Vælkomin til Regluportalin

Gildiskoma: 05.11.2007
Slag: Løggilding

Fylgiskjal 2 til Fráboðan frá Skipaeftirlitinum 4/2007: Løggildingartreytirnar

Í hesum skjali standa útbúgvingar- og førleikakrøvini fyri at verða løggildaður til - vegna Skipaeftirlitið - at hava eftirlit við GMDSS radioútgerð umborð á øllum1 føroyskum skipum.

1Fyrivarni verður tikið viðvíkjandi klassaðum skipum. Løggildaði skal í slíkum førum eisini kunna liva upp til góðskukrøvini hjá klassanum.

Harumframt verða ásett krøv, mannagongdir og skjalprógv fyri útinnan av løggilduga arbeiðnum.

Útbúgvingar- og førleikakrøv til umsøkjaran:

∙  Umsøkjarin skal skjalprógva viðkomandi tekniska útbúgving so sum radiomekanikari, elektronikkmekanikari, veikstreymsverkfrøðingur o.s.fr.
∙  Er umsøkjarin ein fyritøka, skal skjalprógvast, at minst ein persónur í fyritøkuni hevur galdandi GMDSS/GOC prógv (General Operators Certificate)
∙  Umsøkjarin skal skjalprógva royndir við radiosamskiftisútgerð og radioinnleggingum umborð á skipum
∙  Umsøkjarin skal eiga neyðug amboð og hjálpitól til hetta arbeiði, at hesi skulu vera sambært galdandi reglum. Kravd skeið í brúk av útgerðini skulu støðugt verða dagførd
∙  Umsøkjarin skal hava til taks og vera kendur við tær reglur, sum eru galdandi fyri GMDSS útgerð umborð á skipum, herundir eisini tey til eina og hvørja tíð galdandi krøv til heilsu-, umhvørvis- og trygdarviðurskifti innan avvarðandi øki

Krøv, mannagongdir og skjalprógv í sambandi við útinnan av løggilduga arbeiðnum:

Nærri lýsing av løggilduga arbeiðnum:

Talan er her um at gera radiosýn sambært reglunum hjá Skipaeftirlitinum. Løggildingin fevnir bæði um skeiðsbundin sýn og høvuðssýn. Talan er um øll skip, har longdin "L" er minni enn 24 m, og øll óklassaði skip, har "L" er 24 m og longri.

Avmarkað løggilding sum t.d. til før undir 15m og radioøkið A1, kann eisini koma uppá tal.

Reglugrundarlag:

∙  Fráboðan frá Skipaeftirlitinum B, kap. IV
∙  Fráboðan frá Skipaeftirlitinum D, kap. IV
∙  Fráboðan frá Skipaeftirlitinum E, kap. IX
∙  Fráboðan frá Skipaeftirlitinum F, kap. IX

Krøv og mannagongdir fyri útinnan av løggilduga arbeiðnum:

Radiosýn skal gerast av løggildaðum virki/persóni, tó skal sýn av nýinnleggingum gerast av sokallaðum triðja parti, t.v.s., at hevur ein við løggilding gjørt innleggingina, kann hesin ikki eisini gera radiosýnið.

Radiosýnini skulu gerast sambært galdandi reglum frá Skipaeftirlitinum.

Upplýsingar sum skulu vera tøkar fyri skipaeftirlitið:

Í sambandi við hvørt radiosýn skal serstøk frágreiðing gerast, sum við avriti verður latin skipinum og send Skipaeftirlitinum við posti ella telduposti fma@fma.fo. Frágreiðingin verður

annars goymd hjá løggildaða. Í frágreiðingini skulu í minsta lagi vera hesar upplýsingar:

1.  Navn og heimstaður hjá skipinum.
2.  Løggildingarnummar (stendur á løggildingarpróvnum).
3.  Dagfesting og staður fyri radiosýninum.
4.  Úrslitið av radiosýninum.
5.  Hvat fyri slag av radioútgerð umfatar sýnið.
6.  Navn og bústaður hjá løggildaða.

 

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv