(1) |
"Far" merkir eitt og hvørt far, ið verður brúkt til flutning a sjónum. "Far" skilst eisini við far, ið vanliga verður nevnt skip, bátur, jolla ella líknandi. |
(2) |
"Deksfar" skilst við eitt far, ið hevur eitt gjøgnumgangandi dekk ella yvirbygning. T.v.s at tað omanfyri djúplastalinjuna er eitt gjøgnumgangandi vatntætt dekk við hóskandi veðurtættum læsingum til øll op. |
(3) |
"Opið far" skilst við far, ið ikki eru deksfar. Eitt opið far kann partvíst vera yvirbygt, men yvirbygningurin lýkur tá ikki krøvini um vatntættleika. Eitt opið far skal ikki hava lensiportur. |
(4) |
"Veðurtætt" merkir, at vatn ikki skal kunna seta/koma inn í farið undir nøkrum sjó- og veðurlíkindum |
(5) |
"Nýtt far" er eitt far, ið |
|
a) |
ein bindandi sáttmáli um nýbygging ella størri umvæling er gjørdur um av føroyskum reiðara 1. januar 2001 ella seinri, |
b) |
ein bindandi sáttmáli um nýbygging ella størri umvæling er gjørdur um av føroyskum reiðara fyri tann 1. januar 2001, og sum er latin eigaranum eftir tann 1. januar 2002, ella |
c) |
um eingin byggisáttmáli er, verður eitt far mett sum nýtt, tá ið tað fær sítt fyrsta sýn eftir 1. januar 2001. |
|
(6) |
"Verandi far" merkir eitt far, sum ikki er eitt nýtt far. |
(7) |
"Fiskifar" merkir eitt far, ið verður brúkt til vinnuliga veiðu av fiski, hvali, kópi, roysningi, skjeladjórum ella øðrum livandi tilfeingi úr havinum, undir hesum før, ið tilvirka egnu veiðu umborð, [og/ella før, ið eru skrásett í skipaskránni ella farskránni sum fiskifar]. |
(8) |
"Frítíðarfar" merkir eitt far, ið uttan mun til framtøkuútbúnaðin, verður brúkt til stuttleika og ítrótt, og sum ikki verður brúkt til nakað vinnuligt endamál. Í ivamálum ger Skipaeftirlitið av, um eitt far verður mett sum eitt frítíðarfar. Útleigan av einum fari, uttan skipara, ella til yrkisupplæring í stuttleikasigling, verður ikki roknað sum vinnuligt endamál |
(9) |
"Loðsfar" merkir eitt far, ið verður brúkt til at flyta loðsar til og frá skipum, ið skulu brúka loðs. Eitt far, ið av og a verður brúkt til at flyta loðsar til og frá skipum, verður ikki roknað sum loðsfar. |
(10) |
"Sjóbjargingarfar" merkir eitt far, ið er góðkent sambært teimum serligu reglunum hjá Skipaeftirlitinum, sum eru galdandi fyri slík før og sum verða brúkt av bjargingartænastuni. |
(11) |
"Sleipari" merkir eitt far, ið er innrættað til at toga ella sleipa onnur skip og før, og sum eru útgjørd við króki, spæli, pullartum ella samsvarandi skipanum. |
(12) |
"Longdin (L)" skal roknast sum 96 % av samlaðu longdini a einari vatnlinju, ið liggur 85 % uppi a minsta flotdýpinum (moulded) máld frá kjalarlinjuni, ella sum longdin frá framparti a stavni til ásin a róðurstokkinum roknað a nevndu vatnlinju, um hendan longdin er tann størra. Á førum, ið hava kjalarhæll, skal tann vatnlinjan, ið longdin verður máld eftir, vera javnfjar við ta teknaðu vatnlinjuna. |
(13) |
"Longdin (Loa)" er longdin í beinari linju millum fremsta punktið a framstevninum og aftasta punktið a afturstevninum. Í hesum regluverkinum verður tann longdin a fiskiførum, ið er upplýst a málibrævinum brúkt. |
(14) |
"Longdin (L1)" er longdin millum skeringspunktið millum dekki og framstevnið, roknað ávikavist omaná dekkinum og a útsíðuni a klædninginum í framstevninum, og skeringspunktið millum dekkið og afturstevnið, roknað ávikavist omaná dekkinum og a útsíðuni a klædninginum í afturstevninum. |
(15) |
"Longdin" uttan nærri áseting, merkir í hesum regluverkinum "Longdin Loa" a fiskiførum og a øðrum minni vinnuførum "Longdin L1", soleiðis sum tað er ásett í málibrævinum hjá hvørjum einstøkum fari sær. |
(16) |
"Breiddin B" er størsta breiddin a farinum soleiðis sum tað er ásett í málibrævinum hjá farinum.3 |
(17) |
"Støddartal" er longdin (L1) faldað við breiddini (B) a farinum, t.v.s. (L1 x B), tó soleiðis, at a fiskiførum verður longdin Loa brúkt ístaðin fyri L1. |
(18) |
"Dýpið moulded" (ella "Formdýpið") er tann lodrætta hæddin máld miðskips frá kjalarlinjuni til yvirkant a deksbjálkum undir arbeiðsdekkinum úti í borðinum. |
|
Á førum, har ið sambandið millum dekkið og síðuklædningin er rundformað, skal dýpið moulded (ella formdýpið) málast til skeringspunktið a teimum longdu linjunum, ið ganga frá tí beina dekspartinum og síðuklædninginum. |
|
Um so er, at arbeiðsdekkið er skipað í stigum, og tann upplyfti parturin røkkur upp um tað punktið, haðani dýpið moulded skal roknast, skal dýpið moulded málast til eina linju, ið verður longd frá tí lægsta partinum a dekkinum, og sum er javnfjar við tann upplyfta partin. |
(19) |
"Djúpasta lastavatnlinja"("djúplastavatnlinjan") er tann vatnlinjan, ið svarar til mest loyvda flotdýpi a farinum, meðan tað er í brúki. |
(20) |
"Løtt vatnlinja" er tann vatnlinja, ið farið flýtur við, tá skipið liggur við ongari last, við ongum persónum umborð og ikki hevur ís og fiskireiðskap, men hevur vørugoymslu og 10 % av brennievni umborð. |
(21) |
"Miðskips" er miðjan a longdini L1, a fiskiførum tó miðjan a longdini Loa. |
(22) |
"Miðband" er tann tvørskurður í skrokkinum, ið er miðskips og er ásettur av skeringslinjuni millum konstruktiónslinjuna a skrokkinum og eina loddrætta flatu vinkulrætt a vatnlinju- og miðlinju fløturnar. |
(23) |
"Kjøllinja ella Kjalarlinja" er linjan javnfjar við hallið a kjølinum, ið miðskips gongur gjøgnum: |
|
(.1) |
yvirkant a kjølinum ella skeringslinjuni millum innaru síðu a uttara klædninginum og kjølin, um kjølurin stingur uppum hesa linju, a førum, ið er klødd við metali, ella |
(.2) |
ytra kant a spuningini við kjølin a førum, ið er klødd við timbri ella hava lamineraðan skrokk, ella |
(.3) |
skeringspunktið millum ytru flatu a klædninginum, førd við beinari linju niður til skering við miðlinjuna a førum, ið eru klødd við øðrum tilfari enn timbri ella metali. |
|
(24) |
"Grundlinja" er ein vatnrøtt linja, ið miðskips skerir kjalarlinjuna. |
(25) |
"Fríborð" er tann lodrætti avstandurin, máldur miðskips a klædninginum, frá djúplastavatnlinjuni til yvirkant a arbeiðsdekkinum úti í borðinum. |
(26) |
"Arbeiðsdekk" er vanliga tað lægsta gjøgnumgangandi dekkið oman fyri djúplastavatnlinjuna, haðani fiskað verður. Á førum, ið hava tvey ella fleiri gjøgnumgangandi dekk, kann Skipaeftirlitið góðkenna eitt lægri dekk sum arbeiðsdekk treytað av, at dekkið er oman fyri djúplastavatnlinjuna. |
(27) |
"Veðurdekk" er eitt dekk, ið er fyri ávirkan frá sjógvi og veðri úr erva og frá í minsta lagi einari síðu. |
(28) |
"Yvirbygningur" er tann konstruktiónin, ið er bygd oman a arbeiðsdekkinum, og sum røkkur frá síðu til síðu a farinum, ella at síður tess ikki eru innanfyri 0,04 B. |
(29) |
"Afturlatin yvirbygningur" er ein yvirbygningur við: |
|
(.1) |
heilum skilarúmsskottum, ið eru av fulldyggari konstruktión; |
(.2) |
slíkum skottum sum omanfyri, ið hava op við fast uppsettum veðurtættum hurðum, ið kunnu latast upp frá báðum síðum. Strykin a slíkum hurðum skal vera samsvarandi styrkina a konstruktiónini rundan um; og |
(.3) |
øðrum opum í síðum ella endum a yvirbygninginum, ið hava fulldyggar veðurtættar læsingar. Ein brúgv, ella poop, kann ikki roknast sum afturlatin uttan so, at manningin altíð kann sleppa til maskinaríið og aðrar arbeiðsstøðir í slíkum yvirbygningum aðrar vegir, tá ið opini í skottunum eru latin aftur. |
|
(30) |
"Dekk a yvirbygningi" er tað fullað ella partvísa dekkið, ið fevnir um yvirpartin a einum yvirbygningi, dekshúsi ella aðrari uppbygging, ið røkkur í minsta lagi 1,8 m upp um arbeiðsdekkið. Um so er, at hendan hæddin er lægri enn 1,8 m, skal yvirparturin av hesum dekshúsum ella aðrari uppbygging, verða roknað a sama hátt sum arbeiðsdekkið. |
(31) |
"Hædd a einum yvirbygningi ella aðrari uppbygging" er tann minsta lodrætta hæddin, máld úti í borðinum frá yvirkanti a deksbjálkunum a einum yvirbygningi til tað ovasta a bjálkunum undir arbeiðsdekkinum. |
(32) |
"Pavnur" er eitt rúm ella kar til goymslu av veiðuni ella reiðskapinum. Pavnarnir kunnu vera skipaðir í flytførum/flytiligum ella fast uppsettum stólpum saman við flytførum/flytiligum borðum ella síðuplátum. |
(33) |
"Móttøkupavnur" er eitt rúm ella kar til at leggja veiðuna í, tá ið hon verður tikin umborð. Ein móttøkupavnur kann vera fast innibygdur í skrokkin ella vera skipaður sum ein pavnur, soleiðis sum ásett í stk. (31) omanfyri. |
(34) |
"Vatntætt" merkir, at vatn/sjógvur ongan veg skal kunna seta gjøgnum konstruktiónina/bygnaðin undir einum vatntrýsti svarandi til tað, sum konstruktiónin/bygnaðurin er ætlaður til. |
(35) |
"Ítøkilig meting" merkir, at Skipaeftirlitið hevur, a ráðleggingarstøðinum og um neyðugt við seinni hildnum sýni, góðkent tann brúkta framferðarháttin, byggiháttin, formin ella nýtsluna av avvarðandi tilfari. |
(36) |
"Góðkent" merkir góðkent av Skipaeftirlitinum. |
(37) |
"Manning" merkir skiparin og allir aðrir persónar, ið eru settir í starv ella hava nakað starv umborð a einum fari í samband við virksemið tess. |
(38) |
"Ferðafólk" merkir ein og hvør persónur umborð, ið er eldri en 1 ár, undantikið skiparan og hinar av manningini. |
(39) |
"Ferðamannafar" er eitt far, sum flytur fleiri enn 12 ferðafólk. |
(40) |
"GRP" merkir glastrevjastyrkt polyester (Glassfibre Reinforced Polyester), og er tann vanliga nýtta styttingin fyri glastrevjafør. |
(41) |
"Klassafelag" er eitt felag, ið Skipaeftirlitið hevur góðkent til tess vegnað at gera metingar av trygdini hjá skipum og førum. |