Gildiskoma: 01.10.2007
Slag: Fráboðan

Inngangur

"Teknisk forskrift nr. 15 af 20. november 2000 om skibe til særlige formål (bevaringsværdige skibe, lystfiskerskibe mv.)" hevur verið galdandi her á landi síðani 1. januar 2001. Tá var tað danska Søfartsstyrelsen sum hevði heimildina at áseta tekniskar reglur fyri føroysk skip.

Tann 1. januar 2002 varð málsøki "Trygd á sjónum" yvirtikið sum føroysk sermál, og heimildin at áseta tekniska reglur varð í hesum sambandi latin Skipaeftirlitinum sambært ásetingunum í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum.

Reglur, sum Skipaeftirlitið ásetur sambært hesum heimildum, verða nevndar "Fráboðan frá Skipaeftirlitinum". Hesar fráboðanir kunnu sammetast við eina vanliga kunngerð, men eru tó sermerktar við at vera av tekniskum slagi og venda sær vanliga til ein avmarkaðan fakligan málbólk.

Tað er við einari tílíkari Fráboðan frá Skipaeftirlitinum, at tann longu frammanundan galdandi "Teknisk forskrift nr. 15 af 20. november 2000 om skibe til særlige formål (bevaringsværdige skibe, lystfiskerskibe mv.)" nú verður dagførd og broytt samsvarandi broytingunum sum danir hava framt í somu forskrift, sum eisini hevur verið galdandi í Danmark síðani 1. januar 20011.

1Sí "Søfartsstyrelsens tekniske forskrift nr. 2 af 12. juni 2006 om ændring af teknisk forskrift om skibe til særlige formål (bevaringsværdige skibe, lystfiskerskibe mv.)" sum er kunngjørd í "Meddelelser fra Søfartsstyrelsen" 2/2006.

Høvuðsinnihaldið í broytingini/dagføringini

Stutt sagt, er tekniska forskriftin frá 2000 eitt samlað tekniskt lógarsavn fyri eldri skip sum í vinnuligum høpi sigla við fleiri enn 12 ferðafólkum. Reglurnar eru tillagaðar til tey serligu viðurskiftini, sum gera seg galdandi fyri hesi skip (aldur, byggiháttur, byggitilfar, innrætting v.m.).

Fortreytin fyri, at viðgera eitt skip sambært reglunum í "Teknisk forskrift nr. 15 af 20. november 2000 om skibe til særlige formål (bevaringsværdige skibe, lystfiskerskibe mv.)" hevur higartilverið, at avvarðandi skip formliga er viðurkent av Føroya Fornminnissavni sum varðveitingarvert. Stuttleikaskip hava tó ikki verið fevnd av reglunum, hóast tey formliga eru viðurkent sum varðveitingarverd.

Hetta hevur gjørt, at nøkur skip - sum reint teknisk kunnu sigast at lúka treytirnar fyri at verða mett varðveitingarverd - ikki hava verið fevnd av forskriftini, tí tey mangla formligu viðurkenningina sum varðveitingarverd.

Broytingarnar, sum danir framdu í teirra samsvarandi lóggávu í august 2006, leggur ikki longur avgerandi dent á, um eitt skip formliga er viðurkent sum varðveitingarvert ella ikki. Nú skal Søfartsstyrelsen við støði í fleiri lógarásettum atlitum ítøkliga meta um, hvørt skipið lýkur treytirnar fyri at koma undir serligu reglurnar fyri eldri ferðamannaskip ella ikki. At skipið formliga er viðurkent sum varðveitingarvert, er nú bara eitt - men tó týdningarmikið - atlit millum fleiri onnur.

Ein onnur høvuðsbroyting er eisini, at stuttleikafør/frítíðarfør nú eru fevnd av forskriftini, um tey í vinnuligum høpi sigla við ferðafólki, ella verða útleigaði við førara.

Skipaeftirlitið heldur, at broytingarnar sum danir hava framt eru skilagóðar og vilja bøta um tey ivamál og trupulleikar, sum Skipaeftirlitið higartil hevur havt av at umsita teknisku forskriftina frá 2000. Somuleiðis heldur Skipaeftirlitið, at broytingarnar vilja verða til fyrimuns fyri tey skip, sum higartil eru "dottin ímillum".

Skipaeftirlitið hevur tí avgjørt at seta donsku broytingarnar í gildi í Føroyum frá 1. oktober 2007. Hetta verður gjørt við at lýsa eina Fráboðan frá Skipaeftirlitinum, har broytingarnar verða skrivaðar inn í verandi teknisku forskriftina frá 2000, sum síðani verður endurgivin í fullum líki og á donskum máli sum eitt fylgiskjal til sjálva fráboðanina.

Gjørt verður vart við, at donsku reglurnar um viðgerð og burturbeining av ávíkavist kloakkspillivatni, olju og burturkasti (kapittlarnir 20, 21 og 24) mugu lesast við neyðugum atliti til kunngerðirnar nr. 122, 123 og 124 frá 25. november 2005, sum áseta serføroyskar reglur um hesi viðurskifti - sí nærri § 2, stk. 2 í Fráboðanini niðanfyri.

------------------------------------

Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 1/2007

Fráboðan frá Skipaeftirlitinum nr. 1 frá 27. juni 2007 um broyting í Teknisk forskrift nr. 15 af 20. november 2000 om skibe til særlige formål (bevaringsværdige skibe, lystfiskerskibe mv.)

Við heimild í § 2, stk. 2, §§ 7-11, §§ 14 og 15, stk. 2, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum, og við heimild frá avvarðandi landsstýrismanni verður ásett:

§ 1. Tann í Føroyum longu galdandi "Teknisk forskrift nr. 15 af 20. november 2000 om skibe til særlige formål (bevaringsværdige skibe, lystfiskerskibe mv.)" verður við hesum broytt samsvarandi ásetingunum í "Søfartsstyrelsens tekniske forskrift nr. 2 af 12. juni 2006 om ændring af teknisk forskrift om skibe til særlige formål (bevaringsværdige skibe, lystfiskerskibe mv)".

Stk. 2. Upprunaforskriftin við broytingunum er endurgivin sum fylgiskjal til hesa Fráboðan frá Skipaeftirlitinum.

§ 2. Ásetingarnar í fylgiskjalinum skulu lesast, skiljast og tulkast við atliti til hesar tillagingar til føroysk viðurskifti:

Stk. 1. Generellar tillagingar til føroysk viðurskifti

a)  Allastaðni, har "Søfartsstyrelsen" ella annar danskur myndugleiki er nevndur í hesum regluverki, skal - tá ræður um føroysk myndugleikaøki - skiljast "Skipaeftirlitið" ella møguliga annar avvarðandi føroyskur myndugleiki
b)  "Skibsbevaringsfonden" skal í føroysku høpi skiljast sum "Føroya Fornminnissavn"
c)  Revsiásetingarnar í § 3 í donsku forskriftini hava føroyska heimild í § 49, stk. 2 í løgtingslógini um trygd á sjónum, eins og tilvísingarnar til revsilógina skulu skiljast sum avvarðandi reglur í teirri revsilógini, sum er galdandi her á landi
d)  Allastaðni, har orðingar sum "Danmark"/"dansk", "Grønland"/"grønlandsk", "dansk skib"/"grønlandsk skib", ella "dansk søterritorium" verða nýttar í hesum regluverki, skal skiljast "Føroyar/føroyskt", "føroyskt skip" og "føroyskt sjóumveldi" uttan so, at ásetingarnar viðvíkja viðurskiftum uttan fyri føroyskt myndugleikaøki
e)  Tá Føroyar ikki er limur í EU, eru ásetingar í regluverkinum viðvíkjandi rættindum og skyldum hjá einum EU-limalandi mótvegis einum øðrum EU-limalandi, ella mótvegis einum EU-myndugleika ikki galdandi fyri Føroyar. Teknisku krøvini í EU-reglunum (direktivum v.m.) kunnu tó verða galdandi fyri føroyskt skip, fevnd av hesum regluverki
f)  Generelt skal alt regluverkið lesast og skiljast við atliti til føroysk skip, føroysk viðurskifti og føroyskt myndugleikaøki
g)  Tær til eina og hvørja tíð galdandi vegleiðingarnar frá Søfartsstyrelsen sum knýta seg til hetta regluverkið, verða við neyðugum tillagingum eisini nýttar av Skipaeftirlitinum

Stk. 2. Ásetingarnar í kapitel 20 ("Behandling og opbevaring af kloakspildevand"), kapitel 21 ("Forebyggelse af olieforurening fra skibe") og kapitel 24 ("Forebyggelse af forurening med affald") skulu lesast við atliti til ásetingarnar í kunngerðunum nr. 122, 123 og 124 frá 25. november 2005 um burturbeining av ávíkavist burturkasti, kloakkspillivatni og olju frá skipum. Í tann mun føroysku reglurnar víkja frá donsku reglunum, skulu tær føroysku reglurnar nýtast.

§ 3. Henda Fráboðanin frá Skipaeftirlitinum kemur í gildi tann 1. oktober 2007.

Stk. 2. Samstundis fara úr gildi upprunaorðingarnar til tær broyttu greinarnar í "Teknisk forskrift nr. 15 af 20. november 2000 om skibe til særlige formål (bevaringsværdige skibe, lystfiskerskibe mv.)"

Skipaeftirlitið, tann 27. juni 2007

Óli Hans Hammer Olsen

deildarstjóri

/ Petur E. Nielsen, ráðgevi

Fylgiskjal til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 1/2007

Teknisk Forskrift nr. 15 af 20. november 2000; om skibe til særlige formål
(bevaringsværdige skibe, lystfiskerskibe mv.) sum broytt við Fráboðan frá Skipaeftirlitinum nr. 1 frá 27. juni 2007

§ 12

2Broytt við Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 1/2007 samsvarandi ásetingunum í Søfartsstyrelsens tekniske forskrift nr. 2 af 12. juni 2006

Forskriften gælder for originale eller kopierede historiske skibe, der skal anvendes til sejlads med mere end 12 passagerer i indenrigsfart, er konstrueret før 1965, fortrinsvis bygget af de oprindelige materialer, og anerkendt som traditionelle skibe af Søfartsstyrelsen [Skipaeftirlitinum].

Stk. 2. Ved Søfartsstyrelsens [Skipaeftirlitið] afgørelse af, om et skib kan anerkendes som traditionelt, vil der blive lagt afgørende vægt på, om skibet:

1)  er erklæret bevaringsværdigt af Skibsbevaringsfonden [Føroya Fornminnissavni],
2)  anvendes til et formål, der er foreneligt med dets kulturhistoriske værdi,
3)  har en længde mindre end 45 meter,
4)  har en bruttotonnage under 300,
5)  har en indretning, der både gør det let for besætningen til enhver tid at overskue, hvor passagererne opholder sig, og ikke gør det nødvendigt for dem at bevæge sig mere end et dæk op eller ned for at komme til et samlings- og evakueringsområde
6)  ikke skal anvendes til transport af gods, køretøjer m.v., og
7)  ikke vil blive anvendt til fast rutefart.

Stk. 3. Forskriften gælder endvidere for skibe, der anvendes som uddannelsesskibe, socialpædagogiske projekter, lejrskoleskibe, lystfiskerskibe eller til lignende særlige formål, og som er ombygget og godkendt til formålet inden 1. januar 2001.

Stk. 4. Uanset bestemmelserne i stk. 1, stk. 2, og stk. 3, gælder forskriften ikke for:

1)  krigsskibe og troppetransportskibe,
2)  skibe, der udelukkende er i fart i havneområder, og
3)  fritidsfartøjer, medmindre de befordrer passagerer i erhvervsmæssigt øjemed eller udlejes med fører

§ 23

3Broytt við Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 1/2007 samsvarandi ásetingunum í Søfartsstyrelsens tekniske forskrift nr. 2 af 12. juni 2006

De nærmere bestemmelser for skibenes konstruktion og udstyr m.v. er optrykt som bilag til forskriften.

Stk. 2. For skibe, der er anerkendt af Søfartsstyrelsen [Skipaeftirlitinum] som traditionelle, tages der ved anvendelse af de enkelte bestemmelser hensyn til skibets oprindelige udseende, konstruktion, udstyr og materialer.

Stk. 3. For kopierede historiske skibe vil Søfartsstyrelsen [Skipaeftirlitið] i hvert enkelt tilfælde, baseret på de foreliggende omstændigheder, stille passende krav, der kan gå videre end de i bilaget anførte bestemmelser.

§ 34

4§ 3, stk. 6 er sett úr gildi við Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 1/2007 samsvarandi Søfartsstyrelsens tekniske forskrift nr. 2 af 12. juni 2006

Overtrædelse af bestemmelserne i bilaget straffes med bøde, hæfte eller fængsel i indtil 1 år.

Stk. 2. Straffen kan stige til hæfte eller fængsel i indtil 2 år hvis der

1) ved overtrædelsen er sket skade på liv eller helbred eller fremkaldt fare herfor,

2) tidligere er afgivet forbud eller påbud for samme eller tilsvarende forhold eller

3) ved overtrædelsen er opnået eller tilsigtet en økonomisk fordel for den pågældende selv eller andre.

Stk. 3 . Det skal betragtes som en særlig skærpende omstændighed, at der for unge under 18 år er sket skade på liv eller helbred eller fremkaldt fare herfor, jf. stk. 2, nr. 1.

Stk. 4. Sker der ikke konfiskation af udbytte, som er opnået ved overtrædelsen, skal der ved udmåling af bøde, herunder tillægsbøde, tages særligt hensyn til størrelsen af en opnået eller tilsigtet økonomisk fordel.

Stk. 5. Der kan pålægges selskaber m.v. (juridiske personer) strafansvar efter reglerne i straffelovens 5. kapitel.

§ 4. Forskriften træder i kraft den 1. januar 2001.

Stk. 2. For skibes nævnt i § 1, stk. 1 og 2, og som er bygget før 1. januar 2001, skal forskriftens bestemmelser opfyldes senest ved første periodiske syn efter 1. juni 2001.

Stk. 3. Teknisk forskrift nr. 12 af 15. december 1995 om bevaringsværdige skibe ophæves.

Søfartsstyrelsen, den 20. november 2000

Christian Breinholt

/Peter Lauridsen

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv