Gildiskoma: 15.07.2019
Slag: Kunngerð

Kunngerð um at sigla við førum, ið taka upp í 12 ferðafólk

Við heimild í § 1, stk. 2, §§ 7-10, § 15, stk. 2, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 og løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013, verður ásett:

§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri vinnuligasigling við førum, ið taka upp í 12 ferðafólk, hvørs longd L er styttri enn 15 metrar og hvørs dimensiónstal er undir 100.

Stk. 2. Kunngerðin er eisini galdandi fyri træskip við primitivari konstruktión og før, ið verða drivin uttan motororku.

Stk. 3. Sigling, ið skúlar, útbúgvingarstovnar, viðgerðarstovnar, dagstovnar, frítíðarskúlar o.o. skipa fyri við næmingum og øðrum, ið eru knýtt at stovninum, verður mett sum vinnuligt virksemi.

Stk. 4. Í ivamálum tekur Sjóvinnustýrið avgerð.

§ 2. Í skjølunum til hesa kunngerð merkja hesi hugtøk:

1)   Breiddin B: størsta breiddin á farinum.

2)   Dimensiónstal: longdin L1 faldað við breiddini B.

3)   Dimensiónstal fyri fiskifør: Loa á farinum faldað við breiddini á farinum: (Loa x B).

4)   Longdin L1: longdin mátað frá forkanti á húð, har hon sker yvirkant á dekki á framstevni, til afturkant á húð, har hon sker yvirkant á dekki í afturstavn. Á opnum bátum verður longdin mátað á ovara kanti á stokkinum.

5)   Yrkisupplæring í sigling: sigling, har persónur fær undirvísing umborð til tess at standa eina roynd í sigling, ella fær gjøgnumgingið eina undirvísingarætlan við tí endamáli at verða upplærdur í sigling í ávísa farinum.

§ 3. Reiðarin á farinum skal syrgja fyri, at farið verður brúkt samsvarandi góðum sjómansskapi, at mannalív á sjónum eru tryggjað á fullgóðan hátt, og at farið er mannað, konstruerað, útgjørt og hildið við líka soleiðis, at farið er egnað til endamálið.

§ 4. Reiðarin á farinum skal syrgja fyri, at skrivlig trygdarvegleiðing um tryggan rakstur og nýtslu av farinum verður gjørd. Trygdarvegleiðingin skal:

1)   eyðmerkja ta fyritøku ella tann persón, ið hevur ábyrgdina av ferðamannasiglingini,

2)   greiða frá tí siglingarvirksemi, ið farið verður nýtt til,

3)   greiða frá vandum, ið eru tongdir at siglingini,

4)   greiða frá tiltøkum, ið eru sett í verk fyri at minka um vandarnar við siglingini,

5)   lýsa farið, undir hesum tekniska útgreining av farinum og lýsing av útgerðini, ið skal vera umborð og hvussu henda útgerðin verður hildin við líka,

6)   áseta manningartal og greiða frá teirri útbúgving, sum førarin, manningin og vegleiðarar altíð skulu hava,

7)   áseta siglingaravmarkingar fyri farið, so sum t.d. avmarkingar í siglingarøki, árstíð, veðri og vindi, hita í sjónum og mesta tali av fólki umborð, sum førarin skal halda seg til, so siglast kann á tryggan hátt,

8)   áseta tey tiltøk, ið skulu verða sett í verk á landi og umborð fyri á besta hátt at tryggja, at øll umborð á farinum, í sambandi við eldsbruna, kollsigling, samanstoyt og onnur óhapp, kunnu verða bjargað og hildin á lívi, eisini um tey liggja á sjónum, til hjálpin kemur fram,

9)   tryggja, at tað støðugt ber til at biðja um hjálp í sambandi við óhapp og vanlukkur,

10) tryggja, at tað á landi altíð eru upplýsingar um nágreiniliga talið av persónum umborð, og at hesar upplýsingar altíð eru tøkar í neyðstøðu,

11) tryggja, at óroyndir persónar fáa holla trygdarvegleiðing, áðrenn lagt verður frá landi, og

12) greiða frá, hvussu forðað verður fyri, at ótilætlaðar hendingar ella óhapp koma fyri aftur.

Stk. 2. Reiðarin skal tryggja sær, at tann, ið ger trygdarvegleiðingina, hevur neyðugu maritimu vitanina, førleikar til og kunnleika um at sigla við viðkomandi fari, undir hesum at viðkomandi:

1)   hevur neyvan kunnleika til trygd á sjónum, góðan sjómansskap og bjarging á sjónum,

2)   hevur kunnleika til maritima radioútgerð,

3)   er skikkaður til samskifti til sjós, og

4)   hevur neyvan kunnleika til ta ávirkan, veður og vindur kann hava á siglingina.

Stk. 3. Trygdarvegleiðingin skal verða gjørd samsvarandi ásetingunum í skjali 4.

Stk. 4. Reiðarin skal tryggja sær, at trygdarvegleiðingin støðugt er í samsvari við veruliga siglingarvirksemið.

Stk. 5. Førarin av farinum skal verða kunnaður um trygdarvegleiðingina, sum skal vera tøk hjá føraranum, tá farið verður brúkt.

Stk. 6. Ferðafólk skulu hava møguleika at kunna seg um trygdarvegleiðingina, áðrenn lagt verður frá landi.

Stk. 7. Trygdarvegleiðingin skal eftir áheitan latast Sjóvinnustýrinum.

Stk. 8. Sjóvinnustýrið hevur heimild at kanna, um trygdarvegleiðingin sbrt. § 4 er nøktandi í mun til siglingarvirksemið, og um trygdarstigið er í samsvari við vegleiðingina í skjali 4.

§ 5. Førari á fari, fevnt av hesi kunngerð, skal tryggja sær, at farið verður ført í samsvari við góðan sjómansskap, at mannalív á sjónum eru tryggjað á fullgóðan hátt og at farið verður ført í samsvari við trygdarvegleiðingina í skjali 4.

§ 6. Før við dimensiónstali undir 20 skulu, umframt ásetingarnar í hesi kunngerð, eisini lúka tey í skjali 1 ásettu krøv um konstruktión, útgerð, sýn, skráseting og loyvisbrøv.

§ 7. Før við dimensiónstali upp á 20 ella meira skulu, umframt ásetingarnar í hesi kunngerð, eisini lúka krøvini í skjali 2 og ásetingarnar í kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerð o.a. til smærri vinnufør (Fráboðan F).

§ 8. Før, ið einans verða nýtt til yrkisupplæring í sigling, skulu í staðin fyri ásetingarnar í §§ 7 og 8 lúka tey í skjali 3 nevndu konstruktiónskrøv og útgerðarkrøv.

Stk. 2. Sjóvinnustýrið kann loyva, at før, ið lúka konstruktiónskrøvini og útgerðarkrøvini í skjali 3, verða nýtt til aðra líknandi sigling við í mesta lagi 12 ferðafólkum.

§ 9. Treytað av, at tað við royndum ella á annan hátt er prógvað at vera minst líka gott sum tað, ið verður kravt sambært hesi kunngerð, kann Sjóvinnustýrið loyva, at onnur útgerð, tilhoyr, tilfar o.tíl. kann brúkast umborð, eins og onnur tiltøk enn tey, sum verða kravd eftir hesi kunngerð, kunnu verða sett í verk.

Stk. 2. Sjóvinnustýrið góðtekur royndir, ið verða gjørdar av viðurkendum rannsóknarstovnum, undir hesum rannsóknarstovnum í ES ella EØS-londum, og sum geva eina hóskandi tekniska, fakliga og óhefta góðskutrygd.

§ 10. Brot á §§ 3-5 verða revsað við sekt ella fongsli í upp í 2 ár.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.

§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi 15. juli 2019, og samstundis fer úr gildi Teknisk forskrift nr. 10004 af 6. februar 1992 for last- og fiskeskibe, der medtager maksimalt 12 passagerer.

Stk. 2. Før, ið Sjóvinnustýrið hevur góðkent, og sum hava galdandi loyvi at sigla við ferðafólki, kunnu halda fram at sigla við ferðafólki, til loyvið gongur út ella verður ógildað av øðrum orsøkum. Nýggj góðkenning verður givin samsvarandi ásetingunum í hesi kunngerð.

Stk. 3. Uttan mun til ásetingarnar í stk. 2 skulu øll før hava ta í § 4 nevndu trygdarvegleiðing í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at henda kunngerð er komin í gildi.

 

 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 9. juli 2019

 

Poul Michelsen (sign.)

landsstýrismaður

/ Herálvur Joensen (sign.)

 

 

 

Skjal 1

 

 

Før við dimensiónstali undir 20

 

 

Regla 1. Sýn, góðkenning og skráseting av førum við framtøkumegi minni enn 100 kW

1. Sjóvinnustýrið hevur eftirlit við førum við dimensiónstali undir 20 og framtøkumegi upp á minni enn 100 kW. Eftirlitið kann fevna um, hvørt trygdarásetingarnar verða hildnar, undir hesum um trygdarvegleiðingin hjá reiðaranum, sbrt. § 4, samsvarar við siglingarvirksemið hjá farinum.

 

Regla 2. Sýn, góðkenning og skráseting av førum við framtøkumegi upp á 100 kW ella meira

1. Reiðarin hevur skyldu at boða Sjóvinnustýrinum frá um før, ið hava eina framtøkumegi upp á 100 kW ella meira. Hesi før skulu sýnast sbrt. 1.1-1.4.

1.1 Fyrsta sýn skal verða framt, áðrenn farið verður undir at sigla.

1.2 Endurnýggjanarsýn skal verða framt 48. hvønn mánað.

1.3 Miðsýn skal verða framt millum 21 og 27 mánaðir fyri seinastu freist fyri endurnýggjanarsýni.

1.4 Metir Sjóvinnustýrið tað vera neyðugt við fleiri sýnum í sambandi við størri umvælingar, endurnýggjan av farinum ella tá nýtslan av farinum broytist munandi í mun til ásetingarnar í galdandi trygdarvegleiðing, sbrt. § 4, kunnu fleiri sýn enn tey í pkt. 1.1-1.3 verða kravd.

2. Omanfyri nevndu sýn skulu fremjast soleiðis:

2.1 Fyrsta sýn skal fevna um eftirlit við konstruktión, maskinaríi og útgerð, og um farið er egnað til ta sigling, sum tað skal nýtast til. Harumframt skal fyrsta sýn fevna um, hvørt trygdarásetingarnar sambært hesari kunngerð verða hildnar, undir hesum um trygdarvegleiðingin hjá reiðaranum svarar til siglingarvirksemið, sum er ásett í trygdarvegleiðingini. Harumframt verður kannað, um siglingaravmarkingarnar, sum reiðarin hevur ásett fyri farið, fylgja meginreglunum um siglingarøki í kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerð o.a. til smærri vinnufør (Fráboðan F).

2.2 Endurnýggjanarsýn skal fevna um eftirlit við konstruktión, maskinaríi og útgerð fyri at tryggja, at hesi lúka krøvini í kunngerðini, eru í nøktandi standi og egnað til ta sigling, sum farið er ætlað til. Harumframt skal eftirlitið fevna um, hvørt trygdarásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar. Serliga skal metast um, hvørt trygdarvegleiðingin hjá reiðaranum framvegis svarar til siglingarvirksemið.

2.3 Reiðarin skal sjálvur fremja miðsýn við at senda Sjóvinnustýrinum trygdarvegleiðingina, sbrt. § 4, saman við eini fráboðan um, at vegleiðingin framvegis er í samsvari við virksemið, at konstruktión, útgerð og maskinarí er kannað og hildið við líka, og at farið framvegis er egnað til ætlaða virksemið.

 

Regla 3. Skjøl og skjalprógv fyri før við framtøkumegi upp á 100 kW ella meira

1. Tá fyrsta sýnið ella endurnýggjanarsýn er framt, gevur Sjóvinnustýrið farinum eitt ferðafólkaloyvi, sum er galdandi í í mesta lagi 48 mánaðir. Á ferðafólkaloyvið skal reiðarin átekna, nær hann, sbrt. reglu 2.3, hevur framt miðsýn. Í ferðafólkaloyvinum skulu vera upplýsingar um siglingarøki, mest loyvda tal av persónum umborð, mesta loyvda ferðafólkatal og dagfestingarnar fyri ávikavist nær reiðarin næstu ferð skal gera sýn og seinastu freist fyri endurnýggjanarsýni. Ferðafólkaloyvið fer úr gildi, um hesi sýn ikki eru framd fyri ásettu dagfestingar.

2. Er endurnýggjanarsýnið framt innan 3 mánaðir fyri, at ferðafólkaloyvið gongur út, verður nýggja ferðafólkaloyvið galdandi til í mesta lagi 48 mánaðir frá tí, at verandi ferðafólkaloyvið gongur út.

3. Er eitt endurnýggjanarsýn framt meira enn 3 mánaðir fyri, ferðafólkaloyvið gongur út, er nýggja loyvið galdandi til í mesta lagi 48 mánaðir eftir tann dag, endurnýggjanarsýnið varð framt.

4. Er eitt endurnýggjanarsýn framt eftir, at galdandi ferðafólkaloyvið er gingið út, er nýggja ferðafólkaloyvið galdandi til í mesta lagi 48 mánaðir frá tí, at áðurgaldandi loyvi gekk út.

5. Um Sjóvinnustýrið, tá verandi ferðafólkaloyvið gongur út, verður kunnað um, at eitt far verður lagt upp, skal nýggja ferðafólkaloyvið vera galdandi til í mesta lagi 48 mánaðir frá endurnýggjanarsýninum.

6. Ferðafólkaloyvið verður útgivið í tveimum eintøkum. Annað eintakið skal vera sjónligt hjá ferðafólkunum umborð, og hitt eintakið skal goymast saman við trygdarvegleiðing reiðarans, sum skal vera tøk hjá føraranum, tá farið er í nýtslu.

7. Tað er ikki loyvt at sigla við ferðafólki uttan tað í nr. 1 nevnda ferðafólkaloyvið ella uttan fyri tað í loyvinum nevnda siglingarøkið ella við fleiri ferðafólkum enn ásett í ferðafólkaloyvinum.

 

Regla 4. Skjalfesting

1. Førarin á farinum skal vera kunnaður um og hava atgongd til trygdarvegleiðing reiðarans, tá farið verður brúkt.

 

Regla 5. Konstruktión

1. Farið skal verða smíðað soleiðis, at tað, viðvíkjandi styrki, uppdrift, stabiliteti og evni at standa ímóti veðri og aldu, er egnað til endamálið, sum er ásett í trygdarvegleiðing reiðarans.

 

Regla 6. Trygd móti eldsbruna

1. Er vandi fyri eldsbruna umborð, skulu neyðug tiltøk setast í verk fyri at verja fyri hesum.

2. Tiltøk skulu vera sett í verk fyri at forða fyri at eldsbruni breiðir seg umborð. Hetta kann vera við hóskandi eldsløkkingarútgerð ella mannagongdum, sum tryggja, at ferðafólk eru vard móti eldsbruna.

 

Regla 7. Útgerð

1. Tá tað sambært trygdarvegleiðingini verður mett viðkomandi, skal farið vera innrættað og hava neyðuga útgerð til:

1.1 At bjarga persónum, sum eru farnir fyri borð, úr sjónum.

1.2 At oysa.

1.3 At veita fyrstuhjálp.

1.4 At kasta akker og leggja fyri teym.

1.5 Eyka framtøku.

1.6 At navigera.

1.7 At samskifta við onnur antin á sjógvi ella á landi.

1.8 At gera vart við seg fyri at fáa hjálp í neyðstøðu.

1.9 At kuldabjálva manning og ferðafólk.

1.10 Eykalutir og viðkomandi amboð.

1.11 At tryggja heilsu og trygd hjá teimum ferðandi.

1.12 At forða fyri havdálking.

1.13 Deksskjól ella aðra verju móti veðri.

1.14 Verju móti skrúvum, motorum, malandi pørtum og heitum yvirflatum.

1.15 Leiðbeining í at røkja útgerð, motorar og farið sum heild.

2. Farið skal vera útgjørt við ljósi, ljóðútgerð og signalútgerð sambært altjóða sjóreglunum og lokalu siglingarfyriskipanunum.

3. Farið skal vera útgjørt við bjargingarvestum, sum passa í stødd og uppdrift til øll umborð.

3.1 Bjargingarvestar skulu hava CE-merki.

3.2 Bjargingarvestar, sum verða nýttir saman við bjargingardraktum, skulu hava eina uppdrift upp á minst 275 Newton.

3.3 Treytað av, at persónar umborð duga at svimja, og møguleiki er fyri at vera bjargaður av einum samsiglandi, kunnu CE-merktir svimjivestar verða nýttir í staðin fyri kravdu vestarnar, um hesir hava endurskin.

3.4 Har svimjivestar sbrt. 3.3 verða nýttir, skulu persónar harafturat vera í frámerktum búna við signallitum, so at teir síggjast betur á sjónum. Um svimjivestarnir eru signallittir, er ikki neyðugt við øðrum klædnapløggum við signalliti.

4. Farið skal vera útgjørt við einum ella fleiri góðkendum SOLAS-flakum ella góðkendum 4-persóns flakum við plássi og neyðugari uppdrift til at taka allar persónar umborð. Um ikki, skulu tiltøk verða sett í verk, sum tryggja sama trygdarstig.

 

Regla 8. Serlig krøv til skjóttgangandi før

1. Tá trygdarvegleiðingin, sbrt. § 4, verður gjørd, skal tað í sambandi við skjóttgangandi før (RIB, speed-bátar o.tíl.) gerast ein serlig meting av møguligum vandum og ein lýsing av tiltøkum, sum kunnu minka um hesar vandar. Hesir vandar og tiltøk kunnu m.a. vera at:

1.1 Verja tey, sum eru umborð, móti ávirkanini av ógvusligari ferðøking og ógvusligari bremsing.

1.2 Fyribyrgja ryggskaðum o.tíl., tá siglt verður í aldu.

1.3 Tryggja, at fólk ikki fara fyri borð ella verða skadd av falli ella sløgum. Umborð skal vera trygdarútgerð til hvønn einstakan og fyriskipan, sum fyribyrgir, at fólk fara fyri borð ella fáa skaða av falli ella sløgum.

1.4 Fyribyrgja, at fólk verða køld av vindi ella sjógvi.

1.5 Ávirkanin, ið høg ferð hevur á vandan fyri samanstoyti ella fyri at sigla á land.

 

Regla 9. Umstøður, ið krevja serlig fyrilit

1. Tá trygdarvegleiðingin, sbrt. § 4, verður gjørd, skal gerast ein serlig meting av møguligum vandum og ein lýsing av tiltøkum, sum kunnu minka um hesar vandar. Hesir vandar og tiltøk kunnu vera:

1.1 Geografiska víddin er avmarkað, tá samskiftismiðlar, t.d. fartelefon, VHF og aðrir samskiftis- og neyðsendaramiðlar, verða brúktir.

1.2 Avmarkaður møguleiki fyri, at hjálp kann koma til vanlukkustaðið.

1.3 Skiftandi veður.

1.4 Vandin fyri, at fólk verða køld sum avleiðing av lágum vatn- og lufthita.

 

Regla 10. Nýtsla av CE-merktum førum

1. Før, sum hava CE-merki og eru í samsvari við fritidsbådsdirektivet1) , verða mett at lúka krøvini til bygging og konstruktión sambært reglu 5 og 6.

 

 

 

Skjal 2

 

Før við dimensiónstali upp á 20 ella meira

 

Regla 1. Sýn, góðkenning og skráseting

1. Reiðarin hevur skyldu til at boða Sjóvinnustýrinum frá um før, ið eru fevnd av hesum skjali. Hesi før skulu sýnast sbrt. 1.1-1.4.

1.1 Fyrsta sýn verður framt, áðrenn farið verður undir at sigla.

1.2 Endurnýggjanarsýn skal verða framt 48. hvønn mánað.

1.3 Miðsýn skal verða framt millum 21 og 27 mánaðir fyri síðstu freist fyri endurnýggjanarsýni.

1.4 Metir Sjóvinnustýrið tað vera neyðugt við fleiri sýnum í sambandi við størri umvælingar, endurnýggjan av farinum ella tá nýtslan av farinum broytist munandi í mun til ásetingarnar í galdandi trygdarvegleiðing, sbrt. § 4, kunnu fleiri sýn enn tey í pkt. 1.1-1.3 verða kravd.

