Kunngerð um sigling við ferðamannaskipum, ið sjóseta smærri bátar við ferðafólkum er komin í gildi


Endamálið við kunngerðini er at avmarka sigling við smærri bátum, ið verða sjósettir av ferðamannaskipum. Sambært kunngerðini skulu bátar, sum verða sjósettir frá ferðamannaskipum, 
sum koma til Føroyar, sigla í og úr ISPS-góðkendum havnum við ferðafólki.

Sambært heimasíðuni hjá Landsverki eru tað í løtuni 20 góðkendar ISPS-havnir.  ISPS er ein stytting fyri International Ship and Port Facility Security. ISPS-góðkendu havnirnar hava tað til felags, at atkomuviðurskiftini eru nøktandi og harvið eisini tryggari hjá ferðafólkum at koma í og úr bátunum. 


Øll onnur sigling í innara sjóøkinum við “tender-boats” ella líkn. smærri bátum frá ferðamannaskipum verður bannað.
 

 

Viðheft skjøl:
FílaLýsingSeinast dagførd
Tak hesa fílu niður (Kunngerð nr.83 2019-Kunngerðablað A (3).pdf)Kunngerð nr.83 2019-Kunngerðablað A (3).pdfKunngerð nr. 83 frá 14. juni 2019 um sigling við ferðafólki við smærri bátum, sum verða sjósettir av ferðamannaskipum2019-07-10

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv