Slag: Fráboðan

Fráboðan F, 1. januar 2013

 

Við heimild í § 2, stk. 2, §§ 7-11, §§ 14 og 15, stk. 2, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum við seinni broytingum, og við heimild frá avvarðandi landsstýrismanni, verður ásett:

§ 1. Henda Fráboðanin frá Sjóvinnustýrinum F er galdandi fyri smærri vinnufør samsvarandi ásetingunum og avmarkingunum í kap. I, regel 1, umframt fyritøkur ella persónar í Føroyum, sum umbyggja ella umvæla vinnufør, sum eru fevnd av hesum regluverki.

Stk. 2. Orðingin “erhvervsmæssig fangst af fisk..” í kap. I, regel 2, pkt 7 í fylgiskjalinum til hesa fráboðan, skal skiljast sum eitt far við fiskiloyvi 5A. Fiskifør við fiskiloyvi 5B kunnu tó eisini verða mett sum vinnulig eftir ítøkiligari meting hjá Sjóvinnustýrinum, har dentur m.a. verður lagdur á slag av báti og útgerð, hvussu farið er skrásett, um talan er um høvuðs- ella hjástarv hjá viðkomandi, vavið og inntøkan frá fiskarínum, herundir talið av útróðrardøgum og avreiðingum v.m.

§ 2. Nærri teknisku ásetingarnar um byggikrøv og útgerð v.m. finnast í niðanfyri nevndu kapitlum og fylgiskjølum:  

 

Kapitul

Innihald

I

Almindelige bestemmelser, 14. december 2010

II

Konstruktion, vandtæthed og udstyr, 1. oktober 2006

III

Stabilitet og sødygtighed, 14. december 2010

IV

Maskineri og elektriske installationer, 1. december 2007

V

Brandsikring, opdagelse af brand og brandslukning, 14. december 2010

VI

Beskyttelse af besætningen (arbejdsmiljø og sikkerhed m.v.), 1. oktober 2006

VII

Redningsmidler og –arrangementer, 1. oktober 2006

VIII

Foranstaltninger i nødsituationer, mønstringer og øvelser, 1. oktober 2006

IX

Radiokommunikation, 1. maj 2005

X

Sejladsens betryggelse, 1. oktober 2006

XI

(Ikki galdandi í Føroyum)

XII

Opholdsrum, 1. oktober 2006

XIII-XX

(avlagdir til møguliga seinni nýtslu)

XXI Forebyggelse af olieforurening, 1. oktober 2006

XXII

Forebyggelse af forurening med skadelige flydende stoffer i bulk, 1. oktober 2006 (tilvísing til kap. XXII í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum B)

XXIII

Forebyggelse af forurening med skadelige flydende stoffer, der transporteres til søs i emballeret form, 1. oktober 2006 (tilvísing til kap. XXIII í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum B)

XXIV

Behandling og opbevaring af kloakspildevand, 1. oktober 2006

XXV

Forebyggelse af forurening med affald fra fartøjer, 1. oktober 2006

XXVI

Forebyggelse af luftforurening fra skibe, 14. december 2010

Fylgiskjal 1

Tjekklistar - dagligur og árligur, 1. oktober 2007

Fylgiskjal 2

Sertifikat, skelti og uppslag, 1. oktober 2007

Fylgiskjal 3

Ískoytiskrøv – umbygging av GRP førum, 1. februar 2008

 

§ 3. Teknisku ásetingarnar omanfyri skulu lesast, skiljast og tulkast við atliti til hesar broytingar og tillagingar til føroysk viðurskifti:

Stk. 1. Generellar tillagingar til føroysk viðurskifti

a)      Allastaðni har ”Søfartsstyrelsen” ella annar danskur myndugleiki er nevndur í hesum regluverki, skal  - tá ræður um føroysk myndugleikaøki  - skiljast ”Sjóvinnustýrið” ella møguliga annar avvarðandi føroyskur myndugleiki

b)      Allastaðni har orðingar sum ”Danmark”/”dansk”, ”Grønland”/”grønlandsk” ella ”dansk skib”/”grønlandsk skib” verða nýttar í hesum regluverki, skal skiljast ”Føroyar/føroyskt” ella ”føroyskt skip” uttan so, at ásetingarnar viðvíkjandi viðurskiftum uttan fyri føroyskt myndugleikaøki

c)      Tá Føroyar ikki eru við í EU, eru møguligar ásetingar í regluverkinum viðv. rættindum og skyldum hjá einum EU-limalandi mótvegis einum øðrum EU-limalandi, ella mótvegis einum EU-myndugleika ikki galdandi fyri Føroyar. Teknisku krøvini í EU-reglunum (direktivum v.m.) eru tó galdandi fyri føroyskt skip, fevnd av hesum regluverki

d)      Sjóvinnustýrið kann víkja frá teimum í hesum regluverki nevndu tíðarfreistunum fyri uppfyllan av krøvunum, um tað í tí einstaka førinum verður mett neyðugt, rímiligt og ráðiligt við atliti til trygdina á sjónum

e)      Generelt skal alt regluverkið lesast og skiljast við atliti til føroysk skip, føroysk viðurskifti og føroyskt myndugleikaøki

f)        Tær til eina og hvørja tíð galdandi vegleiðingarnar frá Søfartsstyrelsen, sum knýta seg til hetta regluverkið, verða við neyðugum tillagingum eisini nýttar av Sjóvinnustýrinum

Stk. 2. Serstakar føroyskar ásetingar um innflutt før, sigliøki, tillagingar av tíðarfreistum v.m.  

a)      Allastaðni í regluverkinum verður ”1. januar 2007” broytt til ”1. oktober 2007”, burtursæð frá kapittul IX, Radiokommunikation, regel 6.4, har ”1. januar 2007” verður broytt til ”1. januar 2008”

b)      Tey ”Fartsområder” (sigliøki) sum eru nevnd í kap. I, regel 2, pkt. 46-50 skulu í føroyskum høpi skiljast sum niðanfyri ásett. Donsku allýsingarnar av ”fartsområde” eru sostatt ikki galdandi í Føroyum

1)      Sigliøki F1 er sjóøkið innan fyri 2 sjómíl úr grundlinjunum

2)      Sigliøki F2 er sjóøkið innan fyri 15 sjómíl úr grundlinjunum

3)      Sigliøki F3 er sjóøkið innan fyri 30 sjómíl úr grundlinjunum

4)      Sigliøki F4 er sjóøkið innan fyri 60 sjómíl úr grundlinjunum - í tíðarskeiðinum 1. apríl til 30. september tó 90 sjómíl úr grundlinjunum

5)      Sigliøki F5 er sjóøkið innan fyri 120 sjómíl úr grundlinjunum - í tíðarskeiðinum 1. apríl til 30. september tó eisini sjóøkið rundan um Ísland og Skotland

c)      Vísandi til ásetingina í kap. I, regel 1b, pkt. 1.3, kann Sjóvinnustýrið loyva einum fari styttri enn 12 metrar – men ongantíð styttri enn 10 metrar – at sigla í sigliøki F4. Henda áseting er tó ikki galdandi fyri vinnufør, sum eftir 1. oktober 2008 verða bygd, umbygd, keypt ella innflutt við atliti til fiskarí í sigliøki F4

d)      Støddin á einum vinnufari fevnt av hesi Fráboðan, verður altíð ásett sum longdin L1 (Længden L1) samsvarandi kap. 1, regel 2, pkt. 15

e)      Vinnufør, fevnd av hesi Fráboðan F, sum verða innflutt til Føroya, verða viðgjørd sum ”nyt fartøj” jb. kap. I, regel 2 pkt. 4.3

f)        Í kap. V, regel 8 verður ”1. januar 2005” broytt til ”1. oktober 2007”

g)      Kravið í kap. VI, regel 7, pkt. 4 um ”kejs eller sele” er ikki galdandi í Føroyum. Í aðramáta eru ásetingarnar í nevndu reglu tó galdandi fyri føroysk skip

h)      Ásetingarnar í kapitel XXI (Forebyggelse af olieforurening), kapitel XXIV (Opbevaring og udledning af kloakspildevand) og kapitel XXV (Forebyggelse af forurening med affald fra fartøjer) skulu lesast við atliti til ásetingarnar í kunngerðunum nr. 122, 123 og 124 frá 25. november 2005 um burturbeining av ávíkavist burturkasti, kloakkspillivatni og olju frá skipum við seinni broytingum. Í tann mun føroysku reglurnar víkja frá donsku reglunum, skulu tær føroysku reglurnar nýtast

i)        Í kapittul XXVI, Forebyggelse af luftforurening fra skibe, verður ”19. maj 2005” allastaðni  broytt til ”19. mai 2007”. Við nýtslu av ásetingunum í kap. XXVI regel 12, skal atlit havast til kunngerð nr.117 frá 16. december 2010 um skráseting av upplýsingum um brennievni, sterk vakstrarhúsgass og ozonoyðandi evni, og kunngerð nr. 118 frá 16. december 2010 um ozonoyðandi evni 

j)        Tíðarfreistirnar í kap. I, regel 6 verða tillagaðar soleiðis:

5.1.2 Et fornyelsessyn med mellemrum af højst 60 måneder regnet fra skibets første syn efter denne regels ikrafttrædelse eller sidste fornyelsessyn dog i henhold til regel 6.5.1.3 til regel 6.5.1.7.

5.1.3 Fartøjer med et dimensionstal på 20 og derover men med en LOA mindre end 8 meter skal senest den 1. januar 2014 have afholdt fornyelsessyn.

5.1.4 Fartøjer med en LOA på 8 meter og derover men mindre end 9 meter skal senest den 1. januar 2015 have afholdt fornyelsessyn.

5.1.5 Fartøjer med en LOA på 9 meter og derover men mindre end 10 meter skal senest den1. januar 2016 have afholdt fornyelsessyn.

5.1.6 Fartøjer med en LOA på 10 meter og derover men mindre end 13 meter skal senest den 1. januar 2017 have afholdt fornyelsessyn.

5.1.7 Fartøjer med en LOA på 13 meter og derover skal senest den 1. januar 2018 have afholdt fornyelsessyn.

§ 4. Útgerð til vinnufør, ið er merkt við ES-góðkenningarmerkinum samsvarandi galdandi fráboðan frá Sjóvinnustýrinum um útgerð á skipum, kann koma í staðin fyri útgerð, sum er nevnd í hesum regluverki.

§ 5.Fyritøkur ella persónar í Føroyum, sum sambært ásetingunum í kap. I, regel 5 umbyggja og umvæla føroysk skip fevnd av hesum regluverki, skulu frammanundan boða Sjóvinnustýrinum frá umbyggingini ella umvælingini.

§ 6. Brot á ásetingarnar í hesi fráboðan íroknað fylgiskjølini verða revsað við bót, hefti ella fongsul í upp til 2 ár.

Stk. 2.Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.

§ 7. Hendan fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F kemur í gildi 1. januar 2013.

Stk. 2. Uttan so at annað er ásett, eru konstruktiónskrøvini í Skibstilsynets Meddelelser F, Forskrifter for bygning og udstyr m.v. for mindre erhvervsfartøjer, som ændret senest ved teknisk forskrift F af 27. juli 1995 framvegis galdandi fyri verandi (eksisterende) vinnufør.

 

Sjóvinnustýrið, tann 14. december 2012

 

Tommy Petersen, stjóri

                                                                                                                                                                                                                                                                                              / Petur E. Nielsen, ráðgevi

 

Broytingarí mun til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum F, 1. februar 2008

(niðanfyri endurgivið úr Søfartsstyrelsens tekniske forskrift F, dagfest 14. december 2010)

 

Teknisk forskrift

Der er indarbejdet en ny § 5, der pålægger værfter og personer i Danmark at anmelde danske skibe, der ombygges til Søfartsstyrelsen (samsvarandi áseting um fráboðan til Sjóvinnustýrið er sett inn sum § 5 í hesa fráboðan)

Kapitel F I - Almindelige bestemmelser

De nye bestemmelser om periodisk syn er indsat i kap. 1 regel 6. Kravet om periodisk syn gælder kun for danske fiskeskibe.

Kapitel F III - Stabilitet og sødygtighed

De nye bestemmelser om stabilitetsoplysninger og dybgangsmærke er indsat i henholdsvis regel 10 og 14. Ligeledes er der indsat en ændret ordlyd om dynamometerprøven i regel 9.

Kapitel F V - Brandsikring, opdagelse af brand og brandbekæmpelse

Der er indarbejdet nye bestemmelser i regel 12 om trykprøvning af CO2 flasker.

Kapitel F XXVI - Forebyggelse af luftforurening fra skibe

De væsentligste ændringer til kapitlet er skærpede krav til udledninger af SOx og NOx. Disse krav er trinvise skærpelser. De første nye krav til skærpede SOx udledninger træder i kraft 1. juli 2010 i de særlige emissionskontrolområder, mens de første skærpede krav til NOx udledninger træder i kraft 1. januar 2011. IAPP certifikatet er tilsvarende også ændret.Derudover er der indført lempede krav til udpegning af de særlige emissionskontrolområder, hvilket betyder, at der i fremtiden forventes at komme flere af disse områder.Yderligere skal det tilføjes, at den tekniske NOx kode (som ikke er en del af Meddelelser B) ligeledes er revideret. EIAPP certifikatet er tilsvarende ændret.

Bilag 1

Der er foretaget mindre justeringer i checklister for egenkontrol.

Omanfyri nevndu broytingar eru í teknisku kapitlunum markerðar við undirstrikaðum teksti.

 

Frágreiðing um regluverkið fyri smærri vinnufør

Tekniska høvuðsregluverkið fyri smærri vinnufør er sett saman av eini Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F – íroknað teknisku kapittlarnar I-XXVI, umframt trimum fylgiskjølum.

Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F – ið kann sammetast við eina vanliga kunngerð – inniheldur  heimildargrundarlag, gildisøki, revsiásetingar og gildiskomureglur, umframt eitt yvirlit yvir galdandi tekniskum kapitlarnar. 

Í sjálvari fráboðanini verða eisini gjørdar ymiskar tillagingar til føroysk viðurskifti, og í ymiskum tíðarfreistum, nevndar í fylgiskjølunum.

Kapittlarnir I-XXVI innihalda teknisku byggi- og útgerðarkrøvini v.m. til smærri vinnufør. Hesar reglur eru einsljóðandi við fylgiskjølini til Søfartsstyrelsens tekniske forskrift F (bekendtgørelse nr. 1460 af 14. december 2010).

Fylgiskjølini 1 og 2 innihalda tjekklistar (áminningarlistar) sum tað dagliga og árliga áliggur eigaranum/brúkaranum av farinum at eftirkanna av sínum eintingum (sjálvsýn).

Fylgiskjal 3 inniheldur ískoytiskrøv ásett av Sjóvinnustýrinum í sambandi við leinging og/ella umbygging av glastrevjaførum (GRP). Hesi krøv snúgva seg um mannagongdir og skjalprógvan fyri arbeiðnum bæði áðrenn og aftan á at tað er gjørt. Endamálið við hesum er at tryggja, at leinging/umbygging av GRP førum altíð fer fram sambært galdandi reglum og mannagongdum og at farið eisini eftir umbyggingina lýkur lógarásettu krøvini til styrki, stabilitet v.m. Krøvini skulu eisini tryggja Sjóvinnustýrinum ein betri møguleika at fylgja við umbyggingararbeiðnum frá byrjan av.   

Framtíðar dagføringar, broytingar og tillagingar av teknisku krøvunum í fylgiskjølunum verða settar í gildi í Føroyum við einari nýggjari Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F, sum verður lýst á reglu-portalinum á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum www.fma.fo.

Uttan so, at annað verður ásett í einstøku kapitlunum/reglunum, skulu verandi (eksisterende) før einans lúka konstruktiónskrøvini sum vóru galdandi, tá farið varð bygt. Undantøk frá hesum kunnu tó vera ásett í nýggjari reglum. Eldri reglur kunnu tí framhaldandi hava týdning, hóast nýggjari reglur eru lýstar á økinum.

Gildisøki

Regluverkið er í høvuðsheitum galdandi fyri vinnufør, hvørs longd (L) er styttri enn 15 metrar og dimensiónstalið er 20 ella størri men undir 100, jb. kapittul I, regel 1.

Harumframt eru eisini ávís onnur vinnufør, sum liggja innanfyri omanfyri nevndu støddarmørk, fevnd av hesum regluverki – sí nærri kapittul I, regel 1.3.

Regluverkið er galdandi fyri nýggj vinnufør (jb. kap. I, regel 2.3) uttan so, at annað verður ásett í einstøku kapittlunum/reglunum.

Heimildargrundarlagið fyri regluverkinum

Heimildargrundarlagið fyri hesi Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F er løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum við seinni broyting.

Teknisku reglurnar fyri smærri vinnufør byggja annars á hesi rættargrundarlag: 

Kapittlarnir I–V og VII-X snúgva seg um byggi- og útgerðarkrøv til smærri vinnufør, og byggja á Nordisk Bådstandard við teimum ískoytum og broytingum sum menningin og royndir í verki hava gjørt neyðugar. Nevndu kapittlar innihalda harumframt eisini ásetingar frá teirri seinastu endurskoðanini av FAO/ILO/IMO “Voluntary guidelines for the design, construction and equipment of small fishing vessels”.

Ásetingarnar í kapittul VI byggja á partar av EU-direktivi 93/103/EØF om minimumsforskrifter for sikkerhed og sundhed under arbejdet om bord i fiskefartøjer. Viðvíkjandi medisinkistu verður víst til galdandi fráboðan frá Sjóvinnustýrinum um medisinkistu og sjúkuviðgerð umborð á skipum.

Kapittul XII ásetur krøv til uppihaldsrúm og drekkivatnsskipan og er m.a. grundaður á ILO-konventiónina um uppihaldsrúm umborð á fiskiskipum (ILO-konvention nr. 126 af 21. juni 1966)

Kapitlarnir XXI, XXIV, XXV og XXVI áseta dálkingarfyribyrgjandi tiltøk, og eru grundaðir á altjóða MARPOL konventiónina um fyribyrgjan av dálking til sjós (MARPOL, annex I, IV, V og VI)

Kapittlarnir XIII – XX eru lagdir av til møguliga seinni nýtslu.

Kapittlarnir XXII og XXIII vísa til ásetingarnar um dálkingarfyribyrgjandi tiltøk í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum B/Meddelelser fra Søfartsstyrelsen B, sum eru galdandi fyri øll skip, sum sigla við skaðiligum evnum í flótandi ella emballeraðum formi. Ásetingarnar eru tó ikki galdandi fyri stores, útgerð og ballastvatn.

Aðrar reglur

Mint verður á, at umframt tað í hesi fráboðan lýsta regluverkið fyri smærri vinnufør, so finnast eisini aðrar reglur fyri smærri vinnufør, sum longu frammanundan eru galdandi í Føroyum, ella sum í framtíðini verða settar í gildi í Føroyum:

  • Framvegis galdandi danskar bekendtgørelser, lýstar í Kunngerðablaðnum B áðrenn Skipaeftirlitið/Sjóvinnustýrið varð yvirtikið 1. januar 2002 (sí www.logir.fo)
  • Tekniskar forskriftir frá Søfartsstyrelsen (FSK), lýstar í serliga danska tekniska kunngerðasavninum Meddelelser fra Søfartstyrelsen
  • Vegleiðingar av ymiskum slag (VEJ), somuleiðis lýstar í Meddelelser frá Søfartsstyrelsen og/ella á regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum
  • Føroyskar kunngerðir, lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum (sí www.logir.fo)
  • Fráboðanir frá Skipaeftirlitinum/Sjóvinnustýrinum, somuleiðis lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum og kunngjørdar á  regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum á www.fma.fo

Regluportalurin hjá Sjóvinnustýrinum

Henda fráboðanin frá Sjóvinnustýrinum, íroknað fylgiskjølini við teknisku krøvunum v.m., verður einans lýst á regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum á heimasíðuni www.fma.fo, har miðað verður eftir at savna alla viðkomandi teknisku lóggávuna fyri smærru vinnuførini.

 

 

 

 

 

 

 

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv