Vælkomin til Regluportalin

Gildiskoma: 18.07.1982
Slag: Løgtingslóg

§ 1. Eftir hesi lóg er at skilja:

1.  "Sáttmálin": millumlanda sáttmálin um uppmáling av skipum, 1969.
2.  "Myndguleikin": tey uppmálingarkønu fólkini ella tann stovnurin, ið landsstýrið heimilar at mála skip upp.

§ 2. Føroysk skip 24 m ella meira til longdar, herskip undantikin, skulu málast upp og hava gildugt millumlandamálibræv (1969), jbr. tó § 12, 1. og 2. stk. Longdin á skipinum verður ásett eftir artikul 2, nr. 8 í sáttmálanum.
Stk. 2. Í serligum føri kann landsstýrið undantaka skip frá uppmáling.
Stk. 3. Útlendsk skip kunnu málast upp og fáa málibræv eftir reglunum í artikul 8 í sáttmálanum.
Stk. 4. Landsstýrið kann ásta, at reglur lógarinnar við teimum avmarkingum, sum millumlanda sáttmálar og avtalur við onnur lond føra við sær, verða at brúka á útlendskum skipum, tá ið hesi koma í føroyska havn.
Stk. 5. Fyri skip undir 24 m til longdar ásetir landsstýrið gjøllari reglur um uppmáling og veiting av málibrævi.

§ 3. Uppmáling verður gjørd eftir reglunum í uppískoytinum I í sáttmálanum.
Stk. 2. Skip, ið er mált upp og hevur fingið málibræv, skal málast upp umaftur, um tað, eftir at skipið er uppmált verða broytingar - eisini í nýtsluni av rúmum ella í ferðafólkatalinum, skipið hevur loyvi til at flyta - ið ávirkar brutto- ella nettotonsatalið. Nettotonsatalið ásett fyri skipið kann tó ikki minkast, áðrenn 12 mánaðir eru farnir frá degnum, málibrævið er givið út, uttan so at gjørdar eru munandi umbyggingar ella broytingar við skipinum.
Stk. 3. Ummáling verður eisini at gera, tá ið myndugleikin heldur tað vera neyðugt.

§ 4. Grundað á uppmálingina gevur myndugleikin út millumlanda málibræv (1969).
Stk. 2. Málibrævið verður givið út á føroyskum við enskum teksti undir.
Stk. 3. Rættingar ella uppískoyti til málibrævið mugu bert gerast av myndugleikanum.
Stk. 4. Eftir áheitan frá reiðaranum kunnu tílík málibrøv gevast út, ið kravd verða til sigling á ávísum siglingarleiðum.

§ 5. Málibrævið skal vera umborð og vísast fram, tá ið viðkomandi myndugleiki krevur tað.

§ 6. Myndugleikin hevur rætt til at koma umborð á øll føroysk skip og skip í gerð fyri føroyska rokning og eisini á øll útlendsk skip, ið koma í føroyska havn, at gera neyðugar uppmálingar og fyri at ansa eftir, at skipið hevur fyrisett málibræv. Tað liggur á reiðara skipsins og førara og á øllum, ið virka teirra vegna, at vera myndugleikanum til handa í arbeiði hansara og at geva allar neyðugar upplýsingar, ið kravdar vera.

§ 7. Málibrævið fer úr gildi, um gjørdar verða tílíkar broytingar í innrætting skipsins, gerð og rúminnihald, nýtslu av rúmi, loyvda ferðafólkatalinum, loyvda fermingarmarki ella loyvdu dýpt skipsins, ið føra við sær eina øking í brutto- ella nettotonsatalinum.
Stk. 2. Verður skip, ið hevur millumlanda málibræv (1969), føroysk ogn, er málibrævið galdandi, til skipið fyrstu ferð kemur í føroyska havn, tó í mesta lagi í 3 mánaðir frá degnum, skipið er fráboðað til skipaskránna.
Stk. 3. Málibræv, sum farið er úr gildi, skal av reiðara skipsins ella førara beinanveg sendast myndugleikanum, uttan so at gildisbrotið er orsakað av, at skipið er vorðið útlendsk ogn.

§ 8. Kostnaðin av uppmálingini, myndugleikin ger uttanlands og kostnaðin av uppmáling av útlendskum skipi eftir artikul 8 í sáttmálanum, ber reiðarin eftir reglum, ásettar av landsstýrinum.

§ 9. Fyri skriving av málibrævi rindar reiðarin avgjald, roknað eftir bruttotonsatali skipsins. Gjøllari reglur um støddina á avgjaldinum og hvussu gjaldast skal, ásetir landsstýrið.
Stk. 2. Avgjøldini, ið falla landskassanum til, kunnu innheintast við útpanting.

§ 10. Brot móti § 2, 1. stk., § 3, 2. stk., § 4, 3. stk., § 5, § 6 og § 7, 3. stk., koma undir bót.
Stk. 2. Í fyriskipanum, ið givnar verða eftir lógini, kann ásetast bót um revsing fyri brot móti ásetanum í fyriskipanunum.
Stk. 3. Er brotið int av partafelag, lutafelag ella líknandi felag, kann bótin gerast galdandi móti virkinum sum slíkum.

§ 11. Í løgtingslóg nr. 38 frá 4. mai 1957 um uppmáling av skipum verður § 1 orðað soleiðis:

"Øll føroysk skip, jbr. § 1 í sjólógini, ið ikki eru undir løgtingslóg um skipamáling, skulu málast upp, merkjast og hava málibræv sambært reglunum ásettar í hesi lóg."

§ 12. Lógin verður at brúka fyri:

a.  skip, har kjølurin er lagdur, ella sum er á tilsvarandi gerðstigi dagin ella eftir dagin, lógin fær gildi.
b.  skip, sum aftaná at lógin hevur fingið gildi, verður umbygt ella broytt, sum førir við sær munandi broytingar í bruttotonsatalinum,
c.  skip eftir áheitan reiðarans.

Stk. 2. Lógin verður eisini at brúka fyri øll skip, tá ið 12 ár eru farin, aftaná at sáttmálin fekk gildi. Tonsatalið, ið ásett er frammanundan fyri hesi skip, verður tó framvegis galdandi, tá ið umræður krøv, ið eru ásett eftir øðrum millumlanda sáttmálum, sum Danmark/Føroyar eru gingin undir.

§ 13. Henda lóg er galdandi frá 18. juli 1982.

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv