Grein 1 Gildisøki
(1) | Hetta kapitlið er galdandi fyri bæði nýggj og verandi før. |
Grein 2 Høvuðsávaringarskipanin, mynstringarskipanin og neyðleiðbeiningar
(1) | Høvuðsávaringarsignalið er sjey ella fleiri stuttir tónar fylgdir av einum longum tóna, givnir við floytuni, lúðrinum ella aðrari eins tryggari útgerð til ljóðávaring. |
(2) | Øll skip skulu hava týðiligar vegleiðingar um, hvørjar uppgávur hvør einstakur persónur umborð hevur í sambandi við eina neyðstøðu. Áðrenn farið byrjar ferð sína, skal ein mynstringarskipan verða gjørd. Um so er, at broytingar verða gjørdar, ið hava við sær, at broytingar mugu gerast í mynstringarskipanini, skal skiparin antin rætta í skipanini ella gera eina nýggja mynstringarskipan. |
Grein 3 Upplæring og venjingar
(1) | Í minsta lagi ein ferð um mánaðin skulu venjingar fremjast við bjargingar- og eldsløkkingar-útgerðini. Bjargingar- og eldsløkkingarútgerðin skal eftirkannast í sambandi við venjingarnar. Skiparin skal skriva upp í sýnsbókina tíð og stað fyri venjingunum. |
(2) | Skiparin skal síggja til, at allir persónar, sum hann ella eigarin hevur sett í starv umborð, hava kravda trygdarskeiðið fyri sjófólk.1 |