Slag: Fráboðan

Grein 1 Gildisøki

(1)  Hetta kapitlið er galdandi fyri bæði nýggj og verandi før, undantikin:
 
(.1)  Opin før
(.2)  Før, har siglingarferðin ikki varðar meira enn 1/2 tíma á sjónum
(.3)  Sleiparar og onnur før, sum ikki fara út um havnamerkini, ella um eingi havnamerkir eru, ikki fara longur enn 1,5 fjórðing úr havnalagnum.

[Tey í stk. (1) (.1 til .3) undantiknu førini skulu tó lúka kravið um fast uppsettan VHF sendara í kapitul VII]

Grein 2 Gildisseting

(1)  Ásetingarnar í hesum kapitlinum skulu vera loknar í seinasta lagi [1. juli 2004], tó soleiðis, at verandi før, hvørs siglingarøkið einans er innan fyri A1- øki, fáa útskotið hesa freist til [1. februar 2005].
(2)  Ásetingarnar í hesum kapitlinum forða tó ikki fyri, at eitt far, ella ein bjargingarbátur, í einari neyðstøðu, brúkar eitthvørt amboð ella tól, ið er til taks, til at gera vart við seg, gera sína knattstøðu til kennar og fáa hjálp.

Grein 3 Allýsingar

(1)  Í hesum kapitlinum hava fylgjandi orðatiltøk hesa merkingina:
(.1)  "Støðug vakt". Fyri at radiovaktin kann roknast sum støðug, kann hon bert verða brotin í styttri tíðarbilum, har ið móttøkan er tarnað ella stongd orsakað egnum radiosamskifti ella orsakað av, at radioútgerðin er undir regluligum eftirliti ella umvæling.
(.2)  "Digitalt selektivt kall" (DSC) merkir ein tøknilig skipan grundað á talgildar kotur, ið kann fáa samband og senda upplýsingar til eina aðra radiostøð ella til ein bólk av radiostøðum, og sum lúka umráðandi tilmæli fra altjóða radiofelagsskapinum (ITU-R).
(.3)  "EPIRB" (Emergency Position Indicating Radio Beacon) er ein fylgissveina neyðradiopeilisendari.
(.4)  "MMSI" (Maritime Mobile Service Identity) er eitt 9-siffrað tal, ið eyðmerkir skipið í m.a. DSC-útgerð og EPIRB.
(.5)  "Float-free EPIRB" er ein EPIRB'ur, ið frítt kann loysast út og flotna, um skipið søkkur.
(.6)  "SART" (Search And Rescue Transponder) er ein sendari/móttakari, ið gerst virkin frá signalum frá einum 3-cm radara, og sum sendur út signal, ið verða skrásett av einum 3-cm radara. Hesin verður brúktur til staðfesting av knatstøðuni í sambandi við eina neyðstøðu.
(.7)  "INMARSAT" merkir tann felagsskapin, ið stovnsettur er sambært sáttmálanum um altjóða sjóvinnu fylgissveinafelagsskapin (INMARSAT), samtyktur tann 3. september 1976.
(.8)  "NAVTEX-" er ein móttakari til sjálvvirkandi móttøku av enskmæltum trygdaruplýsingum innan sjóvinnu (MSI) á 518 kHz.
(.9)  "Havøkið A1" merkir eitt øki, ásett av einari sáttmálabundnari stjørn, innan fyri sendiøki hjá í minsta lagi einari VHF strandastøð, har ið tað alla tíðina ber til at senda neyðávaring um DSC.
(.10)  "Havøkið A2" merkir eitt øki, uttan fyri havøkið A1, ásett av einari sáttmálabundnari stjørn, innan fyri sendisøki hjá í minsta lagi einari MF strandastøð, har ið tað alla tíðina ber til at senda neyðávaring um DSC.
(.11)  "Havøkið A3" merkir eitt øki, uttan fyri havøkini A1 og A2, innan fyri sendiøki hjá einum staðføstum INMARSAT fylgissveini, har ið tað alla tíðina ber til at senda neyðávaring.
(.12)  "Havøkið A4" merkir eitt umráði, uttan fyri havøkini A1, A2 og A3.
(.13)  "Sendiøki", merkir í hesum kapitli eitt øki, har ið hoyrilíkindini til átrokandi sending eru nøktandi.

Grein 4 Kravd radioútgerð

(1)  Tann í talvuni kravda útgerðin skal vera umborð á teimum førum, ið eru fevnd av hesum kapitlinum:

Havøki

VHF-

DSC

MF-

DSC

HF-

DSC

Inmar-

sat-C

EPIRB

Float free

SART

Berbarur

VHF

NAVTEX

A1

1

     

R

R

R

R

A2

1

1

   

1

1

R

11

A3

1

1

1 ella 1

1

1

R

1

1Enn er ikki krav um Navtex-móttakara á førum, sum hava sigliøki F4, jf. kapitul 1 um ástt sigliøki.
2Enn er ikki krav um Navtex-móttakara á førum, sum hava sigliøki F4, jf. kapitul 1 um ástt sigliøki.