2. Omanfyri nevndu sýn skulu fremjast soleiðis:

2.1 Fyrsta sýn skal fevna um eftirlit við konstruktión, maskinaríi og útgerð, og um farið er egnað til ta sigling, sum tað skal nýtast til. Harumframt skal fyrsta sýn fevna um, hvørt trygdarásetingarnar sambært hesari kunngerð verða hildnar, undir hesum um trygdarvegleiðingin hjá reiðaranum svarar til siglingarvirksemið, sum er ásett í trygdarvegleiðingini. Harumframt verður kannað, um siglingaravmarkingarnar, sum reiðarin hevur ásett fyri farið, fylgja meginreglunum um siglingarøki í Fráboðan F frá Sjóvinnustýrinum.

2.2 Endurnýggjanarsýn skal fevna um eftirlit við konstruktión, maskinaríi og útgerð fyri at tryggja, at hesi lúka krøvini í kunngerðini, eru í nøktandi standi og egnað til ta sigling, sum farið er ætlað til. Harumframt skal eftirlitið fevna um, hvørt trygdarásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar. Serliga skal metast um, hvørt trygdarvegleiðingin hjá reiðaranum framvegis svarar til siglingarvirksemið.

2.3 Reiðarin skal sjálvur fremja miðsýn við at senda Sjóvinnustýrinum trygdarvegleiðingina, sbrt. § 4, saman við eini fráboðan um, at vegleiðingin framvegis er í samsvari við virksemið, at konstruktión, útgerð og maskinarí eru kannað og hildin við líka, og at farið framvegis er egnað til ætlaða virksemið.

 

Regla 2. Skjøl og skjalfesting

1. Tá fyrsta sýnið ella endurnýggjanarsýn er framt, gevur Sjóvinnustýrið farinum eitt ferðafólkaloyvi, sum er galdandi í í mesta lagi 48 mánaðir. Á ferðafólkaloyvið skal reiðarin átekna, nær hann, sbrt. reglu 1.2.3, hevur framt miðsýn. Í ferðafólkaloyvinum skulu vera upplýsingar um siglingarøki, mest loyvda tal av persónum umborð, mest loyvda ferðafólkatal og dagfestingarnar fyri ávíkavist nær reiðarin næstu ferð skal gera sýn og seinastu freist fyri endurnýggjanarsýni. Ferðafólkaloyvið fer úr gildi, um hesi sýn ikki eru framd fyri ásettu dagfestingar.

2. Er endurnýggjanarsýnið framt innan 3 mánaðir fyri, ferðafólkaloyvið gongur út, verður nýggja ferðafólkaloyvið galdandi til í mesta lagi 48 mánaðir frá tí, at verandi ferðafólkaloyvið gongur út.

3. Er eitt endurnýggjanarsýn framt meira enn 3 mánaðir fyri, ferðafólkaloyvið gongur út, er nýggja loyvið galdandi til í mesta lagi 48 mánaðir eftir tann dag, endurnýggjanarsýnið varð framt.

4. Er eitt endurnýggjanarsýn framt eftir, at galdandi ferðafólkaloyvið er gingið út, er nýggja ferðafólkaloyvið galdandi til í mesta lagi 48 mánaðir frá tí, at áðurgaldandi loyvi gekk út.

5. Um Sjóvinnustýrið, tá verandi ferðafólkaloyvið gongur út, verður kunnað um, at eitt far verður lagt upp, skal nýggja ferðafólkaloyvið vera galdandi í í mesta lagi 48 mánaðir frá endurnýggjanarsýninum.

6. Ferðafólkaloyvið verður útgivið í tveimum eintøkum. Annað eintakið skal vera sjónligt hjá ferðafólkunum umborð, og hitt eintakið skal goymast saman við trygdarvegleiðing reiðarans, sum skal vera tøk hjá føraranum, tá farið er í nýtslu.

7. Tað er ikki loyvt at sigla við ferðafólki uttan tað í nr. 1 nevnda ferðafólkaloyvið ella uttan fyri tað í loyvinum nevnda siglingarøkið ella við fleiri ferðafólkum enn ásett í ferðafólkaloyvinum.

 

Regla 3. Konstruktión

1. Farið skal vera smíðað sambært kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerð o.a. til smærri vinnufør (Fráboðan F).

2. Farið skal, uttan mun til aldur og stødd, lúka krøvini til vinnufør við longd L upp á 12 m og meira, sum eru smíðað 1. oktober 2007 ella seinni.

 

Regla 4. Stabilitetur

1. Á førum, har góðkendar stabilitetsupplýsingar ikki verða kravdar, má hallið ikki vera meira enn 10 stig, tá vekt, ið svarar til mesta tal av persónum, sum ferðafólkaloyvið loyvir, er sett so langt út í annað borðið, sum til ber. Vektin hjá hvørjum persóni er ásett at vera 75 kg.

2. Sjóvinnustýrið skal gera eina serliga meting, tá talan er um før, sum eru útgjørd til at sigla við stórum seglum.

 

Regla 5. Fríborð

1. Deksfør skulu hava eitt fríborð, sum er minst 5% av breiddini av farinum, tó ongantíð minni enn 0,30 m ella minsta fríborð, sum er ásett í stabilitetsbókini.

 

Regla 6. Trygging móti eldi, at koma fram á eld og eldsløkking

1. Páhangarar, sum nýta bensin, skulu hava egna eldsløkkingarskipan.

 

Regla 7. Uppihaldsøki og ferðafólkarúm

1. Í apteringini á førum, sum javnan sigla við ferðafólki, ið gista umborð, skulu vera koyggjur til øll umborð.

2. Vesi við hondvaski skal vera umborð.

3. Sitipláss og dúrk í uppihaldsrúmum skulu vera brúkilig til bæði uppihald og viðføri hjá ferðandi.

 

Regla 8. Útgerð

1. Góðkendir bjargingarvestar við góðkendum ljósi til øll ferðafólk skulu vera umborð. Um hesir bjargingarvestar ikki kunnu nýtast til børn, ella um serlig viðurskifti gera seg galdandi, skulu tað harafturat verða bjargingarvestar til børn svarandi til 10% av mest loyvda ferðafólkatali. Talið av bjargingarvestum til børn má tó ongantíð vera lægri enn veruliga talið av børnum umborð.

 

Regla 9. Radioútgerð

1. Før skulu í minsta lagi vera útgjørd við einum góðkendum VHF-DSC radio og einum AIS-SART.

 

Regla 10. Serlig krøv til skjóttgangandi før

1. Í trygdarvegleiðingini sbrt. § 4 skal tað í sambandi við skjóttgangandi før (RIB, speed-bátar o.tíl.) gerast ein serlig meting av møguligum vandum og ein lýsing av tiltøkum, sum kunnu minka um hesar vandar. Hesir vandar og tiltøk kunnu m.a. vera at:

1.1 Verja tey, sum eru umborð, móti ávirkanini av ógvusligari ferðøking og ógvusligari bremsing.

1.2 Fyribyrgja ryggskaðum o.tíl., tá siglt verður í aldu.

1.3 Tryggja, at fólk ikki fara fyri borð ella verða skadd av falli ella sløgum. Umborð skal vera trygdarútgerð til hvønn einstakan og fyriskipan, sum fyribyrgir, at fólk fara fyri borð ella fáa skaða av falli ella sløgum.

1.4 Fyribyrgja, at fólk verða køld av vindi ella sjógvi.

1.5 Ávirkanin, ið høg ferð hevur á vandan fyri samanstoyti ella fyri at sigla á land.

 

Regla 11. Umstøður, ið krevja serlig fyrilit

1. Tá trygdarvegleiðingin, sbrt. § 4, verður gjørd, skal gerast ein serlig meting av møguligum vandum og ein lýsing av tiltøkum, sum kunnu minka um hesar vandar. Hesir vandar og tiltøk kunnu vera:

1.1 Geografiska víddin er avmarkað, tá samskiftismiðlar, t.d. fartelefon, VHF og aðrir samskiftis- og neyðsendaramiðlar, verða brúktir.

1.2 Avmarkaður møguleiki fyri, at hjálp kann koma til vanlukkustaðið.

1.3 Skiftandi veður.

1.4 Vandin fyri, at fólk verða køld sum avleiðing av lágum vatn- og lufthita.

2. Før skulu vera útgjørd við einum “float-free” 406 MHz EPIRB, VHF-radio og einum MF-DSC radio.

 

Regla 12. Javngildi

1. Um tað í trygdarvegleiðingini er veitt prógv fyri, at fyrivarni eru tikin, sum geva somu trygd, kunnu før, ið fevnd eru av hesi kunngerð, í staðin fyri innihaldið í reglum 3-9, verða smíðað ella útgjørd á annan hátt eftir øðrum standardum. Hetta krevur tó, at farið er egnað til ta nýtslu, sum tað er ætlað til.

 

 

 

Skjal 3

 

Før, ið verða nýtt til yrkisupplæring í sigling

 

Regla 1. Sýn, góðkenning og skráseting

1. Sjóvinnustýrið hevur eftirlit við, at trygdarásetingarnar verða hildnar, undir hesum um trygdarvegleiðing reiðarans, sbrt. § 4, samsvarar við siglingarvirksemið hjá farinum.

 

Regla 2. Skjalfesting

1. Reiðarin skal skjalfesta upplæringargongdina við læruætlanum, skeiðstilfari og lýsing av endaligu royndini.

 

Regla 3. Konstruktión

1. Farið skal vera smíðað soleiðis, at tað, viðvíkjandi styrki, uppdrift, stabiliteti og evni at standa ímóti veðri og aldu, er egnað til endamálið, sum er ásett í trygdarvegleiðing reiðarans.

2. Farið skal lúka tey krøv og tær vegleiðingar, sum felagið ella stovnurin, sum hevur ábyrgd av royndini, sum undirvíst verður í, hevur sett.

 

Regla 4. Trygd móti eldsbruna

1. Er vandi fyri eldi umborð, skulu neyðug tiltøk setast í verk fyri at verja fyri hesum.

2. Tiltøk skulu vera sett í verk fyri at forða fyri, at eldur breiðir seg umborð. Hetta kann vera við hóskandi eldsløkkingarútgerð ella við mannagongdum, sum tryggja, at ferðafólk eru vard móti eldsbruna.

 

Regla 5. Útgerð

1. Tá tað sambært trygdarvegleiðingini verður mett viðkomandi, skal farið vera innrættað og hava neyðuga útgerð til:

1.1 At bjarga persónum, sum eru farnir fyri borð, úr sjónum.

1.2 At oysa.

1.3 At veita fyrstuhjálp.

1.4 At kasta akker og leggja fyri teym.

1.5 Eyka framtøku.

1.6 At navigera.

1.7 At samskifta við onnur antin á sjógvi ella á landi.

1.8 At gera vart við seg fyri at fáa hjálp í neyðstøðu.

1.9 At kuldabjálva manning og ferðafólk.

1.10 Eykalutir og viðkomandi amboð.

1.11 At tryggja heilsu og trygd hjá teimum ferðandi.

1.12 At forða fyri havdálking.

1.13 Deksskjól ella aðra verju móti veðri.

1.14 Verju móti skrúvum, motorum, malandi pørtum og heitum yvirflatum.

1.15 Leiðbeining í at røkja útgerð, motorar og farið sum heild.

2. Farið skal vera útgjørt við ljósi, ljóðútgerð og signalútgerð sambært altjóða sjóreglunum og lokalu siglingarfyriskipanunum.

3. Farið skal vera útgjørt við bjargingarvestum, sum passa í stødd og uppdrift, til øll umborð.

3.1 Bjargingarvestar skulu hava CE-merki.

3.2 Bjargingarvestar, sum verða nýttir saman við bjargingardraktum, skulu hava eina uppdrift upp á í minsta lagi 275 Newton.

3.3 Treytað av, at persónar umborð duga at svimja, og møguleiki er fyri at vera bjargaður av einum samsiglandi, kunnu CE-merktir svimjivestar verða nýttir í staðin fyri kravdu vestarnar, um hesir hava endurskin.

3.4 Har svimjivestar sbrt. 3.3 verða nýttir, skulu persónar harafturat vera í frámerktum búna við signallitum, so at teir síggjast betur á sjónum. Um svimjivestarnir eru signallittir, er ikki neyðugt við øðrum klædnapløggum við signalliti.

4. Farið skal vera útgjørt við einum ella fleiri góðkendum SOLAS-flakum ella góðkendum 4-persóns flakum við plássi og neyðugari uppdrift til at taka allar persónar umborð. Um ikki, skulu tiltøk verða sett í verk, sum tryggja sama trygdarstig.

 

Regla 6. Serlig krøv til skjóttgangandi før

1. Í trygdarvegleiðingini sbrt. § 4 skal tað í sambandi við skjóttgangandi før (RIB, speed-bátar o.tíl.) gerast ein serlig meting av møguligum vandum og ein lýsing av tiltøkum, sum kunnu minka um hesar vandar. Hesir vandar og tiltøk kunnu m.a. vera at:

1.1 Verja tey, sum eru umborð, móti ávirkanini av ógvusligari ferðøking og ógvusligari bremsing.

1.2 Fyribyrgja ryggskaðum o.tíl., tá siglt verður í aldu.

1.3 Tryggja, at fólk ikki fara fyri borð ella verða skadd av falli ella sløgum. Umborð skal vera trygdarútgerð til hvønn einstakan og fyriskipan, sum fyribyrgir, at fólk fara fyri borð ella fáa skaða av falli ella sløgum.

1.4 Fyribyrgja, at fólk verða køld av vindi ella sjógvi.

1.5 Ávirkanin, ið høg ferð hevur á vandan fyri samanstoyti ella fyri at sigla á land.

 

Regla 7. Umstøður, ið krevja serlig fyrilit

1. Tá trygdarvegleiðingin, sbrt. § 4, verður gjørd, skal gerast ein serlig meting av møguligum vandum og ein lýsing av tiltøkum, sum kunnu minka um hesar vandar. Hesir vandar og tiltøk kunnu vera:

1.1 Geografiska víddin er avmarkað, tá samskiftismiðlar, t.d. fartelefon, VHF og aðrir samskiftis- og neyðsendaramiðlar, verða brúktir.

1.2 Avmarkaður møguleiki fyri, at hjálp kann koma til vanlukkustaðið.

1.3 Skiftandi veður.

1.4 Vandin fyri, at fólk verða køld sum avleiðing av lágum vatn- og lufthita.

 

Regla 8. Nýtsla av CE-merktum førum

1. Før, sum hava CE-merki, og sum eru í samsvari við Fritidsbådsdirektivet1) , verða mett at lúka krøvini um bygging og konstruktión sambært reglu 5 og 6.

 

 

 

Skjal 4

 

Leiðreglur til trygdarvegleiðing

 

Endamál

Fyri at tryggja, at siglt verður sambært krøvunum í hesi kunngerð, skal reiðarin gera eina trygdarvegleiðing, sum fevnir um tey før og tær siglingarleiðir, ið reiðarin hevur ábyrgdina av. Endamálið við trygdarvegleiðingini er, at reiðarin:

1)      ásetur seg sjálvan sum tann, ið yvirskipað hevur ábyrgd av siglingini,

2)      greiðir frá, hvat slag av sigling talan er um,

3)      eyðmerkir vandar, ið kunnu standast av siglingini,

4)      tekur teknisk og rakstrarlig fyrivarni, sum munagott verja fyri vandum,

5)      tryggjar, at farið er egnað til siglingina og hevur neyðuga útgerð,

6)      tryggjar, at farið er rætt mannað og hevur neyðugu førleikarnar,

7)      lýsir mannagongdir, sum manning og ferðafólk skulu fylgja,

8)      lýsir mannagongdir, sum tryggja, at øll kunnu verða bjargað, um vanlukka hendir,

9)      tryggjar, at hjálp kann verða boðsend, um vanlukka hendir,

10)  tryggjar, at tað á landi altíð finnast nágreiniligar upplýsingar um tal av persónum umborð og at hesar eru tøkar í eini neyðstøðu,

11)  tryggjar, at nýggj manning og ferðafólk altíð fáa trygdarvegleiðing, áðrenn lagt verður frá landi, og

12)  tryggjar, at vitan og royndir framhaldandi kunnu vera við til at betra um trygdina umborð.

 

Hvør ger vegleiðingina?

Reiðarin hevur ábyrgdina av, at tað eru persónar, sum hava neyðuga vitan, førleikar og royndir innan ávísu førini og siglingarleiðir, ið gera trygdarvegleiðingina.

 

Snið

Trygdarvegleiðingin eigur at vera stuttorðað og løtt at lesa hjá øllum brúkarum, t.e. skipara, manning og ferðafólkum.

 

Innihald

Trygdarvegleiðingin skal fevna um:

 

1) Eyðmerking av reiðara og løgfrøðiligu ábyrgd reiðarans

“Reiðarin” er tann persónur ella tað felag, sum hevur ognarrættin til siglingarvirksemið. Reiðarin hevur tí ábyrgd av at áseta siglingarleiðir og at leggja siglingina til rættis og fremja hana í verki. Reiðarin kann vera tann, ið førir skipið, men nýtist ikki at vera tað. Siglingin kann fara fram í leigaðum ella lántum fari. Avgerandi er, um reiðarin hevur ognarrætt til siglingarvirksemið. Trygdarvegleiðingin skal áseta navn og bústað reiðarans.

 

2) Sigling

Ein stutt frágreiðing skal vera um tað siglingarvirksemið, talan er um, og hvar og nær siglast kann:

 

Dømi 1: Sigling við kano við skúlaflokkum á Leynavatni ella Leitisvatni í tíðarskeiðinum [dato1]-[dato2].

 

Dømi 2: Sigling við kano við skúlaflokkum við Skálafjørðin í tíðarskeiðinum [dato1]-[dato2].

 

Dømi 3: Sigling við skjóttgangandi fari í Sundalagnum og á Vágsfirði, tá veðrið er til vildar

(sjóhiti í minsta lagi. X°C, lufthiti í minsta lagi Y°C og vindferð í mesta lagi Z m/s) – Stuttir túrar, vatnskíð og upplæring fyri at ogna sær dugnaskaparprógv.

 

Dømi 4: Tiltøk og sigling við arbeiðsplássum í tíðarskeiðinum [dato1]-[dato2] við 42’ seglbáti til útoyggj og til Suðuroyar undir hesum veðurumstøðum: [sjó- og lufthiti, vindferð, alduhædd o.s.fr.].

 

Dømi 5: Stuttir túrar í Hestfirði við 30’ motorfari, [dato1]-[dato2], og undir hesum veðurumstøðum: sjó- og lufthiti, vindferð, alduhædd o.s.fr.].

 

Dømi 6: Sigling uttanfyri molan í Havn og á Skálafjørðinum alt árið við vindferð upp í í mesta lagi X m/s.

 

Dømi 7: Stuttir túrar við í mesta lagi 6 ferðafólkum til Suðuroyar og til útoyggj í 37’ motorfari, [dato1]-[dato2], bara um veðrið er til vildar.

 

Dømi 8: Hissini ferðafólkaflutningur við fiskifari upp í 12 m til Suðuroyar við í mesta lagi 4 ferðafólkum, um veðrið er til vildar.

 

3) Eyðmerking av vandum

Vandarnir í samband við sigling eru nær tongdir at teirri sigling, talan er um, og umstøðunum annars.

 

Reiðarin hevur ábyrgdina av at meta um ta ítøkiligu siglingina og tær ítøkiligu umstøðurnar fyri at eyðmerkja mest týðandi vandarnar, áðrenn farið verður undir siglingina. Allir vandar, sum eru eyðmerktir, skulu skrivast á lista í trygdarvegleiðingini. So hvørt vandar verða eyðmerktir, skulu hesir setast á listan. Dømi um týðandi vandar eru í talvu 1.

 

Tá siglt verður við børnum og ungum, skulu hesi viðurskifti hava serligan ans:

1. Duga øll umborð at svimja?

2. Hava foreldur ella verji givið loyvi til siglingina?

 

Tá siglt verður í skjóttgangandi førum, skulu hesi viðurskifti hava serligan ans:

1. Vandi fyri samanstoyti ella at renna á land (øktur vandi vegna høga ferð).

2. Verja tey, sum eru umborð, móti ávirkanini av ógvusligari ferðøking og ógvusligari bremsing.

3. Fyribyrgja ryggskaðar o.tíl. í sambandi við sigling í aldu.

4. Tryggja, at fólk ikki fara fyri borð ella verða skadd av falli ella sløgum. Umborð skal vera trygdarútgerð til hvønn einstakan og fyriskipan, sum fyribyrgir, at fólk fara fyri borð ella fáa skaða av falli ella sløgum.

5. Fyribyrgja, at fólk verða køld.

 

4) Tiltøk at fyribyrgja vandum

Fyri hvønn av teimum týðandi vandunum skal reiðarin tryggja, at tiltøk verða framd, sum dyggiliga minka um vandarnar. Hetta kunnu vera teknisk tiltøk (bygging og útgerð) ella rakstrarlig tiltøk (avmarkingar í nýtslu o.a.).

 

Dømi um týðandi vandar fyri fleiri sløg av sigling og tiltøk fyri at fyribyrgja teimum eru í talvu 1. Evnini lýsa, hvussu trygdarvegleiðingin kann skipast. Vandar og tiltøk eru ikki lýst út í æsir fyri valdu økini, og í øllum dømum eru nógv fleiri vandar, enn vístir eru her. Reiðarin hevur ábyrgdina av at eyðmerkja allar týðandi vandar í ítøkiligu siglingunum og at taka støðu til, hvørji tiltøk eru neyðug fyri at fyribyrgja vandunum. Allir vandar eiga at verða gjølliga lýstir, so øll viðurskifti, ið reiðarin hevur viðgjørt, eru at finna í trygdarvegleiðingini.

 

Talva 1: Dømi um vandar og tiltøk við ymiskari sigling

Slag av sigling

Vandar

Tiltøk

Sigling við kano við skúlaflokkum á Leynavatni ella Leitisvatni í tíðarskeiðinum [dato1]-[dato2]

Ferðafólk verða køld, meðan siglt verður

Heit klæði/avlýsing (set treytir fyri hesum)

Fall fyri borð

Holving (serliga á størri vøtnum)

Brúka bjargingarvest (set krøv til vestin)

Vandi fyri at reka frá landi (vegna streym ella avlandsvind)

Mannagongd, tá siglt verður um vøtn (t.d. at sigla fram við heldur enn tvørturum)

Sigling við skjóttgangandi fari í Sundalagnum og á Vágsfirði, tá veðrið er til vildar (sjóhiti í minsta lagi X°C, lufthiti í minsta lagi Y°C og vindferð í mesta lagi Z m/s) - Stuttir túrar, vatnskíð og upplæring fyri at ogna sær dugnaskaparprógv

Fall fyri borð

Farið verður fylt við vatni

Brúka bjargingarvest (set krøv til vestin)

Holving (serliga í høgari aldu)

Minka ferðina, broyta kós, avlýsing

Avlýsing, um aldan er > xx m og vindferð> xx m/s

Eldur í motori

Fast eldsløkkingarútgerð fyri motor

Samanstoytur og at taka við botn (høg ferð)

Mannagongd fyri sigling við høgari ferð

Vandar í sambandi við at standa á vatnskíð

Mannagongd fyri sigling við vatnskíðum

Tiltøk og sigling við arbeiðsplássum í tíðarskeiðinum [dato1]-[dato2] við 42’ seglbáti til útoyggj og til Suðuroyar undir hesum veðurumstøðum: [sjó- og lufthiti, vindferð, alduhædd o.s.fr.]

Holving (sigling í drabbi)

Veðurlíkindi, undir hesum tá siglt verður við bjølgsegli

Samanstoytur (har nógv ferðsla er)

Siglingarætlan og serligt varsemi

Taka við botn (serliga náttarsigling)

Einans náttarsigling á opnum siglingarleiðum við serligum ansni

Eldur (t.d. í motorrúmi ella kokkahúsi)

Føst eldsløkkingarútgerð í motorrúmi og hondsløkkjari og brandteppi í kokkahúsi

Ov nógv vatn gjøgnum botnventil

Viðlíkahald av sjóventilum

Bjarging við skipbrot

Bjargingarflaki og møguleiki at boðsenda hjálp (radioútgerð, VHF-DSC)

Sigling uttan fyri molan í Havn og á Skálafjørðinum alt árið, um vindferðin í mesta lagi er X m/s

Farið verður fylt við vatni

Venjing í holving og at rætta upp aftur

Vandi fyri holving

Tryggja skjóta hjálp frá fylgibáti

Ferðafólk verða køld, meðan siglt verður

Bjálvandi klæði

Turrdrakt/vátdrakt

Stuttir túrar við í mesta lagi 6 ferðafólkum til Suðuroyar og til útoyggj í 37’ motorfari, [dato1]-[dato2], bara um veðrið er til vildar

Eldur í motori

Seta fasta eldsløkkingarútgerð í motorrúmið

Motorsteðgur

Kasta akker og fáa hjálp úr landi

Taka við botn

Samanstoytur

Siglingarætlan og serligt varsemi

Veðurskifti við nógvum vindi og aldu

Siglingarætlan, møguleiki fyri at finna lívd

Bjarging við skipbroti

Bjargingarflaki, tilkalla hjálp (radioútgerð, VHF-DSC)

Ferðafólk verða køld, meðan siglt verður

Kuldabjálving, bjargingardraktir

Hissini ferðafólkaflutningur við fiskifari upp á 12 m til Suðuroyar við í mesta lagi 4 ferðafólkum, um veðrið er til vildar [sjó- og lufthiti, vindferð, alduhædd o.s.fr.]

(Í høvuðsheitum sum omanfyri)

Skerdur møguleiki fyri at boðsenda hjálp, tá siglt verður í øki við vantandi radiodekningi (VHF/millumbylgja)

Tiltøk sum nevnd omanfyri

Kanna møguleikan fyri, at iridium-telefoni saman við øðrum kann virka afturat VHF-DSC

Vandi við at ferðafólk eru stødd á fiskiskipi (amboð, vantandi pláss o.tíl.)

Fyrivarni, ið avmarka atgongd hjá ferðafólki til øki við fiskiútgerð, og tryggja, at pláss er fyri øllum ferðafólkum í tilhaldsrúmum

 

 

5) Lýsing av fari og útgerð

Reiðarin skal syrgja fyri, at farið er skikkað til ítøkiligu siglingina, og at neyðug útgerð er umborð til at verja fyri týðandi vandum. Farið, teknisk lýsing og útgerð skal verða ásett í vegleiðingini. Onki ivamál skal vera um hvørjum standardi og endamáli, farið er smíðað eftir.

[Teknisk lýsing av farinum og listi við útgerð verða løgd við sum skjøl].

 

Dømi:

1. Frítíðarfar, CE-merkt sbrt. “fritidsbådsdirektivet”, ætlað til Havøki B.

2. OFFSHORE-FØR: Smíðað til Offshore-sigling, mesta vindferð 8, týðandi alduhædd í mesta lagi 4 m. Í mesta lagi 6 persónar umborð.

 

Reiðarin hevur ábyrgdina av, at far og útgerð altíð eru hildin við líka, og tað eru gjørdar lýsingar av, hvussu hetta verður tryggjað. Hetta kann t.d. gerast við kekklistum um útgerð, regluligari gjøgnumgongd av farinum og útgerð ella við eftirliti, meðan siglt verður.

Tað er harumframt ábyrgd reiðarans at áseta krøv um atburð, skyldur og førleikar hjá ferðafólki ella næmingum. Til dømis kann tað vera eitt krav, at næmingarnir duga at svimja, og at teir duga at rógva, áðrenn teir luttaka í kanosigling.

 

6) Manning og førleikar

Tað er ábyrgd reiðarans at tryggja, at farið er rætt mannað, og at manningin hevur førleika at reka farið trygt í mun til siglingarvirksemið. Førleikakrøvini til manningina eru skiftandi, alt eftir fari og slagi av sigling. Førleikakrøvini økjast, jú størri førini eru. Førleikakrøvini økjast eisini, tess størri vandarnir eru. Minstukrøv til manningina eru ásett í kunngerð um manningarásetan á førum, ið sigla við upp í 12 ferðafólkum.

 

Dømi:

Kanosigling við næmingum á vøtnum um summarið.

Førini eru smá og einføld at handfara, og vandarnir eru færri. Reiðarin metir, at minst ein lærari skal vera pr. X børn, og at allir lærarar skulu hava royndir við sigling og trygd. Minst ein lærari skal hava verið á skeiði í sigling og trygd. Fyri at minka um vandan at holva og fara fyri borð skulu allir lærarar vera førir fyri at svimja X metrar og duga at bjarga einum persóni, sum er uttan vit ella lívleysur, X metrar, geva fyrstuhjálp, nýta samskiftisútgerð o.s.fr.

 

Vandarnir økjast, um siglt verður við kano á sjónum. Reiðarin skal leggja upp fyri hesum, m.a. við at økja førleikakrøvini til lærararnar.

 

Dømi:

Sigling við næmingum í einmansjollu við lærarum í fylgibáti.

Tað er ábyrgdin hjá reiðaranum at tryggja, at lærararnir hava førleika at sigla í fylgibáti. Dugnaskaparbræv í sigling frá kvøldskúlunum kann vera viðkomandi útbúgving í hesum høpi. Reiðarar á slíkum førum skulu harafturat umhugsa, um tørvur er á fleiri førleikum. Hetta kann vera serlig vitan um at standa á vatnskíð, sigla við skjóttgangandi førum ella annað.

 

7) Varsemisráð fyri manning og ferðafólk

Um reiðarin hevur eyðmerkt vandar, ið kunnu fyribyrgjast við avmarkingum, skulu avmarkingarnar ásetast í trygdarvegleiðingini. Talan kann vera um landafrøðiligar avmarkingar í nýtsluni, tíð á árinum ella samdøgrinum, har sigling kann fara fram, og møguligar avmarkingar í tali av ferðafólkum umborð.

 

8) Mannagongdir, ið tryggja, at øll kunnu verða bjargað, um vanlukka hendir

Tað er ábyrgdin hjá reiðaranum at leggja upp fyri trygdini í ringast hugsandi vanlukkustøðu, t.e., um tey umborð mugu fara av farinum vegna skipbrot, holving, eld o.tíl. Tryggjast skal, at tiltøk eru sett í verk til tess at bjarga øllum, eisini um farið søkkur. Hetta kann gerast upp á fleiri mátar, m.a. við møguleika fyri bjarging við bjargingarbáti og kuldabjálvandi vernd, møguleika fyri bjarging við fylgibáti, og við at tilbúgving er klár á landi og kann koma til hjálpar.

 

Allar hugsandi støður eru ikki á hesum lista, og reiðarin avger sjálvur framferðarhátt fyri sína trygdarvegleiðing. Tað týdningarmesta er, at reiðarin frammanundan tryggjar, at hugsað er um allar tær ringast hugsandi støðurnar, og at mannagongdir eru gjørdar fyri at tryggja, at øll verða bjargað og hildin á lívi, til hjálp er komin. Reiðarin skal lýsa hesar støður saman við hóskandi mannagongdum.

 

 

9) Mannagongdir, ið tryggja, at hjálp altíð kann verða boðsend, tá vanlukka hendir

Tá vanlukka hendir, er tað avgerandi, at hjálp kann verða boðsend skjótast gjørligt. Alt eftir í hvørjum øki vanlukkan hendir, ferðslu, veðri og fjarstøðu til lands, skal verða umhugsað, hvussu hjálp kann verða boðsend á bestan hátt, t.d. við radio, fartelefon ella iridium. Eisini eiga onnur amboð at vera tøk, t.d. neyðrakettir, tokuhorn og onnur amboð til signalering.

 

10) Mannagongdir, ið tryggja, at vitan um tal av persónum umborð er tøk og løtt at fáa fatur á á landi í neyðstøðu

Undan fráferð verður tryggjað, at persónar, ið ikki eru við farinum, eru kunnaðir um túralongd, tal av persónum umborð og ætlaða farleið. Harumframt eiga at verða gjørdar fastar avtalur um, nær biðjast skal um hjálp, tá staðfest er, at siglingin ikki fer fram sum ætlað, og boð ikki eru givin til lands um broytingar.

 

11) Mannagongdir, ið tryggja, at nýggj manning og ferðafólk altíð fáa trygdarvegleiðing undan fráferð

Leggjast skal upp fyri, at tað kunnu vera persónar umborð, sum ikki kunnu væntast at hava royndir við sigling og trygd á sjónum. Tað hevur tí avgerandi týdning, at allir persónar áðrenn fráferð verða kunnaðir um eitt nú hvussu bjargingarútgerðin verður nýtt, hvussu ferðin væntast at fara fram, og hvussu ein skal bera seg at í neyðstøðu.

 

12) Mannagongdir, ið lýsa, hvussu ótilætlaðar hendingar og vanlukkur verða fylgdar upp

Tað er avgerandi fyri arbeiði reiðarans við trygdini, at ótilætlaðar hendingar, vanlukkur og onnur viðurskifti, sum hava við trygdina umborð at gera, støðugt verða eftirmett. Reiðarin skal tí í trygdarvegleiðingini áseta, hvussu hesi viðurskifti verða eftirmett.

 

 

1) Rådets direktiv 94/25/EF af 16. juni 1994.

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv