(1) |
Øll vinnufør, ið eru fevnd av hesum regluverkinum, skulu vera útgjørt við einum ella fleiri góðkendum "SOLAS" bjargingarflakum ella góðkendum 4 persóna bjargingarflakum, ið kunnu taka allar persónarnar, sum eru umborð. Hvør av bjargingarflakunum skal vera útgjørdur við einum SOLAS B-pakka. |
(2) |
Endin frá bjargingarflakanum skal vera støðugt festur í farið, og tað skal vera skipað soleiðis fyri, at bjargingarflakin kann gerast leysur og uppblásast av sær sjálvum um so er, at farið søkkur. Um tað er møguligt, skal bjargingarflakin staðsetast soleiðis, at hann, uttan trupulleikar, kann flytast og setast út frá øllum síðum a farinum. Surringin skal vera útgjørd við einum góðkendum hydrostatiskum útloysara. |
(3) |
Før, ið eru styttri enn 10 m, kunnu ístaðin fyri tann kravda SOLAS- bjargingarflakan, vera útgjørd við einum bargingarflaka, ið er góðkendur og útgjørdur til brúk umborð a leiguførum. Flakin skal staðsetast a sama hátt sum kravt omanfyri og hava hitabjálving í botninum. |
(4) |
Før, ið eru styttri enn 7 m, og sum ikki fara útum 3 sjómíl úr landi, kunnu ístaðin fyri omanfyri nevndu krøv, velja at lúkaein av hesum báðum møguleikunum: |
|
(.1) |
Farið skal vera útgjørt við einum bjargingarflaka, sum hevur í minsta lagi 2 flótikømur, og sum er framleiddur sambært einum viðurkendum standardi til bjargingarflakar a frítíðarførum. Flakin skal vera pakkaður í einum kassa, kunna taka í minsta lagi 4 persónar og hava ljósendurskin. Flakin skal hava eitt loyvisbræv frá einari góðkendari kanningarstovu í Føroyum ella einum ES/EØS-landi. |
(.2) |
Tað er ikki krav um bjargingarflaka a førum, ið eru útgjørd við so nógvum flótitilfari, at tað í øllum førum kann halda seg flótandi soleiðis, at tað, um tað fyllist, kann lensast1. Umborð a slíkum førum skal vera ein hitabjálvað flótidrakt til hvønn persón umborð, sum er framleidd eftir einum góðkendum standardi. Flótievnið a slíkum førum skal vera skjalprógvað. |
|
(5) |
Tað er ikki krav um bjargingarflaka a førum, ið eru styttri enn 7 m, og sum einans sigla í havnum, áum, vøtnum, firðum ella innanfyri 1,5 sjómíl úr næsta landi. Umborð a slíkum førum skal tó vera ein hitabjálvað flótidrakt til hvønn persón umborð, sum er framleidd eftir einum góðkendum standardi. |
(6) |
Innan fyri 3 sjómíl úr næsta landi er ikki krav um bjargingarflaka a einum arbeiðsprámi, tá hann eru í fylgi við einum fari, ið hevur bjargingarflaka, ið kann taka allar persónarnar, sum eru umborð a farinum og a práminum. |
(7) |
Før, ið brúkt verða í avmarkaðari sigling inni a vardum økjum, kunnu, eftir einari ítøkiligari meting gjørda av Skipaeftirlitinum, við serligum treytum sleppa undan kravinum um bjargingarflaka. |
(8) |
Bjargingarflakar og hydrostatiskir útloysarar, undantikið einnýtis hydrostatiskir útloysarar, skulu eftirkannast við í mesta lagi 12 mánaða millumbili. Kanningararbeiðið skal fremjast av einari góðkendari tænastustøð. Har ið tað av royndum ikki ber til at lúka 12 mánaða kravið, kann Skipaeftirlitið leingja tíðarskeiðið til 17 mánaðir. |