Vælkomin til Regluportalin

Slag: Fráboðan

 

Ásetingarnar í hesum kapitlinum eru galdandi fyri bæði nýggj og verandi før uttan so, at annað er ásett.

Alment

Á nýggjum og verandi førum skal eitt og hvørt arbeiðsstað, umframt øki, har ið persónar umborð koma, innrættast soleiðis, at arbeiðið kann fremjast fullgotttrygdar- og heilsustøðiliga. Umframt hetta, skal trygd veitast fyri, at ásetingarnar í hesum kapitlinum verða hildnar.

Hetta kapitlið inniheldur ásetingar, ið eru ískoyti til tær altíð galdandi tøkniligu fyriskipanirnar um arbeiðsumhvørvi umborð a skipum.

Grein 1 Almennar verndarfyriskipanir

(1)  Farið skal vera útgjørt við neyðugum strekktogum, veirum, togum, skeklum, eygaboltum og klampum, sum skulu vera skipaði soleiðis, at allur neyðugur tørvur er nøktaður.
(2)  Meðan lúkur standa opnar, og har ið tað er vandi fyri at falla 2 metrar ella meira, skulu deksop við karmum ella gáttum, sum eru minni enn 600 mm høgir, hava eina verjuskipan. Hendan verjuskipanin kann t.d. vera eitt hongslað ella rimaverk ella netverk, sum kann flytast og er 1 metur høgt. Á deksførum kunnu slættlúkur vera brúktar í deksopum til brunnar. Lúkurnar skulu kunna tryggjast og hava somu styrki sum dekkið rundanum. Deksop til brunnar skulu hava eina verjuskipan, soleiðis sum nevnt omanfyri. Skipaeftirlitið kann loyva undantak frá kravinum um verjuskipan, tá talan er um smá lúkuop sum t.d. op fyri flutningsbondum, slokum (íslok) v.m.
(3)  Allar yvirflatur a dekkum skulu vera skipaðar og viðgjørdar soleiðis, at vandin fyri at persónar missa fótafestið og detta er minst møguligur. Serliga skulu dekk a arbeiðsøkjum, eitt nú í maskinrúmum, kokkahúsum/gallum, við spøl og nettrumlur, og har ið fiskur verður viðgjørdur, hava eitt hálkutryggjað deksábreiði. Somuleiðis skal dekkið við fótin og toppin a leytarum og framman fyri hurðum hava eitt hálkutryggjað deksábreiði.1 Á førum sum eru bygd úr træi/viði, kann tó loyvast, at tað einans verður partvís hálkutryggjað a arbeiðsøkjum og við fótin og toppin a leytarum og framman fyri hurðum.
(4)  Tá ið manningin arbeiðir ella kemur fram við tey støð, har tað er øktur vandi fyri at detta fyri borð, skal tað vera skipað fyri hóskandi verjutiltøkum, t.d. nýtsla av bjargingarlínu saman við arbeiðsvesti, bjargingarvesti ella aðrari hóskandi útgerð. Á førum við fleiri enn einum persóni umborð, er ikki loyvt at fremja arbeiði uttan so, at fult eftirlit er við staðnum.
(5)  Har ið tað ikki er møguligt at leggja arbeiðið soleiðis tilrættis, at tað kann fremjast fullgott trygdar- og heilsustøðiliga , skal arbeiðið einans gerast um so er, at trygdarútbúnaður verður nýttur, sbr. ta í løtuni galdandi tøkniligu fyriskipan um hetta.
1Trædekk, ið ikki hava eitt hálkutryggjað ábreiði, verða ikki metta at lúka ásetingarnar um hálkutryggjað undirlag.

Grein 2 Deksop

(1)  Hongslaðar lúkur, mannhol og onnur op, skulu vera vard móti ótilætlaðari afturlating við eini sjálvlæsandi skipan. Serliga skulu tungar lúkur til neyðútgongdir, vera útgjørdar við mótvektum og tær skulu vera bygdar soleiðis, at tær kunnu latast upp frá báðum síðum.
(2)  Støddin a atgonguopum skal vera í minsta lagi 600 ferðir 600 mm ella tvørmálið skal vera í minsta lagi 600 mm.
(3)  Hóskandi handtøk skulu vera oman fyri neyðútgongdir, har ið tað er verkliga møguligt.

Grein 3 Skansaklædningur, rekkverk og verndarfyriskipanir.

(1)  Á øllum støðum a arbeiðsdekkinum ella a arbeiðspallum a yvirbygningum, har ið ábært er, skal ein verjutryggur skansaklædningur, lúnning ella rekkverk vera sett upp. Hæddin a skansaklædninginum ella rekkverkinum frá dekkinum skal vera í minsta lagi 1 m. Um so er, at hendan hæddin er til ampa fyri tað vanliga arbeiði umborð, kann Skipaeftirlitið, eftir eina ítøkiliga meting, loyva eina lægri hædd. Á verandi førum kann kravið til hesa hæddina lækkast, um hetta verður mett at vera neyðugt, tó ikki lægri enn 750 mm.
(2)  Tá farið er løtt til djúpsta flotdýpið skal vera tryggjað, at nóg góð verja er móti sjógvi, sum kann skola tvørtur um dekkið. Í sambandi við hetta, skulu serlig atlit verða tikin at siglingarøki farsins, slagnum og brúksháttinum, eisini um siglingarloyvið er treytað av árstíðini.
(3)  Op undir niðastu tvørstongini a rekkverkum skal ikki vera størri enn 230 mm. Frástøðan millum tvørstengurnar skal ikki vera størri enn 380 mm, og frástøðan millum stólparnar a rekkverkinum skal ikki vera størri enn 1,5 m. Á førum, ið hava avrundaðan skansaklædning, skulu stólparnir a rekkverkinum standa a tí flata partinum a dekkinum. Rekkverk skulu vera nóg sterk og ikki hava hvassar kantar, horn og stykkir.
(4)  Til tess at verja manningina, tá ið hon arbeiðir ella ferðast umborð, skulu neyðugir handlistar og handtøk verða sett upp.
(5)  Hekkutrolarar, ið taka inn har afturi og tí ongan skansaklædning hava har afturi, skulu hava eina hóskandi verndarskipan, sum t.d. hurðar, portur/lúkur ella lyftiportur a yvirkantinum a arbeiðspallinum í somu hædd, sum tann atliggjandi skansaklædningurin ella rekkverkið. Um so er, at hendan hæddin er til ampa fyri arbeiðið, kann Skipaeftirlitið loyva eina lægri hædd, sum tó ikki skal vera minni enn 750 mm. Tá ið ein slík verja verður tikin burtur frá, skal ein keta ella ein onnur verja skipast tvørtum um arbeiðspallin.
(6)  Har ið trallari verður settur upp at lúnningini, skal hæddin millum trallaran og toppin a lúnningini vera í minsta lagi 600 mm.

Grein 4 Trappur og leytarar

(1)  Til tess at verja manningina, skulu trappur og leytarar a hóskandi stødd og við neyðugari styrki, setast upp sambært krøvum hjá Skipaeftirlitinum. Trappur og leytarar skulu vera útgjørdar við rekkverki og hálkutryggjaðum stigum.

Grein 5 Útsýni

(1)  ./Øll arbeiðsøki a veðurdekkinum skulu síggjast úr stýrihúsinum.
(2)  Ber tað tøkniliga ikki til at tryggja sýni frá stýristaðnum a brúnni út yvir øll arbeiðsøki a arbeiðsdekkinum, skulu sjónbandseftirlit, ið hóska til nýtslu umborð a skipum, setast upp. Skipaeftirlitið skal góðkenna støðini har upptøkutólini verða sett.
(3)  Har ið tað ikki ber til at hava eitt fullgott samband,bæði við sjón og hoyrn, millum arbeiðsstaðið og brúnna, skal ein hóskandi og trygg samskiftisskipan setast upp.
(4)  Stýrihandtøk a spølum skulu vera soleiðis skipaði, at tann, ið passar spølini, hevur eitt rúmligt øki at arbeiða á, og harumframt hevur eitt fullgott sýni av hesum stýristaðnum út yvir avvarðandi spøl og nettrumlur og teirra arbeiðsøki.
(5)  Har ið tað ikki ber til at hava beinleiðis sýni út yvir hesi arbeiðsøki, kann tað í ávísum føri loyvast eitt óbeinleiðis sýni við nýtslu av sjónbandseftirlit, ið hóska til nýtslu umborð a skipum, og hesi skulu settast soleiðis, sum Skipaeftirlið hevur góðkent tað.

Grein 6 Atgongd til lastarrúm

(1)  Ímillum dekk skulu vera fastir leytarar. Um so er, at leytarar kunna takast burtur frá, skulu teir vera útgjørdir við ásløgum soleiðis, at teir kunnu setast trygt fastir, tá teir verða settir upp.
(2)  Lúkur - ið krevja eina størri styrki enn 160 N fyri at fáast upp - skulu vera útgjørdar við einari skipan, ið lættir um upplatingina. Lúkurnar skulu kunna læsast í opnari støðu.
(3)  Lastarrúm skulu vera útgjørd við leytarum ella føstum trappustigum, ið røkka heilt niður til botnin a lastini. Á hóskandi støðum skulu handtøk setast upp. Leytarar skulu við ásløgum vera tryggjaðir so teir ikki glíða ella fara um koll.
(4)  Leytarar í lastarrúmum, ella tey føstu trappustigini, skulu hava eina breidd uppá í minsta lagi 250 mm, og fótafestið skal vera í minsta lagi 90 mm í djúpdini. Fóturin skal ikki kunna glíða til viks út um trappustigið.
(5)  Lastarrúm, sum manningin arbeiðir í, meðan siglt verður, skulu vera útgjørd við í minsta lagi einari neyðlúku. Hendan neyðlúkan kann vera sjálv lastarlúkan. Ein slík neyðlúka skal kunna bæði latast upp og aftur frá báðum síðum.
(6)  Atgongdin til lastarrúmið skal vera soleiðis skipað, at ein persónur, ið hevur latið seg í fulla roykkavaraútgerð, skal sleppa niður í rúmini.

Grein 7 Landgonguviðurskifti

(1)  Landgonguskipanin skal vera tryggjað soleiðis, at tað er trygt at kunna koma umborð og fara í land av farinum.
(2)  Skiparin a einum fari, ið farast skal tvørturum , skal síggja til, at ferðaslan er tryggjað so væl sum verkliga møguligt. Á førum, ið hava fult ella partvíst innilokað fríborðsdekk, skal vera skipað soleiðis fyri, at ein trygg farleið kann skipast til farið ella til onnur før/skip, ið eru teymbundin við síðuna av hvørjum øðrum, tá tey liggja í havn.
(3)  Neyðugar skipanir skulu vera til at fyribyrgja glíðing og detting, sum t.d. handlistar, rekkverk og trappustig, og neyðugt ljós skal vera við hesar skipanirnar.
(6)  Ein skipan skal vera, sum tryggjar, at persónar, sum eru dottnir fyri borð, kunnu bjargast um borð aftur.

Grein 8 Arbeiði í hæddini

(1)  Mastrar, ið eru útgjørdar við lyftiútgerð, antennum, lanternum ella aðrari útgerð, ið krevur eftirlit ella umvæling, skulu útgerast við hóskandi leytarum og møguligum arbeiðspallum. Ásetingin er ikki galdandi fyri verandi før, ið hava træmastrar.
(2)  Allir leytarar, ið hava ein størri vinkul við ta vatnrøttu flatuna enn 70º og eina størri hædd upp frá dekkinum enn 5 metrar, skulu frá 2,2 metra hædd upp frá dekkinum, vera útgjørdir við góðkendum trygdarskipanum móti falli. Hóskandi falltrygdarútbúnaður skal vera tøkur umborð.
(3)  Á t.d. toppinum a A-mastrum og aðrar staðir, har ið persónar kunnu fara í sambandi við umvælingararbeiði og tílíkt, skal vera sett upp hóskandi rekkverk ella rimaverk.

Grein 9 Arbeiðs- og ferðsluviðurskifti

(1)  Manninginin skal kunna ferðast ótarnað umborð og breiddin a ferðsluleiðini skal, í tann mun tað er møguligt, vera í minsta lagi 600 mm. Manningin skal eisini hava rúmligar umstøður at arbeiða í a arbeiðsstøðum (í minsta lagi 600 x 600 mm) t.d. framman fyri nettrumlur, við spøl og tílíkt. Á verandi førum er galdandi, at ótarnað gongd skal tryggjast, um hetta er tøkniliga møguligt. Um Skipaeftirlitið er komið til ta niðurstøðu, at tað ikki er møguligt at tryggja eina ótarnaða gongd a einum ávísum staði, skal eigarin royna at finna eina aðra tøkniliga loysn a trupulleikanum soleiðis, at vandin fyri arbeiðsskaðum verður so lítil sum til ber.
(2)  Tryggjast skal, um til ber, at allar arbeiðsfunktiónir umborð a farinum, t.d. viðgerð av veiðuni, verða framdar í lívd av vindi og veðri.
(3)  Í maskinrúminum skal, við atliti at viðlíkahalds- og umvælingararbeiði, vera ótarnað atgongd til allar týdningarmiklar partar og tól. Á sama hátt skal vera ótarnað atgongd til uppgongdir ella neyðútgongdir. Á verandi førum skal, við atliti at viðlíkahalds- og umvælingararbeiði, um til ber vera ótarnað atgongd til allar týdningarmiklar partar og tól.

Grein 10 Ljós

(1)  Á øllum ferðsluleiðum, í arbeiðsrúmum og arbeiðsøkjum a farinum, skulu ljósviðurskiftini vera nøktandi. Ljósstyrkin og góðskan skal vera nóg góð til at tryggja, at arbeiðið kann fremjast a ein trygdar- og heilsustøðiliga fullgóðan hátt2.
(2)  Ljósmongdin skal vera nóg stór til, at til ber at skilja smálutir. Ljósið skal geva hóskandi mótsetningsviðurskifti og skal ikki blinda.
(3)  Lastarrúmini skulu hava fast uppsettar ljósskipanir, ið tryggja nøktandi ljós undir øllum umstøðum - bæði til at kunna finna runt og til at arbeiða í lastarrúminum. Fyri verandi før er galdandi, at Skipaeftirlitið kann, eftir meting í hvørjum einstøkum føri, loyva eina aðra ljósskipan treytað av, at hon er eins trygg og hon, ið er fast uppsett.
(4)  Ljósið skal ikki verða róðursmanninum í stýrihúsinum til ampa.
2Kravt verður, at ljósið skal í minsta lagi skal lúka standardin DS 700 um ljós.

Grein 11 Deksmaskinarí

Alment

(1)  Spøl, nettrumlur, trollemmaskipanin og deksmaskinaríið annars skulu vera konstrueraði, bygd, útgjørd, støðufest og uppsett soleiðis, at tey til tað ætlaða endamálið, kunnu brúkast, haldast og umvælast uttan vanda fyri trygd og heilsu.
(2)  Spøl, nettrumlur og deksmaskinarí annars, skulu passast a ein trygdar- og heilsustøðiliga fullgóðan hátt og sambært ta í løtuni galdandi tøkniligu fyriskipan frá Skipaeftirlitinum um nýtslu av tøkniligum hjálpartólum.
(3)  Spøl, nettrumlur og deksmaskinarí annars skulu, um tað er tøkniliga møguligt, vera soleiðis gjørd, at rakstrarorkan støðgar, tá ið viðkomandi verjuskipanir verða tiknar burtur.

Grein 12 Spøl

(1)  Spøl skulu, í tann mun tað ber til, vera gjørd og vard soleiðis, at flytførir partar ikki kunnu elva til skaða a persónar. Allar verjuskipanir skulu hava neyðuga styrki og støðufesti.
(2)  Vegvísarablokkar skulu vera útgjørdir við trygdarringum ella øðrum eins tryggum trygdarskipanum.
(3)  Um tað er tøkniliga møguligt, skulu veirar fram eftir dekkinum vera í rørum, ella hava eina eins trygga verjuskipan. Verjuskipanin skal vera skipað soleiðis, at hon ikki er til ampa fyri ferðsluna a dekkinum.
(4)  Spøl skulu kunna umstýrast. Stýrihandtøkini skulu sjálvvirkandi fara aftur í javnstøðu, tá ið tey verða slept, og vera útgjørd við læsingum, ið forða fyri ótilætlaðari ígongdseting.
(5)  Trumlur a spølum skulu vera útgjørdar við hespum ella samsvarandi góðkendari skipan til at læsa tampin við.
(6)  Har ið eitt spæl kann passast av fleiri enn einum staði, skal á hvørjum stýristaði sær vera útsýni til hini stýristøðini. Spælið skal einans kunna passast av einum stýristaði samstundis.
(7)  Spøl skulu vera bygd soleiðis, at tann orkan, ið er neyðug til tess at kunna stýra handhjólum, handtøkum, umskiftarum, stongum og tílíkum, ikki er størri enn 160 N, og í tí førinum, har fótatrýst verður brúkt, ikki størri enn 320 N. Ásetingin er tó ikki galdandi fyri verandi før, ið eru kjølstrekt fyri tann 1. september 1984.
(8)  Allir partar av fiskireiðskapinum, eisini veirar, ketur og samsvarandi, skulu hava neyðuga stýrki til tess at kunna tola tær lastir, teimum væntandi kann verða fyri.
(9)  Allir partar í lyftiútgerðini og samsvarandi útgerð, uttan mun til um teir eru fastir ella flytiligir, umframt reiðskapur, ið verður nýttur í hesum sambandi, skulu vera sterkt smíðaðir og gjørdir úr hóskandi tilfari, ið er neyðuga sterkt og eingi brek hevur. Teir skulu, við atliti at endamálinum, vera væl festir, styðjaðir ella hongdir upp.
(10)  Umvæling ella útskifting av parti a omanfyri nevndu útgerð, skal ikki kunna hava við sær, at tann upprunaliga styrkin verður verri av hesi orsøk.
(11)  Spøl skulu vera útgjørd við mekaniskum bremsum, ið a fulltryggan hátt kann halda tyngdini. Bremsurnar skulu vera útgjørdar við einfaldum og lætt atkomandi stilliskipanum. Allar trumlur a einum spæli, ið kunnu loysast frá drívásinum, skulu vera útgjørdar við bremsum, ið eru óheftar av drívásinum.
(12)  Spøl skulu hava útgerð, ið kann forða ovbyrjing. Um so er, at orkuveitingin svíkur, skal hetta ikki hava við sær, at byrðan verður slept.
(13)  Har ið spælkoppar eru, skulu hesir hava eina verjuskipan. Skipaeftirlitið kann, eftir ítøkiliga meting, sleppa hesum kravinum.
(14)  Har ið spøl verða passaði úr stýrihúsinum, skal a hóskandi støðum (t.d. upp at spælinum og a øðrum føstum arbeiðsstøðum a dekkinum og í stýrihúsinum) verða settir upp stopparar. Stopparar skulu kunna støðga spælinum, og spælið skal kunna haldast í fastari støðu soleiðis, at veirurin ikki kann renna út uttan tamarhald.

Grein 13 Handfaring av veiðuni a fiskiførum

(1)  Har ið tikið verður inn við posa, sum hongur uppi, skulu móttøkubingjur/-kassar vera útgjørdar/ir við sterkum rørformaðum rekkverki rundan um bingjuna/kassan. Um tað er neyðugt, skal ein arbeiðspallur setast a rekkverkið í hóskandi hædd soleiðis, at posin kann bindast ella loysast í góðari arbeiðsstøðu.
(2)  Veiðan skal kunna viðgerast í hóskandi arbeiðshædd. Hjálpitól og útbúnaður skulu, í neyðugan mun, lættliga kunna stillast.
(3)  Til tess at minka um vandan av hálum dekkum, skal burturkast av fiski samlast í bingjur ella kurvar fyri seg og veitast fyri borð um sliskur, bond ella tílíkar skipanir.
(4)  Tøkniligar fyriskipanir skulu gera tað kropsliga so lætt sum tilber, at handfara fisk og ís a dekkinum, av dekkinum í lastina og í lastini.
(5)  Har ið útgerð til viðgerð av fiski ella sliskur tarna ferðsluni, skal útgerðin kunna flytast ella a annan hátt vera liðilig soleiðis, at ferðslan ikki verður tarnað í tíðarkskeiðum, tá ið útgerðin ikki er í brúki.
(6)  Í afturlatnum arbeiðsrúmum, ið verða brúkt til móttøku ella viðgerð av fiski, skal, um arbeitt verður í hesum rúmum, ein fast uppsett luftskiftisskipan vera, ið kann skifta luftina í minsta lagi 6 ferðir um tíman.

Grein 14 Arbeiði við ísi a fiskiførum

(1)  Flutningsbond til flutning av ísi til at blanda við fisk eru einans loyvd, um hvør einstøk skipan er góðkend bæði a fyrireikingarstøðinum og endaliga. Tá ið umsók um hesa góðkenning a fyrireikingarstøðinum verður send inn, skal eisini vera hjálagt ein serstøk ætlan um plássviðurskifti rundan um flutningsbandið.
(2)  Arbeiði við ísi skal ikki overva kroppin óneyðugt. Til tess at sleppa undan tungum lyftum og óhepnum arbeiðsstøðum, ber til at uppseta eina nóg stóra ísmaskinu, ístanga, sum hevur botn, ið kann lyftast, ella at aðrar eins góðar tøkniligar loysnir verða funnar til handfaring av ísinum.

Grein 15 Stýristengur a fiskiførum

(1)  Á fiskiførum, ið burturav ella partvíst verða brúkt til flutning ella veiðu av ídnaðarfiski, og sum hava eina nettrumlu, ið stendur eftir longdini a farinum, skal stýristangaskipanin vera mekanisk og/ella hydraulisk. Fyri sama bólk a førum, ið hava nettrumlu , sum stendur tvørturum a farinum, er galdandi, at Skipaeftirlitið í hvørjum einstøku føri skal meta um, um tað er neyðugt at krevja eina mekaniska stýristangaskipan. Haldarar til stýristengur, ið kunnu passast sjálvstøðugt og eru óheftar av hvørji aðrari, skulu vera tryggjaðir a ein slíkan hátt, at manningin ikki skal kunna koma í klemmu ímillum hesar.
(2)  Stýristangaskipanin skal vera soleiðis skipað, at trolið ella veirurin ikki skal kunna fara upp um stýristongina. Stýristengurnar skulu ikki kunna "skrúva seg upp" úr festinum.

Grein 16 Nettrumlur a fiskiførum

(1)  Nettrumlur skulu setast soleiðis, at tað ikki er vandi fyri kleiming.
(2)  Til tess at ferðslan skal kunna vera ótarnað, skal frástøðan ímillum fulla trumlu við neti og skott, dekshús ella samsvarandi vera í minsta lagi 600 mm. Á verandi førum kann Skipaeftirlitið tó, eftir ítøkiliga meting, loyva styttri frásøðu, um hetta verður mett ikki at lækka trygdina.
(3)  Um so er, at trumlan verður passað við spælið, skulu stýrihandtøkini skipast soleiðis, at tað ikki er nakar vandi fyri kleimivanlukku fyri tann persónin, ið passar spælið3. Stýrihandtøkini skulu sjálvvirkandi fara aftur í javnstøðu, tá ið tey verða slept, og tey skulu vera útgjørt við læsingum, ið forða fyri at tey verða sett í gongd óætlað.
3Stýrihandtøkini skulu setast t.d. soleiðis, at tað ikki ber til bæði at stýra spælinum og samstundis vera staddur á einum vandamiklum arbeiðsstaði.

Grein 17 Trollemmar a fiskiførum

(1)  Tað skal vera skipa soleiðis fyri, at trollemmar ikki óætlað skulu kunna sleingjast innum. Til tess at forða fyri hesum, kunnu t.d. ein ella fleiri flytiligar verjustengur, rørbuktir ella líknandi setast upp við gálgarnar.
(2)  Trollemmarnir skulu kunna haldast í fastari støðu, tá ið veirurin v.m. verður umskiftur4.
(3)  Ein hóskandi arbeiðspallur ella líknandi skal setast upp soleiðis, at arbeiðið við at umskifta/tryggja veirarnar, sjeklarnar v.m. til trollemmarnar kann gerast uttan vanda fyri persónar.
(4)  Á verandi fiskiførum er galdandi, at har ið skiparin ikki hevur fult yvirlit yvir trollemmarnar, tá ið umskift/tryggjað verður, skal antin nýtast ein elektronisk samskiftisskipan millum brúnna og arbeiðsdekkið ella setast upp sjónbandseftirlit við einari skipan, ið hóskar til nýtslu umborð a skipum, og har ið staðsetingin av upptøkutólunum eru góðkend av Skipaeftirlitinum.
4T.d. kann tað uppsetast eitt sjálvstøðugt spæl, sum heldur lemmunum ímóti gálganum, tá ið umskift verður.

Grein 18 Deksmaskinarí annars a fiskiførum

(1)  Á bummtrolarum skal vera skipað soleiðis fyri, at uttan mun til støddina a peladráttinum við spæltrumlurnar til trolveirarnar, skulu hesar trumlur alt fyri eitt úr stýrihúsinum kunna koblast frá dráttinum við einum einstøkum handtaki óheft av hydraulikkpumpum og bremsum, tó soleiðis, at ein neyðug mótstøðubremsing skal vera til staðar til tess at forða fyri, at reiðskapurin rennur hættisliga skjótt út. Somuleiðis skal ein samsvarandi fríkoblingsskipan vera á hóskandi stað upp at spælinum.
(2)  Trolspøl a fiskiførum skulu vera útgjørd við mekaniskari spoliskipan.
(3)  Øll spøl skulu kunna skjóta av/geva út undir øllum umstøðum.

Grein 19 Fiskaverksmiðja

(1)  Ein fiskaverksmiðja merkir í hesum sambandi maskinútgerð, ið skilir, reinskar, flakasker, ísar, kókar, pakkar, flytur ella a annan hátt tilvirkar veiðuna.
(2)  Fiskaverksmiðjan skal vera soleiðis gjørd, at persónar, ið arbeiða ella eru staddir hjá útgerðini, ikki kunnu koma til skaða. Útgerðin skal vera tryggjað í øllum hugsandi støðum, sum t.d. í vanligum rakstri, og tá ið hon verður umvæld, viðlíkahildin og reingjørd.
(3)  Verjuskjól skulu ikki kunna takast burtur við ongum amboðum uttan so, at ein av hesum serstøku fyriskipanunm eru gjørdar:
 
(.1)  Verjuskjólini skulu ikki kunnu latast upp, fyrr enn drívorkan er tikin frá og tólið er steðgað. Tólið skal eftir hetta ikki kunna setast í gongd, fyrr enn verjuskjólini eru komin upp a pláss aftur;
(.2)  tá ið verjuskjólið verður latið upp, skal drívorkan sjálvvirkandi sláa frá, og tólið skal steðga, áðrenn nakar nær at koma í námd av vandaøkinum. Tólið skal ikki kunna fara í gongd, fyrr enn verjuskjólið er komið upp a pláss aftur, og skal ikki sjálvvirkandi kunna fara í gongd aftur.
(.3)  Fyri verandi fiskifør er galdandi, at Skipaeftirlitið kann góðkenna tól, ið ikki lúka allar ásetingarnar omanfyri, men hetta er treytað av, at tólini verða mett at vera eins trygg og tey, ið lúka omanfyri nevndu krøv.
(4)  Fiskaverksmiðjutól skulu lætt, skjótt og trygt kunna steðgast við neyðstoppum um so er, at vandamiklar støður taka seg upp í tólunum. Eitt neyðstopp skal kunna virka við allar útgerðarpartar, eisini tá ið onkrir partar av útgerðini eru koblaðir frá.
(5)  Tól, ið vegna arbeiðstøkniligar orsakir ikki kunnu skipast soleiðis ella hava eina verjuskipan soleiðis, at eingin vandi er fyri persónsskaða, skulu hava neyðstopp upp at vandastaðnum. Har ið ein vandamikil eftirrørðsla kann vera, skal neyðstoppið vera bundið saman við einari bremsu. Tólið skal bert kunna setast í gongd aftur við teimum vanligu startskipanunum, og í fyrsta lagi eftir at neyðstoppið handaligt er komið aftur í støðuna "til reiðar". Neyðstoppskipanin skal vera fast uppsett.
(6)  Umvælingar og reinskan av maskintólum skal, um tað er møguligt, kunna fremjast uttan at verjuskipanin verður tikin frá. Um hetta ikki ber til, skal, eftir at verjuskipanin er tikin frá, gerast ein lyklastýrd umstilling til at kunna fáa tólið í gongd. Tað er harumframt eitt krav, at tólið einans kann fara í gongd, við nýtslu av deyðamannsknøtti.
(7)  Makinútbúnaðurin skal, eftir at tað er trýst a stoppknøttin, ikki standa við upphópaðum trýsti, ið kann elva til vandamiklar maskinrørslur, tá ið umvælingar ella inntriv verða gjørdar í útgerðina.
(8)  Fiskaverksmiðjutól, flutningsbond v.m., skulu lúka fylgjandi/hesi krøv:
 
(.1)  Neyðstopp skulu setast upp a hóskandi støðum.
(.2)  Tólini skulu, umframt tey í stk. (.1) nevndu neyðstopp, vera útgjørd við neyðstoppum, ið sjálvvirkandi gerast virkin um so er, at tikið verður inn í maskinuna(at inntriv verður gjørt í maskinuna), ella í sambandi við reingerð, eftirlit ella tílíkt.
(9)  Har ið fleiri flutningsbond arbeiða í framhaldi av hvørjum øðrum, skulu neyðstopp vera sett upp við í mesta lagi 10 metra millumrúmi. Hvørt einstakt neyðstopp skal kunna støðga øllumflutningsbondunum a linjuni.
(10)  Fiskaverksmiðjan skal vera soleiðis skipað, at væl slepst fram at at passa, reingera og hava eftirlit. Breiddin a arbeiðsøkjum við hesi maskintól eigur ikki at vera minni enn 750 mm. Skipaeftirlitið kann, eftir meting í hvørjum einstøkum føri, loyva eina minni breidd um hetta verður hildið ikki at minka um trygdina.
(11)  Tilfar til bjálving av fiskaverksmiðjutólum, og rørsambondum, skal vera úr eldmótstøðuførum tilfari, sum er haldgott og støðufast í umhvørvi har ristingar eru. Hitin uttaná a bjálvingini skal ikki vera til ampa fyri manningina, um hon nertur við hana, ella a annan hátt vandamikil. Bjálvingartilfarið skal vera væl fest. Ásetingarnar í hesum stykki eru tó ikki galdandi fyri verandi før, ið eru kjølstrekt fyri 1. august 1990.
(12)  Maskinarí og innleggingar, ið arbeiða undir trýsti, skulu lúka krøvini til trýsttangar í kapitul IV.
(13)  Maskinarí og aðrar innleggingar, ið óætlað og/ella í sambandi við raksturin, kunnu geva frá sær damp, gass, dust ella onnur vandamikil evni, skulu hava eina útsúgvingarskipan. Súgviopini skulu vera so tætt sum gjørligt upp at kelduni til útlátið, og rørleiðingin frá hesum skal vera skipað soleiðis, at burturveittu evnini ikki kunnu skaða manningina. Súgviopini a súgviskipanini til burturveitan av dampi ella royki frá t.d. livrakókarum, skulu vera so ovarlaga sum møguligt. Tvørmálið a burveitingarrørleiðingini skal vera í minsta lagi 50 mm og rørleiðingin skal ganga útum. Dampur frá útlátinum skal ikki forða fyri útsýninum av brúnni.
(14)  Lúkur, ventilar ella aðrar steingiskipanir skulu setast soleiðis, at tær eru lættar at koma fram at og lættar at brúka.
(15)  Maskinarí og útgerð a arbeiðsumráðum skal standa a sterkum støðuføstum undirstøði, ið er væl fest í bygnaðin á farinum.
(16)  Flytiligir partar a maskinútbúnaði og a øðrum innleggingum, umframt amboð, ið kunnu elva til vanda, skulu hava eina munagóða verjuskipan.
(17)  Fiskaverksmiðja, ið nýtir vatn, skal vera útgjørd við góðum frárensli. Hædd skal takast fyri at slík frárensl lættliga kann typpast.
(18)  Maskinaríi og innleggingar, sum krevja regluligt eftirlit, oman fyri 2 metra hædd frá dekkinum, skal, um til ber tøkniliga, gerast frá einum 600 mm breiðum arbeiðspalli, ið er útgjørdur við í minsta lagi 1 m høgum rimaverki rundan um.
(19)  Arbeiðshæddin skal vera hóskandi og høglig, bæði tá fiskur verður lagdur í og tikin av tólunum.
(20)  Áfyllingarop til maskinarí og aðrar innleggingar (t.d. livra- ella lýsikókarar) skulu vera skipaði soleiðis at manningin lættliga nær teimum. Lok ella lúkur til áfyllingarop skulu hava hóskandi læsingar soleiðis, at dampur, heitt vatn ella roykur ikki sleppur úr rúminum. Lok ella lúkur skulu hava eina mótvekt ella eina aðra eins trygga skipan til at kunna halda teimumopnum, tá ið hetta krevst.

Grein 20 Tiltøk móti heilsuvanda í lastarrúmum a ídnaðarførum

(1)  Í hesari greinini eru fylgjandi orð allýst soleiðis:
 
(.1)  "Formalin": Løgurin formaldehyd HCHO upploystur í vatni.
(.2)  "Andingarútgerð": Ein verndarútgerð, ið tryggjar, at ein persónur kann fáa tilførda fríska luft antin frá fast uppsettum trýstluftfløskum, kompressaraútgerð við trýstluftstanga ella frá trýstfløskum, sum persónurin hevur uppi a sær.
(.3)  "Ídnaðarfiskur": Fiskur, ið bert verður veiddur til fiskamjøl- og fiskaoljuframleiðslu.
(.4)  "Fóðursfiskur": Fiskur, ið verður brúktur til fóður.
(.5)  "Svávulbrinta": Gassslagið H2S (hydrogensulfid).
(2)  Før, ið verða brúkt til veiðu og/ella flutning av ídnaðarfiski, skulu lúka krøvini í hesari greinini.
(3)  Til tess at forða fyri roti í fiskalastum og við hesum framkomu av vandamiklum gasssløgum, skal verða gingið eftir reglunum frá Fiskimálaráðnum hesum viðvíkjandi5.
(4)  Til tess at forða fyri heilsuvanda í sambandi við uppskipan av ídnaðarfiski, skal verða gingið eftir reglunum frá Arbeiðseftirlitinum hesum viðvíkjnadi.
(5)  Formalin skal goymsat a opnum dekki í góðkendum íløtum.
(6)  Til tess atansa eftir luftini í rúmunum umborð, skal eitt góðkent mátingartól vera umborð, ið kann mála innihaldið av súrevni, koltvísúrni og svávulbrintu, umframt innihaldið av formalin um so er, at hetta evnið verður brúkt.
(7)  Farið skal vera útgjørt við góðkendari trygdarútgerð. Trygdarútgerðin skal vera samansett av í minsta lagi tveimum trygdarselum við "bajonetlæsing" og lívlínu, umframt í minsta lagi einum andingartóli. Andingartólið er tó ikki kravt, tá veiðan verður uppskipað innan 3 samdøgur.
(8)  Harumframt skulu , í sambandi við arbeiði við formalin, gummi- ella plastikkhandskar umframt verjubrillur ella verjuskermur til andlitið vera umborð.
(9)  Tað er bannað at fara niður í lastarrúm, goymslurúm ella tílík rúm undir dekki, fyrr enn tað við mátingum er staðfest, at luftin í rúminum ikki er heilsuskaðilig. Ein súrevnismálari kann brúkast til hetta endamál.
(10)  Tað er bannað at fara niður í lastarrúm uttan at vera ílatin trygdarsela við tilhoyrandi lívlínu, og eisini skal ein annar perónur vera til staðar, ið bæði kann halda línuni og halda vakt við lúkuna.
(11)  Um so er, at tað verður staðfest, at tað er vandi fyri, at luftin í lastarrúminum inniheldur t.d. koltvísúrni, svávulbrintu ella onnur vandamikil evni, skal eingin fara niður í lastarrúmið uttan so, at tað er av alstórum týdningi fyri farsins tryggleika, og tá einans um hesin er ílatin trygdarútgerð samansett av andingartóli og einum trygdarsela við tilhoyrandi lívlínu.
(12)  Skiparin skal, við hóskandi millumbilum, ansa eftir vandamiklum yvirtrýsti í lastarúmum við ídnaðarfiski, og um neyðugt skal trýstið verða lættað av. Beint eftir at farið er komið í havn, skal skiparin tryggja sær, at lúkur til lastarrúm við ídnaðarfiski verða latnar upp og hildnar opnar, inntil landingin er at enda komin.
(13)  Á undirsíðu a hvørjari lastalúku sær til lastarrúm við ídnaðarfiski (íslúkur undantiknar), skal vera sett upp ávaringarskelti úr haldgóðum og sjógvmótstøðuførum tilfari.
5Víst verður til viðkomandi reglur hjá danska matvørumálaráðharranum [ella Heilsufrøðiligu Starvstovuni]. Um so er, at onnur haldevni enn ísur og formalin verða loyvd, skal hetta boðast Skipaeftirlitinum, áðrenn hesi evni verða tikin í nýtslu. Skipaeftirlitið vil síðani gera leiðreglur um nýtslu av hesum evnum.

VANDI

EITRANDI OG KVALANDI LUFTEVNI

Tað er bannað at fara niður áðrenn mátingar eru gjørdar

Trygdarseli og lívlína skal brúkast

Vakt skal vera við lúkuna

(14)  Umborð a farinum skal vera eitt eintak av seinastu vegleiðing um "vejledning om foranstaltninger til imødekommelse af sunhedsfarer i forbindelse med arbejde med industrifisk" frá danska Arbeiðseftirlitinum.
(15)  Skiparin skal síggja til, at allir persónar, ið hann ella reiðarin hevur sett í starv, at ferma, ístúva og landa ídnaðarfisk, hava kunnleika um trygdarfyriskipanirnar í stk. (9) - (12) í hesari greinini.
(16)  Omanfyri nevndu persónar skulu hava fingið vegleiðing í at brúka tey í stk. (6) til (8) nevndu mátingartól og trygdarútgerð. Skipaðar venjingar við útgerðini skulu fremjast í minsta lagi eina ferð um mánaðin. Skiparin skal skriva tíð og stað fyri venjingarnar í sýnsbókina hjá farinum.

 

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv