§ 1. Í Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum E um byggikrøv og útgerð v.m. til fiskiskip, sum seinast dagførd 1. januar 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3 a) verður orðað soleiðis:
"Fyri fiskiskip, fevnd av hesum regluverki, sum verða innflutt til Føroya eftir 1. apríl 2014, galda hesi serkrøv:
1) | fiskiskip 24 metrar og longri, og uttan mun til nær tey eru bygd, skulu eftir nærri ítøkiligari meting Sjóvinnustýrisins hava sjálvvirkandi eldávaringar- og eldávísingarskipan við roykvarnarum í øllum rúmum, sum galdandi Fráboðan E, kap V, reg. 2, pkt. 10-12 fevnir um. Skipanin skal lúka standardin í kap. V, reg. 15 |
2) | fiskiskip 15-24 metrar, og uttan mun til nær tey eru bygd, skulu lúka ásetingarnar í Fráboðan E, kap. V, reg. 51 um sjálvvirkandi eldávaringarskipan |
3) | Bjargingarbátar, MOB-bátar og davidar umborð á innfluttum fiskiskipum, sum eru bygd áðrenn 1999, kunnu eftir nærri ítøkiligari meting Sjóvinnustýrisins verða kravd skift út við samsvarandi nýggjari, tryggari ella skjótari útgerð |
§ 2. Henda fráboðan kemur í gildi tann 1. apríl 2014.
Sjóvinnustýrið tann 6. mars 2014
Hans Johannes á Brúgv, stjóri
/ Petur E. Nielsen, ráðgevi