Gildiskoma: 15.07.2019
Slag: Kunngerð

Kunngerð um manningarásetan á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum sigla við upp í 12 ferðafólkum

Við heimild í § 4, stk. 3, § 10, stk. 1 og § 24, stk. 3 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, og í samráð við umboð fyri reiðara- og sjómannafeløgini, verður ásett:

Øki

§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri sigling, sum er liður í vinnuligum virksemi, við upp í 12 ferðafólkum í strandarsigling við vinnuførum og fiskiførum, træskipum og skipum, sum verða drivin uttan maskinorku, og sum eru minni enn 20 bruttotons til støddar.

Før við dimensiónstali upp á 20 ella meira

§ 2. Á førum, sum hava dimensiónstal upp á 20 ella meira, skal manningin telja minst tveir persónar.

Stk. 2. Tá ið manning og ferðafólk kunnu fáa neyðuga hjálp frá samsiglandi fari, er bara førari, sbrt. § 3, kravdur.

Stk. 3. Manningin skal vera myndug og ikki undir verjumáli eftir § 5 ella undir samverjumáli eftir § 7 í anordning om ikraftræden for Færøerne af værgemålsloven.

§ 3. Førarin á einum fari skal hava hesi prógv:

1)   dugnaskaparroynd í sigling,

2)   galdandi heilsuprógv fyri sjófólk uttan avmarkingar,

3)   galdandi trygdarskeið fyri sjófólk, sbrt. STCW kap. A-VI/1, grein 2 um Basic Training, undantikið evnini í grein 2, nr. 1-2 og 1-4, og

4)   galdandi prógv sum radiopassari innan GMDSS, samsvarandi radioútgerðini umborð.

§ 4. Persónur, ið ikki er førari, skal hava:

1)   galdandi heilsuprógv fyri sjófólk uttan avmarkingar,

2)   galdandi trygdarskeið fyri sjófólk, sbrt. STCW kap. A-VI/1, grein 2 um Basic Training, undantikið evnini í grein 2, nr. 1-2 og nr. 1-4,

3)   upplæring í at nýta bjargingar- og eldsløkkingarútgerðina umborð, og

4)   upplæring í at handfara farið.

§ 5. Er framtøkumegin á farinum 100 kW ella meira, men undir 750 kW, skal ein persónur, sum hevur dugnaskaparroynd í motorpassing, vera umborð. Tann persónurin kann vera ein av persónunum, nevndur í § 2, stk. 1.

Stk. 2. Á førum, ið nýta páhangara, er ikki krav um dugnaskaparroynd í motorpassing. Persónurin skal tó kunna skjalprógva hóskandi upplæring frá skikkaðum persóni í at handfara motorin.

Stk. 3. Er framtøkumegin á farinum meira enn 749 kW, verður manningin ásett sambært løgtingslógini.

Før við dimensiónstali undir 20

§ 6. Á førum við dimensiónstali undir 20, skal manningin telja í minsta lagi ein persón.

Stk. 2. Tá ið siglt verður sum bólkur við førum í samsigling, kann persónurin, sbrt. stk. 1, vera at meta sum manningin fyri samlaða bólkin av førum.

Stk. 3. Manningin skal vera myndug og ikki undir verjumáli eftir § 5 ella samverjumáli eftir § 7 í anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven.

§ 7. Førarin á einum fari ella bólki í samsigling skal hava kunnleika til:

1)   altjóða sjóreglur,

2)   at navigera í viðkomandi siglingarøki,

3)   at fyribyrgja eldsbruna og at nýta sløkkingarútgerð, undir hesum at hava útint praktiska venjing,

4)   stabilitetin á farinum,

5)   trygd á sjónum,

6)   havumhvørvisvernd, og

7)   motorar á smærri førum.

Stk. 2. Umframt krøvini í stk. 1 skal førarin hava:

1)   galdandi prógv sum radiopassari innan GMDSS, samsvarandi radioútgerðini umborð, og

2)   galdandi fyrstuhjálparskeið sbrt. STCW kap. A-VI/1, grein 2 nr. 1-3 ella samsvarandi.

§ 8. Manning á einum fari, sum er umborð afturat førara, skal vera upplærd í at nýta bjargingarútgerð og sløkkingarútgerð umborð og í at handfara farið.

§ 9. Er framtøkumegin á farinum 100 kW ella meira, men undir 750 kW, skal manningin lúka krøvini í §§ 2-5.

Krav um skjalprógv

§ 10. Manningin á førum, fevnd av hesi kunngerð, skal hava skjalprógv fyri at lúka tey í §§ 3-5 ásettu krøv við sær, tá ið siglt verður.

Revsing

§ 11. Brot á §§ 2-10 verður revsað við sekt.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í 5. kapitli í revsilógini.

Gildiskoma

§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi 15. juli 2019, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 69 frá 23. juni 2008 um manningarásetan á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum sigla við upp til 12 ferðafólkum.

 

 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 9. juli 2019

 

Poul Michelsen (sign.)

landsstýrismaður

/ Herálvur Joensen (sign.)

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv