Fylgiskjal 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 4/2007: Løggildingartreytirnar
Í hesum skjali standa útbúgvingar- og førleikakrøvini fyri at verða løggildaður til - vegna Skipaeftirlitið - at gera mátingar av larmi umborð á øllum1 føroyskum skipum. Harumframt verða ásett krøv, mannagongdir og skjalprógv fyri útinnan av løggilduga arbeiðnum.
- 1Fyrivarni verður tikið viðvíkjandi klassaðum skipum. Løggildaði skal í slíkum førum eisini kunna liva upp til góðskukrøvini hjá klassanum. (Økið er ikki í løtuni partur av klassaavtaluni, men kann blíva tað í komandi dagføringum)
Útbúgvingar- og førleikakrøv til umsøkjaran:
∙ | Umsøkjarin skal skjalprógva viðkomandi tekniska útbúgving sum t.d. verkfrøðingur ella aðra útbúgving so sum skipsførari ella maskinmeistari |
∙ | Umsøkjarin skal skjalprógva drúgvar royndir við at gera mátingar av larmi umborð á skipum |
∙ | Umsøkjarin skal hava til taks og vera kendur við galdandi reglur og vegleiðingar v.m. fyri hetta økið, og vera førur fyri at útinna arbeiðið sambært hesum |
Krøv, mannagongdir og skjalprógv í sambandi við útinnan av løggilduga arbeiðnum:
Nærri lýsing av løggilduga arbeiðnum:
Talan er her um at gera tær mátingar av larmi, sum Skipaeftirlitið krevur umborð á skipum, og í hesum sambandi skriva frágreiðing sambært vegleiðing frá Skipaeftirlitinum.
Reglugrundarlag:
Fráboðan frá Skipaeftirlitinum nr. 6 frá 8. november 2007 um larm umborð á skipum
Upplýsingar sum skulu vera tøkar hjá Skipaeftirlitinum
Frágreiðing um úrslitið av mátingunum skal sendast til Skipaeftirlitið í einari til endamálið gjørdari talvu sum skal innihalda fylgjandi:
- eina tekning yvir skipið, har mátiúrslit og mátistøð eru eyðmerkt;
- tey viðurskifti, sum hava týdning fyri meting av larminum, undir hesum:
1) djúpgangur framman og aftan,
2) vindur og alda,
3) ferð og rætningur,
4) last og snúningstal á høvuðs- og hjálpimaskinaríði,
5) aðrar keldur til larm, sum koyra, meðan mátingarnar verða gjørdar, t.d. ventilatión í maskinrúmi, last og í innrættingini.
6) framleiðari og merki av mátitóli og mikrofon,
7) upplýsningar um hvør hevur gjørt mátingarnar, og
8) dýpið undir kjøli.
Úrslitið verður lýst sum tað samlaða A-vigaða ljóðtrýstið í mátitalvuni til frágreiðingina.
Í teimum førum, tá larmurin fer uppum hægst loyvda markvirði fyri larmi, ella tá órógvandi neðraljóð ella reinir tónar, sum hoyrast skilliga, finnast, skal tað gerast ein títtleikakanning á 1/1 oktav títtleikabylgjuni.