1 = kravd útgerð

R = viðmæld útgerð

(2)  Tá talan er um funktiónskrøvini til radioútgerðina og krøvini til uppseting, verður víst til reglurnar í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, kapitul IV, sum er galdandi fyri omanfyri nevndu útgerð.
(3)  Á førum, ið hava siglingarloyvi til økini A3 og A4, skal DSC útgerðin vera A ella B flokkað. Á førum, ið hava siglingarloyvi til økini A1 og A2, skal VHF-DSC útgerðin vera A, B ella D flokkað og MF-DSC útgerðin A, B ella E flokkað.
(4)  Verður ikki brúkt her
(5)  Radioútgerðin skal vera útgjørd við álítandi fast uppsettum elektriskum ljósi, sum veitur nóg gott ljós til, at tað ber til at brúka útgerðina á ein tryggan hátt.
(6)  Radioútgerðin skal vera týðiliga merkt við navninum á farinum, kallibókstavunum, MMSI-nummarinum og møguligt Inmarsat-nummar. Hjá radioútgerðini skal vera eitt uppslag, ið veitir ókunnugum vegleiðing um, hvussu radiostøðin verður sett í gongd, og hvussu neyðkall verður sent í einari neyðstøðu.

Grein 5 Vaktarhald

(1)  Øllfar skal, tá ið tey eru úti, halda eina støðuga vakt:
 
(.1)  á VHF- DSC rás 70, um farið er útgjørt við VHF- DSC;
(.2)  á neyð- og trygdarfrekvensinum fyri DSC: 2187,5 kHz, um farið er útgjørt við einari MF- DSC radiostøð;
(.3)  á neyð- og trygdarfrekvensunum fyri DSC: 2187,5 kHz og 8414,5 kHz, umframt eisini á í minsta lagi einum neyð- og trygdarfrekvensi fyri DSC: 4207,5 kHz, 6312 kHz, 12577 kHz ella 16804,5 kHz, alt eftir tíðarskeiðinum á samdøgrinum og og hvar farið er statt, um farið er útgjørt við einari MF/HF- DSC radiostøð. Hendan vaktin kann haldast við nýtslu av einum móttakara, ið kann skanna.
(.4)  fyri strond-til-skip neyðboðum um fylgissvein, um farið er útgjørt við einari INMARSAT-C støð.
 
(2)  Eitt og hvørt far skal, tá ið tað er á sjónum/úti, halda radiovakt til móttøku av trygdarupplýsingum innan sjóvinnu (MSI) á tí, ella teimum frekvensunum, har ið sendingar eru til júst tað økið, farið er í.
(3)  Fram til 1. februar 2005, skulu øll, tá ið tey eru úti, halda eina støðuga lurtivakt á VHF-rás 16 í tann mun, hetta kann lata seg gera. Hendan vaktin skal haldast frá tí staðnum umborð, har ið farið vanliga verður stýrt.

Grein 6 Orkukeldur

(1)  Tá ið farið er á sjónum/úti, skal tað altíð vera nóg mikið av elektriskari orku til at kunna reka allan radioútbúnaðin, umframt til at løða allar teir akkumulatorar, ið verða nýttir sum ein partur av einari ella fleiri eykaorkukeldum til radioútbúnaðin.
(2)  Radioútbúnaðurin skal vera koblaður til eitt brúksbattarí og kunna koplast til eitt neyðbattarí ella startibattarí um ein sjálvvirkandi umskiftara..
(3)  Tað í grein 4, stk. (5) kravda ljósið og møgulig siglingarútgerð, sum er koblað til radioútgerðina á farinum, skal vera koblað til somu orkukeldu sum radioútgerðin.
(4)  Orkukeldan skal kunna veita neyðuga orku í minsta lagi 6 tímar til niðanfyri nevndu radioútgerð samstundis:
 
(.1)  VHF- DSC umframt eina av niðanfyri nevndu útgerðum um so er, at farið hevur siglingarloyvi til øki uttan fyri A1:
(.2)  MF- DSC, ella
(.3)  MF- HF- DSC, ella
(.4)  Inmarsat- C.

Grein 7 Røkt

(1)  Neyðugar tøkniligar vegleiðingar skulu vera umborð til tess at útgerðin kann passast á rættan hátt og kunna haldast.
(2)  Nóg nógvir eykalutir og amboð skulu vera umborð til tess at útgerðin kann haldast.
(3)  Á førum, ið hava siglingarloyvi til A3- øki, skal røktin av radioútgerðini tryggjast við nýtslu av í minsta lagi einum av hesum háttunum: dupulta útgerð, hald frá/í landi ella møguleika fyri haldi undir sigling. Tann valdi møguleikin skal góðkennast av Skipaeftirlitinum.
(4)  Útgerðin skal haldast í virkisførum standi.

Grein 8 Radiomanningin

(1)  Øll før skulu hava manning umborð, ið er skikkað til at røkja neyð- og trygdarradiosamskifti. Hesi av manningini skulu hava viðkomandi/tey røttu radiopróvskjøl/ini. Ein ávísur av manningini skal í fyrsta lagi vera settur at hava høvuðsábyrgdina av radiosamskiftinum í neyðstøðum.

Grein 9 Radiodagbók - skipsdagbók

(1)  Um tað verður kravt, at skipsdagbók verður førd, skulu allar hendingar, í sambandi við radiotænastuna, ið mettar vera at hava týdning fyri trygdina á sjónum, skrivast upp í skipsdagbókina.

 

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv