Vælkomin til Regluportalin

Slag: Fráboðan

Grein 1 Gildisøki

(1)  Hetta kapitlið er galdandi fyri bæði nýggj og verandi før.

Grein 2 Høvuðsávaringarskipanin, mynstringarskipanin og neyðleiðbeiningar

(1)  Høvuðsávaringarsignalið er sjey ella fleiri stuttir tónar fylgdir av einum longum tóna, givnir við floytuni, lúðrinum ella aðrari eins tryggari útgerð til ljóðávaring.
(2)  Øll skip skulu hava týðiligar vegleiðingar um, hvørjar uppgávur hvør einstakur persónur umborð hevur í sambandi við eina neyðstøðu. Áðrenn farið byrjar ferð sína, skal ein mynstringarskipan verða gjørd. Um so er, at broytingar verða gjørdar, ið hava við sær, at broytingar mugu gerast í mynstringarskipanini, skal skiparin antin rætta í skipanini ella gera eina nýggja mynstringarskipan.

Grein 3 Upplæring og venjingar

(1)  Í minsta lagi ein ferð um mánaðin skulu venjingar fremjast við bjargingar- og eldsløkkingar-útgerðini. Bjargingar- og eldsløkkingarútgerðin skal eftirkannast í sambandi við venjingarnar. Skiparin skal skriva upp í sýnsbókina tíð og stað fyri venjingunum.
(2)  Skiparin skal síggja til, at allir persónar, sum hann ella eigarin hevur sett í starv umborð, hava kravda trygdarskeiðið fyri sjófólk.1
1Víst verður til reglurnar frá Fiskimálaráðnum um hetta í kunngerð um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk.

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv