Við gildiskomuni av MLC-sáttmálanum (Maritime Labour Convention) í 2013 var aldursmarkið fyri at fara til skips hækkað til 16 ár og varð hetta ásett í føroyskari lóggávu í løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki. Við nýggju kunngerðini er talan um eina tillaging í mun til lógina og hevur sostatt ikki praktiskar broytingar við sær. 

 

Við nýggju kunngerðini verða samstundis gjørdar aðrar smærri dagføringar í mun til eldri kunngerðina, sum tó væntandi ikki hava við sær broytingar í praksis.

 

Krøvini fyri útgávu av siglingarbókum verða tey somu eins og í eldru kunngerðini. Sostatt verður meginreglan framvegis, at umsøkjarar skulu hava heimarætt fyri at fáa føroyska siglingarbók, tó so at undantaksheimild verður ásett, soleiðis at siglingarbók í serligum førum kann útflýggjast persónum, sum ikki hava heimarætt, men sum sigla við føroyskum skipum. Við uppskotinum verður ásett, at siglingarbókin verður útgivin mótvegis einum gjaldið á kr. 200. Upphæddin er hin sama, sum ásett er í eldri kunngerðini.

 

Eisini reglurnar um, hvussu siglingarbókin skal áteknast verða tær somu. Í mun til eldri kunngerðina, verður við hesi kunngerð tó ikki longur eitt krav um, at skiparin altíð skal útfylla siglingarbókina. Hetta skal skiparin harafturímóti gera eftir áheitan frá sjófólkinum sjálvum. Orsøkin til hesa broyting er, at tað ikki er eitt altjóða krav um, at siglingarbókin verður áteknað við siglingartíð sjófólksins.

 

Føroyar hava staðfest ILO 108 sáttmálan um samleikaprógv fyri sjófólk. Nýggja kunngerðin, eins og føroyska siglingarbókin, liva upp til sáttmálan. Sáttmálin ásetir, at sjófólk sum hava siglingarbók úr einum landi, ið hevur staðfest sáttmálan, skulu hava loyvi at koma í land í einum øðrum landi, ið hevur staðfest sáttmálan. Hetta tó bara í tilknýti til sítt starv sum sjófólk. Harafturat eru ásetingar um, hvør kann fáa siglingarbók og hvørjar upplýsingar skulu standa í siglingarbókini. 

Viðheft skjøl:
FílaLýsingSeinast dagførd
Tak hesa fílu niður (Kunngerð nr.48 2019-Kunngerðablað A.pdf)Kunngerð nr. 48 frá 30. apríl 2019 2019-05-28

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv