Fylgiskjal 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 4/2007: Løggildingartreytirnar
Í hesum skjali standa útbúgvingar- og førleikakrøvini fyri at verða løggildaður til - vegna Skipaeftirlitið - at gera NDT kanningar á øllum1 føroyskum skipum. Harumframt verða ásett krøv, mannagongdir og skjalprógv fyri útinnan av løggilduga arbeiðnum.
- 1Fyrivarni verður tikið viðvíkjandi klassaðum skipum. Løggildaði skal í slíkum førum eisini kunna liva upp til góðskukrøvini hjá klassanum.
Útbúgvingar- og førleikakrøv til umsøkjaran
∙ | Umsøkjarin skal skjalprógva viðkomandi tekniska útbúgving so sum NDT tøkningur við t.d. "Nordtest/EN 473, Level II" góðkenning/sertifikati |
∙ | Umsøkjarin skal skjalprógva galdandi loyvi frá "Statens Institut for Strålehygiejne"2, um geislavirkið mátitól verður nýtt |
- 2Tilladelse fra Statens Institut for Strålehygiejne kan fås ved at udfylde ansøgningsskema på http://www.sst.dk/upload/ansoegningsskema_lukkede_kilder.pdf
∙ | Umsøkjarin skal hava royndir við NDT kanningum, eiga og vera kendur við neyðuga útgerð, og eiga og kenna tær mannagongdir og vegleiðingar til viðlíkahald og kalibrering av hesari |
∙ | Umsøkjarin skal syrgja fyri, at útgerðin verður viðlíkahildin og kalibrerað sambært krøvum frá framleiðara og standardum |
∙ | Umsøkjarin skal eiga og vera kendur við tær reglur frá Skipaeftirlitinum, sum eru galdandi fyri hetta øki |
∙ | Umsøkjarin skal hava til taks og vera kendur við teir DS/EN Standardir, sum arbeiðið skal útinnast eftir og vera førur fyri at gera arbeiði samsvarandi hesum og viðkomandi reglum annars fyri hetta økið |
∙ | Umsøkjarin skal vera kendur við tey til eina og hvørja tíð galdandi krøv til heilsu-, umhvørvis- og trygdarviðurskifti innan avvarðandi øki |
Krøv, mannagongdir og skjalprógv í sambandi við útinnan av løggilduga arbeiðnum
Nærri lýsing av løggildingarøkinum
Løggilduga arbeiði fevnir um kravdar NDT kanningar av sveisingum í sambandi við nýbygging, umbygging og umvælingar samsvarandi galdandi reglum frá Skipaeftirlitinum.
Kanningarúrslitini eru ætlaði sum amboð hjá Skipaeftirlitinum at kunna staðfesta og skjalprógva, at skrokkurin lýkur øll styrkikrøv.
Vegleiðandi NDT kanningar fyri skipasmiðju/byggiharra í sambandi við arbeiði, har brúk er fyri slíkari, krevja ikki løggilding frá Skipaeftirlitinum.
Kravd NDT kanning skal gerast av sokallaðum triðja parti, t.v.s., at er skip til umvælingar á ávísari skipasmiðju, kann henda ikki gera NDT kanningarnar, hóast hon er løggildað.
Løggildingin er ætla til radiografiskar- (RT) og ultraljóð kanningar (UT) og umfatar ikki aðrar NDT teknikkir sum hvirvilstreym- (ET), magnetpulvur- (MT), penetrant- (PT), visuellar- (VT) og lættvakuum tættleikakanningar (LT).
Reglugrundarlagið
∙ | Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, kap. II-1 A, Afsnit A-1, Regel 3-1 |
∙ | Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B kap. XI-1, Regel 1 |
∙ | Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E, kap I, Regel 1 og 1a |
∙ | Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E kap. II, Regel 1 |
∙ | Fráboðan frá Skipaeftirlitinum F, kap. II, Regel 1 |
Vegleiðandi reglur, mannagongdir og upplýsingar
∙ | Reglugerð frá Arbeiðseftirlitinum um radiografiskar kanningar (NDT) Skrásetingar nr.: R-G007-1 |
∙ | DNV, Standard For Certification, No. 2.9, Approval Programme No. 402B:Firms engaged in Non Destructive Testing (NDT) on offshore projects and offshore units/components |
∙ | DS/EN Standardar, sum víst verður til í nevndu vegleiðingum |
NDT kanningar skulu gerast samsvarandi vegleiðingum frá einum góðkendum klassafelagi, sum t.d. omanfyrinevndu vegleiðing frá DNV.
NDT kanningar kunnu gerast av løggildaðum virki/skipasmiðju eftir avtalu við viðkomandi sýnsmann, tó skal kravd NDT kanning gerast av sokallaðum triðja parti, t.v.s., at er skip til umvælingar á ávísari skipasmiðju, kann henda ikki gera NDT kanningarnar, hóast hon er løggildað.
Upplýsingar sum skulu vera tøkar fyri Skipaeftirlitið:
Í sambandi við hvørja máting skal serstøk frágreiðing gerast, sum í avriti verður latin skipinum og send Skipaeftirlitinum við posti ella telduposti fma@fma.fo. Frágreiðingin skal annars verða goymd hjá løggildaða. Í frágreiðingini skulu í minsta lagi vera hesar upplýsingar:
1. | Navn og heimstaður hjá skipinum. |
2. | Løggildingarnummar (stendur á løggildingar próvnum). |
3. | Hvat skipið verður brúkt til. |
4. | Úrslitið av NDT kanningini (eyðmerkt á tekning av skipinum). |
5. | Dagfesting og staður, har mátingin var gjørd. |
6. | Navn og bústaður hjá løggildaða. |