Slag: Fráboðan

Grein 1 Konstruktiónin

(1)  Skrokkurin, yvirbygningar, dekshús, maskinrúmsslokur, niðurgongdir og allir uppbygdir partar, umframt skipsútgerð, skulu vera hóskandi konstrueraði og hava eina fulldygga styrki til, at kunna tola allar væntandi støður, ið farið kann verða fyri í teirri ætlaðu nýtsluni av farinum.
(2)  Umframt tey krøv, ið sett verða aðrar staðir í hesari fyriskipanini, skulu før, tá talan er um konstruktiónina á skrokkinum, styrkina, tilfarsstøddir, akker, ketur, akkersspøl og sleipitrossar, maskinarí, ketilsútbúnað og elektriska útbúnaðin, vera konstrueraði, bygd og hildin sambært ásetingum hjá einum av Skipaeftirlitinum góðkendum klassafelagi, ella lúka samsvarandi krøv í hesum regluverkinum.
(3)  Før, ið eru bygd í útlandinum kunnu verða góðkend um tey hava eitt próvskjal, ið váttar, at tey eru góðkend og sýnað av einum góðkendum klassafelagi.
(4)  Skrokkurin á einum fari úr timbri, kann byggjast sambært vegleiðing frá danska Søfartsstyrelsen um bygging av førum úr timbri, undir hesum áður galdandi kunngerð frá danska Handilsmálaráðnum frá 8. oktober 1947. Tó skal skrúvuskipanin og róðursstøddir ásetast sambært kapitul IV, grein 3, umframt kapitul II, grein 19. Onnur krøv í hesum regluverkinum eru harumframt galdandi fyri hesi før.
(5)  Fyri onnur smærri før úr timbri, ið ikki koma undir reglunar í omanfyri nevndu vegleiðing, er galdandi, at tey kunnu smíðast sambært gamlari føroyskari siðvenju fyri slík før.
(6)  Tað flotdýpi, ið verður brúkt sum grundarlag fyri at avgera styrkina á skrokkinum v.m., er "Dýpið moulded", soleiðis sum tað er allýst í kapitul I, ella, tá talan er um opin før, dýpið til stokkin. Har ið eitt lægri liggjandi veður- ella arbeiðsdekk ikki røkkur um alla longdina á farinum, verður flotdýpi tó roknaður til tað ovasta gjøgnumgangandi dekkið.
(7)  Allir tangar, vætntøtt skott, vatn- og veðurtættar lúkur og hurðar umframt formróður og stevnirør v.m., skula trýst- ella lekaroynast sambært galdandi reglufyriskipan og verkligum royndum hjá einum góðkendum klassafelagi.
(8)  Styrkisrættleiðingar (korrektiónir) og styrkingar, galdandi fiskifør:
 
(.1)  Dimensjoneringsrættleiðingar. Tær sambært grein 20 ásettu tjúktir og mótstøðumoment, skulu faldast við einum brúksfastatali sambært talvuni niðanfyri:

Brúksfastatal fyri:

Fastatøl:

Botnur og kimingur

1,05

Síður og galvur

1,05

Dekk og bakkadekk

1,15

Yvirbygningar

1,10

Skerifastleiki í kjarnuni í tvískinnaðum panelum

1,05

(.2)  Staðbundnar styrkingar.
  Øki, ið eru fyri stórari ávirkan frá trolútgerð ella samsvarandi útgerð, skulu vera nóg væl styrkt. Før, ið eru bygd úr GRP, træi ella stáli, skulu harumframt hava staðbundnar styrkingar móti sliti.
  Ein kravd ísstyrking kann góðkennast ístaðin fyri kravdar staðbundanr styrkingar.

Grein 2 Skott og vatntættar sundurskiljingar

(1)  Á deksførum skulu motorrúm, lastarrúm og tilhaldsrúm vera sundurskild við vatntøttum skottum frá botni til dekk. Stýrimaskinan, tangaskipanir og líknandi, ið eru staðsett í lastar- ella goymslurúmum, skulu somuleiðis vera sundurskyld við hóskandi skottum. Før, ið eru bygd úr træi, skulu hava somu skott, og um tað er verkliga møguligt, skulu hesi eisini vera vatntøtt.
(2)  Opin før skulu hava vatntøtt skott ella ein motorkassa rundan um motorskipanina. Hæddin á hesum skal vera í minsta lagi 300 mm hægri enn djúplastalinjan, tó ikki hægri enn upp til yvirtrom á stokkinum. Tilsvarandi er galdandi fyri luftop til motorin.
(3)  Tað kann á opnum førum verða loyvt at hava skott ella motorkassa og møguligt dúrk, oman yvir gir, sum heilt ella partvís kunnu takast burtur í sambandi við hald og umvæling av motorskipanini. Samankomingar og tettingar á flytiligu skottum ella motorkassa og dúrki, skulu hava somu styrki og tættleika sum hin parturin av hesum.
(4)  Har ið skrúvuakslar, rør, elektriskir káplar ella starthandtøk ganga ígjøgnum eitt vatntætt skott, skal gjøgnumføringin vera soleiðis skipað, at vatntættleikin á skottinum verður varðveittur.

Grein 3 Ísstyrking

(1)  Alment
 
(.1)  Før, ið hava fingið tillutað eitt siglingarøki1, har ið ísur oftani er, skulu vera ísstyrkt. Før, sum eru bygd úr træi, skulu hava ísstyrktan klædning.
(.2)  Skjóttsiglandi før, ið hálv- ella heilplana, ið eru bygd úr glastrevjastyrktum polyseter (GRP), før, ið hava eitt sokallað "Z-drive" ella "water jet" ístaðin fyri vanliga skrúvuskipan, umframt før við spakaróðri ella hálvspakaróðri, fáa vanliga ikki tillutað eitt siglingarøki, har ísur er.
(2)  Ísumráðið á skrokkinum verður roknað frá 500 mm yvir djúplastalinjuni til 500 mm undir lættlastavatnlinjuni. Botnurin frá stevninum til 30 % av longdini (Loa) aftureftir, verður eisini roknaður sum ísumráði.
(3)  Ísstyrkingin umfatar eftirfylgjandi felags minstukrøv, ið verður brúkt, har ið tað, í sambandi við tey einstøku tilfarssløgini, ikki verða sett strangari krøv:
 
(.1)  Á ísumráðinum, skal tjúktin á uttara klædninginum økjast til:
  t(ís) = 1,3 x t + 1,5 mm
  har ið t er laminat ella plátutjúktin sambært konstruktiónskrøvunum í grein 20, 23 og 25.
(.2)  Kjølurin skal styrkjast soleiðis, at mótstøðumomentið økist við 100 % í mun til hini ásettu byggikrøvini.
(.3)  Skrúvuásurin skal styrkjast soleiðis, at tvørmálið verður økt við 15 % í mun til krøvini í kapitul IV.
(.4)  Tvørmálið á róðursstokkinum skal økjast, við tað at kraftin, ið inngongur í formlunumn í grein 19 verður roknað 25 % størri enn tað, sum annars er roknað við. Boltar í róðurskobling, í róðurplátum v.m. skulu styrkjast samsvarandi eftir somu fyritreytum.
(4)  Før, ið eru bygd úr stáli.
 
(.1)  Tá talan er um før, ið eru bygd úr stáli, ásetur Skipaeftirlitið, møguliga í samaráð við eitt góðkent klassafelag, sum farið brúkar, ísklassan/styrkingarnar við tað at atlit verður tikið at teimum landafrøðiligu avmarkingunum og ísviðurskiftunum, ið eru á staðnum, umframt møgulig árstíðaravmarkingum.
(.2)  Ísstyrkingin skal tó í minsta lagi samsvara KIS tilmælum2 fyri ísstyrking av fiskiførum úr stáli, partur II ella ein tilsvarandi ísklassa hjá einum góðkendum klassafelagi, um so er at hesin klassin hevur ásetingar um sigling í ísfyltum sjóøki við førum avteirri stødd talan er um.
(5)  Før, ið eru gjørd úr aluminium
 
(.1)  Tá talan er um før, ið eru gjørd úr aluminium, ásetur Skipaeftirlitið, møguliga í samaráð við eitt góðkent klassafelag, sum farið brúkar, ísklassan/styrkingarnar við tað at atlit verður tikið at teimum landafrøðiligu avmarkingunum og ísviðurskiftunum, ið eru á staðnum, umframt møgulig árstíðaravmarkingum.
(.2)  Ísstyrkingin skal tó í minsta lagi samsvara KIS tilmælum3 fyri ísstyrking av fiskiførum úr stáli, partur II ella ein tilsvarandi ísklassa hjá einum góðkendum klassafelagi, um so er at hesin klassin hevur ásetingar um sigling í ísfyltum sjóøki við førum av teirri stødd talan er um.
(.3)  Har ið tað kann roknast við serliga stórum sliti, t.d. á kjølinum, botninum, stevninum og um støkklinjur á skrokkinum, skulu sveisast eyka slitlistar úr aluminium á, teir skulu vera hálvrundir ella flatir. Slitstyrkingarnar kunnu ístaðin vera innbygdar í sjálva konstruktiónina á skrokkinum, har ábart er.
(6)  Træskip
 
(.1)  Stevnið skal í fullari breidd vera klætt við einum stálstevnisskinnara, ið hevur ein tvørskurðarflatu, sum í mm² er 80 ferðir fullu longd á farinum, Loa, ella á stevninum mált í metrum. Stevnisskinnarin skal ganga frá fremsta punktinum á stevninum niður til ein metur aftan fyri skoytið millum stevnið og kjølin. Stevnisskinnarin skal vera festur í stevnið við boltum ella skipsnaglum. Síðurnar á framstevninum skulu styrkjast við ábolting av plátum úr stáli, sum harumframt skulu vera sveisaðar til stevnisskinnaran. Málsetingin av síðuplátum og stevnisskinnara verður treytað av stødd á fari og nýtsluhátti v.m. Kalfatringin í spuningsnotuni skal vera vard av hálvrundum jarnskinnarum ella av ísklædninginum, ið røkkur tvørtur um.
(.2)  Undir kjølinum skal vera ein strákjølur, ið verjir móti sliti um siglt verður á land ella á ís. Strákjølurin skal hava somu breidd sum tann veruligi kjølurin, tó ikki undir 80 mm í breidd.
(.3)  Alt ísumráðið skal vera vart av ísklædninginum. Umráðið í einum kíla frá afturkantinum á stevnisssíðuplátunum niðri við kjølin til ísklædningsbeltið við ta fremsta lastarrúms-skottið, skal einini vera vart av ísklædninginum. Ísklædningspláturnar skulu vera úr svørtum ella galvaniseraðum jarni, aluminium ella kopari. Klædningsplátur, ið er úr svørtum ella galvaniseraðum jarni ella úr aluminium, skulu vera væl festar í skipsskrokkin við skipsnaglum, ið hava eina uml. ¾ longd av tjúktini á skipsplankunum. Klædningsplátur úr kopari, skulu festast í skipsskrokkin við koparnaglum. Ísklædningur úr aluminium ella kopari, skal ikki bera við stál ella annað metal.
(.4)  Før, ið sigla í umráðum, har vandi er fyri ógvuliga nógvum rekaísi, skulu hava ísklædningin eyka styrktan. Hetta verður gjørt við at áseta flatjørn ella plátur á stevnið, ið skulu festast við søkkskipsnaglum og sínámillum bundið saman við sveisiheftum í vatnganginum.
(7)  GRP før
 
(.1)  GRP før skulu uppfylla KIS- tilmælini frá apríl 1989 viðvíkjandi ísstyrking av glastrevjaførum og sigling í ísfyltum sjóøki. Um so er at eitt góðkent klassafelag hevur samsvarandi reglur um sigling í ísfyltum sjóøki fyri umrøddu stødd á førum, kunnu hesar reglur brúkast ístaðin.
(.2)  Róðrið skal vera bygt úr stáli, ið hevur eina stálgóðsku svarandi til skipsbygningsstál flokkur A.
(.3)  Á stevninum og á kjølinum frá 500 mm yvir djúplastalinjuni og aftur eftir kjølinum til hælin undir skrúvuni, skal vera eitt GRP slitlag og ein styrking uppá uml. 10 mm í tjúkt og 100 mm í breidd til hvørja síðu á skrokkinum. Tann í tilmælinum nevndi stevnisskinnarin og slitkjølurin úr stáli, eru ikki kravdir um so er, at farið hevur hesa styrking í botninum.
1Sjóøkið norðan fyri 65° 30' norðurbreidd, millum 28° vesturlongd og Íslands vesturstrond; norðan fyri Íslands norðurstrond; norðan fyri kumpaslinjuna, ið gongur frá 66° norðurbreidd, 15° vesturlongd til 73° 30' norðurbreidd, 15° eysturlongd, norðan fyri 73° 30' norðurbreidd millum longdarstigini 15° eysturlongd og 35° eysturlongd, og eystan fyri 35° eysturlongd eins væl og norðan fyri 56° norðurbreidd í Eystursjónum, umframt omráðið norðan fyri 43° norðurbreidd, skilmarkað vestureftir móti norðuramerikansku strondini og eystureftir af tí kumpaslinjuni, ið gongur frá 43° norðurbreidd, 48° vesturlongd til 63° norðurbreidd, 28° vesturlongd, og haðaniífrá eftir 28° vesturlongdini.
2Víst verður til KIS- tilmælum, ið er ein grønlendsk vegleiðing frá 1989 við seinni broytingum viðvíkjandi fiskiførum, um ísstyrking av fiskiførum.
3Víst verður til KIS- tilmælið, ið er ein grønlendsk vegleiðing frá 1989 við seinni broytingum viðvíkjandi krøv til fiskifør í sambandi við ísstyrking v.m.

Grein 4 Serlig krøv, ið eru galdandi fyri opin før

(1)  Á førum, ið hava brunn, skal traktin á brunninum, dekk og skott hava somu styrki sum skrokkurin annars, og yvirkantur á traktini skal í minsta lagi hava somu hædd sum stokkurin.
(2)   
 
(.1)  Karmhæddin til hurðaop inn til stýrihúsið, ella líknandi, skal vera í minsta lagi 380 mm hægri enn dúrk ella dekk. Hurðarnar til slík rúm skulu ganga úteftir.
(.2)  Lúkur til motorrúm umframt lúkur og hurðar til yvirbygd tilhaldsrúm, skulu vera skipaðar soleiðis, at tær kunnu latast tætt aftur.
(.3)  Á førum, ið eru styttri enn 12 metrar, kunnu karmhæddir til hurðaop inn til rúm, hvaðani vatnfyling ikki kann henda til rúm undir dekki, vera 200 mm, og hurðin kann vera gjørd sum ein skjótihurð.
(.4)  Tá talan er um op til rúm undir dekki, ella til rúm, hvørs rúmmál er roknað upp í flótirúmmálið á farinum í sambandi við støðufestissútrokningar, eru reglurnar í grein 7, stk. (1) harumframt galdandi.
(3)  Luftrør skulu munna út so ovarlaga sum møguligt á klædninginum og vera væl vard móti vandum fyri skaða.
(4)  Skipan av frárenslum frá dúrki/tiljum á opnum førum.
  Dúrkið (tiljurnar) skal ikki leggjast soleiðis, at tað kann hava ringan ávirkan á støðufestið á farinum. Um so er, at dúrkið/tiljurnar er hægri enn lættlastalinjan og harumframt er so vatntætt, at sjógvur/vatn kann savnast á dúrkinum/tiljunum, skulu komandi treytir fylgjast:
 
(.1)  Í báðum endum á dúrkinum skulu vera frárenslop til frárensl av vatni til botnin á farinum. (Sí mynd 1).
(.2)  Flatan á frárensluopunum skal vera í minsta lagi 75 % av teirri kravdu flatuni á lensiportrunum til frárensl av vatni frá dekkinum beinleiðis fyri borð.
(.3)  Opin før skulu ikki hava lensiportur.
(.4)  Til tess at sleppa undan, at regnvatn setur niður í botnin á farinum gjøgnum frárenslini, kunnu hesi vera í mesta lagi 25 mm hægri enn dúrkið, soleiðis sum víst á myndini niðanfyri.
(.5)  Lensipumpan skal vera væl staðsett, soleiðis at hon virkar eftir ætlan og súgvingin ikki verður darvað.

Grein 5 Serlig krøv, ið eru galdandi fyri deksfør

(1)  Á førum, ið hava brunn, skal traktin á brunninum umframt dekk og skottir hava somu styrki sum skrokkurin annars, og traktin skal vera vatntøtt upp til dekkið.
(2)  Pavnarnir skulu kunna læsast ella verða hildnir í fastari støðu soleiðis, at teir ikki gerast leysir, tá ið teir eru í brúki, og teir mugu ikki forða fyri, at inntikið vatn rennur út aftur. Ímillum skansaklædningin og tey uttastu pavnskottini, ið ganga eftir longdini, skal vera nóg mikið av plássi til, at vatn/sjógvur ótarnað kann renna til lensiportrini.

Grein 6 Vatntættleiki á skrokkinum sum heild

(1)  Op á útsíðum skulu kunna latast aftur soleiðis, at vatn ikki kann seta/leka inn í farið. Deksop, ið mugu vera opin, tá ið fiskað verður, skulu vanliga vera staðsett inn móti miðlinjuni á farinum. Skipaeftirlitið kann, eftir einari ítøkiliga meting, góðkenna eina aðra fyriskipan um hon metir, at trygdin við hesum ikki verður verri av hesi orsøk.

Grein 7 Veðurtættar hurðar

(1)  Op í yvirbygningum og niðurgongdum í dekshúsum og tílíkum frá veðurdekkinum til rúm undir dekki ella til rúm, har rúmmálið verður roknað upp í flótirúmmálið á farinum í sambandi við støðufestisútrokningar, skulu vera útgjørd við veðurtøttum hurðum, sum skulu ganga úteftir.
(2)  Til tess at ein hurð kann roknast sum veðurtøtt, eru hesar treytir galdandi:
 
(.1)  Hurðin skal hava somu stryki, sum tað skottið, ið hon situr í.
(.2)  Hurðin skal hava tettingar, ið ikki kunnu kroystast úr.
(.3)  Hurðin skal sita á hongslum og kunna verða hildin fast í opnari støðu.
(.4)  Umframt hongslini, skal hurðin hava í minsta lagi 2 hurðaspenni, ið kunnu vera latin upp og spent fast frá báðum síðum á skottinum.
(3)  Karmhæddin á hurðaopum til veðurtættar hurðar, ið ganga beinleiðis til arbeiðsdekkið, skal vera í minsta lagi 380 mm á arbeiðsdekkinum og 300 mm á yvirbygningsdekkum.

Grein 8 Veðurtættar lúkur á deksførum

(1)  Lúkukarmar á arbeiðsdekkinum skulu hava eina hædd uppá í minsta lagi 380 mm. Karmhæddir á fyrsta dekkinum uppi yvir arbeiðsdekkinum skulu vera í minsta lagi 300 mm.
(2)  Lúkur, ið verða latnar upp tá skipið er úti, skulu sita á hongslum ella vera festar við ketu og kunna vera hildnar fastar í opnari støðu.
(3)  Hæddin á karmum til smálúkur (t.d. lúkur til neyðútgongdir), sum vanliga ikki verða latnar upp tá skipið er úti, kunnu vera í minsta lagi 230 mm á arbeiðsdekkinum og 100 mm á yvirbygningsdekkum. Har ið Skipaeftirlitið metur, at tað á einum staði ikki er beinleiðis vandi fyri vatnfylling, kann tað verða loyvt at hava lúkur, ið sita ájavnt við dekkið. Lúkurnar skulu vera týðiliga merktar á báðum síðum við áskriftini "NEYÐÚTGONGD, skal ikki steingjast".
(4)  Kravið um hæddina á karmum kann lækkast ella falla burtur fyri:
 
(.1)  Lúkur uppi yvir motorrúmum, ið einans verða brúktar í sambandi við røkt og umvæling av maskinarínum, umframt aðrar lúkur sum á tilsvarandi hátt ikki eru beinleiðis neyðugar í sambandi við rakstrin av farinum.
(.2)  Smálúkur, ið hava eina flatu uppá í mesta lagi 0,1 m².
  Tað er eitt krav, at lúkurnar hava tettingar og tilspenningar, við lítlari sínámillum frástøðu, og at tær ikki lættliga kunnu latast upp.
(5)  Til tess at ein lúka kann roknast sum veðurtøtt, eru krøvini, sum her koma, galdandi:
 
(.1)  Lúkan skal hava tettingar, ið ikki kunnu kroystast úr.
(.2)  Skalkingarnar skulu ikki hava størri sínámillum frástøðu enn 600 mm og frástøðan til lúkuhornini skal vera í mesta lagi 300 mm.
(.3)  Lúkan skal hava í minsta lagi 2 hongls ella samsvarandi.
(6)  Í sambandi við útrokning av styrkini á lúkuni, skal hædd takast fyri vektini á tí farminum, ið ætlandi skal standa á lúkuni, tó skal tað í minsta lagi roknast við 10,0 kN/m². Tá talan er um lúkur úr bleytum stáli, skal tann mesta vektin, sum ásett omanfyri, faldað við 4,25, ikki fara upp um minstu brotstyrkina á tilfarinum. Um so verður, skal bendið ikki vera størri enn 0,0028 ferðir spennvíddina.
(7)  Lúkur, ið eru framleiddar úr øðrum tilfari enn bleytum stáli, skulu í minsta lagi hava somu styrki, sum lúkur, ið eru framleiddar úr bleytum stáli, og teirra konstruktión skal vera nóg góð til, við teimum í stk. (6) ásettu tyngdum, at tryggja veðurtættleikan.
(8)  Allar lúkur skulu kunna haldast í opnari støðu og vera tryggjaðar móti ótilætlaðari afturlating.

Grein 9 Maskinrúmsop

(1)  Maskinrúmsop skulu vera umgird við skottum og lokaði við køppum, ið hava eins góða styrki sum tann á yvirbygninginum rundan um. Til atgonguop á útsíðum í hesum, skulu vera hurðar, ið uppfylla krøvini í grein 7.
(2)  Onnur op enn atgonguop, skulu vera útgjørd við lúkum, ið hava eins góða styrki sum tann á konstruktiónini tær sita á. Hesar lúkur skulu vera støðugt uppsettar og kunna verða latnar aftur veðurtætt.

Grein 10 Onnur deksop og íslok

(1)  Lúkur við skrúvum, bajonettum ella av líknandi slagi, umframt lok til mannhol, ið kunnu staðsetast ájavnt við dekkið, kunnu vera brúktar á teimum støðum, har ið hetta hevur stóran týdning fyri arbeiðsumstøðurnar. Treytin fyri hesum er tó, at hesar kunnu latast aftur vatntætt og at tær eru settar støðugt fastar á viðkomandi staði. Við atliti at støddini og býtinum á opum og slagi á læsingum, kunnu, eftir einari ítøkiligari meting, metal móti metalli læsingar verða brúktar um so er, at lúkurnar kunna latast aftur rímiliga verðutættar og lúkurnar eru tryggjaðar við ketum ella líknandi soleiðis, at tær skjótt kunnu fáast upp á pláss aftur, eftir at tær eru tiknar av.
(2)  Kemur ein fiska- og/ella íslyfta upp gjøgnum arbeiðs- og/ella yvirbygningsdekkið, skulu hesar lyftur vera minst 900 mm hægri enn nevndu dekk, og ein nøktandi tetting skal vera kring lyftuna.Har, sum lyftan kemur upp, skal vera karmur, sum í vavi og styrki er sum lúkukarmur. Lyftur skulu ovast hava eitt tætthongslað lok, har undirkanturin skal vera minst 1200 mm hægri enn dekkið.

Grein 11 Luftskiftisskipan

(1)  Á deksførum skulu luftskiftisop vera í minsta lagi 450 mm hægri enn dekkið. Opini skulu vera soleiðis gjørd og staðsett, at sjógvur, ið skolar inn á dekkið, ikki kann seta inn í farið.
(2)  Á luftskiftisskipanini til maskinrúmið skal karmhæddin oman fyri dekkið vera so stór, sum verkliga møguligt tó ikki undir 750 mm á veður-/arbeiðsdekkinum og 450 mm á yvirbygningsdekkum. Viðvíkjandi maskintøkniligum krøvum til luftskifti til motorrúm, verður vís til kapitul IV, grein 3, stk. (16).
(3)  Luftskiftisop skulu vera gjørd og staðsett soleiðis, at sjógvur ikki kann koma ígjøgnum tey inn í farið. Tey skulu kunna latast aftur veðurtætt við læsingum, ið sita á ventilatorinum ella á húsanum rundan um. Læsingarnar skulu kunna passast uttan fyri motorrúmið. Læsingarnar skulu kunna haldast í bæði afturlatnari og opnari støðu.
(4)  Luftskiftisopini skulu vera gjørd og staðsett so høgt, at tey ikki fara undir fyrr enn farið hevur lagt seg meira enn ávikavist 30°, tá talan er um opin før og 40° á liðina, tá talan er um deksfør.
(5)  Styrkin á luftskiftiskarmum skal vera eins góð og tann á bygnaðinum rundan um. Luftskiftisop skulu kunna latast aftur veðurtætt soleiðis sum nevnt í stk. (3) omanfyri.

Grein 12 Luftrør

(1)  Luftrør skulu í hædd vera ájøvn yvirtrom á lúnningini, tó í minsta lagi 450 mm hægri enn dekkið. Luftrørini skulu staðsetast soleiðis, at tey eru vard móti skaða í sambandi við arbeiði á dekkinum.
(2)  Luftrørini skulu vera útgjørd við mótrenslventilum, svanahálsum ella samsvarandi, ið forðar fyri, at vatn á dekkinum kann seta inn í farið niður í tangar, akkumulatorrúm og tílík rúm.
(3)  Luftrørini skulu hava eina styrki, ið samsvarar styrkini á bygnaðinum rundan um og vera útgjørd við hóskandi verjuskipanum.

Grein 13 Kúgveygu, vindeygu og portur

(1)  Vindeygu, kúgveygu og ljósop, umframt glasið í teimum, í yvirbygningum og dekshúsum á veður-/arbeiðsdekkum, skulu vera gjørd úr hóskandi tilfari av haldgóðum og til endamálið hóskandi skapi . Tjúktin á glasinum skal vera sambært talvuni niðanfyri, ið er galdandi fyri vindeygu við herdum glasi, karbonatglasi, akrylglasi og laminatglasi.
  Glastjúktin er ásett í mm, hæddin (h) og breiddin (b) er í cm.

h (cm)

20

30

40

50

60

70

Teigur

1 2 3

1 2 3

1 2 3

1 2 3

1 2 3

1 2 3

B (cm)

20

5 5 4

5 5 4

5 5 4

5 5 4

5 5 4

6 5 4

30

5 5 4

5 5 4

6 5 4

6 5 4

6 5 4

6 6 4

40

5 5 4

6 5 4

6 5 4

6 6 4

8 6 4

8 6 5

50

5 5 4

6 5 4

6 6 4

8 6 4

10 6 5

10 8 5

60

5 5 4

6 5 4

8 6 4

10 6 5

10 8 5

10 8 5

70

6 5 4

8 6 4

8 6 5

10 8 5

10 8 5

10 8 5

80

- 5 4

- 6 4

- 6 5

- 8 5

- 8 5

- 10 6

90

- 5 4

- 6 5

- 8 5

- 8 5

- 10 6

- 10 6

100

- 5 4

- 6 5

- 8 5

- 8 5

- 10 6

- 10 6

110

- 5 4

- 6 5

- 8 5

- 10 6

- 10 6

- 12 6

120

- 5 4

- 6 5

- 8 5

- 10 6

- 10 6

- 12 6

130

- 5 4

- 6 5

- 8 6

- 10 6

- 12 6

- 12 6

140

- 5 4

- 6 5

- 8 6

- 10 6

- 12 6

- 12 6

Nýtslan av teigunum 1, 2 og 3 er treytað av staðsetingini av vindeyganum, og um tað er eitt deksfar ella opið far eftir hesum leiðreglum:

Teigur 1

a)  Vindeygu frá 0,5 m til hædd í m omanfyri djúplastalinjuna sum víst niðanfyri:

3,2 x Δ

 

1000 x L1 x B

 
   

har ið:

 
   

Δ: fult lastað deplasement í kg

 

L1: longdin í metrum soleiðis sum allýst í kapitul I, grein 2, pkt. (15)

 

B: størsta breiddin á skrokkinum í metrum, máld til útsíðuna á klædninginum, har ið fendarar o.a.t. ikki eru tiknir við.

 

Vindeygu ella ljósventilar, ið eru á hesum støðum, skulu hava lúkur.

b)  Vætnrøtt vindeygu ella lúkur, sum kunnu verða fyri partvísari kraftávirkan á dekki ella á takinum á yvirbygningi á deksførum, og sum eru hægri enn

3,2 x Δ

 

1000 x L1 x B

 
   

metur oman fyri djúplastalinjuna.

   

Samsvarandi lúkur ella vindeygu, ið eru lægri, mettir Skipaeftirlitið um í hvørjum einstøkum føri.

 

Teigur 2

a)  Vindeygu í yvirbygningum, stýrihúsi v.m. á deksførum, sum eru hægri enn

3,2 x Δ

 

1000 x L1 x B

 
   

metur hægri enn djúplastalinjan.

   

Teigur 3

a)  Vindeygu í yvirbygningum á opnum førum, ella partvís yvirbygdum førum, har ið vindeyguni sita hægri oman fyri djúplastalinjuna enn fríborðið miðskips er á slíkum førum.
b)  Vindeygu, ið eru í 2. yvirbygningshædd á deksførum, undantikið á framsíðu á stýrihúsinum, har ið teigur 2 skal brúkast.
(2)  Stýrihúsvindeygu skulu vera úr herdum trygdarglasi ella samsvarandi.
(3)  Vindeygu ella kúgveygu, ið sita á síðuni á skrokkinum, skulu ongantíð sita soleiðis, at undirkanturin er minni enn 500 mm frá djúplastalinjuni. Vindeygu, ið sita á síðuni á skrokkinum, skulu hava hongslaðar lúkur.
(4)  Vindeygu ella kúgveygu, ið sita á síðuni á skrokkinum undir arbeiðsdekkinum, ella veðurdekkinum á øðrum førum enn fiskiførum, skulu sita í minsta lagi 10 mm innan fyri síðuni á skrokkinum og skulu ikki kunna latast upp. Karmar skulu ikki stinga meira enn 5 mm út um síðuna á skrokkinum.
(5)  Litað glas ella glas, ið letur seg lætt skøva, skulu ikki sita á framsíðuni og síðunum á stýrihúsinum ella við stýristaðið.
(6)  Gløs í vindeygum, kúgveygum og ljósopum, ið eru í fríborðinum, á dekkum har ábært er og í lúkum, ið eru ájavnt við dekkið, skulu vera mekaniskt fasthildin millum tvær rammur ella millum ein fals og eina rammu. Ramman kann vera heilgjørd ella samansett. Har ið vandi er fyri at glasið kann verða trýst út úr rammuni, t.d. orsakað av at vindeyguni eru stór, glasið er liðiligt ella staðsetingini av vindeyganum, skulu serlig atlit verða tikin at hesum vandanum. Slík atlit kunnu t.d. vera at økja um nertiflatuna millum glasið og rammuna ella seta upp træðranet ella rimaverk.
(7)  Vindeygu í rúmum, ið verða roknaði uppí flotføri til støðufesti, skulu sita í fastari rammu, soleiðis sum ásett í stk. (6).
(8)  Vindeygaramma úr gummi kann einans verða loyvd eftir at Skipaeftirlitið hevur gjørt eina ítøkiliga meting av hesum og einans til rúm av minni týdningi, haðani onnur rúm undir arbeiðsdekkinum ikki kunnu fyllast. Har ið gummiramma verður brúkt, skal tað vera tryggjað, at glasið ikki verður kroyst úr, og kravið um tjúktina á gløsumum í teigi 1 og 2 skal økjast við 20 %. Um hert glas ikki verður brúkt, skal tjúktin á glasinum vera tillagað stívleikanum og styrkini á tilfarinum.
(9)  Um nýtt verða vindeygu, ið hava størri breidd ella longd enn tað, ið er ásett í talvuni frammanfyri, skal prógvast, at tey hava í minsta lagi somu styrki og stívleika.
(10)  Potrur í síðuni á skrokkinum
  Portur, í fríðborðinum á opnum førum skulu vera gjørd soleiðis, at tey eru vatntøtt. Portur og karmar skulu í minsta lagi hava somu styrki sum skrokkurin annars. Á deksførum skulu portur í síðum, í bógnum ella í hekkuni ikki verða undir arbeiðsdekkinum.
(11)  Á opnum førum skal undirkanturin á opum til portur vera í minsta lagi 200 mm yvir djúplastavatnlinjuni.
(12)  Portur, ið sita soleiðis, at undirkanturin á opinum er minni enn 500 mm yvir djúp- lastalinjuni, skulu hava sterkar tettingar umframt skalkingar, har sínámillum frástøðan er í mesta lagi 300 mm. Stórar nøgdir av sjógvi mugu ikki sleppa inn gjøgnum portur, sum sita hægri enn 500 mm yvir djúplastalinjuni. Slík portur skulu hava nøktandi afturlatingar- og skalkiskipanir.
(13)  Portur, ið fella niður, skulu vera útgjørd við støðgiskipan á niðastu leguni.

Grein 14 Til- og frárenslop í skrokkinum

(1)  Op í skrokkinum, ið eru minni enn 100 mm uppi yvir djúplastalinjuni, ella undir dúrkinum, tá talan er um opin før, skulu hava steingiventil (sí mynd 2).
(2)   
 
(.1)  Ventilar, ið brúktir verða til op í skrokkinum, skulu hóska til skipsbrúk. Teir skulu vera gjørdir úr stáli, bronsu ella úr einum øðrum góðkendum seigum tilfari og vera ísettir soleiðis, at teir, uttan mun til umstøðurnar, eru lættir at koma fram at.
(.2)  Ventilar, ið sita í lastarrúmum ella undir dekki, skulu hava stýristengur , ið røkka upp um dúrkið ella dekkið.
(.3)  Ventilar, ið hava skrúvugang í lokinum ella í ovasta partinum, skulu vera tryggjaðir soleiðis, at lokið ella yvirpaturin ikki losnar, tá ið ventilurin verður latin upp ella aftur. Ventilurin skal hava eitt ávísi, sum vísur, um hann er opin ella afturlatin.
(3)  Frárenslop í skrokkinum hægri enn lættlastalinjan og minni enn 350 mm hægri enn djúplastalinjan, umframt skipanir, ið munna út innanborða, skulu hava mótrenslventil, ið forðar sjógvi at seta inn , um leiðingin nakra staðni er minni enn 350 mm oman fyri djúplastalinjuna (sí mynd 2 og 3).
(4)  Rørskipanir, ið hava samband við gjøgnumføringar í ytra klædninginum, skulu vera skipaðar soleiðis, at sjógvur ikki kann seta inn í farið, sjálvt um ventilarnir eru opnir.
(5)  Rørskipanir, ið hava slangusambond, skulu á báðum endum hava 2 slanguklemmur, ið ikki tærast. Slangusambond eru ikki loyvd í ytra klædningi til op, sum eru undir 350 mm yvir djúplastalinjuni.

Grein 15 Lensiportur a deksførum

(1)  Á opnum dekki, har ið skansklædningur er, skulu í báðum síðum vera nóg nógv lensiportur.
(2)  Lensiportrini skulu vera skipaði soleiðis í skansaklædninginum, at tey eru tættast á støðum, har ið sjógvurin helst savnast á dekkinum, t.d. orsakað av springinum, trimminum e.ø. Lensiportur skulu harafturat skipast soleiðis í skansaklædninginum, at trygd er fyri, at dekkið tømist so skjótt og væl sum møguligt. Undurkantur á lensiportrum skal vera so tætt niður ímóti dekkinum sum verkliga møguligt.
(3)  Minsta samlaða opna flatan á lensiportrum í hvørjari síðu sær á farinum skal vera:
  A = 0,02 (a x h - v) m²
  har ið
  A: er samlaða flatan á lensiportrum á hvørjari síðuni sær, roknað í m²,
  a: deksflatan í m²
  h: hæddin á skansaklædninginum í m,
  v: rúmmálið á lúkum, dekshúsum og líknandi, roknað upp til hæddina á skansaklædninginum.
(4)  Um so er at springið á farinum, eftir meting Skipaeftirlitisins , ikki er nóg stórt at tryggja, at sjógvurin á dekkinum kann sleppa burtur nóg skjótt, kann Skipaeftirlitið krevja, at flatan á lensiportrum, soleiðis sum hon er roknað út sambært stk. (3), skal økjast.
(5)  Á førum, ið eru útgjørd við brunni við hóskandi frárenslskipan til hesar, kann kravið til flatuna á lensiportrum minkast. Minkingin kann tó ikki vera meira enn 10 % av kravdu flatuni á lensiportrum.
(6)  Lensiportrini skulu ikki kunna skalkast, men hava topphongslaðar lúkur uttaná, og hava rimar fyri innan. Hendan skipanin skal tó ikki minka stórvegis um ta opnu flatuna á lensiportrunum. Møguligar lúkur ella gummiklaffar á útsíðuni í lensiportrum, skulu vera topphongslaðar. Lúkurnar skulu ganga so mikið frítt, at tær ikki seta seg fastar. Hongslini skulu vera úr tilfari, ið er mótstøðuført móti tæring. Tað er ikki loyvt at hava læsingar til lúkur í lensiportrum.
(7)  Størri lensiportur skulu vera útgjørd við rimum, ið hava eina sínámillum frástøðu uppá í mesta lagi 380 mm tó soleiðis, at opið undir niðastu rim er í mesta lagi 230 mm.
(8)  Deksskott og innrættingar til goymslu av fiskireiðskapi skulu ikki forða fyri, at lensiportrini virka til fulnar.
(9)  Á førum, ið sigla, har vandi er fyri klaka sb. kapitul III, grein 8, skulu lúkur og aðrar verjur á lensiportrum lættliga kunna takast burtur, fyri at avmarka vandan fyri klaka.

Grein 16 Akkersútgerð og teymar

(1)   
 
(.1)  Øll før skulu vera útgjørt við akkersútgerð, festistabbum (pullartum), klampum ella festiásløgum soleiðis, at tað skjótt og trygt kann leggjast fyri akker, leggjast fyri teym ella verða sleipað á ein tryggan hátt.
(.2)  Í talvuni aftanfyri eru krøvini til akker, ketur og teymar ásett.
(.3)  Akkersútgerðin sambært talvuni er grundað á vanligan haldbotn.
(2)  Teymfesti, festistabbar og klúss.
  Akkerstog ella keta skal væl og virðiliga kunna festast fremst á farinum. Har ið tað er neyðugt, skulu klúss, rullur, verjuplátur ella samsvarandi setast upp á støðum, har ið teymar, akkerstog ella ketur fara um lúnning, dekk ella stokk.
(3)  Øll før skulu vera útgjørd við í minsta lagi einum festistabba, áslagi ella klampa har frammi og tveimum har afturi. Har tveir festistabbar ella tvey ásløg verða sett upp, skulu hesi setast so langt úti í borðinum sum møguligt.
(4)  Ein festistabbi ella eitt áslag har frammi og ein har afturi skulu setast soleiðis, at til ber atsleipa. Um sleipiáslag har frammi á opnum førum,við ongum framdekki , er lætt at koma at, kann hetta eisini góðkennast til teymfesti.
(5)  Teymfestini og teirra festi skulu vera sterk og væl fest, og útrokningar av støddini skulu vera grundar á eina dráttarmegi (brotstyrki) "P" eftir longdini svarandi til:

P =

50 x Δ

 

L

   

har ið:

 
   

P: Dráttarmegin (N)

 

Δ: Fult lastað deplasement (kg)

 

L: Longdin í metrum soleiðis sum allýst í kapitul I, grein 2, pkt. (15)

 
Vindeygu ella ljósventilar, ið eru a hesum støðum, skulu hava lúkur.
(6)  Øki undir festistabbum, ásløgum, klampum ella klússum skulu vera nóg væl styrkt. Boltar, møtrikar og aðrar fastsetingar skulu vera úr tilfari, ið er mótstøðuført móti tæring, og skulu vera tryggjað móti at losna.
(7)  Akker
  Samlaða vektin á akkerum kann skiftast sundur í 2 akker, har tað størra (høvuðsakkerið) skal viga í minsta lagi 2/3 av kravdu vektini.
(8)  Vektin á akkerum, ið er ásett í talvuni, er grundað á vanlig sløg á akkerum. Um so er, at akkerið er av serligum slag, ið heldur væl, kann verða loyvt at lækka akkersvektina við upp til 25 %.
(9)  Før, ið hava stóran yvirbygning ella rigning, skulu hava tyngri akkersútgerð. Vektin á akkerum umframt longd og brotstyrkin á akkerstogum skulu økjast við upp til 20 % í mun til tað, ið er ásett í talvuni.
(10)  Á førum, ið hava fingið tillutað siglingarøkini F4 ella F5, skal vektin á akkerum umframt longdin og brotstyrkin á akkerstogum ella ketum og ketuteymum økjast við upp til 20 % í mun til tað, ið er ásett í talvuni.
(11)  Á førum, ið hava fingið tillutað siglingarøki fram við Grønlands strendur, skal vektin á akkerum, umframt longdin og brotstyrkin á akkerstogum ella ketum, økjast við upp til 30 %. Um akkerstog verða brúkt, skal longdin á ketuteymum harumframt økjast við 100 % í mun til tað, ið er ásett í talvuni.
(12)  Akkerstog og teymar
  Farið skal vera útgjørt við í minsta lagi einum akkerstogi ella akkersketu og trimum teymum, ið hava eina longd og brotstyrki samsvarandi henni, ið er ásett í talvuni niðanfyri.
(13)  Ketuteymur
  Um akkerstog verða brúkt, skal tað millum akkerið og akkerstogið vera ein ketuteymur, ið hevur eina longd og brotstyrki samsvarandi henni, ið er ásett í talvuni niðanfyri.
(14)  Akkersketa
  Ketustøddir, ið eru ásettar í talvuni, eru galdandi fyri ketur við stuttum liðum. Keturnar skulu vera gjørdar sambært einum viðurkendum standardi4.
4Víst verður til DS/EN 24 565, ið inniheldur DS/ISO 4565 Akkersketur til frítíðarfør og minni før.

Longd á skrokki
Minni enn (m)

3

4

5

6

7

8

9

10

11

12

13

14

15

16

Akkersvekt til samans (kg)

5

6

9

12

16

21

26

32

39

47

54

62

70

88

Minsta vekt á tí størsta akkerinum (kg)

3

4

6

8

11

14

17

21

26

31

36

41

47

58

Longd á akkerstogi (m)

15

17

20

24

28

32

36

40

44

48

52

56

60

70

Brotstyrkin á akkerstognum (kN)

8

11

15

19

23

28

32

36

41

45

49

53

58

64

Longd á ketuteymi (m)

1,2

2

3

4

5

6

7

8

8

9

10

11

13

13

Tjúkt á ketuteymi (mm)

8

8

8

8

8

8

10

10

10

12,5

12,5

12,5

12,5

12,5

Tjúkt á ketuteymi (" )

5/16

5/16

5/16

5/16

5/16

5/16

3/8

3/8

3/8

1/2

1/2

1/2

1/2

1/2

Longd á teymi (m)

5

7

9

11

13

15

17

19

21

23

26

28

30

30

Broystyrkin á teymum (kN)

5

7

9

11

13

15

17

19

21

23

26

28

30

32

Talva1.

Før, ið era undir 16 metra longd

Grein 17 Arbeiðsdekk undir afturlatnum yvirbygningum a fiskiførum

(1)  Fiskifør, ið hava afturlatnan yvirbygning yvir arbeiðsdekkinum, har ið eingi lensiportur eru, og sum hava portur ella lúkur, ið mugu standa opin, tá ið arbeitt verður á víðum havi, skulu hava eina góða frárenslskipan við einum hóskandi frárenslføri til at leiða burtur vaskivatn og fiskaslógv.
(2)  Øll op, ið mugu standa opin, tá ið fiskað verður, skulu hava lúku, ið skjótt og lættliga kann latast upp og aftur av einum persóni.
(3)  Um veiðan verður løgd inn á hetta dekkið til handfaring ella tilvirkingar, skal hon leggjast í vatntættar pavnar. Hesir pavnar skulu hava góða frárenslskipan. Tað skal vera skipað soleiðis fyri, eftir at Skipaeftirlitið hevur gjørt ítøkiliga meting, at arbeiðsdekki ikki óætlað skal kunna fyllast.
(4)  Í minsta lagi tveir útgonguvegir skulu vera frá slíkum dekkum.
(5)  Hæddin millum dekk, á arbeiðsstøðum skal allastaðni vera í minsta lagi 1,98 m.
(6)  Ein føst uppsett luftskiftisskipan, ið veitir í minsta lagi seks luftskifti um tíman, skal vera á staðnum. Í tilførslu- og fráførsluopunum kunnu vera lúkur ella lok, ið veita møguleika at tillaga luftstreymin.
(7)  Síðulúkur og lúkur aftureftir, ið sita á yvirbygninginum á arbeiðsdekkinum, sum mugu standa opnar, tá ið fiskað verður, skulu vera so lítlar sum møguligt. Undirkantar á lúkuopum skulu vanliga vera í minsta lagi 1000 mm upp frá dekkinum.
(8)  Lúkurnar og læsingarnar skulu hava í minsta lagi somu styrki sum yvirbygningurin, sum tær sita í, og skulu altíð uttan drál kunna latast aftur av einum persóni uttan at brúka amboð til hetta.
(9)  Síðulúkur, ið kunnu latast aftur úr stýrihúsinum, skulu vera útgjørdar við einari ávaringarskipan á arbeiðsstaðnum, ið fer í gongd, tá ið afturlatingin byrjar. Ávaringin skal verða givin bæði við ljóði og sjónliga.
(10)  Síðulúkur og lúkur aftureftir skulu hava ásýnilig skelti við áskriftini "Skal vera afturlatin, tá ið lúkan ikki er í brúki meðan fiskað verður" og "Skal vera afturlatin, tá vandi er fyri at sjógvur kemur inn.
(11)  Har, arbeiðsdekkið í yvirbygdum arbeiðsrúmum, ið hava síðulúkur, er lægst, skal, í hvørjum rúmi, sum er uppskottað, í minsta lagi vera ein lensibrunnur úti í borðinum hvørju megin á dekkinum. Har ið breiddin á arbeiðsrúminum er minni enn ½ x B eftir allari longdini á rúminum, kann tað verða loyvt at hava bert ein lensibrunn øðru megin á dekkinum. Rúmmálið á hvørjum lensibrunni sær skal vera tað størra av:
 
a)  V = 0,5 x A x 1 x b
  har ið
  V: rúmmálið í dm³
  A: flatan a síðulúku uttan í m²
  l: longdin á arbeiðsrúminum í m
  b: breiddin á arbeiðsrúminum í m
b)  Minimum V = 60 dm³
(12)  Lensibrunnar skulu vera í minsta lagi 350 mm djúpir.
(13)  Hvør lensibrunnur á arbeiðsdekkum við afturlatnum yvirbygningi við síðulúkum, skal hava eina sjálvstøðuga lensipumpu.
(14)  Pumpurnar skulu vera sokallaðar " kavpumpur", ið eisini kunnu tola at ganga turrar. Tær skulu vera sjálvsúgvandi og skulu hava sjálvstøðugar sjálvvirkandi og handvirkandi støðgi- og startfunktión.
(15)  Lensibrunnar og pumpur skulu vera skipað og standa soleiðis, at tað í mest møguligan mun slepst undan at pumpurnar á súgvisíðuni verða tiptar av tara, slógvi og slíkum. Pumpurnar skulu harumframt kunna pumpa slógv fyri borð saman við sjónum.
(16)  Lensiorkan á hvørjari pumpu sær skal vera tann størsta av:
 
a)  Q = 3 x B x A,
  har ið
  Q: orkuføri í m³/t
  A: flatan a síðulúku uttan í m²
  B: breiddin í m
b)  Q = 1,25 x størsta vatnsprænorkuføri í arbeiðsrúminum í m³/t.
(17)  Frárensl fyri borð frá pumpum, skulu vera í minsta lagi 600 mm hægri enn arbeiðsdekkið. Frárenslini skulu hava lokaventil og kunnu passast frá einum stað, sum lætt er at koma til, og er í minsta lagi 1 metur upp frá arbeiðsdekkinum.
(18)  Tvørmál og góðstjúkt á frárenslrørum frá pumpum skal vera í samsvar við orkuførið á pumpunum. Góðstjúktin skal vera í minsta lagi 5 mm.
(19)  Hvør lensibrunnur á arbeiðsdekkinum skal hava eina vatnstøðu-ávaringarskipan, ið hevur samband við stýrihúsið og kann fara í gongd, tá ein lensibrunnur er fullur.
(20)  Á arbeiðsdekkinum í yvirbygdum arbeiðsrúmum við síðulúkum kann, umframt tær sambært stk. (13) kravdu pumpurnar, verða loyvt at hava klaffar á beinleiðis frárensli frá lensibrunnum fyri borð.. Á sjóøkjum, har ið tað er vandi fyri klaka, sí kap. III, grein 8, stk. (1), er tó ikki loyvt at brúka klaffar. Klaffarnir skulu vera formaðar og uppsettar soleiðis, sum tað er víst á tekningini niðanfyri og eftirfylgjandi treytir eru loknar:
 
(.1)  Klaffarnir skulu vera settar inn í skrokkin.
(.2)  Klaffarnir skulu afturlatnir vera tættir uttanífrá, og tað skal vera lætt at koma fram at teimum til tess at kunna reinsa og fremja eftirlit.
(.3)  Klaffarnir skulu kunna fjarstýrast úr stýrihúsinum.
(.4)  Í stýrihúsinum skulu vera ávísi, ið vísa hvørjir klaffar eru opnir ella afturlatnir.
(.5)  Klaffarnir skulu harumframt kunna latast aftur handliga frá einum staði, ið er í minsta lagi 1 metur upp frá dekkinum.
(.6)  Frárensluopini til klaffarnar skulu ikki vera størri enn 0,06 m².
(.7)  Klaffarnir skulu sita í minsta lagi 500 mm upp frá djúp- lastalinjuni.
(.8)  Hongslini á klaffunum skulu vera úr tilfari, ið er mótstøðuført móti tæring.

(21)  Í fult afturlatnum arbeiðsrúmum á arbeiðsdekkinum kann lensingin vera skipað við einari sjálvstøðugari pumpu í lensibrunnum og frárenslum, soleiðis sum nevnt í stk. 11 - 19.
  Lensirør frá lensibrunnum kunnu ístaðin verða bundin í høvuðslensiskipanina um so er, at hendan hóskar til hetta endamál.
  Lensiorkan frá hvørjum lenisbrunni skal í báðum førum vera í minsta lagi 1,25 x størsta vatnsprænorkuføri, ið er til staðar á arbeiðsdekkinum.
  Klaffar, sum í stk 20, eru ikki loyvdir.
(22)  Ruskslokur í yvirbygninginum, ella í fult afturlatnum arbeiðsrúmum, skulu vera staðsettar og bygdar soleiðis, at tær eru lættar at hava eftirlit við. Op innan, umframt lúkan omaná, sum skal kunna latast aftur veðurtætt, skal vera í minsta lagi 600 mm upp frá arbeiðsdekkinum. Frárensl- og afturlatingarskipanin skal lúkaásetingarnar í stk. (17). Góðstjúktin á slokuni skal í minsta lagi vera tann sama sum klædningurin ella skansaklædningurin, hon situr á.
(23)  Á deksførum skal eingin uppbygging á dekkinum forða fyri, at vatnið kann veitast bæði skjótt og væl av dekkinum. Einans í serligum føri og eftir einari ítøkiligari meting av Skipaeftirlitinum er tað loyvt at hava dekshús við síðuveggjum út ímóti borðinum, sjálvstøðugar síðuveggir úti í borðinum til verju móti veðrinum ella samsvarandi konstruktiónir/uppbygging á dekkinum. Í slíkum síðuveggjum verða tey í grein 15 nevndu lensiportur ikki góðtikin sum gevandi nóg góða avveiting. Skansaklædningur, ið er hægri enn 1,20 m, verður roknaður sum ein síðuveggur.
(24)  Frá bingjuskipanini á dekkinum, skal vera ein góð frárenslskipan, ið fer fyri borð.

Grein 18 Fótatøl

(1)  Øll deksfør skulu hava fótatøl í desimetrum merkt á fram- og afturstevninum á báðum síðum. Merkini skulu vera so tætt upp at stevnurættunum sum møguligt.

Grein 19 Róður og stýriskipanin

(1)  Stýriskipanin skal tryggja eina støðuga og trygga stýring við teirri motororku, sum farið er bygt og góðkent til. Stýriskipanin og stýrið skulu lúka ásetingarnar í einum viðurkendum standardi.5
(2)  Stýriskipanin skal vera vard soleiðis, at hon ikki verður darvað farminum umborð, og hon skal ikki koma í samband við aðrar fastar, flytførar ella heitar partar ella líknandi, ið kann ávirka stýringina.
(3)  Tá ið stýringin er skipað við einum handratti, skal fult róðurssveip borð úr borði, kunna náast við í minsta lagi tveimum og í mesta lagi fimm snúningum av handstýrinum. Samstundis skal róðursstøðan ikki brádliga broytast um so er, at handstýrið verður slept, meðan skipið siglir.
(4)  Skipanin skal vera soleiðis bygd, at róðrið ikki fer longur út enn til35° í hvørt borðið.
(5)  Tá stýrt verður við fjarstýring, skal vera skipað soleiðis fyri, at ein neyðstýring uttan drál kann fáast at virka, meðan farið í minsta lagi hevur stýriferð. Hendan neyðstýringin kann vera skipað við einum stýrisvøli, ið skjótt og lætt kann setast á róðursásin.
(6)  Allir partar í stýriskipanini skulu vera gjørdir og uppsettir soleiðis, at teir tola kraftávirkanina, ið teimum kunnu verða fyri, eisini ta kraftávirkanina, ið stendst av, at farið verður lagt í hallstøðu við róðrinum, og aðrar rørðslur hjá farinum. Har serliga ábært er, skulu skrúvusambondini vera úr rustfríum stáli. Øll skrúvusambondini, sum festa stýriskipanina, skulu vera tryggjaði.
(7)  Allar gjøgnumføringar í motorrúmum, t.d. hol fyri stýrikáplum, skulu tettast væl við mansjettum ella líknandi.
(8)  Hydraulikkslangur og -rør skulu verjast soleiðis, at tær og tey ikki koma í samband við heitar partar. Somuleiðis skulu slangurnar og rørini vera vard móti mekaniskum sliti. U.l. 300 mm skulu vera millum festini. Aðrar ásetanir viðvíkjandi hydraulikkskipanum eru at finna í kapitul IV, grein 13.
(9)  Rørini til oljufylling og útlufting skulu vera lætt at koma til.
(10)  Neyðstýring skal vera til allar róðurakslar, sum hava fjarstýring.
(11)  Tað kann verða loyvt at skipa eitt neyðstýristað undir dekkinum um so er, at ein hóskandi samskiftisútgerð til stýrihúsið er tøk. Neyðstýring er ikki kravd á førum, ið hava tvær skrúvur og har ið ein roynd kann prógva, at farið kann stýrast á ein tryggan hátt við skrúvunum.
(12)  Neyðstýring er ikki kravd á førum, har ið høvuðsstýriskipanin er samansett av tveimum sjálvstøðugum skipanum, har onnur ikki er treytað av orkuveitingini á farinum.
(13)  Stýri, róðursásur, róðurlegur, hælur, róður og róðurskobling o.s.fr., skulu antin dimensjonerast sambært reglum hjá einum góðkendum klassafelagi ella eftir niðanfyri ásettu reglum.
(14)  Róður við ásløgum, róðursásur, koblingar v.m. skulu hava neyðuga styrki. Stívarar og styrkingar skulu vera á teimum støðum, har ið gjøgnumføringar og ásløg eru.
(15)  Róðrið skal vera hóskandi tryggjað so tað ikki lyftir seg úr leguni. Boltar í róðurskoblingum v.m. skulu vera tryggjaðir soleiðis, at teir ikki losna, meðan farið er í siglig og í sambandi við ristingar v.m.
(16)  Um so er at legan í róðurshælinum ikki kann tola tað samlaða lodrætta trýstið frá róðrinum, skal róðrið hava eina hóskandi róðurslegu, ið kann taka tað samlaða lodrætta trýstið.
(17)  Pakkdósin á róðursásinum skal vanliga sita í minsta lagi 350 mm hægri enn djúplastavatnlinjan. Hæddin á legunum í ávikavist hekkuni og í hælinum skal vera í minsta lagi 20 % størri enn tvørmálið á ávikavist róðursásinum og róðurstøppinum. Har ið frástøðan millum róðursleguna og kvadrantin er størri enn 6 ferðir tvørmálið á róðursásinum, skal vanliga vera ein topplega.
(18)  Tá talan er um kreftir, ið ávirka stýriskipanina, verða hesi heiti brúkt:
  K: stýriskraftin (N).
  P: róðurskraftin (N), P = 110 x A x V².
  A: róðursflatan (m²).
  V: mesta ferð a farinum (sjómíl/tíma).
  Sa: longdin á stýrisarminum (mm).
  Sb: frástøðan frá trýstdeplinum, Tc, til róðursleguna næst omanfyri (mm).
  Sv: frástøðan frá trýstdeplinum (í mm) til miðjuna á róðursásinum, mált vinkulrætt frá róðursásinum. Trýstdepilin á pláturóðrum og formróðrum er ávikavist 40 % og 30 % aftan fyri forkantinum á róðrunum.
  U: størsta motororkan (kW).
  M: moment (Nmm).
  dv: tað gjøgnumheila tvørmálið á róðursásinum (mm).
  σ0,2: flotspenningurin (N/mm²)
(19)  Stýrikraftin á førum við róðri er:

K =

P * Sv

(N)

Sa

     
5Víst verður til DS/EN 28 847 Stýriskipanir á frítíðarførum og smærri førum, umframt til Nordisk Båd Standard Materialer og Komponenter.
(20)  Ráðursásar
  Um so er, at róðrið hevur hæl, ið situr í einari legu á róðurshælinum í neðra, og róðrushælurin er í minsta lagi eins stinnur tvørvegis og róðursásurin, verður momentið útroknað soleiðis:

Strikumynd av balansaróðri

(21)  Á spakaróðrum verður útrokningin av róðursásinum grundað á eitt samanlagt snari- og boyggimoment:

Strikumynd av einum spakaróðri

(22)  Tvørmálið á róðursásinum má ikki vera minni enn:

(23)  Róðursásar, ið eru rørformaðar, skulu útroknast eftir hesum formli:
  mm
  har ið:
  dv: tvørmálið á einum gjøgnumheilum róðursási (mm)
  dl: uttara tvørmál á rørinum (mm)
  d2: innara tvørmál á rørinum (mm)
(24)  Tann kraftin, ið roknast skal við í sambandi við útrokning av stødd á róðurslegum og teirra festum, skal vera tann sama sum róðurskraftin P.
  Longdin/hæddin á legunum skal vera sum nevnt í stk. (17), tó í minsta lagi = dv.
  Tvørmálið á róðurstøppinum skal vera í minsta lagi d = (5 + 0,6 x dv) mm.
  Tá ið talan er um spakaróður, skal tað vanliga vera ein ovari lega, sum er í minsta lagi Sb omanfyri tað niðaru leguna.
(25)  Róðurslegan skal vera í minsta lagi 350 mm hægri enn djúplastavatnlinjan og hava tettingarring. Har ið hetta ikki er verkliga møguligt, skal ein feittfylt pakkdós vera ístaðin.
(26)  Tvørmálið á boltum í róðurskoblingini skal ikki vera minni enn:
  mm
  har ið:
  dv: tvørmálið a róðursásinum (mm)
  n: tal a boltum, tó í minsta lagi 4

Strikumynd av róðurskobling

(27)  Radius út til sirkulumhvørvið á koblingsboltunum skal ikki vera minni enn tvørmálið á róðursásinum. Tjúktin á koblingsflansanum og breiddin á flansanum uttan fyri boltaholini skal ikki vera minni enn db. Passboltar skulu brúkast til koblingsboltar og teir skulu vera tryggjarðir soleiðis, at teir ikki losna meðan skipið siglir. Sjálvlæsandi møtrikar verða ikki góðtiknir til hetta endamál.
(28)  Róður úr stáli, aluminium ella glastrevjastyrktum polyester skulu hava ein róðursás, ið gongur ígjøgnum frá róðurskoblingini og niður til róðurstøppin í neðra.
(29)  Tvørmálið á róðursásinum skal ikki vera minni enn tvørmálið á róðurstøppinum sambært stk. (24). Á spakaróðrum kann tvørmálið á róðursásinum tó minkast linjurætt niður frá róðurskoblingini.
(30)  Róður, ið eru úr stáli ella aluminium og bygd sum pláturóður ella formróður, skulu hava stívarar, ið liggja vatnrættir og tvørs av róðursásinum. Á yvirkantinum og undirkantinum á róðrinum skulu vera stívarar og harumframt ímillum hesar stívarar við í mesta lagi 600 mm sínámillum millumrúmi. Tjúktin á stívarunum skal ikki vera minni enn plátutjúktin á formskaptum róðrum sambært stk. (32).
(31)  Tjúktin á pláturóðrum skal vera í minsta lagi:
  te = 3 + 0,125 x dv (mm)
  har ið dv: er tvørmálið a róðursásinum sambært stk. (22).
(32)  Tjúktin á plátum í formróðrum umframt tjúktin í vatnrættum stívarum skal vera í minsta lagi:
  td = k x te (mm)
  har ið:
  k = 0,46 fyri stál ella aluminium, og
  k = 0,33 fyri rustfrítt stál
  te = tjúktin á pláturóðri sambært stk. (31).
(33)  Róður, ið eru bygd úr glastrevjastyrktum polyester, skulu vera formskapt og hava stívarar úr stáli, ið eru ásveisaðir róðursásinum við í mesta lagi 200 mm sínámillum millumrúmi. Tjúktin á stálstívarum skal vera í minsta lagi tann sama sum tjúktin á pláturóðrum sambært stk. (31), breiddin í minsta lagi 10 ferðir tjúktina og longdin ikki minni enn 75 % av longdini frá róðursásinum til afturkant ella framkant á róðrinum.
(34)  Róður, ið eru bygd úr glastrevjastyrktum polyester, sum eru í tveimum pørtum, skulu fyllast við styrktum polyester ella tílíkum tilfari, og stykkini skulu límast væl saman á flansum, ið sita á kantinum. Tjúktin á síðustykkjunum skal ikki vera minni enn tjúktin á plátini í formskaptum stál- ella aluminiums róðrum sambært stk. (32).
(35)  Træróður skulu vera úr eikitræi og tey skulu vera fest í róðursásin og róðurstøppin við stálgaflum, ið hava eina tjúkt svarandi til í minsta lagi 0,8 x tjúktin á pláturóðrum sambært stk. (31). Stálgaflarnir skulu í einum vera sveisaðir til róðursásin og róðurstøppin og vera boltaðir í róðrið við í minsta lagi trimum boltum í erva og tveimum boltum í neðra. Tvørmálið á boltunum skal vera tað sama sum í boltunum í róðurskoblingini sambært stk. (26).
(36)  Tjúktin á róðrum, ið eru gjørd úr eikitræi, skal vera í minsta lagi:
  tt = 7,3 x te (mm)
  te = tjúktin á pláturóður sambært stk. (31).

Grein 20 Einfaldaði styrkiskrøv til GRP før

(1)  Alment
 
(.1)  Før, ið skulu byggjast úr GRP tilfari kunnu byggjast sambært ásetingunum í hesari greinini treytað av, at:
 
(.1.1)  Ferðin ikki fer upp um 15 sjómíl um tíman.
(.1.2)  Skrokkurin er einkultlamineraður.
(.1.3)  Styrkingar, skott og aðrir styrkispartar eru atkomuligir til tess at kunna fremja eftirlit.
(.1.4)  Tjúktarmáling kann fremjast á botni og síðum á skrokkinum umframt dekkum.
(.2)  Um so er at omanfyri nevndu krøv ikki eru lokin, skulu førini byggjast sambært reglum hjá einum góðkendum klassafelagi.
(2)  Byggitilfar
 
(.1)  Í sambandi við konstruktiónina av farinum skal tað prógvast, at tey ráevni, ið eru ásett í kapitul MK2 og MK3 í Nordisk Båd Standard, Materialer og Komponenter, ella í einum tilsvarandi góðkendum standardi, eru brúkt.
(.2)  Tað skal prógvast, at tað lidna laminatið lýkur krøvini í Nordisk Båd Standard Materialer og Komponenter, kapitul MK2.
(.3)  Um so er, at eingi prógv eru til taks, skulu royndarstykkir takast úr til tess at kanna byggitilfarið.
(3)  Stoypiverkstøðini skulu lúka ásetingarnar í grein 21.
(4)  Útinning av arbeiðinum
 
(.1)  Laminatbyggingin skal vera framd fakliga rætt og vera væl úr hondum greidd. Laminatið skal vera væl hert og má ikki vera litfarið.
(.2)  Laminat, ið verður fyri vætu, skal hava eina hóskandi verju, t.d. "topcoat" ella gel.
(5)  Dimensjonering
 
(.1)  Í talvuni niðanfyri verða virðir fyri B og Loa innsett í metrum, men uttan dimensjón. Minstu støddir skulu vera sambært hesum talvum:

Øki

Heild (mm)

Tjúkt (mm)

Laminat í kjøli og stevni

80 · B frá miðlinjuni

Tk = 7,0 + 1,3 · Loa

Laminat í botnklædninginum

Upp til djúpstu lastavatnlinjuna

Tb = 6,0 + 0,7 · Loa

Kimningur

100 mm á hvørjari síðu

Tc = 6,0 + 0,8 · Loa

Laminatið í síðuklædninginum, yvirbygningum, styrkis- og tangaskottum umframt dekshúsum

Yvir djúpstu lastavatnlinjuni

Td = 3,0 + 0,6 · Loa

Laminat í dekkum

Dekk yvirhøvur

Ts = 6.0 + 0,8 · Loa

(.2)  Mesta longd millum bondini og minsta boyggimótstøðan á stívarum. Bandmillumrúmini og minstu mótstøðumomentini skulu vera sambært talvuni niðanfyri:

Band í

Mesta millumrúmið millum bondini s (mm)

Mótstøðumoment (cm³)

Botninum

s = 5,4 · Loa + 400

Wb = 0,006 · Loa · s · l² · 10(-6)

Síðuni

s = 16 · Loa + 400

Ws = 0,0038 · Loa · s · l² · 10(-6)

Dekkinum

s = 26 · Loa + 300

Wd = 0,87 · (0,01 + 0,02 · Loa) · s · l² · 10(-6)

har ið,

l: longdin á bandinum/bjálkanum í mm

s: millumrúmið millum bondini í mm.

(.3)  Millumrúmið millum botnstokkarnar skal vera í mesta lagi 1,0 metur og hæddin, hb (mm), upp frá kjølinum á teimum skal vera í minsta lagi:
  hb = 1/3 · B · 100 · s, mm
  tó í minsta lagi 100 mm
  har ið,
  s: millumrúmið millum botnstokkarnar í mm.
(.4)  Skottini skulu vera nóg sterk til at tola tað vatntrýstið, ið teimum kunnu verða fyri, tá ið eitt av teimum skilmarkaðu rúmunum verður fylt við sjógvi. Um so er at krossviður verður brúktur, skal hann vera av einum slagi, ið tolur vatn og er egnaður til skipsbrúk. Glastrevjamottur, ið hava eina tjúkt uppá 2 ferðir 450 g/m² skulu vera límaðar uppá hesi skottini á báðum síðum og tjúktin á krossviðinum skal vera í minsta lagi sum niðanfyri ásett:
  Tjúktin t = (2 · Loa - 2), mm,
  tó í minsta lagi 12 mm.
(.5)  Skott, ið eru bygd úr øðrum tilfari, skulu vera málsett so tey eru eins sterk.
  Har ið síðurnar á einum ikki stuðlaðum skotti eru meira enn 1000 mm í hædd, skulu á síðunum vanliga vera stívarar, ið hava eitt mótstøðumoment uppá í minsta lagi:Har ið síðurnar á einum ikki stuðlaðum skotti eru meira enn 1000 mm í hædd, skulu á síðunum vanliga vera stívarar, ið hava eitt mótstøðumoment uppá í minsta lagi:
  W = 10 · s · l², cm³
  har ið,
  s: fjarstøða millum stívararnar (í metrum)
  l: longdin á stívaranum (í metrum).
(6)  Motorfundament
  Motorfundamentini skulu vera væl bygd soleiðis, at tey kunnu taka ímóti øllum teimum kreftunum, ið stava frá skrúvuni. Dragbjálkar eftir longdini í motorfundamentinum skulu í minsta lagi hava somu styrki sum botnstokkarnir og røkka nóg mikið framum og aftur um motorin. Dragbjálkarnir skulu enda ímóti einum tvørvegis botnstokki, skotti ella javngóðari styrking. Fundamentið skal vera væl avstívað tvørvegis og stívararnir skulu enda javnt og líðandi í skrokkinum.
  Rundan um fundamentsboltar í GRP bygdum fundamentum skal vera stál.
(7)  Tvískinnaður skrokkur
 
(.1)  Kjarnan skal vera úr tilfari, ið eitt góðkent klassafelag hevur góðkent til hetta endamál. Finerið skal hóska til skipsbrúk og lúka ásetingarnar í B.S.1088-1996, B.S.4079-1966 ella samsvarandi standardi. Einsháttað træ skal ikki innlímast.
(.2)  Polyester skal vanliga smyrjast upp á skúmkjarnur, ið hava opnar kyknur í yvirflatuni, áðrenn tær verða lagdar á vátt laminat. Tað váta laminatið skal verða styrkt við í minsta lagi 450 g/m² á sløttum umráðum og 900 g/m² á bugaðum umráðum.
(.3)  Lutfallið millum tjúktirnar á tí tynsta og tjyksta skallaminatinum skal vanliga ikki vera minni enn 0,75.
(.4)  Tjúktin á ytsta laminatinum á kjølinum, stevninum, botninum og síðunum skal vanliga ikki vera minni enn 65 % av teirri kravdu laminattjúktini á stakskalkonstruktiónum.
(.5)  Tjúktin á tí ytsta laminatinum á dekkum og á dekshúsum skal vera í minsta lagi:
  ty = 2,0 + 0,1 x Loa, mm
(8)  Eftirlit
 
(.1)  Í sambandi við at endaliga sýnið av farinum verður framt, skulu krøvini í omanfyri nevndu talvum, útrokningar og arbeiðið sum heild kannast.

Grein 21 GRP før - byggikrøv

(1)  Alment
 
(.1)  Eftirfylgjandi krøv eru galdandi fyri før, ið eru bygd úr trægrastyrktum plasti, sum verða sýnað fyri seg meðan bygt verður.
(.2)  Kravt verður, at framleiðarin fylgir leiðbeiningin frá framleiðaranum av ráevnunum til nýtslu av teimum ymisku evnunum, ið verða brúkt til bygging av førum úr glastrevjastyrktum polyester.
(.3)  GRP før skulu byggjast á verkstøðum, ið eru góðkend antin av Skipaeftirlitinum ella av einum góðkendum felagsskapi.
(2)  Stoypirúm
 
(.1)  Stoypirúmini skulu kunna varðveita ein javnan hita meðan stoypt verður. Eingin gjóstur skal vera í rúminum.
(.2)  Lufthitin inni í stoypirúminum skal ikki vera minni enn 18°C, og hitin skal ikki broytast meira enn 6° C meðan stoypt verður.
(.3)  Stoypirúmið skal vera bjálvað ella bygt soleiðis, at lufthitin inni í rúminum ikki verður nógv ávirkaður av hitanum uttanfyri ella av sólarupphitingini.
(.4)  Vindeygu, ið verða fyri beinleiðis sólarljósi, skulu vera smurd ella avbyrgd.
(.5)  Stoypirúm skulu vera veðurtøtt soleiðis, at ikki kemur vatn inn í rúmið, tá ið tað regnar av grimd
(.6)  Stoypirúmini skulu vera rein, væl hildin og har skal einki dust vera.
(.7)  Stoypirúmini skulu vera skipaði við góðum ljósføri og soleiðis, at ljós eisini kemur niður í stoypiformarnar, sum eru í brúki.
(3)  Tilfar
 
(.1)  Tað skal vera skjalprógvað, at gelcoat, polyestur, glasstyrking, kjarna, bindievni, topcoat, ið brúkt verður, er góðkent til ta nýtsluna, sum talan er um.
(.2)  Tilfar úr polyester má ikki liggja á goymslu ov leingi soleiðis, at eginleikarnir broytast.
(.3)  Einans tann nøgdin av útílatingarevni, ið er kravd til neyðugt tixotropi, skal latast útí polyester.
(.4)  Í sambandi við stoypingina, skal brúkast ein herðari og ein akseleratorskipan, ið er lagað til avvarðandi polyestur, tær stoypitíðir og teir hitar, ið eru viðkomandi.
(.5)  Krossviður, ið verður innistoyptur ella stoyptur fastur, skal vera av vatnfastum slagi.
(4)  Laminatsamansetingin
 
(.1)  Á útsíðum á øllum laminatum skal, eftir at stoypingin er liðug, smyrjast eitt javntjúkt lag av gelcoat ella tilsvarandi yvirflatuverju.
(.2)  Undir vatnlinjuni næst gelcoatinum skal vanliga vera í minsta lagi eitt lag av pulvurbundnum mottum úr isoftalsýrupolyestur.
(.3)  Har ið ortoftalsýrupolyester er brúkt til skrokkin ella til aðrar konstruktiónir, ið støðugt eru fyri vætu, skulu smyrjast í minsta lagi 2 eyka løg av yvirflatuverju uttan á gelcoatið.
(.4)  Vætubundnar mottur mugu ikki brúkast saman við isoftalsýrupolyestri.
(.5)  Ímóti gelcoatinum skulu vanliga vera lættar mottur upp á í mesta lagi 450 g/m² á umráðum við hvøssum kantum og í mesta lagi 600 g/m² á sløttum umráðum.
(.6)  Styrkingarnar í laminatinum skulu verða lagdar í góðkendari raðfylgju.
(.7)  Í kjølinum og í lensibrunnum, har ið roknast kann við støðugtstendur sjógvur, skal innsíðan á laminatinum verða smurd við topcoati.
(.8)  Á støðum, har ið laminatið ikki er smurt við topcoati ella tílíkum, skal voks latast í ytsta lagið av polyestri soleiðis, at herðingin á útsíðuni er nøktandi.
(5)  Tá lagt verður upp við hond
 
(.1)  Umskaringin millum tvey løg av styrkingum skal vera í minsta lagi 50 mm.
(.2)  Polyestur skal smyrjast javntjúkt á hvørt styrkislag sær. Á í minsta lagi øðrum hvørjum styrkingslagi skal laminatið rullast út soleiðis, at polyestrið verður lagt javnt út, so laminatið fær so lítið av poknum sum møguligt.
(.3)  Allir træðir skulu vera væl feldir inn í skoytini og tað mugu ikki vera restir av polyestri á yvirflatuni.
(.4)  Tíðarskeiðið ímillum at hvørt styrkislagið sær verður álagt, skal verða tillagað herðingartilgongdini. Límingin skal ikki halda áfram á lagið frammanundan, sum sendur út eksotermhita í sambandi við herðingina. Tað má heldur ikki ganga so long tíð ímillum áleggingina av hvørjum lagið sær í einum laminati, at herðingstilgongdin á lagnum frammanundan er liðug. Um so er, at hetta hendir, skulu krøvini lúkast, ið eru galdandi til sekunderlaminering.
(.5)  Tá ið rullað verður út yvir hvassar kantar, horn o.t.l., skal ansast eftir, at nøgdin og tjúktin á styrkingini er sum ætlað.
(6)  Sproytulaminering
 
(.1)  Tá ið sproytað verður við glasi og polyestri, skal útgerðin verða stillað inn til tað glasprosentið, ið laminatið skal hava.
(.2)  Glasskerin á sproytiútgerðin skal vera stillaður til eina træðralongd uppá í minsta lagi 20 mm.
(.3)  Sproytiútgerðin skal vera stillað soleiðis, at javnt verður millum glas og polyestur.
(.4)  Tann sum sproytar, skal síggja til, at tilfarið verður javnt býtt út um laminatflatuna. Um neyðugt kann verða kravt at brúka sproytu-rovning við littráði til tess at kunna hava eftirlit við javnleikanum.
(.5)  Ansast skal eftir, at arbeiðslegan er soleiðis, at eingin partur av laminatinum verður liggjandi í sproytiskugganum.
(.6)  Laminattjúktin næst gelcoatinum skal, eftir fyrstu árulling, ikki vera meira enn 1,5 mm.
(.7)  Eftirfylgjandi árullingar skulu vera skipaðar soleiðis, at tjúktarøkingin ikki er meira enn 2,5 mm fyri hvørja árulling.
(.8)  Í einum sproytilaminati í skrokkinum skal vera í minsta lagi eitt lag av vevaðum "roving".
(7)  Tvískinnaður skrokkur í formi
 
(.1)  Slagið av kjarnatilfarinum og tess evnisvekt fyri m³ skal vera sambært góðkendari tilskilan.
(.2)  Kjarnatilfar, ið hevur opnar poknur í yvirflatuni, skal smyrjast við polyestri soleiðis, at poknurnar fyllast, áðrenn kjarnatilfarið verður lagt at einum øðrum laminati.
(.3)  formskorðið kjarnatilfar, ið verður lagt niður í vátt laminat, skal smyrjast við so mikið av polyestri, at avlopið kann koma upp ímillum opið í kjarnatilfarinum.
(.4)  Kjarnatilfar, ið verður lagt í vátt laminat, skal hava eina vekt uppá 450 g/m² á sløttum flatum og 900 g/m² á formskaptum flatum.
(.5)  Kjarnatilfar, ið er úr høðrum gummi ella fineri, skal um neyðugt verða hildið fast niður ímóti polyestrinum, meðan herðingin fer fram.
(.6)  Allar fugur í kjarnatilfarinum skulu vera fyltar, áðrenn lamineringin kann halda fram.
(.7)  Tað váta laminatið, ið kjarnatilfarið er lagt í, skal vera hert nakað, áðrenn haldast kann fram at laminera á kjarnatilfarið.
(8)  Tvískinnaður skrokkur, sum ikki er í formi
 
(.1)  Meðan kjarnin verður bygd, skulu allar samankomingar í kjarnanum verða límaðar við spartlingarevni ella tilsvarandi.
(.2)  Kjarnatilfarið má ikki bendast so nógv, at tað ávirkar tilfars eginleikarnar.
(.3)  Yvirflatan á kjarnanum, og serliga flatan rundan um samankomingar, skal slípast væl soleiðis, at hon gerst sløtt.
(.4)  Kjarnin skal grundsmyrjast ella spartlast áðrenn lamineringina kann halda fram.
(.5)  Glastrevjamottur skulu altíð leggast móti kjarnanum.
(9)  Laminering í øðrum lagi
 
(.1)  Um lamineringin skal halda fram á laminat, har herðingin hevur vart í meira enn 48 tímar, skal laminatið slípast soleiðis, at glastræðrirnir koma undan í yvirflatuni.
(.2)  Um so er at voks er á yvirflatuni, ið laminerast skal á, skal laminatið reinsast. Hetta er tó ikki neyðugt um so er, at laminatið er so vátt, at voksið flotnar upp í tað næsta laminatið.
(.3)  Máling/topcoat á yvirflatuni skal altíð slípast burtur, áðrenn hildið verður fram at laminera.
(10)  Stívarar
 
(.1)  Breiddin á stoyipfestinum á stívarum skal vera í minsta lagi 20 ferðir tjúktina á stoypingini.
(.2)  Breiddin á stoypifestunum á endunum á stívarunum skal vera í minsta lagi tann sama sum tann í undirstykki (.1) omanfyri.
(.3)  Um so er, at ein stívari endar á einari ikki stívaðari plátu, skal festilaminatið leingjast í framhaldi av stívaranum. (.1),(.2),(.3) havi eg ilt við at fáa skil á???? Ring og spyr!
(11)  Herðing
 
(.1)  Ikki má laminerast framhaldandi á gelcoat, ið er hert í meira enn 24 tímar.
(.2)  Meðan laminatið herðir, skal tað ikki verða fyri nakrari kraftávirkan. Heldur ikki skal verða arbeitt uppá tað, undantikið tó reinskering av kantum.
(.3)  Herðingstilgongdin skal ikki verða fyri ov nógvum hita soleiðis, at laminatini litfarast.
(.4)  Herðingstilgongdin skal vera í tí lufthitanum og vara ta tíð, ið polyestrið krevur.
(12)  Stoypt laminat
 
(.1)  Eftir at konstruktiónin er stoypt, skal, eftir tørvi, gerast tjúktareftirlit av laminatinum í samsvarandi teimum góðkendu tjúktunum.
(.2)  Tjúktarmátingin kann gerast íroknað gelcoat og topcoat, men skal tá roknast við at 0,6 og 1,0 mm skulu dragast frá fyri ávikavist gelcoat og topcoat fyri at finna tjúktina á laminatinum.
(.3)  ásetta tjúktarvirðið á laminatinum verður mett lokið, tá ið meðalvirðið á 20 málingunum á sama laminatinum er hægri enn kravið, og eingin stakmáling er undir 85 % av tí kravdu tjúktini.
(.4)  Skiftisfastatalið, VL, á einum laminati við somu styrkissamanseting skal vanliga vera minni enn 0,14.

VL maks =

S  
  t

har ið:

 
 
  har ið:
  ti: einstøk málivirði
  to: meðalvirðið
  t: tað kravda tjúktarvirðið
  n: talið a teimum einstøku málingunum.
(.5)  Har ið lamineringin er framd við sproytu, skulu tjúktarmálingar gerast.
(.6)  Tað skal vera skjalprógvað, at tær styrkingar og tað polyester, ið brúkt er, veita teir mekanisku eginleikarnar, sum er grundarlagið fyri góðkenningini við tí glasprosentinum, sum roknað er við.
(.7)  Glasprosentið í botnlaminatinum skal útroknast við grundarlagi í teirri upplýstu vektini á styrkingini og teirri viðkomandi meðaltjúktini.
(.8)  Umvælingar av skaðum á GPR førum skal einans fremjast á góðkendum verkstøðum sambært vegleiðing frá Skipaeftirlitinum um slíkar umvælingar.

Grein 22 Floksgóðkenning av GRP førum og hálvframleiddum GRP førum.

(1)  Alment
 
(.1)  Før, ið eru umfataði av hesum regluverkinum, og sum eru bygd úr glastrevjastyrktum polyesteri, GRP, kunnu floksgóðkennast.
(.2)  Ein slík floksgóðkenning fevnir um konstruktiónina á skrokki og dekki við tilhoyrandi skottum, botnstokkum, bondum, fundamentum og øðrum neyðugum stívarum umframt møguligum yvirbygningum, dekshúsum og lúkum v.m.
(.3)  Góðkenningin av tí fyrsta farinum av einum slagi av førum, frumfloksgóðkenningin, umfatar tó ikki tað lidna farið, sum við tess smálutum annars skal lúka ásetingarnar í hesum regluverkinum.
(2)  Góðkenning av tekningum
 
(.1)  Áðrenn byrjað verður at smíða eitt nýtt slag av GRP vinnuførum, skulu tekningar og útrokningar, sambært vegleiðing frá Skipaeftirlitinum um góðkenning av tekningum v.m., sendast inn til Skipaeftirlitið til góðkenningar.
(.2)  Hesar tekningar v.m. skulu til fulnar vísa konstruktiónina á farinum, tilfarsstøddir og skipan, og skulu sanna, at farið lýkur ásetingarnar í hesum regluverkinum.
(3)  Frumfloksgóðkenning
 
(.1)  Áðrenn farið verður undir hópframleiðslu av einum fari, skal frumslagið vera góðkent. Hetta hevur við sær, at Skipaeftirlitið, við grundarlagi í teimum góðkendu tekningunum, við jøvnum millumbili fremur eftirlit við byggingini, ger ymiskar royndir og møguliga vigar skrokkin, tá hann er liðugtstoyptur. Um so er, at úrslitini av nevndu sýnunum og royndunum vísa, at avvarðandi fyriskipanir í hesum regluverkinum eru loknar, kann Skipaeftirlitið floksgóðkenna farið.
(4)  Eftirlit við framleiðsluni
 
(.1)  Skipaeftirlitið kannar við stakroyndum komandi framleiðsluna av floksgóðkendum vinnuførum og skal altíð hava ótarnaða atgongd til framleiðsluhølini.
(5)  Próvskjal og ámerking
 
(.1)  Í sambandi við at síðsta sýnið verður hildið, gevur framleiðarin vegna Skipaeftirlitið út eitt próvskjal, ið skal fylgja við farinum. Framleiðarin skal hava eitt avriti av próvskjalinum eftir. Harumframt skal framleiðarin seta upp eitt skelti úr metalli við áskriftini sum ásett í fylgiskjali 1. Skipaeftirlitið skal ávísa, hvar ið skeltið skal setast upp.
(6)  Varðveiting av floksgóðkenningini
 
(.1)  Floksgóðkenningin av einum vinnufarið er galdandi so leingi sum hvørt einstakt farið verður smíðað sambært teimum ásettu treytunum. Ein og hvør broyting skal fráboðast til Skipaeftirlitið, sum síðani tekur avgerð um, um tað krevst ein nýggj góðkenning. Floksgóðkenningin kann tó altíð verða tikin aftur um so er, at umstøðurnar, eftir Skipaeftirlitisins meting, krevja hetta.
(7)  Kunngerðing
 
(.1)  Floksgóðkenningin av hvørjum slagi sær av vinnuførum, verður kunngjørd í "Fráboðanir frá Skipaeftirlitinum".
(8)  Góðkenning av hálvframleiðslu í GRP
 
(.1)  Før, ið ikki verða smíðað liðug á bátasmiðuni ella sum verða smíðað liðug í ymsikum sniðum í mun til ta frammanundan floksgóðkenda farið, kunnu eftir áheitan fáa eina "góðkenning av skrokkinum" sambært á leið teimum somu leiðreglum, sum ásettar eru frammanfyri.
(.2)  Hálvframleiðsla merkir í hesum sambandi liðugt smíðaður skrokkur, væl styðjaður og bygdur við bondum, fundamentum og tílíkum styrkingum soleiðis, at styrkin á bátinum ikki er treytað av, at meira skal innlaminerast á skrokkin.
(9)  Merking
 
(.1)  Sum ásett ífylgiskjali 1, skal framleiðarin seta upp eitt metalskelti á før, sum hava fingið skrokkin góðkendan, áðrenn tey sum hálvliðug fara av verkstaðnum. Saman við farinum skal fylgja eitt próvskjal, ið prógvar, at skrokssmíðið lýkur tær treytir, ið eru galdandi fyri "góðkenning av skrokkinum".
(10)  Liðugt tilgering
 
(.1)  Um tað í sambandi við at gera skrokkin lidnan verða innlamineraði t.d. skott ella aðrir partar, ið hava týdning fyri styrkina á skrokkinum, skal arbeiðið gerast á einum góðkendum verkastaði.
(11)  GRP før, ið eru smíðað í útlandinum
 
(.1)  Har ið framleiðslan er uttanlands, kann skrokssmíðið v.m. verða góðkend av myndugleikanum á staðnum ella av einum av Skipaeftirlitinum góðkendum felagsskapi, sum í sambandi við góðkenningina skal merkja hvørt einstakt far við einum skelti og geva út eitt loyvisbræv, ið skal fylgja við farinum.
(12)  Sýn v.m.
 
(.1)  Sýn v.m. av hvørjum farið sær, skal fremjast sambært ásetingunum hjá Skipaeftirlitinum. Før, ið eru hálvliðug og sum verða innflutt, skulu, umframt at lúka ásetingarnar í stk. (11), tað sum eftir er av byggitíðarskeiðinum lúka krøvini hjá Skipaeftirlitinum um sýn av farinum.

Grein 23 Enfaldaði styrkiskrøv til før bygd úr stáli

(1)  Alment
 
(.1)  Før, ið skulu byggjast úr stáli, kunnu byggjast sambært ásetingunum í hesari greinini treytað av, at:
 
(.1.1)  Ferðin á farinum ikki fer upp um 15 sjómíl um tíman.
(.1.2)  Skott, bond, botnstokkar og aðrir styrkispartar eru atkomuligir til tess at kunna hava eftirlit , og at tað ber til at fremja tjúktarmálingar á botnin og síðurnar á skrokkinum, umframt á dekkum.
(.2)  Um so er at omanfyri nevndu krøv ikki eru lokin, skulu førini byggjast sambært reglum hjá einum góðkendum felagsskapi.
(2)  Góðkenning av tekningum
 
(.1)  Árenn farið verður undir at smíða eitt óklassað far, skulu tekningar og útrokningar, sambært vegleiðing frá Skipaeftirlitinum um góðkenning av tekningum v.m., sendast inn til Skipaeftirlitið til góðkenningar.
(.2)  Hesar tekningar v.m., skulu til fulnar vísa konstruktiónina á farinum, tilfarsstøddir og skipan, og skulu sanna, at farið lýkur ásetingarnar í hesum regluverkinum.
(3)  Byggitilfar
 
(.1)  Í sambandi við konstruktiónina av farinum skal tað prógvast, at tey evni, ið brúkt verða, eru av skipsgóðsku við klassa- ella framleiðslusertifikati og við hesum eginleikum:
 
(.1.1)  Flótimarkvirðið 240 N/mm²
(.1.2)  Brotstyrkin 410 N/mm²
(.1.3)  Brotleingjanin 22 %.
(4)  Útinning av arbeiðinum
 
(.1)  Tillagan av tilfarinum, sveising og arbeiðið annars í smálutum skal undir vanligum umstøðum fremjast sambært grein 24.
(5)  Støddaráseting
 
(.1)  Tær minstu støddirnar skulu vera sambært talvuni niðanfyri, við tað at millumliggjandi virðir eru galdandi fyri før millum 8,0 og 15 metrar til longdar. Longdin, ið brúkt verður, er tann í kapitul I, grein 2, stk. (15). Um so er, at farið er longri enn 15 metrar, verður teigurin L = 15 metrar eisini brúktur til hesi før.
(.2)  Talvan fyri støddir á førum úr stáli

Øki

Longd
< = 8,0 m

Longd
= 15,0 m

Viðmerking

Frástøða millum bondini

Í mesta lagi 500 mm

Í mesta lagi 500 mm

 

Skinnarakjølur

Flatan á tvørskurðinum 15 cm²

Flatan á tvørskurðinum 20 cm²

Har ið eingin skinnarakjølur er:

Kjølpláta = 1,5 x tjúktin á botninum. Heildarbreiddin = 30 x Longdina

Miðkjølur

Flatan á tvørskurðinum 15 cm²

Minsta tjúkt = 5 mm

Flatan á tvørskurðinum 20 cm²

Minsta tjúkt = 6 mm

Einans kravdur, har ið eingin skinnarakjølur er.

Botnstokkur

Hæddin 200 mm

Tjúktin = 4,5 mm

Hæddin = 250 mm

Tjúktin = 6 mm

Kravdur á 3. hvørjum bandi. Á hinum kunnu vera botnstokkar formaðir í rammu

Flansar omaná botnstokkum

50 x 5 mm

50 x 6 mm

Eru ikki kravdir har ið betong verður stoypt til yvirkant á botnstokkum

Kjølsvín

UNP 100 ella líknandi

Flata 13,3 m²

UNP 120 ella líknandi

Flata 17 m²

Verður einans kravt á støðum, har ið eingin kjølur er.

Bond

75 x 6 mm

W = 12 cm³

90 x 7 mm

W = 18 cm³

Mesta spennivíddin 2,5 m.

Botnplátur

4,5 mm

7,0 mm

Ískoyti fyri kjøl- og stevnplátum

+ 1,0 mm (breidd 500 - 600 mm)

Klædningsplátur

4,5 mm

6,0 mm

Ískoyti fyri kjøl- og stevnplátum

+ 1,0 mm (breidd 500 - 600 mm)

Skott

4,5 mm

6,0 mm

 

Stívarar á skottum

50 x 6 mm

W = 6 cm³

50 x 7 mm

W = 7 cm³

Mesta sínámillum frástøða 600 mm.

Mesta spennivíddin 2,0 m.

Dekk

4,0 mm

6,0 mm

 

Deksbjálkar

75 x 8 mm

W = 15 cm³

90 x 8 mm

W = 22 cm³

75 x 8 mm

W = 15 cm³

90 x 8 mm

W = 22 cm³

Mesta sínámillum frástøða 500 mm

Mesta spennivíddin 2,5 m

Mesta spennivíddin 3,5 m

Skansaklædningur og lúnning

4,0 mm

5,0 mm

Stívarar 50 x 6 mm

Mesta sínámillum frástøða 500 mm

Yvurbygningur og dekshús

4,0 mm

5,0 mm

Stívarar 50 x 6 mm

Mesta sínámillum frástøða 500 mm

Deksbjálkar í yvirbygningum

75 x 6 mm

Wmin = 10 cm³

75 x 6 mm

Wmin = 10 cm³

Mesta sínámillum frástøða 500 mm.

Mesta spennivíddin 2,5 m.

Knø og endasamankomingar

Knø

1,5 x djuptin á bjálkanum (stívaranum)

t = 6 mm

Knø

1,5 x djúptin á bjálkanum.

t = tjúktin á bjálkanum

Har ið eingi knø eru, skulu bjálkarnir sveisast í endanum til atliggjandi bjálkar.

(.3)  Viðmerkingar
 
(.3.1)  Spennvíddin er frástøðan millum tvey beripunk ella millum miðjuna á tveimum knøum
(.3.2)  W = mótstøðumoment á bjálkum. Í hesum er íroknað ein plátuflata uppá 20 x tjúktin á plátuni.
(.3.3)  Um so er, at aðrar frátøður millum bondini/bjálkarnar/stívarnar verða brúktar, kann verða loyvt at mótrokna beinleiðis í lutfallinum.
(.3.4)  Um so er, at aðrar spennvíddir á bondum/bjálkum/stívarum verða brúktar, skal mótrokningin í lutfallinum millum spennivíddir vera í øðrum potensi.
(.3.5)  Tá ið onnur sløg av bjálkum verða brúkt, skulu hesir bjálkar hava í minsta lagi sama mótstøðumoment sum teir, ið verða umskiftir.
(.3.6)  Har ið bjálkar verða hildnir uppi av beribjálkum, skulu hesir málsetast til at kunna tola trýstið frá teirri last, sum dekspláturnar bera. Trýstið á arbeiðsdekkinum er tyngdin á tí farminum og teirri útgerð, sum hetta er ætlað at bera, tó í minsta lagi 8,0 kN/m², og á dekkum á yvirbygningum 4,0 kN/m². Útrokningarnar skulu vera grundaðar á reglur hjá einum góðkendum felagsskapi.
(6)  Eftirlit
 
(.1)  Í sambandi við at tað endaliga sýnið av farinum verður framt, skulu krøvini í omanfyri nevndu talvu, útrokningar og arbeiðið sum heild kannast.
(.2)  Um hildið verður at tað krevst sambært vegleiðing um eftirlit við sveisiarbeiði, skal sveisieftirlit fremjast við at brúka røntgu ella samsvarandi.

Grein 24 Byggikrøv til før úr stáli

(1)  Alment
 
(.1)  Komandi reglur eru galdandi fyri før úr stáli, sum hvørt í sínum lagi verða sýnaði meðan bygt verður.
(2)  Tilfar
 
(.1)  Tað skal vera skjalprógva við klassaskjali ella framleiðsluskjali, at tær plátur og tey profil, ið brúkt verða til avvarðandi far í bygging, er av tí slagnum og hevur tær dygdir, ið kravdar eru. Sveisitráður og gassblandingar skulu vera sambært viðurkendum fyrisettum mátum (t.d. fyrisett mát hjá einum góðkendum felagssakpi).
(.2)  Tilfarið, ið brukt verður, skal vera turt og ikki tært.
(.3)  Miðaltjúktin á hvørjari plátu sær skal í minsta lagi samsvara við áljóðandi tjúktina á avvarðandi plátu.
(3)  Tillaging av tilfarinum
 
(.1)  Bygningshátturin og staðið har ið sveisa verður á tilfarið, skulu vera skipað soleiðis, at lætt er at koma fram at til at fremja sveisiarbeiði.
(.2)  Tillagingin av plátum og profilum skal vera so neyv, at sveisifúgurnar hava tær røttu støddinar í mun til tjúktina á tilfarinum.
(.3)  Pláturnar skulu vera so neyvt tilskornar, at tað ber til at fáa eitt gott sveisisamband. Um neyðugt, skulu kantarnir slípast.
(4)  Sveising
 
(.1)  Alt sveisiarbeiði skal vera yrkisliga væl úr hondum greitt. Áðrenn smurt verður útyvir tilfarið, t.d. málað, skulu øll brek ella illgjørd arbeiði verða rættað.
(.2)  Sveising á skrokkinum skal fremjast undir eftirliti og eftirkannast av einum góðkendum sveisara.
(.3)  Í køldum umhvørvi, frá -5° C og kaldari, og í ráligum umhvørvi, skal stálið hitast upp, áðrenn tað verður sveisað. Alt vatn skal verða hildið burtur frá sveisistaðnum, meðan sveisað verður.
(.4)  Samankomingarnar á plátum, ið eru tjúkri enn 4 mm, og sum eru kant móti kanti, skulu antin vera formaðar í einari 30° fúgu ella verða sveisaðar sambært fyrisettum mátum og normum um sveising av samankomingum hjá einum góðkendum felagsskapi.
(.5)  Sveising við kantseymi skal altíð vera dupult samanhangandi sveisað á komandi:
 
(5.1)  Fundament, endar og knø til stívarar:
(5.2)  "a" málið skal ikki vera minni enn tað í talvuni niðanfyri:

Plátutjúktin t (mm)

"a" - málið (mm)

Undir 4,0

2,5

4,0 - 6,5

3,0

6,5 - 8,0

3,5

(5)  Sveising á ymiskum bygningshættum.
 
(.1)  Í sambandi við sveisiarbeiði á ymsikum bygningshættum, skulu hesi sveisisnið brúkast:

Partur á skrokki

Sveisisnið

Bjálkaknø og aðrir støðispartar

Samanhangandi dupultur kantseymur

Klædningur, dekk, skott og aðrar plátusasmankomingar

Gjøgnumbrend sveising í samankomingini

Botnstokkar og skott

Samanhangandi dupultur kantseymur

Kjølur og stevni

Samanhangandi dupultur kantseymur

Fundamentir undir maskinaríum og útgerð

Samanhangandi dupultur kantseymur

Stál rundan um tangar

Samanhangandi dupultur kantseymur

Dekk og yvirbygningur

Samanhangandi dupultur kantseymur

Kjølsvín, bond, bjálkar og stívarar á skottum

Ikki samanhangandi dupultur kantseymur, tó ikki í vatntangum.

(.2)  Dupult avbrotin sveising (ketusveising) kann verða brúkt aðrar staðir.

t (mm)

l (mm)

e (mm)

a (mm)

3 - 4,5

50

75

3,0

5 - 6,5

65

100

3,5

7 - 8,5

75

125

3,5

har ið:

t: tjúkt á plátuni, l: longd á sveisingini (dupultur kantseymur), e: frástøðan millum sveisingarnar.

(.3)  Avbrotin sveising øðrumegin (Z-sveising) kann, í staðin fyri ketusveising, verða brúkt í sambandi við festing av stívarum, tá sveisinøgdin er tann sama. Við endarnar krevst tó 150 mm dupultsveising.
(.4)  Ein kantseymur skal, umframt tað ið er ásett í stk. (4) (.5), vanliga hava eitt a- mál uppá í minsta lagi 3,5 mm.
(6)  Útinning av arbeiðinum í smálutum.
 
(.1)  Avstívarar skulu vera samanhangandi. Knæplátur skulu brúkast á støðum, har ið tað er neyðugt fyri at fáa neyðuga festiflatu.
(7)  Stívarar, ið ganga ígjøgnum vatntættar sundurskiljingar:
 
(.1)  Til tess at tryggja vatntættleikan, har ið ketu- ella z- sveisaðir stívarar ganga ígjøgnum vatntættar sundurskiljingar, skal sveisingin vera lokað við einum skurði í stívaranum, ella við einari stuttari fult gjøgnumbrendari sveising á báðum síðum á ta vatntættu sundurskiljingina (t.d. skot, dekk, botnstokkur).
(8)  Sveising av plátukragum.

Dømi um útskering í dekki og uppseting av plátukraga rundan um profil

(.1)  Dekk á tangum (t.d. hátangum, turrtangum, hall- og trimmtangum):
(.2)  Kragarnir skulu sveisast á báðum síðum. Har ið tað, vegnað plásstrot, ikki er møguligt at sveisa á baksíðuni, skal kragin kantskerast móti skurðinum og klædninginum.
(.3)  Høvuðsdekk: Har ið bond ganga ígjøgnum høvuðsdekk, skulu kragarnir sveisast á báðum síðum. Onnur dekk: Kragar skulu einans sveisast úr erva. Har ið plátubond ganga ígjøgnum dekk, skulu kragarnir sveisast á báðu síðum.
(.4)  Skott: Vatntøtt (VT) skott (undir hesum VT botnstokkar):
  Allir plátukragar skulu sveisast á báðum síðum. Har ið skott bera uppi bjálkar, skulu kragarnir sveisast á báðum síðum.
(.5)  Løtt skott, undir hesum yvirbygningar og dekshús:
  Kragarnir skulu sveisast á uppsetingarsíðuni. Har ið plátubond og dagbjálkar ganga ígjøgnum skott, skulu plátukragarnir sveisast á báðum síðum.
(.6)  Stívarar skulu vera sveisaðir fastir til berararnar, eisini á støðum, har ið stívarar ganga tvørtur ígjøgnum.

Grein 25 Einfaldaði styrkiskrøv til før bygd úr aluminium

(1)  Alment
 
(.1)  Før, ið skulu smíðast úr aluminium, kunnu smíðast sambært ásetingunum í hesari greinini treytað av, at:
 
(1.1)  Ferðin ikki fer upp um 15 sjómíl um tíman.
(1.2)  Skott, bond, botnstokkar og aðrir styrkispartar eru atkomuligir til tess at kunna fremja eftirlit, og at tað ber til at fremja tjúktarmáling á botninum og síðunum á skrokkinum, umframt á dekkum.
(.2)  Um so er at omanfyri nevndu krøv ikki eru lokin, skulu førini byggjast sambært reglunum hjá einum góðkendum felagsskapi.
(2)  Góðkenning av tekningum
 
(.2)  Áðrenn byrjað verður at smíða eitt óklassað far, skulu tekningar og útrokningar, sambært vegleiðing frá Skipaeftirlitinum um góðkenning av tekningum v.m., sendast inn til Skipaeftirlitið til góðkenningar.
(.3)  Hesar tekningar v.m., skulu til fulnar vísa konstruktiónina á farinum, tilfarsstøddir og skipan, og skulu sanna, at farið lýkur ásetingarnar í hesum regluverkinum.
(3)  Byggitilfar
 
(.1)  Í sambandi við konstruktiónina av farinum skal tað prógvast, at tey aluminiumsevni, ið brúkt verða, eru av skipsgóðsku við klassa- ella framleiðsluváttan og við í minsta lagi hesum eginleikanum:
  &sigma; 0,2 = 170 N/mm²
(4)  Útinning av arbeiðinum
 
(.1)  Tilskering og forming av tilfarinum, sveisi-, klinki-, límiarbeiði og arbeiðið annars í smálutum skal undir vanligum umstøðum fremjast sambært grein 26. Framleiðsluhølini skulu lúka ásetingarnar í grein 26.
(5)  Støddarásetingar
 
(.1)  Tær minstu støddirnar skulu vera sambært talvuni niðanfyri, við tað at millumliggjandi virði eru galdandi fyri før millum 8,0 og 15 metrar til longdar. Longdin, ið brúkt verður, er tann í kapitul I, grein 2, stk. (15). Um so er, at farið er longri enn 15 metrar, verður teigurin L = 15 metrar eisini brúktur til hesi før.
  Talvan fyri støddir á førum úr aluminium

Øki

Longd
< = 8,0 m

Longd
= 15,0 m

Viðmerking

Frástøða millum bondini

Í mesta lagi 300 mm

Í mesta lagi 300 mm

 

Skinnarakjølur

Flatan á tvørskurðinum 18 cm²
Minsta tjúkt = 16 mm

Flatan á tvørskurðinum 24 cm²
Minsta tjúkt = 20 mm

Har ið eingin skinnarakjølur er:
Kjølpláta = 1,5 x tjúktin á botninum. Heildarbreiddin = 30 x Longdina,mm

Miðkjølur

Flatan á tvørskurðinum 18 cm²
Minsta tjúkt = 6 mm

Flatan á tvørskurðinum 24 cm²
Minsta tjúkt = 8 mm

Einans kravdur, har ið eingin skinnarakjølur er.

Botnstokkur

Hæddin 200 mm
Tjúktin = 5,0 mm

Hæddin = 250 mm
Tjúktin = 6 mm

Kravdur á 3. hvørjum bandi. Á hinum kunnu vera botnstokkar formaðir í rammu

Flansar omaná botnstokkum

50 x 5 mm

50 x 6 mm

Eru ikki kravdir har ið betong verður stoypt til yvirkant á botnstokkum

Kjølsvín

UNP 100 ella líknandi

Flata 13,3 m²

UNP 120 ella líknandi

Flata 17 m²

Verður einans kravt á støðum, har ið eingin kjølur er.

Bond

90 x 8 mm

W = 21 cm³

100 x 8 mm

W = 27 cm³

Mesta spennivíddin 2,50 m.

Botnplátur

4,5 mm

7,0 mm

Ískoyti fyri kjøl- og stevnplátum

+ 1,0 mm (breidd 500 - 600 mm)

Klædningsplátur

4,5 mm

6,0 mm

Ískoyti fyri kjøl- og stevnplátum

+ 1,0 mm (breidd 500 - 600 mm)

Skott

4,5 mm

6,0 mm

 

Stívarar á skottum

50 x 6 mm

W = 6 cm³

50 x 8 mm

W = 8 cm³

Mesta sínámillum frástøða 300 mm.

Mesta spennivíddin 2,0 m.

Dekk

4,0 mm

6,0 mm

 

Deksbjálkar

90 x 8 mm

W = 21 cm³

90 x 8 mm

W = 21 cm³

Mesta sínámillum frástøða 300 mm

Mesta spennivíddin 2,5 m

Skansaklædningur og lúnning

4,0 mm

6,0 mm

Stívarar, mesta sínámillum frástøða 600 mm

Yvurbygningur og dekshús

4,0 mm

5,5 mm

Stívarar 50 x 6 mm

Mesta sínámillum frástøða 300 mm

Deksbjálkar í yvirbygningum

75 x 6 mm

Wmin = 10 cm³

75 x 6 mm

Wmin = 10 cm³

Mesta sínámillum frástøða 300 mm.

Mesta spennivíddin 2,5 m.

Knø og endasamankomingar

Knø

1,5 x djuptin á bjálkanum (stívaranum)

t = 6 mm

Knø

1,5 x djúptin á bjálkanum.

t = tjúktin á profilinum

Har ið eingi knø eru, skulu bjálkarnir sveisast í endanum til atliggjandi bjálkar.

(.2)  Viðmerkingar
 
(2.1)  Spennvíddin er frástøðan millum tvey beripunk ella millum miðjuna á tveimum knøum.
(2.2)  W = mótstøðumoment á bjálkum. Í hesum er íroknað ein plátuflata uppá 300 x tjúktin á plátuni.
(2.3)  Um so er, at aðrar frástøður millum bondini/bjálkarnar/stívarnar verða brúktar, kann verða loyvt at mótrokna beinleiðis í lutfallinum.
(2.4)  Um so er, at aðrar spennvíddir á bondum/bjálkum/stívarum verða brúktar, skal mótrokningin í lutfallinum millum spennivíddir vera í øðrum potensi.
(2.5)  Tá ið onnur sløg av bjálkum verða brúkt, skulu hesir bjálkar hava í minsta lagi sama mótstøðumoment sum teir, ið verða umskiftir.
(2.6)  Har ið bjálkar verða hildnir uppi av beribjálkum, skulu hesir málsetast til at kunna tola trýstið frá teirri last, sum dekspláturnar bera. Trýstið á arbeiðsdekkinum er tyngdin á tí farminum og teirri útgerð, sum hetta er ætlað at bera, tó í minsta lagi 8,0 kN/m², og á dekkum á yvirbygningum 4,0 kN/m². Útrokningarnar skulu vera grundaðar á reglur hjá einum góðkendum felagsskapi.
(6)  Eftirlit
 
(.1)  Í sambandi við at tað endaliga sýnið av farinum verður framt, skulu krøvini í omanfyri nevndu talvu, útrokningar og arbeiðið sum heild kannast.
(.2)  Um hildið verður at tað krevst sambært vegleiðing um eftirlit við sveisiarbeiði, skal sveisieftirlitið fremjast við at brúka røntgu ella samsvarandi.

Talva, sum vísur mótstøðumoment á bjálkum við 4 - 9 mm tjúkkari plátuflatu

Grein 26 Byggikrøv til før úr aluminium

(1)  Alment
 
(.1)  Eftirfylgjandi reglur eru galdandi fyri før úr aluminium, sum hvør í sínum lagi verða sýnaði meðan smíðað verður.
(2)  Tilfarsgoymslan
 
(.1)  Plátur, profil og annað tilfar úr aluminium skal goymast liggjandi soleiðis, at tilfarið ikki verður fyri skaða ella avskapast.
(.2)  Sveisiútgerð og elektrodur, ískoytistilfar v.m., skal goymast í turrum og reinum umhvørvi.
(.3)  Aluminiumstilfar má ikki liggja á goymslu saman við øðrum evnum úr metali.
(3)  Framleiðsluhøli
 
(.1)  Tilvirking og sveising av aluminium skal gerast á einum turrum staði undir taki og vart móti veðri og vindi.
(.2)  Arbeiðsstaðið skal vera reint. Onnur evni úr metali skulu ikki verða tilvirkaði har á staðnum.
(.3)  Um so er at lufthitin kann fara niður um 0° C, skal framleiðsluhølið vera soleiðis skipað, at tað ber til at tetta tað og fáa hita inn í rúmið.
(4)  Tilfar
 
(.1)  Tað skal vera skjalprógva við klassaskjølum ella framleiðsluskjølum at tær plátur og tey profil , ið brúkt verða til avvarðandi far í bygging, er av tí slagnum og hevur tær dygdir, ið kravdar eru. Sveisitráður og gassblandingar skulu vera sambært viðurkendum fyrisettum mátum (t.d. fyrisett mát hjá einum góðkendum felagsskapi).
(.2)  Byggitilfarið skal vera rættlinjað og við ongum skaða og hava nágreiniligar ásettar og góðkendar støddir.
(.3)  Plátur, ið verða brúktar til skrokkin, skulu vera av einum góðkendum slagi til skipsbrúk og vera valsaðar, strektar og ekstruderaðar. Pláturnar skulu vanliga vera samansettar av hesum markvirðum:

Cu

Í mesta lagi 0,2 %

Fe

Í mesta lagi 0,5 %

Mg

Í minsta lagi 2,0 %

(.4)  Dømi um tilfar, sum uppfyllir hesi krøv:

Sambræðing nr.

5052

5083

5086

5154

5454

Slaggreining

AlMg2,5

AlMg4,5

Mn0,7

AlMg4

Mn0,2

AlMg3

AlMg2,7

Mn

Standardur

EN AW

ASTM

DIN 1725

EN AW

ASTM

DIN 1725

EN AW

ASTM

DIN 1725

EN AW

ASTM

DIN 1725

EN AW

ASTM

DIN 1725

(.5)  Stívarar og profil, ið brúkt verða, skulu vera av einum góðkendum slagi til skipsbrúk og vera valsað, strekt ella ekstrudaraði. Stívararnir og profilini skulu vanliga vera samansett av hesum markvirðum:

Cu
Í mesta lagi 0,4 %

Fe
Í mesta lagi 0,5 %

Mg
Í minsta lagi 2,0 %

(.6)  Dømi um tilfar, sum lýkur hesi krøv:

Sambræðing nr.

5052

5083

5086

5154

5454

Slaggreining

AlMg2,5

AlMg4,5

Mn0,7

AlMg4

Mn0,2

AlMg3

AlMg2,7

Mn

Standardur

EN AW

ASTM

DIN 1725

EN AW

ASTM

DIN 1725

EN AW

ASTM

DIN 1725

EN AW

ASTM

DIN 1725

EN AW

ASTM

DIN 1725

(5)  Tilevning av tilfari
 
(.1)  Aluminiumstilfar, ið er hert, skal vanliga ikki formast við tilførslu av hita, og forming í kaldari støðu skal einans gerast, tá ið lítil spenningar eru í tilfarinum. Tilfar úr aluminium skal vanliga vera beinlinjað ella verða formað í einum valsi.
(.2)  Plátur skulu vanliga boyggjast í einum valsi. Plátur skulu ikki boyggjast til 90° uttan so, at innari bendiradiusin R er í minsta lagi:
  R = F x t
  har ið:
  F: boyggifaktorurin sambært talvuni niðanfyri
  t: tjúktin á tilfarinum
  Støða: Støðutalið sambært tí standardinum, ið brúktur er, t.d. DIN 17007.

Sambræðing

Støðutal

F

F

F

F

F

t = 1,5

t = 3,5

t = 4,5

t = 6,0

t = 9,0

AlMg2,5

0,2

0,14

0,18

0

1

3

0

1,5

4

1

2

5

1

3

6

1,5

3

7

AlMg4,5Mn

0,2

0,32

0,5

1,5

1

3

1

3

1,5

3,5

2

-

(.3)  Tilfarið skal vera skorið til soleiðis, at kantarnir eru beinir við ongum sárum ella foyrum.
(6)  Sveising
 
(.1)  Alminium má ikki sveisast, tá lufthitin er undir +5° C.
(.2)  Sveisiarbeiði á skrokki og dekki skal einans fremjast av sveisarum, ið hava prógv til sveising við teimum evnum og teirri útgerð, ið brúkt verður.
(.3)  Sveisielektrodur/tráður skulu vanliga vera úr AlMg4,5Mn ella AlMg5 uttan so at tað kann skjalprógvast, at annað tilfar veitur betri úrslit.
(.4)  Øll sveisingin skal vera fult gjøgnumbrend og við snøggari yvirflatu uttan pokur ella kantsár.
(.5)  Allar plátur umframt fastsetingin av vatntøttum skottum og fundamentumundirløgum undir maskinum, skulu vera sveisaðar samanhangandi.
(.6)  Á støðum, har ið sveisiseymurin ikki er samanhangandi, skal longdin á sveisiseyminum vera í minsta lagi eins long, og tann parturin, ið ikki er sveisaður. Í endunum skal sveisiseymurin tó altíð vera samanhangandi.
(.7)  Tær í grein 24 nevndu leiðreglur um sveisisambond eru harumframt eisini galdandi fyri før úr aluminium.
(.8)  Sveisingin skal vavi vera sambært tí, ið frammanundan er góðkend.
(.9)  Sveisingar á tí partinum á skrokkinum, ið vanliga er sjónligur, skulu kannast við penetrerandi/gjøgnumsetandi vesku ella á annan javngóðan hátt. Rivur mugu ikki vera á yvirflatuni.
(7)  Klinking
 
(.1)  Dekk og yvirbygningar kunnu klinkast. Tó er tað ikki loyvt at klinka samankomingina millum dekk/yvirbygningar og klædningin á skrokkinum.
(.2)  Poppklinging er ikki loyvd á konstruktiónum, ið eru fyri trýsti uttan so, at hon frammanundan er roynd og góðkend.
(.3)  Naglar skulu vanliga hava eitt tvørmál uppá í minsta lagi 2 ferðir plátutjúktina og frástøðan sínámillum skal vera í mesta lagi 15 ferðir plátutjúktina. Frástøðan til kantin á plátuni skal vera í minsta lagi 6 ferðir plátutjúktina.
(8)  Líming
 
(.1)  Festing við lími er einans loyvd, um frammanundan eru gjørdar statiskar og dynamiskar royndir við avvarðandi slagi av lími og nýtslan av hesum er góðkend.
(.2)  Einans límsløg, ið hava eitt skjalprógvaða gott langtíðarhaldføri í ráligum umhvørvi innan fyri viðkomandi hitastig, kunnu brúkast til límingina.
(.3)  Góðkendar mannagongdir skulu vera til skjals í sambandi við límingina.
(9)  Onnur sambond
 
(.1)  Sambondini millum aluminium og onnur metal skulu, vera fullkomiliga sundurskild hvørt frá øðrum við t.d. neopren pakningi og plastikkbúsningi, tó er sýrufast rustfrítt stál undantikið.

Fylgisskjal 1

 

Skelti um floksgóðkenning

 

Skeltið skal vera úr metalli við uml. 6 x 10 cm stórum inngravaðum ella innhøgdum teksti. Skeltið skal støðugt hanga uppi á einum sjónligum staði umborð.

     
     
     
 

Hetta farið er av einum slagi, ið Skipaeftirlitið hevur góðkent

 
     
 

Framleiðsluvøra:

 
     
 

Slaggreining:

 
     
 

Bygginummar og ár:

 
     
 

Støddir: (upplýst ímetrum við tveimum desimalum)

 
     
 

Longd:6

B:

D:

 
     
 

Samlaða lastaevni:

 
     
 

Samlaða framtøkumegin í kW:

 
     
     

Skelti um góðkenning av skrokkinum

 

Skeltið skal vera úr metalli við uml. 6 x 10 cm stórum inngravaðum ella innhøgdum teksti. Skeltið skal støðugt hanga uppi á einum sjónligum staði umborð.

     
     
 

Hesin skrokkur er góðkendur av Skipaeftirlitinum

 
     
 

Framleiðsluvøra:

 
     
 

Slaggreining á skrokki:

 
     
 

Bygginummar og ár:

 
     
 

Støddir: (upplýst i metrum við tveimum desimalum)

 
     
 

Longd:7

B:

D:

 
         
     
6 Longdin sambært kapitul I, grein 2.15
7 Longdin sambært kapitul I, grein 2.15
 

Fylgisskjal 2

 

Váttan um slag á vinnufari

 
 

Við hesum verður váttað, at "M/B Navn á farinum" er floksgóðkent sum eitt (deksfarfiskifar/lastafar" ella "opið far-deksfar/lastafar")8. Floksgóðkenningin er gjørd við støði í regluverkinum "Fráboðan frá skipaeftirlitinum F" og sambært

 
         
   

Skriv frá Skipaeftirlitinum, dagfest

     
           
   

Slaggreining:

     
               
   

Bygginummar:

 

Byggiár:

     
               
   

Høvuðsstøddir:9

   
         
   

Longd L . . .

:

 

m

   
               
   

Fulla longdin Loa . . .

:

 

m

   
               
   

Longdin L l . . .

:

 

m

   
               
   

Breiddin B (Størsta breiddin) . . . . .

:

 

m

   
               
   

Dýpið miðskips . . .

:

 

m

   
               
   

Samlaða framtøkumegin . . .

:

 

kW

   
               
 

Tað verður váttað, at omanfyri nevnda farið er partur av einari røð av førum, ið bygd verða eftir somu tekningum og spesifikasjónum og í somu góðsku sum frumsniðið, ið er góðkent og roynt sambært teimum givnu treytunum umframt teimum reglum, ið vóru galdandi á góðkenningardegnum.

 
     
 

Givið við heimild frá Skipaeftirlitinum

 
     
 

Staður:

 

tann

     
             
             

(undirskrift)

8 Tað, sum ikki verður brúkt, verður yvirstrikað.
9 Soleiðis sum allýst i kapitul I, grein 2. Ásett við tveimum desimalum.

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv