GG: Eftir nýggjum leisti innan lógarsmíð eru reglur fyri nýggj og verandi skip ásett í kunngerð fyri SOLAS, MARPOL, um lastalinjur og fríborð, og um uppihaldsrúm o.a. í handilsskipum.
Tí skal fyrst hyggjast í hesar kunngerðir, og er skipið ella kapittulin ikki fevnd av hesum kunngerðum, skal sláast upp í ta fráboðan B, sum seinast fekk gildiskomu, áðrenn skipið varð bygt.
Tygum eru vælkomin at seta tykkum í samband við Sjóvinnustýrið, um ivamál eru um krøv og hvussu ein finnur hesi á regluportalinum.
Heiti |
Gildiskoma |
Støða |
Broyting í kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv (SOLAS) |
1. september 2022 |
Galdandi |
Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. (SOLAS) |
1. november 2021 |
Galdandi |