki kann reinsast meðan motorðurin er í gongd, skulu vera útgjørd við einum "by-pass" møguleika. Filtrini skulu vera soleiðis skipaði, at tey ikki kunnu súgvast tóm, tá ið steingiventilurin ella kranin a brennioljutangum verður latin aftur.
(6)  Har ið brennioljumálarar og tílík útgerð er sett inn í skipanina, skal ein "by-pass" skipan vera.
(7)  Partar av máliútgerð, filtrum og úrskiljarum kunnu vera úr aluminium. Treytin fyri hesum er, at hesir partar eru úr tjúkkum góðsi og at bræðingarmarkið er omanfyri 400 ºC.
(8)  Elektriska útgerðin a brennioljuskipanini, ið kann koma í samband við brennioljuna, t.d. um brennoljuskipanin fer at leka ella, har ið tann elektriska útgerðin liggur tætt upp at vandamiklum pørtum a brennioljuskipanini, skal vera gjørd soleiðis, at eingin spreingivandi er.
(9)  Brennioljurør skulu liggja soleiðis ella verða vard soleiðis, at ein møguligur leki ikki skal hava við sær, at olja dryppar niður a heitar partar.

Grein 9 Útstoytsskipanin

(1)  Hvør motorur skal hava sína egnu útstoytsskipan, ið skal ganga útum so beinleiðis sum møguligt.
(2)  Útstoytsrørið skal vera úr strekum stálrøri, ið er fest soleiðis, at tað kann víðkast uttan at skaðiligar spenningar koma í og uttan at rørið verður fyri skaða orsakað ristingum.
(3)  Í flansaskoytum skal einans vera pakningur, ið er gjørdur til hetta endamál. Útstoytsrør, ið eru inni í rúmum, har ið goymsla er, skulu hava eina slíka verju, at tað í minsta lagi er 10 cm opin luft rundan um rørið.
(4)  Opini, har útstoytsrørini fara gjøgnum bygnaðin skulu vera gjørd soleiðis, at eingin vandi er fyri upphiting ella eldi í tilfarinum rundanum.
(5)  Bjálvingartilfarið rundan um útstoytsrørið, skal vera av einum slíkum slagi, ið ikki tekur í seg olju.
(6)  Útstoytsskipanin a motorinum skal vera gjørd úr stálrøri ella úr øðrum góðkendum tilfari. Útstoytsskipan, ið er úr vatnkøldum/ ókøldum slangum, eru ikki loyvd.
(7)  Útstoytsskipanin skal vera gjørd soleiðis, at sjógvur ikki kann koma inn í motorin ígjøgnum hesa.
(8)  Um so er, at útstoytsrørið endar minni enn 350 mm oman fyri djúpsta flotdýpið, skal rørið hava ein steingiventil, ið situr beinleiðis a klædninginum a farinum, og sum er lættur at koma fram at.

Grein 10 Kølivatnsskipanin og sjósambond

(1)  Har ið kølivatnsskipanin brúkar sjógv til kølingina, skal kølivatnspumpan kunna súgva frá í minsta lagi tveimum sjálvstøðugum sjósambondum.
(2)  Øll rør, ið hava samband við sjógvin undir djúpsta flotdýpinum, umframt rør til kølisnyrlar uttanborðs, skulu vera úr stáli, kopari ella øðrum góðkendum tilfari og skulu vera útgjørd við lætt atkomiligum steingiventilum, ið sita beinleiðis a klædninginum a farinum. Møguligar boyggiligar slangur skulu vera úr góðkendum tilfari, vera so stuttar sum møgulig og sjónligar eftir allari longdini. Sjóvsambondini skulu vera úr stáli, bronsu ella øðrum góðkendum seigum tilfari.
(3)  Sjóvsambondini skulu vera útgjørd við ásitandi handlyklum ella handhjólum. Handlyklarnir ella handhjólini skulu vera atkomulig (møguliga ganga upp um dúrkið) og hava eitt ávísi, ið vísir støðuna opin/afturlatin.
(4)  Um so er, at sjógvur verður brúktur beinleiðis til at køla motorin við, skal antin setast ein rist uttan a sjógvinnsúgvingina ella skal eitt filtur,sum kann reinsast uttan nýtslu av amboðum, setast a inntakingarsíðuna a rørleiðingini. Filturhúsið skal vera úr stáli, bronsu ella øðrum góðkendum seigum tilfari. Á skipssíðuni, har ið kølivatnið fer fyri borð, skal sita ein mótventilur, ið kann steingjast. Hesin ventilurin er tó ikki kravdur um so er, at frárenslrørið gongur í einari sloyfu upp a í minsta lagi 0,5 m upp um djúpsta flotdýpið.

Grein 11 Lensiskipanin

(1)  Tað skal vera møguligt at lensa øll vatntøtt rúm við einari fast uppsettari handlensipumpu a dekkinum. Tá talan er um smærri vatntøtt rúm, kann vera loyvt at lensa hesi rúm gjøgnum frárenslop til atliggjandi rúm treytað av, at frárenslopini eru útgjørd við mótventilum, ið kunnu steingjast.
(2)  Ein handlensipumpa kann brúkast til at lensa tvey atliggjandi rúm við at skifta við krana millum rúmini av dekkinum ella úr stýrihúsinum.
(3)  Øll lensirør skulu vera úr stáli, kopari ella liðiligari slangu, úr góðkendum tilfari. Súgvirør skulu vera útgjørd við súgvikurv, sum tó ikki er kravd, tá ið membranpumpur verða brúktar, sum uttan drál kunnu latast upp og aftur. Tað er ikki loyvt at brúka liðiligar slangur har ið lensi- og spuliskipanin er í einum.
(4)  Pumpurnar skulu vera mótstøðuførar móti mekanisk ágangi, og har ið hesar lensa úr motorrúmum ella lensa oljukent lastavatn, mugu ventilar, membranar v.m. ikki vera úr natúrligum gummi,.
(5)  Orkuførið a handpumpunum skal vanliga ikki vera minni enn tað, ið er ásett í talvuni niðanfyri:

 

Longd a farinum

(í metrum)

Litur fyri hvørt sveiggj

Membranpumpur

Stempulpumpur

-7,99

8,00 - 9,99

10,0 -

0,5

0,7

0,9

0,70

1,00

1,25

 

 

 

(6)  Før, ið eru 10 metrar [L1] og longri skulu, umframt tær kravdu handpumpurnar, vera útgjørd við einari mekaniskt riknari lensipumpu við einum lensiorkuføri uppá í minsta lagi 10 m³/t. Pumpan skal kunna súgva beinleiðis frá motorrúminum um eina sjálsvtøðuga súgvileiðing ella um ein ventilkassa, ið er útgjørdur við mótventilum.
(7)  Í motorrúmum a bæði nýggjum eg verandi førum skal vera ein ávaringarskipan, ið fer í gongd, tá vatnstøðan í rúminum er hægri enn vanligt. Ávaringin skal vera givin í stýrihúsinum og skal kunna bæði síggjast og hoyrast.
(8)  Har lensi/spuliskipanin er í einum skal vera skipað soleiðis, at tað ikki av óvart kann koma lensivatn út í spuliskipanina. Tað skal vera skipað soleiðis fyri, at vatn ikki kann koma inn í farið gjøgnum lensiskipanina ella lensi- og spuliskipanina, sí strikumyndina niðanfyri:
  Høvuðsreglur fyri skipan av lensi- og spuliskipan

 

Møguleiki I

1.  Um so er, at steingiskipanin "C" er sett beinleiðis a klædningin, skal ventilurin vera atkomiligur til at passast og haldast.
2.  Mótventilurin "D", ið kann steingjast, kann setast í staðin fyri ein mótrenslventil og ein steingiventil "C".
3.  Um so er, at steingiskipanin ikki er sett beinleiðis a klædningin, men sum víst a strikumyndini, skal rørið millum klædningin og ventilin hava eina dygdargóða góðstjúkt.

Møguleiki II

1.  Hæddin "A" skal vera í minsta lagi 0,5 m.
2.  Undirtrýstskipanin skal vera skipað soleiðis sum víst a strykumyndini við undirtrýstventilinum "B".
3.  Rørið millum bendið a rørinum og klædningin skal hava eina dygdargóða góðstjúkt.

Lensi- og spuliskipan í einum

   
 
(.1)  øll súgvirør skulu vera útgjørd við einum mótventili.
(.2)  mótventilurin "A" skal uppsetast um so er, at ein trývegiskrani ikki verður uppsettur.
(.3)  øll súgvirør í lensiskipanini skulu somuleiðis vera útgjørd við mótventilum.
 
  Trýstsíðan sum valmøguleiki I ella II

Grein 12 Elektriskar skipanir

(1)  El-talvur skulu vera gjørdar úr eldmótstøðuførum tilfari. El-talvurnar mugu ikki setast í botninum a farinum ella inni í rúmum, har ið gassfløskur eru uppsettar.
(2)  Elektriska skipanin skal vera skipað sum ein 2-leiðara skipan, ið er bjálvað. Skrokkur, maskin-/motorpartar og tílíkt mugu ikki brúkast til afturleiðing. Á framtøkumotorum, ið eru undir 100 kW, kann loyvast at eitt rele verður uppsett soleiðis, at motorurin verður brúktur sum leiðari tá hann verður settur í gongd sambært høvuðsdiagramminum niðanfyri:

 

(3)  Bara skipanir til katotiska verju av skrokkinum a farinum eru ikki umfataðar av ásetingunum í stk. (2).
(4)  Leiðarar, ið liggja í tí fast uppsettu skipanini, skulu hava eina so stóra tvørskurðaflatu, at spenningsfallið í hvørjum kápli sær ikki er størri enn 6 %. Tvørskurðsflatan skal tó ikki vera minni enn 1,5 mm².
(5)  Allir leiðarar í bjálvaðum leidningum skulu vera samansettir av træðrum úr kopari og vera sambært IEC ásettum mátum ella av einum slagi, ið eru góðkendir av einum góðkendum felagsskapi.
(6)  Káplar og leidningar skulu leggjast soleiðis, at teir ikki verða fyri størri mekaniskari og/ella umhvørvisligari ávirkan enn neyðugt er. Um neyðugt, skulu káplarnir verjast móti ávirkanum, ið eru til staðar.
(7)  Útskurðir í dekkum ella vatntøttum skottum fyri káplum, ið ganga ígjøgnum, skulu vera vatntættir, t.v.s. svara til IP 67.
(8)  Í sambandi við uppseting av elektriskari útgerð a klædninginum ella a vatntøttum skottum, skulu ikki brúkast skrúvur ella boltar, ið ganga ígjøgnum. Somuleiðis skal ansast eftir, at útgerð, ið kann elva til galvaniska tæring, ikki verður sett upp har a staðnum.
(9)  El-talvurnar skulu vera skipaðar í bólkum, og vera útgjørdar við avbrótarum og sikringum fyri hvørja útgangandi streymrás sær. Avbrótaðar við einum póli kunnu verða loyvdir. Tá ið støddin a avbrótaranum og sikringunum verður ásett, skal verða gingið eftir tí mestu lastini og mesta hitanum, ið streymrásin kann verða fyri. Støddirnar kunnu ásetast eftir talvuni niðanfyri.
(10)  Talva fyri spenningar og trygging av káplum, tá ið umhvørvishitin er 15 °C lægri enn tann ásetti hitaflokkurin a káplunum.

 

Tvørflatan a leiðaranum

Støðugur spenningur

Mesta trygging til verju móti yvirspenningi

Mesta trygging til verju móti skammlopi (við víðariføring av teimum leidningum, ið hava minstu tvørflatu)

mm²

A

A

A

1,5

2,5

4,0

6,0

10,0

16,0

25,0

35,0

50,0

9

12

16

21

28

37

49

60

76

10

16

20

25

35

50

63

80

100

20

35

35

63

100

160

200

315

400

 

 

 

 

 

 

 

 

(11)  Smeltisikringar av slagnum neozed, umframt sikringar sambært DIN 72581, partur 3 við ásettari streymstyrki eftir teiginum " Mesta trygging til verju móti skammlopi" lúka kravið um trygging móti skammlopi. Pinolsikringar, umframt sikringar við sjálvvirkandi tilkobling, eru ikki loyvdar.
(12)  Streymkáplar millum akkumulatorar og streymtalvur skulu vera tryggjaðir so tætt upp at akkumulatorunum sum møguligt.
(13)  Um rakstrarspenningurin er hægri enn 50 V, skal kápan a øllum elektriskum maskinum og tólum, ið ikki eru dupultbjálvaði, vera útgjørd við einum vardum jarðsambandi, ið er bundið í eina í minsta lagi 0,2 m² stóra plátu úr kopari, ið situr a skrokkinum. Plátan skal ikki brúkast til radiotólini.
(14)  Útgerðin í ymiskum rúmum, skal, við atliti at kápunum rundan um, í minsta lagi lúka krøvini í talvuni niðanfyri.

 

Rúm

Innrættingin

á rúminum

Op í kápukassa

Pultur, Talvur

Deilarsútgerð

Stillitól

Generatorar

Motorar

Trans-
formarar

Umformarar

Einstevnarar

Ljósarmatur

Hitaútgerð

Kabússuút-
gerð

Innlegging-
artilfar

Turr ikki brand- ella spreingi-
vandamikil rúm

Vandi fyri óætlaðari nerting, ið hevur við sær vanda fyri persónsskaða

IP 20

X

-

X

X

X

X

X

X

Turr eftirlitsrúm

X

-

X

X

X

X

X

X

Stýrihúsið

X

-

X

X

X

X

X

X

Eftirlitsrúm

Vandi fyri vatndrypping og /ella minni mekanisk árin

IP22

X

-

X

X

X

X

X

X

Maskinrúm yvir dúkrinum

 

X

X

X

X

X

X

X

IP44

Stýrimaskinrúm

 

X

X

X

X

X

X

-

IP44

Kølimaskinrúm

 

X

-

X

X

X

X

-

IP44

Last-,

 

X

-

X

X

X

X

-

IP44

proviantrúm

 

X

-

X

X

X

X

-

IP44

og kokkahús

 

X

-

X

X

X

X

-

X

Vátrúm (baðirúm)

Størri vandi fyri vatni og/ella mekanisk árin

IP34

-

-

-

-

X

IP44

-

IP55

Maskinrúm undir dúrkinum

 

-

IP44

IP44

-

X

IP44

-

IP55

Pumpurúm

Stórur vandi fyri vatni og/ella mekansik árin

IP44

X

-

X

X

IP34

X

-

IP55

Kølirúm

 

-

-

X

-

IP34

X

-

IP55

Kabúss og vaskirúm

 

X

-

X

X

IP34

X

X

X

Aksil- og rørtunnil og útgerð undir dúrkinum

Stórur vandi fyri vatnspræni og stórari mekaniskari ávirkan

IP55

X

-

X

X

X

X

-

IP56

Tól, sum standa a opnum dekki

Vandi fyri vatni, sum skolar tvørtur yvir

IP56

X

-

X

-

IP55

X

-

X

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

X = har ið einkið annað er ásett, verður innkapslað sambært ásetta stigatalinum

- = uppseting er ikki loyvd

 

(15)  Akkumulatorar til bæði ígongdseting og ljós skulu vera settir a einum hóskandi turrum staði so høgt uppi sum møguligt. Á hesum staðnum skal vera eitt hóskandi luftskifti.
(16)  Akkumulatorarnir skulu uppsetast eftir teimum galdandi reglum, sum Skipseftirlitið ásetir1.
(17)  Á stýristaðnum skal vera ein ávaringarskipan til lanternurnar, ið gevur ávaring bæði sjónliga og og við ljóði. Ávaringin skal fara í gongd, tá ið ein ella fleiri lanternur ótilætlað slókna. Streymveitingin skal vera skipað við einari sikring og einum 2-pólaðum avbrótara fyri hvørja lanternu sær. Hvørja ferð ein nýggj lanterna verður sett upp, ella eftir eina størri umvæling, skal eitt løggildað felag, fremja eina uppmáling av bjálvingini.
(18)  Ein elektrisk íbinding úr landi, har ið spenningurin er størri enn 50 V, skal vera elektrisk sundurskild frá tí elektrisku skipanini umborð.
(19)  Tann elektriski kaðalin, ið brúktur verður til landíbindingina, skal vera úr gummi og vera hóskandi sterkur. Íbingingin skal vera uppsett a einum hóskandi staði, væl vard móti veðrinum. Kassarnir, ið verja transformararnar, skulu bindast í jørðsambandið a landi. Hjá íbindingartólinum skal vera eitt skelti, ið upplýsir um streymslagið og spenningsstøðið, ið kann bindast í skipanina.
1Víst verður til "Søfartsstyrelsens vejledning nr. 6 og 7 af 28. august 1995".

Grein 13 Hydraulikkskipanin

(1)  Hydrauliskar skipanir, og tilhoyrandi rørskipanir og tilhoyrandi, skulu vera skipaðar og gjørdar soleiðis, at tær hóska til ta nýtslu, ið tær eru ætlaðar til. Tær skulu vera uppsettar og vardar soleiðis, at tær, við atliti at rørslupørtum, heitum yvirfløtum og øðrum vandum, elva til so lítlan vanda sum møguligt fyri persónar umborð. Ì sambandi við prosjektering og val av tilfarslutum, skulu neyðug atlit havast at øllum tí, ið skipanini kann verða fyri, umframt til umhvørvisviðurskiftini umborð.
(2)  Trýstrør úr stáli skulu vera seymleys. Elektriskt mótstøðusveisaði rør kunnu einans brúkast í einstøkum førum eftir serligum loyvi frá Skipaeftirlitinum. Stálrørini skulu, við atliti at mesta trýstinum a skipanini, lúka galdandi viðurkend rørmál. Har ið liðiligar slangur verða brúktar, skulu hesar vera av hóskandi og góðkendum slagi, t.d. SAE/ISO. Slangukoblingar skulu vera gjørdar sum koblingar av hóskandi og góðkendum slagi.
(3)  Rørskoyti ella skoyti millum rør og tólútbúna/ millumstykkir ("fittings") skulu vera við boltaðum flansaskoytum, sveisingum ella a annan hátt við góðkendim millumstykkjum. Skoytini og millumstykkini skulu vera tilpassaði arbeiðstrýstinum. Gingið skal verða eftir D.V.S. (Dansk Værfts Standard) nr. 08004 og D.V.S. 08005, tá talan er um rør í hydraulikkskipanini. Um so er, at rørini hava verið sveisaði ella bend við hita, skulu tey útsýrast til metalliskan reinleika. Rør, ið eru sett til pumpur a veitarasíðuni, skulu vera vard móti trýsti, ið er størri enn tað ásetta arbeiðstrýstið. Um hendan verjan er ein yvirtrýstventilur, ið situr a veitarasíðuni a pumpuni, skal tað vera skipað soleiðis fyri, at veitingarsíðan a ventilinum verður førd aftur til súgvisíðuna a pumpuni ella til eitt annað stað, vanliga til ein tanga, sum er gjørdur til hetta endamál. Trygdarventilurin skal lata upp, tá ið arbeiðstrýstið er hækkað meira enn 10 %. Rør ið sita a lágtrýstsíðuni a einum trýstlættaventili skulu, við trygdarventilum ella tílíkum, verjast móti yvirtrýsti, tá ið hesi rør og tilhoyrandi útgerð ikki eru ætlaði til trýstið a hátrýstsíðuni a trýstlættaventilinum. Gjøgnumstreymsføri a trygdarventilunum skal vera so mikið stórt, at arbeiðstrýstið í rørunum ikki í nøkrum føri hækkar meira enn 10 %. Motorar skulu vera vardir við hvøkkventilum, ið sita so tætt upp at motorinum sum verkliga møguligt.
(4)  Áðrenn ein hydraulikkskipan, ella partar av hesari, verður tikin í brúk, skal ávikavist øll skipanin ella avvarðandi partar av hesum vera trýstroynd.
 
(.1)  Trýstleiðingar og ymsk tól í skipanini skulu trýstroynast við í minsta lagi 1,5 x arbeiðstrýstið.
(.2)  Sylindarar skulu trýstroynast við einum trýsti Pe sum funktión av arbeiðstrýstinum P:
  Pe = 1,5 x P, har ið P < 40 bar.
  Pe = 1,4 x P + 4, har ið P > 40 bar.
  Royndartrýstið skal tó ikki vera minni enn 4 bar.
(5)  Tað støðuga trýstið við pumpur a hydraulikkskipanum til spøl, netatrumlur v.m. má ikki fara upp um 250 bar uttan serligt loyvi frá Skipaeftirlitinum.
  M.a. orsakað av gangi frá skipanini, skal ferðin a hydraulikkrenslinum í hátrýstrørum ikki fara upp um 4 m/s.
  Ferðin a hydraulikkrenslinum í súgvirørleiðingum má ikki fara upp um 0,8 m/s.

 

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv