Fylgiskjal 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 4/2007: Løggildingartreytirnar
Í hesum skjali standa útbúgvingar- og førleikakrøvini fyri at verða løggildaður til - vegna Skipaeftirlitið - at kanna og hava eftirlit við CO2-nøgdini í hátrýst CO2-skipanum umborð á øllum1 føroyskum skipum.
- 1Fyrivarni verður tikið viðvíkjandi klassaðum skipum. Løggildaði skal í slíkum førum eisini kunna liva upp til góðskukrøvini hjá klassanum.
Harumframt verða ásett krøv, mannagongdir og skjalprógv fyri útinnan av løggilduga arbeiðnum.
Útbúgvingar- og førleikakrøv til umsøkjaran:
∙ | Umsøkjarin skal skjalprógva royndir við tílíkum arbeiði |
∙ | Umsøkjarin skal hava kunnleika til framferðarháttin sum ætlast brúktur (sí niðanfyri) |
∙ | Verður geislavirkið mátitól nýtt, skal umsøkjarin hava galdandi loyvi frá "Statens Institut for Strålehygiejne"2 |
- 2Umrødda loyvið frá Statens Institut for Strålehygiejne fæst við at útfylla umsóknarblaðið á heimasíðu teirra http://www.sst.dk/upload/ansoegningsskema_lukkede_kilder.pdf
∙ | Umsøkjarin skal eiga neyðug amboð og hjálpitól til hetta arbeiði |
∙ | Umsøkjarin skal hava til taks og vera kendur við tær reglur, sum eru galdandi fyri viðkomandi skipanir umborð á skipum, herundir tey til eina og hvørja tíð galdandi krøv til heilsu-, umhvørvis- og trygdarviðurskifti innan avvarðandi øki. |
Krøv, mannagongdir og skjalprógv í sambandi við útinnan av løggilduga arbeiðnum:
Nærri lýsing av lóggildaða arbeiðsøkinum
Talan er ikki um trýstroynd av fløskunum.
Talan er her bert um kanning av CO2 nøgd í hátrýst CO2 skipanum umborð á skipum.
Løggildingin kann tó eisini umfata aðrar fløskur við flótandi sløkkievni ella líknandi.
Framferðarhattir:
1. | Viging |
2. | Ultraljóð mátitól |
3. | Geislavirkið mátitól |
Reglugrundarlagið:
|
|||
Próvskjal fyri kanning v.m. av CO2 nøgd:
Eftir at CO2 nøgdin er sýnað og/ella góðkend, skal tann løggildaði fylla út og undirskriva eitt próvskjal í 3 eintøkum. Í próvskjalinum skulu vera hesar upplýsingar:
1. Upplýsingar um skipið:
Navn, heimstaður, eftirlitsnummar, radiofrámerki og møguligt IMO-nummar.
2. Upplýsingar um skipanina:
3. Upplýsingar um sýni, frágreiðing:
Úrslitið av sýninum, hvat er kannað, hvat er umvælt, o.s.v..
4. Upplýsingar um løggildaða:
Navn og bústaður.
5. Staðfesting:
Dagfesting, stempul og undirskrift.
Eitt eintak av omanfyri nevnda próvskjali skal latast skipinum. Skipaeftirlitið skal hava eitt eintak, og tann løggildaði skal varðveita eitt eintak í minsta lagi 5 ár.
Uppskot til slíkt próvskjal skal leggjast við umsóknini.