Við heimild í § 2, stk. 5 í løgtingslóg nr. 90 frá 10. juni 1982 um skipauppmáting hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Henda kunngerð er galdandi fyri skip, har kjølurin var ella er lagdur ella sum var ella er á tilsvarandi tilgerastigi 18. juli 1982 ella seinri og longdin, sum henda er tilskilað eftir millumlanda sáttmálanum um uppmáting av skipum, 1969, er minni enn 24 m.
§ 2. Skip, ið eru undir hesi kunngerð, og sum skulu standa í skipaskránni ella í farskránni, skulu mátast upp sambært reglunum í §§ 5-8. Uppmátingin verður gjørd av myndugleikanum, jbr. § 1, pkt. 2 í lógini.
§ 3. Skip, ið eru undir hesi kunngerð, men sum ikki skulu standa í skipaskránni ella í farskránni, kunnu mátast upp, tá eigarin biður um tað.
Stk. 2. Uppmáting av skipum, nevnd í stk. 1 verður gjørd eftir reglunum í §§ 5-8 av myndugleikanum.
§ 4. Tá ið uppmátingin er liðug, verður málibræv givið út á oyðublað, góðkent av landsstýrinum.
§ 5. Orðlýsingar.
Tey í §§ 6 og 7 nýttu heiti merkja:
V= Rúmd (deplasement) í kubikkmetrum til uttaru síðu á húð til eina vatnlinju, ið er javnfjar við konstruktionsvatnlinjuna og sum ber við lægsta punkt á yvirsíðu á dekki í borði.
L1= Longdin mátað frá forkanti av húð, har hon sker yvirkant á dekki á framstevni til afturkant av húð, har hon sker yvirkant á dekki í afturstavni.
Á opnum bátum mátast longdin á ovara kanti á stokkinum (æsingini).
B= Størsta breidd uttan á húð, mátað á yvirsíðu á dekki ella niðari, møguligur fendaralisti verður tó ikki íroknaður.
D= Dýpið, mátað á hálvari longd frá yvirsíðu á dekki í borði til uttan á húð við kjølin. Á opnum bátum mátast dýpið frá ovara kanti á stokkinum (æsingini) til uttan á húð við kjølin.
K= 0,1 + 0,02 log10 V (ella sum nevnt í niðanfyri standandi talvu)
V |
K |
V |
K |
10 |
0,2200 |
80 |
0,2381 |
20 |
0,2260 |
90 |
0,2391 |
30 |
0,2295 |
100 |
0,2400 |
40 |
0,2320 |
200 |
0,2460 |
50 |
0,2340 |
300 |
0,2495 |
60 |
0,2356 |
400 |
0,2520 |
70 |
0,2369 |
500 |
0,2540 |
Koefficienturin K fyri millumliggjandi virðir av V fæst við "liniær interpolation".
§ 6. Skip, har longdin, L1 er 15 m ella meira, verða máld upp eftir reglunum í millumlanda sáttmálunum um uppmáting av skipum, 1969.
§ 7. Skip, har longdin, L1 er undir 15 m, verður bruttotonsatalið (GT) ásett soleiðis:
GT=V x K.
Í førum, har V ikki er mált upp, kann støddin ásetast eftir hesum formli:
V = L1 x B x D x 0,65.
Stk. 2. Tá ið bruttotonsatalið er ásett eftir stk. 1, verður nettotonsatalið (NT) ásett soleiðis:
NT=GT x 0,3.
§ 8. Øll mál, ið nýtt verða at finna rúminnihaldið, skulu takast til næsta centimetur. Rúminnihaldið verður roknað í rúmmetrum við 2 desimalum. Tonsatalið í málibrævi verður at skriva við einum desimali.
§ 9. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
§ 10. Málibræv, givin út eftir higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi, uttan so at skipið verður umbygt ella broytt og hetta førir við sær munandi broytingar í bruttotonsatalinum ella verður mált um eftir áheitan eigarans.