TJEKKLISTI
fyri árligt sjálvsýn (egenkontrol) av vinnuførum undir 15 metrar
Eigarin/brúkarin av farinum hevur sambært Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F, kap. I, regel 6, stk. 6 eina lógarálagda skyldu at fremja eitt árligt sjálvsýn av farinum samsvarandi hesum tjekklista
Tjekklistin skal tryggja, at útvald trygdarkrøv regluliga verða eftirkannað í tíðarskeiðnum millum høvuðssýnini. Talan er sostatt ikki um ein úttømandi lista yvir øll krøv, sum farið skal lúka sambært galdandi lóggávu
Hesin tjekklisti skal altíð vera umborð á farinum og eftir umbøn vísast fram fyri eftirlitsmyndugleikanum!
Sýnsár______________
Navn á farinum |
Havnakenningarnummar |
Heimstaður |
|
Økir, ið skulu eftirkannast |
Ja |
Nei |
|
Er farið umbygt? - og um ja, er Sjóvinnustýrið fráboðað og hevur sýnað umbyggingina? |
|||
Er kravda bjargingarútgerðin umborð, á røttum stað, í lagi og klár til nýtslu ? |
|||
Riggar radioútgerðin, íroknað brúksbattarír og umstillari til startbattaríir ? |
|||
Er magnetkumpassin eftirkannað og deviatiónstalva gjørd ? |
|||
Riggar ekkoloddið ? |
|||
Er radarreflektorin á røttum stað og í lagi ? |
|||
Er álmanakki umborð í nýggjastu útgávuni ? |
|||
Eru kravd uppsløg og skelti hongd upp á rætta stað ? |
|||
Rigga allar lanternur ? |
|||
Riggar floytan/tokulúðurin ? |
|||
Rigga lensiportrini ? |
|||
Eru pakningar og skalkingar í veðurtættum hurðum í lagi ? |
|||
Eru brandspjell í lagi ? |
|||
Eru øll luftrør tryggjaði ímóti at sjógvur rennur niður í tey ? |
|||
Er akkersútgerðin umborð og klár til nýtslu ? |
|||
Er róðurstamman við pakkdós og búsningum kannað og í lagi ? |
|||
Er góðkend stabilitetsmappa umborð - herundir nýggja stabilitetsmappa í samband við møguliga umbygging ? |
|||
Rigga tær báðar óheftu startskipaninar til høvuðsmotorin í lagi ? |
|||
Riggar fjarstongsulin ("hurtiglukkere") til brennioljuskipanir ? |
|||
Riggar lensiskipan og lensialarmar ? |
|||
Hava eldávaringar- og eldsløkkiskipanin, herundir hondeldsløkkjarnir verið til regluligt eftirlit ? |
|||
Finst brandteppi umborð ? |
|||
Eru gasbluss og/ella oljufýrd kabúss í lagi ? |
|||
Kunnu lúkur læsast í opnari støðu ? |
|||
Er dekkið v.m. tryggjað ímóti hálku ? |
|||
Eru atkomuviðurskiftini til lastina v.m. trygg ( trappir og leytarar)? |
|||
Er skansaklædningur, gelendarar og fallverja í lagi ? |
|||
Eru landgonguviðurskiftini trygg ? |
|||
Eru ljósviðurskiftini í gongdum, rúmum og arbeiðsøkjum í lagi ? |
|||
Er verndarútbúnaður á dekksmaskinarínum í lagi (skermar og neyðstopp) ? |
|||
Fara stýrihandtøkini á spølum sjálvvirkandi í "neutral-støðu" ? |
|||
Eru trygdarboylarnir á "vegvísarablokkum" í lagi ? |
|||
Er dagførd medisinkista umborð ? |
|||
Er útgerð at bjarga fyri borð falnum persónum umborð og klár til nýtslu ? |
TAÐ VERÐUR HERVIÐ UNDIR REVSIÁBYRGD VÁTTAÐ:
- | at eg samvitskufult havi eftirkannað øll punktini í tjekklistanum í sambandi við árliga sjálvsýnið |
- | at tjekklistin er rætt fyltur út |
- | og at manglar/brek eru - ella uttan drál verða umvæld |
Staður |
Dagfesting |
Undirskrift eigarans/brúkarans |
Dagligur tjekklisti
fyri vinnufør undir 15 metrar fevnd av Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum F
Til tess at tryggja, at farið altíð er í sjódyggum standi, eigur hesin tjekklisti at verða havdur á einum sjónligum stað umborð, og samvitskufult verða gjøgnumgingin hvørja ferð áðrenn lagt verður frá landi
NAVN Á FARINUM |
HAVNAKENNINGARNUMMAR / EFTIRLITSNUMMAR |
HEIMSTAÐUR |
Er kravda bjargingarútgerðin umborð, á røttum stað, í lagi og klár til nýtslu ? |
||
Riggar radioútgerðin ? |
||
Rigga allar lanternur ? |
||
Er neyðuga navigatiónsútgerðin umborð, herundir ein álmanakki ? |
||
Riggar floytan/tokulúðurin ? |
||
Rigga lensiportrini ? |
||
Rigga pumpur og aðrar lensiskipanir ? |
||
Rigga lensialarmarnir ? |
||
Eru sjógvsambond og aksilpakkdós tøtt ? |
||
Riggar eldávaringar- og eldsløkkiskipanin ? |
||
Eru hondeldsløkkjarar umborð ? |
||
Fara stýrihandtøkini á spølum sjálvvirkandi í "neutral-støðu" ? |
||
Er nóg mikið av brennievni umborð ? |
||
Eru veðurvánirnar og streymviðurskiftini kannað áðrenn fráferð ? |
||
Kemur farið undir allari ferðini at hava nøktandi stabilitet og fríborð ? |
||
Eru lúkur og lok (deksil) latin aftur og skalkað ? |
||
Kunnu lúkur og hurðar læsast í opnari støðu ? |
||
Rigga trygdarskipaninar í taljum og blokkum ? |
||
Er útgerð at bjarga fyri borð falnum persónum umborð og klár til nýtslu ? |