Fylgiskjal 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 4/2007: Løggildartreytirnar
Í hesum skjali standa útbúgvingar- og førleikakrøvini fyri at verða løggildaður til - vegna Skipaeftirlitið - at hava eftirlit við frysti- og køliskipanum umborð á øllum1 føroyskum skipum.
- 1Fyrivarni verður tikið viðvíkjandi klassaðum skipum. Løggildaði skal í slíkum førum eisini kunna liva upp til góðskukrøvini hjá klassanum. (Økið er tó ikki í løtuni partur av klassaavtaluni, men kann blíva tað í komandi dagføringum)
Harumframt verða ásett krøv, mannagongdir og skjalprógv fyri útinnan av løggilduga arbeiðnum.
Útbúgvingar- og førleikakrøv til umsøkjaran:
∙ | Usøkjarin skal hava "Loyvisbræv sum kølimontørur 2" frá Arbeiðseftirlitinum |
∙ | Umsøkjarin skal skjalprógva royndir við arbeiði í sambandi við køliskipanir, herundir serliga umborð á skipum |
∙ | Umsøkjarin skal eiga neyðug amboð og hjálpitól til hetta arbeiði |
∙ | Umsøkjarin skal hava til taks og vera kendur við tær reglur, sum eru galdandi fyri køliskipanir umborð á skipum, herundir eisini tey til eina og hvørja tíð galdandi krøv til heilsu-, umhvørvis- og trygdarviðurskifti innan avvarðandi øki |
Krøv, mannagongdir og skjalprógv í sambandi við útinnan av løggilduga arbeiðnum:
Nærri lýsing av løggilduga arbeiðsøkinum:
Talan er her um "Last- og Proviantkøliskipanir" umborð á skipum við meira enn 50 kg av kølievni, undantikin køliskáp og frystiboksir.
Køliskipanir kunnu byggjast við góðkendum lutum/tilfari undir eftirliti av løggildaðum við teirri treyt, at sveisisertifikat fyriliggur.
Einhvør liðug skipan skal tó sýnast, roynast og góðkennast av løggildaðum, eins og árlig eftirlit skulu gerast og á próvskjali váttast mótvegis Skipaeftirlitinum.
Reglugrundarlag:
∙ | § 76 í Bekendtgørelse nr. 387 af 07.07.1969 om maskinanlæg m.v. i skibe |
∙ | Fráboðan E, Kapitel IV, regel 15: Kølesystemer til bevarelse af fangsten |
∙ | Fráboðan B, Kapitel II-1, Regel 27: Maskineri |
∙ | Kap. XXVI í Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, D, E og F |
Próvskjal fyri kanning v.m. av køliskipan:
Eftir at køliskipanin er sýnað og/ella góðkend, skal tann løggildaði fylla út og undirskriva eitt próvskjal í 3 eintøkum. Í próvskjalinum skulu vera hesar upplýsingar:
1. Upplýsingar um skipið:
Navn, heimstaður, eftirlitsnummar, radiofrámerki og møguligt IMO-nummar.
2. Upplýsingar um skipanina:
3. Upplýsingar um sýnið, frágreiðing:
Úrslitið av sýninum, hvat er kannað, hvat er umvælt, royndarkoyring, trykkroynd, o.s.v.
4. Upplýsingar um løggildaða:
Navn og bústaður.
5. Staðfesting:
Dagfesting, stempul og undirskrift.
Eitt eintak av omanfyri nevnda próvskjali skal latast skipinum. Skipaeftirlitið skal hava eitt eintak, og tann løggildaði skal varðveita eitt eintak í minsta lagi 5 ár.
Uppskot til slíkt próvskjal skal leggjast við umsóknini.