Gildiskoma: 05.11.2007
Slag: Løggilding

Fylgiskjal 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 4/2007: Løggildingartreytirnar

Í hesum skjali standa útbúgvingar- og førleikakrøvini fyri at verða løggildaður til vegna Skipaeftirlitið at hava eftirlit við við fløskugassskipanum umborð á øllum1 føroyskum skipum.

1Fyrivarni verður tikið viðvíkjandi klassaðum skipum. Løggildaði skal í slíkum førum eisini kunna liva upp til góðskukrøvini hjá klassanum.

Harumframt verða ásett krøv, mannagongdir og skjalprógv fyri útinnan av løggilduga arbeiðnum.

Fløskugassskipanir kunnu setast upp við góðkendum lutum undir eftirliti av løggildaðum. Hvør einstøk liðug skipan skal tó sýnast, roynast og góðkennast av løggildaðum, eins og tilætlað eftirlit skulu gerast og á prógvskjali váttast mótvegis Skipaeftirlitinum.

Útbúgvingar- og førleikakrøv til umsøkjaran:

Umsøkjarin skal skjalprógva hesum førleikum:

∙  Umsøkjarin skal skjalprógva galdandi løggilding sum VVS-installatør ella skjalprógva royndir við og serkunnleika til F-gassskipanir, t.d. við at vísa á útbúgvingarprógv, góðkent av "Danmarks Gasmateriel Prøvning", ella líkastillað, umframt hava viðkomandi handverksútbúgving sum t.d. rør-/blikksmiðjur, maskinsmiðjur e.l.
∙  Umsøkjarin skal eiga neyðug amboð og hjálpitól til hetta arbeiði.
∙  Umsøkjarin skal hava til taks og vera kendur við tær reglur, sum eru galdandi fyri fløskugassskipanir umborð á skipum, herundir eisini tey til eina og hvørja tíð galdandi krøv til heilsu-, umhvørvis- og trygdarviðurskifti innan avvarðandi øki.

Krøv, mannagongdir og skjalprógv í sambandi við útinnan av løggilduga arbeiðnum:

Nærri lýsing av løggilduga arbeiðnum

Talan er her um Fløskugassskipanir og tól, drivin av sokallaðum "Fløskugassi", ein blanding av "Propan" og "Butan", á enskum kallað LPG (Liquefied Petroleum Gas).

Reglugrundarlag

Fráboðan frá Skipaeftirlitinum nr. 5 frá 6. november 2007 um fløskugass-skipanir og sprit- og petroleumskókarar umborð á skipum

Próvskjal fyri kanning v.m. av fløskugassskipanum

Eftir at ein fløskugassskipan er sýnað og/ella góðkend, skal tann løggildaði fylla út og undirskriva eitt próvskjal í 3 eintøkum. Í próvskjalinum skulu vera hesar upplýsingar:

1. Upplýsingar um skipið:

Navn, heimstaður, eftirlitsnummar, kallinummar og møguligt IMO-nummar.

2. Upplýsingar um skipanina:

Hvat verður skipanin brúkt til, upphiting, matgerð o.s.v., møgulig skitsa viðleggjast.

3. Upplýsingar um sýnið, frágreiðing:

Úrslitið av sýninum, hvat er kannað, hvat er umvælt, royndarkoyring, trykkroynd, o.s.v.

4. Upplýsingar um løggildaða:

Navn og bústaður.

5. Staðfesting:

Dagfesting, stempul og undirskrift.

Eitt eintak av omanfyri nevnda próvskjali skal latast skipinum. Skipaeftirlitið skal hava eitt eintak, og tann løggildaði skal varðveita eitt eintak í minsta lagi 5 ár.

Uppskot til slíkt próvskjal skal leggjast við umsóknina.

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv