Gildiskoma: 13.06.2008
Slag: Kunngerð (VØRN)

Við heimild í §§ 5, 9 og § 9 a í løgtingslóg nr. 25 frá 12. apríl 2006 um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT), sum broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 19. mai 2008, verður ásett:

§ 1. Tá lagt verður frá landi, skal øll manningin á kappróðrarbáti vera í einum av Skipaeftirlitinum góðkendum bjargingar-vesti, sbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Undir kappróðri er ikki neyðugt, at manningin er í bjargingarvestum, men skulu vestarnir vera í bátinum. Høvuðsdómararnir á kappróðrarøkinum kunnu tó áleggja manningini at vera í vestinum undir róðrinum, um hetta verður mett neyðugt.

Stk. 3. Felagið, ið báturin rør fyri, skal ansa eftir, at manning, sum ikki er fylt 15 ár, nýtir bjargingarvest sbrt. stk. 1 og 2.

§ 2. Harumframt skal kappróðrarbátur í minsta lagi hava hesa útgerð umborð undir venjing:

1)   kumpass,

2)   pøs ella eyskar at oysa við,

3)   radarreflektor, sum er festur á stong, ið røkkur minst ein metur yvir stavnarnar, og

4)   floytu ella blásilúður.

§ 3. Við bót verður tann revsaður, sum ikki er í góðkendum bjargingarvesti sbrt. § 1, stk. 1 og stk. 2, 2. pkt.

Stk. 2. Felagið, ið báturin rør fyri, verður revsað við bót fyri brot á § 1, stk. 2, 1. pkt., § 1, stk. 3 og § 2.

Stk. 3. Fiskiveiðieftirlitið kann avgera revsimálið við sektaruppskoti eftir reglunum í grein 9 a í lógini.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 64 frá 17. mai 2006 um bjargingarútgerð á kappróðrarbátum.

 

 

Fiski- og Tilfeingismálaráðið, 12. juni 2008

 

Tórbjørn Jacobsen (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv