Stutt gjøgnumgongd av høvuðsbroytingunum í kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. (SOLAS)
Við hesi kunngerð verða øll krøv sambært altjóða sáttmálanum SOLAS samla á einum stað. Teir kapitlar, ið áður hava verið grundaðir á MARPOL-sáttmálan eru strikaðir, tí teir í dag eru settir í gildi við kunngerð nr. 155 frá 23. desember 2019 frá Sjóvinnustýrinum um at fyribyrgja dálking frá skipum (MARPOL). Kapitlar II-3, II-4 og kapittul XV í galdandi kunngerð, ið seta í verk MLC-sáttmálan verða settir í gildi við serstøkum kunngerðum komandi tíðina. Á sama hátt er kap. II-5, ið er grundaður á Load Lines sáttmálan strikaður, og kap. II-1, afs. B-5, ið er grundaður á Stockholmavtaluna strikaður. Tað skal tó viðmerkjast at uppskotið ásetur skiftisreglur, ið áseta at Fráboðan B framvegis er galdandi, um ikki annað er ásett í kunngerðini. Sostatt varðveita umrøddu kapitlar sítt gildi til onnur kunngerð er komin í staðin.
Afturat hesum, eru fleiri innihaldsligarbroytingar í sjálvum uppskotinum. Stutt gjøgnumgongd av hesum broytingum er niðanfyri.
Kapitul II-1, Lekastabilitetur
Við hesum broytingum verður endaliga farið frá verandi reglum innan lekastabilitet: Frá deterministiskum til probalistiskar reglur. Samstundis hækkar trygdin umborð á størri ferðamannaskipum munandi.
Kapitul II-2, Tyrlupallar, evakuerings-greiningar o.a.
Krøv verða ásett til skúmsløkkiútgerð á tyrlupallum, soleiðis at evakueringsgreiningar skulu gerast fyri ferðafólkaskip, sum ikki eru ro-ro ferðafólkaskip, og at eisini minni sentralhitaketlar skulu hava eina fasta eldsløkkingarskipan á staðnum eins og bjargingarútgerð og evakueringsøkir v.m. skulu hava brandverju. Hetta er eisini galdandi fyri minni ferðafólkaskip.
Kapitul III, Bjargingarútgerð og fyriskipanir
Regla 19, Skrásetingar
Galdandi ásetingar um skráseting av mynstringum og venjingum v.m. í eini serligari leiðbeiningarbók, eisini kallað bláa bók, verða strikaðar við tí í hyggju, at tær kunnu skrásetast har, sum manningin á skipinum metir tað vera best at gera tað.
Regla 20, eftirlit av bjargingarútgerð
Altjóða reglur um eftirlit, viðlíkahald, kanningarroyndir, umsjón og umvæling av bjargingarútgerð hjá skipum verða settar í gildi. Við hesum verður skipað ein felags einsháttað tilgongd til viðlíkahald av bjargingarútgerð, sum skal tryggja, at útgerðin er trygg og fult nýtilig.
Nýggju reglurnar fara at fevna um øll ferðafólkaskip uttan mun til stødd og farmaskip, sum eru 500 BT ella meira og áseta, at sýn og viðlíkahald skal vera framt av einum uttanhýsis tænastuveitara eina ferð árliga.
Regla 30, Venjingar í at avmarka skaða
Ásett verður, at viðkomandi partar av manningini á nýggjum ferðafólkaskipum skulu hava eina nærri lýsta “havarikontrol” venjing triðja hvønn mánað. Kravið um havarikontrol ”venjing” er bara galdandi fyri ferðamannaskipum.
Regla 31, Bjargingarflaki í framenda á skipi
Føroyskt serkrav um serlig handfaringarkrøv til tann bjargingarflaka, sum skal vera frammi á størri farmaskipum, verður við hesum uppskoti strikað.
Kapitul IV, Farfylgisveinatænastur
Kapittulin verður broyttur við tí í hyggju at viðurkenna nýggjar útbjóðarar av farfylgisveinatænastum til trygdar- og neyðsamskifti (Global Maritime Distress and Safety System – GMDSS).
Kapitul XI-I
Talan er um eina konskvensrætting, sum ger tað møguligt hjá skipum, sum ikki eru fevnd av ESP-kotuni at velja, um tey vilja halda fram í sama eftirlitsskipan ella um tey vilja samantvinna eftirlitini sambært ásetingunum í ESP-kotuni.