Gildiskoma: 12.04.2006
Slag: Løgtingslóg (VØRN)

§ 1. Lógin fevnir um bjargingarútgerð, sum skal vera umborð á førum.

Stk. 2. Útgerð, sum umframt er kravd av Skipaeftirlitinum, skal eisini vera umborð.

§ 2. Á opnum bátum frá áttamannafari (24 fót/7,44m) og uppeftir og deksførum undir 20 tons (BT), skal henda útgerð vera umborð, tá ið lagt verður frá landi:

1)   Kumpass, sum á deksførum skal vera føst uppsett

2)   Floyta, tó soleiðis, at um báturin er styttri enn 12 m, floyta ella blásilúður.

3)   Mastur, segl, árar og bátshaki, har hetta er verkliga gjørligt.

4)   Eldsløkkjari, 6 kg pulvur.

5)   Minst 2 pøsir.

6)   3 neyðrakettir, 3 neyðbluss og lumma-lykt.

7)   Varp við ílatogi.

8)   Bjargingarbelti, -vestur ella bjargingar-búni til hvønn persón.

9)   Neyðsendari av VHF slagi, ikki berbarur, men fastgjørdur umborð.

10) Siglingarljós.

11) Radarreflektor.

12) Skipsskjøl, vegleiðingar og uppsløg, sum eru kravd. Føroyskur álmanakki og sjókort yvir sigliøki.

13) Bjargingarkransur við línu, sum er 27,5 m.

§ 3. Bátar, minni enn áttamannafar (24 fót/7,44m), men størri enn 20 fót/6,20m, skulu hava hesa útgerð umborð, tá ið lagt verður frá landi:

1)   Kumpass.

2)   Blásilúður ella floytu.

3)   Mastur, segl, árar og bátshaka, har hetta er verkliga gjørligt.

4)   Føroyskan álmanakka.

5)   Pøs.

6)   Bjargingarbelti ella -vest til hvønn persón.

7)   Neyðrakett ella neyðbluss og lummalykt.

8)   Varp við ílatogi.

9)   Radarreflektor.

§ 4. Bátar, minni enn 20 fót (6,20 m), skulu hava hesa útgerð umborð, tá lagt verður frá landi:

1)   Bjargingarbelti ella –vest til hvønn persón.

2)   Árar.

3)   Pøs.

§ 5. Kappróðrarbátar koma ikki undir reglurnar í §§ 2, 3 og 4 í hesi lóg. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um útgerð á kappróðrar-bátum, umframt reglur um nýtslu av útgerðini.

§ 6. Før, sum verða nýtt til ferðafólka-flutning, skulu hava útgerð sum ásett í reglunum hjá Skipaeftirlitinum.

§ 7. Fiskiveiðieftirlitið hevur eftirlit við, at lógin verður hildin og hevur rætt til uttan rættarúrskurð at fara umborð á før at gera neyðugar kanningar.

§ 8. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um nýtslu og burturbeining av neyðrakettum og um keyp og sølu av slíkari útgerð.

Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um bjargingarútgerð á førum, sum ikki koma undir reglur, ásettar av Skipaeftirlitinum. 

§ 9. 1) Brot á §§ 2-4 verða revsað við bót. Fyri brot á reglur, settar í gildi við heimild í lógini, kann verða ásett, at hesi verða revsað við bót.

§ 9 a. 1) Fiskiveiðieftirlitið kann, í málum um brot á hesa lóg og reglur, settar í gildi við heimild í lógini, í einum sektaruppskoti boða frá, at málið kann verða avgjørt uttan rættarviðgerð, um tann, ið hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og váttar at vera til reiðar at gjalda bótina sambært sektaruppskotinum innan nærri ásetta freist. Eftir áheitan kann Fiskiveiðieftirlitið leingja freistina.

Stk. 2. Reglurnar í rættargangslógini um krøv til innihaldið í ákæruritum og reglurnar um, at ein ákærdur ikki hevur skyldu at geva frágreiðing, verða samsvarandi nýttar viðvíkjandi sektaruppskotum.

Stk. 3. Góðtekur tann, ið hevur framt brotið, bótina, fellur rættarsóknin burtur.

§ 9 b. 1) Verður brot framt av løgfrøðiligum persóni, undir hesum partafelagi, smápartafelagi, lutafelagi, íognarfelagi, felagsskapi, grunni, búgvi, kommunu, øðrum føroyskum myndugleikum ella ríkismyndugleikum, kann løgfrøðiligi persónurin verða revsaður við bót.

§ 10. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 72 frá 13. mai 1992 um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BRT/GT), sum broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 13. november 1998.

 

 

Tórshavn, 12. apríl 2006

 

Jóannes Eidesgaard (sign.)

løgmaður

/ Bjørn Kalsø (sign.)

Lm. nr. 66/2006

 


1) Broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 19. mai 2008, har § 3 er soljóðandi: “Mál, sum eru til viðgerðar, tá ið lógin kemur í gildi, verða viðgjørd sambært teimum reglum, sum higartil hava verið í gildi.

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv