Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um broyting í SOLAS kunngerð

Talan er um rættingar ella konsekvensbroytingar í verandi kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. (SOLAS). Tað vil siga, at kunngerðin ikki hevur við sær nýggjar innihaldsligar broytingar.

Kunngerðin kemur í gildi 1. september 2022.

Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um lastalinjur o.a.

Kunngerð um lastalinjur er grundað á kapittul 1, II-5 í fráboðan B og kapittul 1, II-5 í fráboðan D. Altjóða sáttmálin um lastalinjur er í fullum líki í skjalinum til kunngerðina meðan sjálv kunngerðin hevur meiri yvirskipaðar ásetingar. Sostatt er einki stórvegis nýtt innihaldsliga í uppskotinum. Uppskotið er liður í at sundurskilja fráboðan B, soleiðis at hvør altjóða sáttmáli verður settur í verk í serstakari kunngerð heldur enn at samla alt í einum stóra kunngerð, ið áður hevur verið leisturin. Frameftir er altjóða sáttmálin um lastalinjur einans settur í verk við hesi kunngerð frá Sjóvinnustýrinum.

Kunngerðin kom í gildi 27. august.

Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um uppihaldsrúm o.a.

Kunngerðin er grundað á kapittul II-3 í áður galdandi kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. (fráboðan B).

Kunngerðin setur í høvuðsheitum í verk krøv sambært MLC-sáttmálanum, ið kom í altjóða gildi í 2013. Endamálið við kunngerðini er at gera eina serstaka kunngerð fyri teknisku krøvini til upphaldsrúmini o.a.í handilsskipum sambært MLC-sáttmálanum. Hetta er liður í at sundurskilja kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. (fráboðan B), soleiðis at hvør altjóða sáttmáli verður settur í verk í serstakari kunngerð heldur enn at samla alt í einari stórari kunngerð, ið áður hevur verið leisturin.

Kunngerðin hevur ikki einans formligar broytingar við sær, men eisini innihaldsligar broytingar.

Høvuðsbroytingarnar eru hesar:

- Ásetingar um kabússur, proviantrúm, drekkivatn og drekkivatnsskipanir eru strikaðar, og verða ásettar í uppskoti til kunngerð um kost og drekkivatn o.a. í handilsskipum.

- Bygnaðurin í kunngerðini er lagdur eftir ásetingunum í MLC-sáttmálanum standard A 3.1.

- Í reglu 2, nr. 4 í skjali 2 er ásett, at verandi skip eisini verða fevnd av ásetingunum í kunngerðini soleiðis, at tað eisini ber til at viðgera hesi skip sambært nýggju undantøkunum. Tó verða verandi skip ikki fevnd av nýggju konstruktiónskrøvunum.

Kunngerðin kom í gildi 27. august.

 

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv