Vælkomin til Regluportalin

Slag: Fráboðan

TJEKKLISTI

fyri árligt sjálvsýn (egenkontrol) av vinnuførum undir 15 metrar

Eigarin/brúkarin av farinum hevur sambært Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F, kap. I, regel 6, stk. 6 eina lógarálagda skyldu at fremja eitt árligt sjálvsýn av farinum samsvarandi hesum tjekklista

Tjekklistin skal tryggja, at útvald trygdarkrøv regluliga verða eftirkannað í tíðarskeiðnum millum høvuðssýnini. Talan er sostatt ikki um ein úttømandi lista yvir øll krøv, sum farið skal lúka sambært galdandi lóggávu

Hesin tjekklisti skal altíð vera umborð á farinum og eftir umbøn vísast fram fyri eftirlitsmyndugleikanum!

Sýnsár______________

Navn á farinum

Havnakenningarnummar

Heimstaður

     

Økir, ið skulu eftirkannast

Ja

Nei

Er farið umbygt? - og um ja, er Sjóvinnustýrið fráboðað og hevur sýnað umbyggingina?

   

Er kravda bjargingarútgerðin umborð, á røttum stað, í lagi og klár til nýtslu ?

   

Riggar radioútgerðin, íroknað brúksbattarír og umstillari til startbattaríir ?

   

Er magnetkumpassin eftirkannað og deviatiónstalva gjørd ?

   

Riggar ekkoloddið ?

   

Er radarreflektorin á røttum stað og í lagi ?

   

Er álmanakki umborð í nýggjastu útgávuni ?

   

Eru kravd uppsløg og skelti hongd upp á rætta stað ?

   

Rigga allar lanternur ?

   

Riggar floytan/tokulúðurin ?

   

Rigga lensiportrini ?

   

Eru pakningar og skalkingar í veðurtættum hurðum í lagi ?

   

Eru brandspjell í lagi ?

   

Eru øll luftrør tryggjaði ímóti at sjógvur rennur niður í tey ?

   

Er akkersútgerðin umborð og klár til nýtslu ?

   

Er róðurstamman við pakkdós og búsningum kannað og í lagi ?

   

Er góðkend stabilitetsmappa umborð - herundir nýggja stabilitetsmappa í samband við møguliga umbygging ?

   

Rigga tær báðar óheftu startskipaninar til høvuðsmotorin í lagi ?

   

Riggar fjarstongsulin ("hurtiglukkere") til brennioljuskipanir ?

   

Riggar lensiskipan og lensialarmar ?

   

Hava eldávaringar- og eldsløkkiskipanin, herundir hondeldsløkkjarnir verið til regluligt eftirlit ?

   

Finst brandteppi umborð ?

   

Eru gasbluss og/ella oljufýrd kabúss í lagi ?

   

Kunnu lúkur læsast í opnari støðu ?

   

Er dekkið v.m. tryggjað ímóti hálku ?

   

Eru atkomuviðurskiftini til lastina v.m. trygg ( trappir og leytarar)?

   

Er skansaklædningur, gelendarar og fallverja í lagi ?

   

Eru landgonguviðurskiftini trygg ?

   

Eru ljósviðurskiftini í gongdum, rúmum og arbeiðsøkjum í lagi ?

   

Er verndarútbúnaður á dekksmaskinarínum í lagi (skermar og neyðstopp) ?

   

Fara stýrihandtøkini á spølum sjálvvirkandi í "neutral-støðu" ?

   

Eru trygdarboylarnir á "vegvísarablokkum" í lagi ?

   

Er dagførd medisinkista umborð ?

   

Er útgerð at bjarga fyri borð falnum persónum umborð og klár til nýtslu ?

   

TAÐ VERÐUR HERVIÐ UNDIR REVSIÁBYRGD VÁTTAÐ:

at eg samvitskufult havi eftirkannað øll punktini í tjekklistanum í sambandi við árliga sjálvsýnið
at tjekklistin er rætt fyltur út
og at manglar/brek eru - ella uttan drál verða umvæld
     

Staður

Dagfesting

Undirskrift eigarans/brúkarans

Dagligur tjekklisti

fyri vinnufør undir 15 metrar fevnd av Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F

Til tess at tryggja, at farið altíð er í sjódyggum standi, eigur hesin tjekklisti at verða havdur á einum sjónligum stað umborð, og samvitskufult verða gjøgnumgingin hvørja ferð áðrenn lagt verður frá landi

NAVN Á FARINUM

HAVNAKENNINGARNUMMAR / EFTIRLITSNUMMAR

HEIMSTAÐUR

     

Er kravda bjargingarútgerðin umborð, á røttum stað, í lagi og klár til nýtslu ?

Riggar radioútgerðin ?

Rigga allar lanternur ?

Er neyðuga navigatiónsútgerðin umborð, herundir ein álmanakki ?

Riggar floytan/tokulúðurin ?

Rigga lensiportrini ?

Rigga pumpur og aðrar lensiskipanir ?

Rigga lensialarmarnir ?

Eru sjógvsambond og aksilpakkdós tøtt ?

Riggar eldávaringar- og eldsløkkiskipanin ?

Eru hondeldsløkkjarar umborð ?

Fara stýrihandtøkini á spølum sjálvvirkandi í "neutral-støðu" ?

Er nóg mikið av brennievni umborð ?

Eru veðurvánirnar og streymviðurskiftini kannað áðrenn fráferð ?

Kemur farið undir allari ferðini at hava nøktandi stabilitet og fríborð ?

Eru lúkur og lok (deksil) latin aftur og skalkað ?

Kunnu lúkur og hurðar læsast í opnari støðu ?

Rigga trygdarskipaninar í taljum og blokkum ?

Er útgerð at bjarga fyri borð falnum persónum umborð og klár til nýtslu ?

 

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv