Gildiskoma: 29.08.2003
Slag: Alibrúk

Kunngerð nr. 102 frá 29. august 2003 um merking av sjógvalistøðum og sigling nærhendis v.m.

Við heimild í § 2, stk. 3, § 31 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. des. 2001 um trygd a sjónum verður ásett:

§ 1. Kunngerðin fevnir um øll sjógvalibrúk í Føroyum. Eitt sjógvalibrúk fevnir um aliringar, fóðurflakar, fóðurslangur, akker, akkersboyur, línur, standarar og annan útbúnað.

Merking

§ 2. Øll sjógvalibrúk skulu vera merkt við ljósum sambært tilráðingini hjá IALA (International Association of Marine Aids to Navigation and Lighthouse Authorities). Ljósini skulu vera minst 2 metrar yvir sjónum. Eitt ljós skal vera a hvørjum enda a ytsta punkti, ið vendir út ímóti siglingarrennuni. Eru sjógvalibrúkini longri enn 100 metrar, skal eitt ljós vera fyri hvørjar 50 metrar a ytsta punkti, ið vendir ímóti siglingarrennuni.
   Stk. 2. Ljósini skulu hava fylgjandi fýrkarakterir:

Ljós, sum inngangandi før skulu hava um stýriborð:

Fl.Y. 5s (0,5+4,5)

Ljós, sum inngangandi før skulu hava um bakborð:

Fl(4).Y.10s (0,5+0,5+0,5+0,5+0,5+0,5+0,5+6,5)

Ljósini skulu síggjast í minsta lagi 2 fjórðingar.

 

   Stk. 3. Rætningurin fyri inngangandi í føroyskum sjógvi er vístur í fylgiskjali til kunngerðina "Føroyar inngangandi".
   Stk. 4. Á hvørjum enda a ytsta punkti, ið vendir ímóti siglingarrennuni, skulu sjógvalibrúkini hava radarreflektor, ið er minst 2 metrar yvir sjónum.
   Stk. 5. Á hvørjum enda og við í mesta lagi 10 metra millumrúmi, skal vera eitt 20x40 cm stórt endurskin. Endurskinini skulu vera fest minst 1 metur yvir sjónum a ytstu punktum ímóti siglingarrennuni. Harafturat skulu aliringar, fóðurslangur og akkersboyur merkjast við endurskinum, so vavið a alistøðini kemur fram, tá ið lýst verður a hana.

 

Sigling nærhendis sjógvalistøðum

§ 3. Tað er ikki loyvt óviðkomandi skipum og bátum at sigla nærri enn 50 metrar at sjógvalistøðum.

§ 4. Brot a §§ 2 og 3 í kunngerðini verða revsað við bót.

§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 132 frá 1. november 1988 um sigling nærhendis alistøðum.

Fiskimálaráðið, 29. august 2003
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður

/ Kaj P. Mortensen (sign.)

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv