Við heimild í § 2, stk. 2, § 22 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum, og við heimild frá avvarðandi landsstýrimanni, verður ásett:
Endamál og allýsingar
§ 1. Endamálið við hesi Fráboðan frá Skipaeftirlitinum er at tryggja, at einans fyritøkur og einstaklingar við neyðuga fakliga førleikanum, útinna løggildugt arbeiði vegna Skipaeftirlitið.
Stk. 2. "Løggilding" merkir: Ein eftir umsókn givin formlig góðkenning frá Skipaeftirlitinum sambært § 22 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum og ásetingunum í hesi fráboðan, til at gera ymisk arbeiði umborð á skipum, ið krevja góðkenning frá Skipaeftirlitinum.
Stk. 3. "Løggildugt arbeiði" merkir: Við ábyrgd mótvegis Skipaeftirlitinum at seta upp, royna, kanna, mála upp og hava eftirlit við skipum og útgerð tess samsvarandi givnu løggildingini og teirri til eina og hvørja tíð galdandi lóggávu, vegleiðingum og mannagongdum á økinum.
Stk. 4. "Skip" merkir: Eitt og hvørt far, sum er undir myndugleikaøki Skipaeftirlitsins.
Løggildingarlistin
§ 2. Einans tær fyritøkur og einstaklingar, sum eru nevnd á tí av Skipaeftirlitinum útgivna løggildingarlistanum, eru heimilað til at fremja løggildugt arbeiði umborð á skipum. Løggildingarlistin verður almannakunngjørdur á heimasíðuni hjá Skipaeftirlitinum, www.fma.fo
Útlendskar løggildingar
§ 3. Útlendskar fyritøkur og einstaklingar, sum mótvegis Skipaeftirlitinum kunnu skjalprógva løggilding frá avvarðandi myndugleika í heimlandinum ella heimilaðum klassafelag, kunnu eisini útinna løggildugt arbeiði umborð á føroyskum skipum, og verða hesi tá sett á tann í § 2 nevnda løggildingarlistan á jøvnum føti við løggildaðar føroyskar fyritøkur og einstaklingar.
Heimildir hins løggildaða
§ 4. Tann løggildaði hevur uttan rættarúrskurð heimild til at fara umborð á skip at fremja løggildugt arbeiði. Tann løggildaði kann somuleiðis krevja, at útgerð v.m. verður umvæld ella skift út, áðrenn lagt verður frá landi.
Stk. 2. Tann løggildaði hevur tó ikki heimild til at seta einum skipi formligt siglingarbann sambært kap. 7 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum. Kemur tann løggildaði fram á so álvarslig brek ella manglar við útgerð v.m., at siglingarbann kann koma uppá tal, skal hann alt fyri eitt venda sær til Skipaeftirlitið, sum síðani tekur avgerð í málinum.
Stk. 3. Einans Skipaeftirlitið kann veita skipum heimilaði undantøk frá lógarásettum krøvum, og góðkenna aðra útgerð v.m. enn ásett í avvarðandi lóggávu (ekvivalensir).
Skyldur hins løggilduga
§ 5. Tann løggildaði hevur skyldu til at seta seg gjølla inn í løggilduga arbeiði, eins og hann støðugt skal halda seg væl kunnaðan við teirri til eina og hvørja tíð galdandi lóggávu, vegleiðingar, mannagongdir og teknisku menningina innan løggilduga arbeiðsøkið.
Stk. 2. Tann løggildaði skal hava egnar skrivligar mannagongdir fyri útinnan av løggildaða arbeiðsøkinum, soleiðis at tað altíð kann skjalprógvast og tryggjast, at arbeiði verður útint samsvarandi ásettu krøvunum fyri avvarðandi arbeiðsøki.
Stk. 3. Tað áliggur tí løggildaða at tryggja sær, at starvsfólk, sum hansara vegna útinna løggildugt arbeiði, lúka settu útbúgvingar- og førleikakrøvini.
Umsókn um løggilding
§ 6. Umsókn um løggilding skal skrivliga latast Skipaeftirlitinum á tí í fylgiskjali 1 nevnda umsóknarblaði.
Stk. 2. Við umsóknini skal fylgja skjalprógv fyri teimum í fylgiskjali 2 nevndu útbúgvingar- og førleikakrøvum á økinum, sum søkt verður um løggilding til (løggildingartreytirnar), umframt upplýsingar um tey amboð og tól, sum umsøkjarin hevur til tess at útinna løggilduga arbeiði.
Stk. 3. Sum liður í viðgerðini av eini umsókn um løggilding, kann Skipaeftirlitið fara á eftirlitsvitjan hjá umsøkjaranum. Sama er galdandi í sambandi við umsókn um endurnýggjan av løggilding sambært § 8.
Løggildingarbrævið
§ 7. Lýkur umsøkjari treytirnar fyri løggilding, útskrivar Skipaeftirlitið honum formligt løggildingarbræv í tveimum eintøkum, harav tað eina er eitt uppslag, ið skal hangast upp á einum sjónligum stað á fasta arbeiðsstaði/verkstaði hins løggildaða. Harumframt verður løggildingin almannakunngjørd á tí í § 2 nevnda løggildingarlista á heimasíðuni hjá Skipaeftirlitinum www.fma.fo
Stk. 2. Løggildingarbrævið skal eftir áheitan vísast fram fyri skipaeigara, reiðara, skipara ella øðrum viðkomandi persóni ella myndugleika.
Stk. 3. Eitt løggildisbræv gevur ikki rætt til at útskriva loyvisbrøv ella á annan hátt at góðkenna innleggingar, umvælingar og umbyggingar v.m., sum tann løggildaða fyritøkan ella einstaklingurin sjálvur hevur staðið fyri ella útint.
Gildistíð og endurnýggjan
§ 8. Ein løggilding er galdandi í 5 ár at rokna frá dagfestingini á løggildingarbrævinum, men kann eftir skrivligari umsókn endurnýggjast av Skipaeftirlitinum í eitt nýtt 5 ára skeið.
Stk. 2. Tann løggildaði skal í seinasta lagi 1 mánað áðrenn verandi løggilding gongur út, skrivliga søkja Skipaeftirlitið um endurnýggjan av løggildingini. Skipaeftirlitið kann í sambandi við umsókn um endurnýggjan krevja skjalprógv fyri møguligum eftirútbúgvingum/skeiðum og arbeiðsroyndum síðani seinasta løggilding varð givin. Skipaeftirlitið kann treyta eina endurnýggjan av, at umsøkjarin útvegar sær nýggjari tól og útgerð til tess at fremja løggilduga arbeiði.
Stk. 3. Skipaeftirlitið kann í serligum førum áseta gildistíðina á løggildingini styttri enn 5 ár.
Afturtøka av løggildingini
§ 9. Skipaeftirlitið kann taka løggildingina aftur, um tann løggildaði misrøkir treytirnar fyri løggildingini, t.d. ikki ger løggilduga arbeiði til lítar ella ikki útvegar sær tey amboð, sum Skipaeftirlitið metir neyðug fyri at útinna løggilduga arbeiði. Skipaeftirlitið kann somuleiðis taka eina løggilding aftur, um tann løggildaði í longri tíð ikki hevur fingist við arbeiði, sum er fevnt av løggildingini, og tí ikki longur verður mettur at hava neyðugu førleikarnar og royndirnar til at gera hetta arbeiði. Løggildingin verður eisini tikin aftur, um ein løggildað fyritøka ikki longur hevur fólk í starvi við kravdu førleikunum til at røkja løggilduga arbeiði.
Striking av løggildingarlistanum
§ 10. Tá 5 ára løggildingartíðarskeiðið er runnin, uttan at søkt er um endurnýggjan, verður tann løggildaði uttan aðra ávaring strikaður av løggildingarlistanum, og kann hann eftir hetta ikki longur gera løggildigt arbeiði umborð á skipum við ábyrgd mótvegis Skipaeftirlitið. Sama er galdandi, um løggildingin verður tikin aftur av Skipaeftirlitið sambært § 9.
Fráboðanarskylda og eftirlit
§ 11. Tað áliggur tí løggilduga at lata Skipaeftirlitinum avrit av úrslitinum av kanningum, royndum, loyvum v.m. í sambandi við løggilduga arbeiði, og annars eftir áheitan at lata Skipaeftirlitinum allar neyðugar upplýsingar viðvíkjandi løggilduga arbeiðnum.
Stk. 2. Tann løggildaði, eins og møguligi arbeiðsgevari hansara, hava skyldu til beinanvegin og skrivliga at boðað Skipaeftirlitinum frá øllum broytingum av týdningi fyri løggildingina, t.d. um givist verður við løggildiga arbeiðnum, ella um broytingar henda í starvsfólkaviðurskiftunum hjá einum arbeiðsgevara, sum hevur eitt sambært hesi fráboðan løggildað starvsfólk í arbeiði. Somuleiðis hevur tann løggildaði skyldu til at boða Skipaeftirlitinum frá navna- og bústaðarbroytingum hins løggildaða.
§ 12. Skipaeftirlitið kann til eina og hvørja tíð fremja eftirlit við tí løggildaða og møguliga arbeiðsgevara hansara, herundir eftirkanna útint arbeiði og sýna verkstað, arbeiðsamboð og skjøl, sum viðvíkja løggilduga arbeiðnum.
Gjøld fyri løggildugt arbeiði
§ 13. Sambært § 47, stk. 3 í lógini um trygd á sjónum, er tað heimilað tí løggilduga at krevja gjald fyri løggildug arbeiði.
Stk. 2. Skipaeftirlitið hevur ikki skyldu til sjálvt at gera arbeiði, sum er fevnt av einari løggilding, eins og útreiðslurnar nevndar í stk. 1 eru Skipaeftirlitinum óviðkomandi.
Stk. 3. Um tann løggildaði er orsøk til, at Skipaeftirlitið - hóast ásetingarnar í stk. 2 - má átaka sær løggildugt arbeiði, tí hetta antin ikki er útint, ella ikki er útint nóg væl av tí løggildaða, so kann Skipaeftirlitið krevja útreiðslurnar av hesum arbeiði afturgoldnar frá tí løggildaða.
Revsing
§ 14. Við bót verður tann revsaður, sum kemur trygdini umborð á skipum í vanda við at misrøkja skyldur sínar sambært løggildingini - t.d. við ikki at seta upp (installera), ella umvæla útgerð v.m. á rættan hátt, ella við at góðkenna útgerð v.m. uttan at hava kannað og roynt hana sambært galdandi lóggávu, vegleiðingum og mannagongdum á økinum.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 15. Henda Fráboðanin frá Skipaeftirlitið kemur í gildi tann 1. december 2007 og hevur virknað frá 1. mai 2008.
Stk. 2. Løggildingar, sum framvegis er galdandi, tá hendan Fráboðanin frá Skipaeftirlitinum kemur í gildi, varðveita sína gildistíð, men verða bert endurnýggjaðar samsvarandi krøvunum í hesi Fráboðan.
Skipaeftirlitið, 5. november 2007
Óli Hans Hammer Olsen
deildarstjóri
/ Petur E. Nielsen, ráðgevi