Vælkomin til Regluportalin

Slag: Fráboðan

Hetta kapitlið er grundað a ásetingarnar í Eystursjóvarsáttmálanum, fylgisskjal IV, grein 7. Ásetingarnar eru galdandi fyri nýggj før, og koma í gildi fyri verandi før 1. januar 2005

Grein 1 Gildisøki

(1)  Hetta kapitlið er galdandi fyri øll før, ið eru útgjørd við vesi, og sum eru umfataði av hesum regluverkinum.

Grein 2 Allýsingar

(1)  "Nýtt far": Eitt far, hvørs kjølur er strektur tann 1. september 2004 ella seinri.
(2)  "Verandi far": Eitt far, sum ikki er nýtt.
(3)  "Kloakkfrárensluvatn": Frárensluevni og annað burturkast frá vesum og landhúsum.
(4)  "Fast uppsett vesiskipan": Ein vesiskipan sum er samansett av einari vesikummu, goymslutanga við tilhoyrandi ventilum og rørum og/ella slangum umframt eina landtilkobling.
(5)  "Flytilig vesi": Ein vesiskipan, sum er samansett av einari vesikummu við tilhoyrandi leysum goymslutanga, sum ikki hevur sjógvsamband, og sum handaligt kann tømast við hvølving.
(6)  "Landtilkobling": Eitt koblingslið, har ígjøgnum goymslutangin kann tømast um eina pumpuskipan a landi.
(7)  "Sjógvvesi": Ein vesiskipan, ið ikki hevur goymslutanga, men beinleiðis samband við sjógvin.
(8)  "Eystursjóvarumráðið": Botniska Víkin, Finska Víkin, Sundini, umframt Kattegatt fram til breiddarstigið 57°44,8'N gjøgnum Skagen.

Grein 3 Nýggj før

(1)  Vesiskipanir, bæði fast uppsettar og flytiligar, skulu lúka tey nýggjastu tøkniligu krøvini í ISO 8099 standardinum, sum eru galdandi, tá ið farið verður bygt.

Grein 4 Verandi før

(1)  Verandi fast uppsettar og flytiligar vesiskipanir kunnu varðveitast, tó skal ein fast uppsett vesiskipan útgerast við einari landíkobling sambært ISO 8099 standardinum.
(2)  Um so er at tað verður ynskt at varðveita sjógvvesir, skulu hesi útgerast við einum goymslutanga og einari landíkobling sambært ISO 8099. [uppskot...skoyta uppí..Skipaeftirlitið kann tó veita undantak frá hesum kravinum um mett verður, at tað, við atliti at siglingarleiðini, er órímiligt at seta hetta krav]
(3)  Nýggjar vesiskipanir skulu lúka ásetingarnar í grein 3 omanfyri.

Grein 5 Brúk av sóttreinskingarevnum

(1)  Í vesiskipanum skal einans verða brúkt tey sóttreinskingarevni, sum ikki skaða havumhvørvi. Sama er galdandi um brúk av sóttreinskingarevnum til onnur endamál.

 

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv