Gildiskoma: 12.02.2015
Slag: Fráboðan

Við heimild í § 2, stk. 2, § 18, stk. 2 og stk. 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum, og við heimild frá avvarðandi landsstýrismanni verður ásett:

§ 1. Fiskiskip, fevnd av Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E, kunnu leggja um til aðra vinnu enn fiskivinnu, men kortini framhaldandi verða sýnað og góðkend sum fiskiskip sambært nevndu Fráboðan E, um allar fylgjandi treytir samstundis eru loknar:

1)  Reiðarin skal við skrivligari og grundaðari umsókn frammanundan søkja Skipaeftirlitið um loyvi at reka hjávinnu sambært hesi fráboðan
2)  Einstaka skipið skal longu frammanundan at lagt verður um til aðra vinnu, hava verið sýnað og góðkent sum fiskiskip sambært Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E, og hava gyldugt sigliloyvi sum tílíkt fiskiskip
3)  Fiskiskapur skal framhaldandi vera høvuðsvinnan hjá skipinum, t.v.s. at onnur vinna enn fiskivinna skal einans vera hjávinna
 
Hjávinna merkir í hesi fráboðan, at skipið í mesta lagi helvtina av kalendaradøgunum í einum 12 mánaða skeiði rekur aðra vinnu enn fiskivinnu
Við aðra vinnu enn fiskivinnu skilst í hesi fráboðan:
 
▪  Vaktarskip, sum hava eftirlit við, at fiskifør ikki fiska ov nær oljuventilum- og veitingum v.m. á oljufeltum
▪  Avvísaraskip, sum samstarva við seismikskip
▪  Skip, sum telja fugl og hval v.m.
4)  Skipið - uttan mun til stødd - skal hava AIS-skipan umborð samsvarandi ásetingunum í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E, kap. X, regel 19, stk. 2, pkt. 2.4. AIS-skipanin skal vera virkin alt tíðarskeiðið meðan skipið rekur hjávinnu.

§ 2. Fiskiskip, sum hava fingið loyvi at reka hjávinnu sambært hesi fráboðan, men sum ætla at halda áfram í aðrari vinnu enn fiskivinnu í eitt longri tíðarskeið enn ásett í § 1, nr. 3) litra a), skulu framyvir lúka reglurnar í Fráboðan frá Skipaeftirlitnum B fyri handilsskip/lastskip.

Stk. 2. Eftir áheitan frá reiðaranum, kann Skipaeftirlitið eftir ítøkiligari meting í tí einstaka førinum loyva, at hjávinnan varir longri enn ásetta tíðarskeiðið, um hetta er neyðugt m.a. fyri at skipið kann gera ein hjávinnu-túr lidnan.

§ 3. Skip, sum ongantíð hava verið sýnað og góðkend sum fiskiskip sambært Fráboðan E, og sum ætla sær at reka vinnuligt virksemi nevnt í § 1, nr. 3) litra b), skulu frá byrjan av lúka treytirnar í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B fyri handilsskip/lastskip

§ 4. Eitt fiskiskip, sum sambært hesi fráboðan fær játtað loyvi til at reka hjávinnu, fær frá Skipaeftirlitinum eitt serstakt hjávinnu-sigliloyvi, sum er tíðaravmarkað til 12 mánaðir. Hetta sigliloyvið dettur burtur av sær sjálvum tá 12 mánaða tíðarskeiðið er runnið, uttan so at Skipaeftirlitið hevur játtað at longt tíðarskeiðið samsvarandi § 2, stk. 2 og hetta er áteknað serstaka sigliloyvið.

Stk. 2. Samsvarandi § 1, nr 1), kann reiðarin við umsókn søkja Skipaeftirlitið um endurnýggjan av hjávinnu-sigliloyvinum fyri eitt nýtt 12 mánaða tíðarskeið.

§ 5. Fyri at tryggja, at fiskiskipið lýkur omanfyri ásettu treytir fyri hjávinnu, skal reiðarin 12. hvønn mánað av sínum eintingum upplýsa fyri Skipaeftirlitinum, hvussu nógvar dagar skipið hevur verið í hjávinnu seinastu 12 mánaðirnar.

Stk. 2. Reiðarin hevur somuleiðis skyldu til beinanvegin at boða Skipaeftirlitinum frá, tá 6 mánaða tíðarskeiðið nevnt í § 1, nr. 3), litra a) er rokkið.

§ 6. Serstaka hjávinnu-sigliloyvið dettur burtur:

1)  um ásettu treytirnar fyri hjávinnu sambært hesi fráboðan ikki verða hildnar
2)  um reiðarin ikki heldur fráboðanarskylduna sambært § 5, ella gevur Skipaeftirlitinum skeivar upplýsingar um t.d. ætlaðu hjávinnuna ella tíðarskeiðið, skipið hevur rikið hjávinnu

§ 7. Brot á ásetingarnar í § 1, § 2 og § 5 í hesi Fráboðan frá Skipaeftirlitinum verða revsað við bót.

Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu revsast sambært reglunum í kap. 5 í revsilógini.

§ 8. Henda Fráboðanin frá Skipaeftirlitinum kemur í gildi tann 1. januar 2009.

Skipaeftirlitið, tann 15. december 2008

Vilhjálmur Gregoriussen

stjóri

/ Petur E. Nielsen, ráðgevi

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv