Vælkomin til Regluportalin

Slag: Fráboðan

Hetta kapitlið er galdandi fyri nýggj vinnufør, soleiðis sum hesi eru allýst í kapittul I, grein 2.

Grein 1 Almennar reglur

(1)  Øll før skulu smíðast soleiðis, at ásetingarnar í hesum kapitlinum kunnu lúkast í teimum í grein 7 ásettu rakstrarstøðunum. Ùtrokningarnar og tilhoyrandi rásmyndin av GZarminum (GZ) skal góðkennast av Skipaeftirlitinum1.
1Sí vegleiðing frá Skipaeftirlitinum um góðkenning av støðufestinum.

Grein 2 Støðufestiskrøv

(1)  Minstukrøvini niðanfyri til støðufesti skulu vera lokin uttan so, at Skipaeftirlitið út frá royndum2 kann staðfesta, at frávík frá hesum kunnu gerast:
 
(.1)  Flatan undir strikumyndini til GZ- armin (GZ rásin) skal ikki vera minni enn 0,055 radianmetur upp til ein hallvinkul uppá 30º, og ikki minni enn 0,09 radianmetur upp til ein hallvinkul uppá 40º ella fyllingsvinkulin Qf, um hesin vinkulin er minni enn 40º. Harumframt skal flatan undir strikumyndini til GZ- armin (GZ rásin) millum hallvinklarnar 30º og 40º ella millum 30º og Qf, um hesin vinkulin er minni enn 40º, ikki vera minni enn 0,030 radianmetur. Qf er tann hallvinkulin, har ið tey op í skrokkinum, yvirbygningum ella dekshúsum, ið ikki alt fyri eitt kunnu latast aftur veðurtætt, byrja at taka sjógv inn. Um hesin vinkulin verðu brúktur í útrokningunum, verða smærri op ikki mett sum opin um so er, at framhaldandi fylling ikki kann henda ígjøgnum hesi.
(.2)  GZ-armurin skal vera í minsta lagi 200 mm tá hallvinkulin er 30º ella størri. Á fiskiførum kann GZ- kravið minkast við 2 x (24-L) %.
(.3)  GZ-armurin skal helst vera størstur (Gzmax), tá hallið er 30º ella meira, tó ikki undir 25.
(.4)  Metasenturhæddin GM skal ikki vera minni enn 350 mm.
(2)  Um so er, at farið hevur aðra útgerð enn slingrukjøl til tess at minka um rullið, skal tað ávísast, at tey í stk. (1) kravdu støðufesriskrøvini framvegis eru lokin í øllum rakstarastøðum.
(3)  Har ið barlast verður brúkt til tess at kunna lúka støðufestiskrøvini sambært stk. (1), skal Skipaeftirlitið góðkenna slagið av barlastini og íleggingarháttin.
2Skipaeftirlitið metir støðufestiskrøvini sambært IMO Resolution A.469(XII), regl. 2.5.2, offshore supply vessels, at vera sambærilig.

Grein 3 Fylling av fiskilastarúmi

(1)  Lastarúm, sum ikki kunnu latast aftur alt fyri eitt, mugu ikki fyllast við sjógv gjøgnum lúkuop, ið standa opin, meðan fiskað verður, fyrr enn hallið er í minsta lagið 20, uttan so at krøvini til støðufesti í grein 2(1) eru lokin, sjálvt tá avvarðandi lastarúm eru heilt ella partvís fylt við sjógv.

Grein 4 Serligar arbeiðshættir

(1)  Før, ið nýta serstakar arbeiðshættir, har ið hesir kunnu hava við sær størri kraftávirkan uttanífrá, meðan arbeitt verður, skulu lúka støðufestiskrøvini í grein 2 (1) soleiðis sum Skipaeftirlitið góðkennir hetta og um neyðugt við øktum krøvum.
(2)  Før, ið hava dekskrana ella samsvarandi, skulu í umráðandi rakstrarstøðum ikki leggja seg meira enn 10° a liðina, tá størsta lastin hongur í útgerðini í mest óhepnari støðu.
(3)  Bummtrolarar har mesti peladrátturin er L² x 0,015 tons og størri, har ið peladrátturin verður máldur beinleiðis við natúrligari roynd, tá høvuðsmotorurin gevur fulla megi, skulu lúka hesi øktu krøv:
 
(.1)  Krøvini í grein 2 (1) (.1) til støddina a flatuni undir strikumyndini til GZ- armin skulu økjast við 20 %.
(.2)  Kravið í grein 2 (1) (.2) til GZ- armin skal økjast við 20 %.
(.3)  Kravið í grein 2 (1) (.4) til metasenturhæddina GM skal økjast til 500 mm.
(4)  Deksfiskifør skulu hava ein GZ- arm, ið er í minsta lagi 100 mm í hallvinklunum millum 40º og 65º, og sum er positivur upp til ein hallvinkul uppá 70(, tá øll op í farinum ætlandi eru afturlatin.
(5)  Á sleiparum sum hava eina framtøkumegi uppá meira enn 150 kW, ið eru bygdir til at sleipa onnur før og skip og sum eru útgjørdir við króki, spæli, festistabbum ella tilsvarandi skipanum, skal flatan millum rásina fyri tí upprættandi arminum (GZ- rásin) og rásina fyri fallarminum vera í minsta lagi 0,001 radianmetur upp til ein hallvinkul uppá 40º, meðan sleipað verður. og,. Fallarmurin verður útroknaður eftir hesum formlinum:

har ið:

k:

"Fallarmur" (m).

L:

Longdin a sleiparanum roknað millum stevnirættini (m).

C:

4 ferðir l/L, tó í mesta lagi 1,0

l:

Vatnrætta fjarstøðan millum sleipipunktið og stevnirættin har afturi.

T:

Statiski peladrátturin (kN).

h:

Lodrætta fjarstøðan millum vatnlinjuna og sleipipunktið (m).

Θ

Hallvinkulin a sleiparanum.

r:

Fjarstøðan millum miðlinjuna a farinum til sleipipunktið a krókinum, tá drátturin er tvørvegis (m)

d:

Meðal flotdýpi a sleiparanum (m)

Δ:

Deplacimentið a sleiparanum (tons)

Grein 5 Verður ikki brúkt

Grein 6 Verður ikki brúkt

Grein 7 Rakstrarstøður

(1)  Tær rakstarstøður, ið útrokningarnar skulu gerast fyri, skulu lúka krøvini hjá Skipaeftirlitinum og skulu, um so er at tað er umráðandi, fevna um fylgjandi:
  Fiskifør:
 
(.1)  Fráferð til fiskiskap við 100 % av brennievni, útgerð, ísi, fiskireiðskapi v.m.
(.2)  Fráferð av fiskileið við fullari veiðu.
(.3)  Komu í havn við fullari veiðu og 10 % av útgerð, brennievni v.m.
(.4)  Komu í havn við 10 % av útgerð, brennievni v.m. og við ongari veiðu.
  Farmafør:
 
(.5)  Fráferð við ongum farmi, men við persónum og 100 % av brennievni, útgerð v.m.
(.6)  Komu í havn við ongum farmi, men við persónum og 10 % av brennievni, útgerð v.m.
(.7)  Fráferð við fullari last av farmi, persónum og 100 % av brennievni, útgerð v.m.
(.8)  Komu í hava við fullari last av farmi, við persónum og 10 % av brennievni, útgerð v.m
(2)  Umframt tær í stk. (1) ásettu rakstrarstøðurnar, skal Skipaeftirlitið vera sannført um, at støðufestiskrøvini sambært grein 2 eisini eru lokin í øllum øðrum verkliga møguligum rakstrarstøðum, íroknað tær, ið geva tey lægstu virðini av teimum deilvirðum, ið innganga í útrokningarnar av støðufestinum. Skipaeftirlitið skal eisini vera sannførd um, at atlit eru tikin at serligum viðurskiftum, ið standast av broyttum brúki av skipinum ella siglingarleið, og sum ávirka tey í hesum kapitli ásettu støðufestiskrøv.
(3)  Við atliti at teimum í stk. (1) ásettu rakstrarstøðum, skulu útrokningarnar fevna um fylgjandi:
 
(.1)  Ískoyti vegna vekt av vátum fiskineti, reiðskapi og tílíkum a dekkinum.
(.2)  Ískoyti vegnað klaka, um hetta er treytað sambært ásetingum í grein 8.
(.3)  Javnari sundurbýting av veiðu og farmi uttan so, at hetta ikki er í samsvar við veruleikan.
(.4)  Veiðu og farmi a dekki, um hetta er treytað í rakstrarstøðunum í stk. (1) (.2) (.3) (.7) (.8) og stk. (2).
(.5)  Vatnbarlast, um hon er í tangum, ið eru gjørdir serliga til hetta endamál, ella í øðrum tangum, ið somuleiðis eru útgjørdir til at kunna taka vatnbarlast.
(.6)  Ískoyti vegnað fría veskuflatu umframt, um hetta er hugsandi, fyri fría yvirflatu a veiðuni.

Grein 8 Klaki

(1)  Útrokningarnar av støðufestinum a førum, ið hava siglingarloyvi a økjum3, har vandi javnan er fyri klaka skulu, vegna ís, hava fylgjandi ískoyti:
 
(.1)  30 kg fyri hvønn fermetur a veðurdekkum og gongubrúgvum, har ábært er. Á førum, ið hava siglingarloyvi a økjum norðan fyri 63º N og millum 28º V og 11( V, verður ískoytið økt til 40 kg/m².
(.2)  7,5 kg fyri hvønn fermetur a tí avmyndaðu síðuflatuni yvir vatnlinjuni a báðum síðum a farinum. Á førum, ið hava siglingarloyvi a økjum norðan fyri 63º N og millum 28º V og 11( V, verður ískoytið økt til 10 kg/m².
(.2)  Tær avmyndaðu síðuflaturnar a ikki gjøgnumgangandi yvirflatum a rekkverkum, rundum stongum ( tó ikki mastrum) og rigningi a førum, ið ikki nýta segl, og tær avmyndaðu síðuflaturnar av øðrum minni pørtum, skulu roknast uppí soleiðis, at tann samlaða avmyndaða flatan a samanhangandi yvirflatum verður økt við 5 % og statiska momentið a flatuni skal økjast við 10 %.
(2)  Før, ið hava siglingarloyvi a økjum, har vandi kann vera fyri klaka , skulu vera:
 
(.1)  bygd soleiðis, at vandin fyri klaka er so lítil, sum til ber.
(.2)  útgjørd við amboðum til at bróta ís við, ið Skipaeftirlitið krevur.4
3Sjóøkið norðan fyri 56º N í Eystursjónum/Eystrasalti umframt norðan fyri 62º N frá norsku vesturstrondini til 4º V, síðani 4º V til 60º30' N, síðani 60º30' N til 5º V, síðani 5º V til 60º N, síðani 60º N til 15º V, síðani 15º V til 62º N, síðani 62º N til 27º V, síðani 27º V til 59º N, síðani 59º N og vestureftir eftir linjuni, ið gongur frá 63º N, 28º V til 43º N, 48º V, síðani 43º N og vestur móti tí norður amerikonsku strondini. Harumframt øll havøki norðan fyri tað norðuramerikanska og norðurasiatiska meginlandið, Beringshavið, Tað Okhotska Havið, Tatarsundið í ístíðarskeiðinum, umframt sunnanfyri 60º S.
4Skipaeftirlitið krevur, at eitt hóskandi tal á trægassum eru umborð, til at bróta ís við.

Grein 9 Hallroynd

(1)  Tá ið farið er liðug bygt, skal ein hallroynd fremjast, og tað veruliga rúmmálið undir vatnlinjuni (deplasementið) og tyngdarpunktið skulu staðfestast í lættskipsstøðuni.
(2)  Um so er at broytingar verða gjørdar a farinum, ið ávirka lættskipsstøðuna og leguna a tyngdarpunktinum, skal, um Skipaeftirlitið metir tað verða neyðugt, ein nýggj hallroynd fremjast, og støðufestisupplýsingarnar skulu við hesum endurgerast.
(3)  Skipaeftirlitið kann loyva, at gingið verður frá kravinum um hallroynd til eitt ávíst far um so er, at støðufestisútrokningar eru tøkar, ið eru grundaðar a eina hallroynd frá einum systurskipi og Skipaeftirlitið fær váttan um, at álítandi støðufestisupplýsingar frá hesum farinum kunnu brúkast til farið, ið fær hetta undantak.
(4)  Hallroyndin og ásetingin av teirri lastastøðu, ið kravd er sambært grein 9 (1), skal fremjast í minsta lagi tíggjunda hvørt ár.
(5)  Tá ið ongar uppmátingar av skrokkinum eru tøkar, kann Skipaeftirlitið loyva, at ein sokallað dynamometurroynd5 verður framd í staðin fyri ta kravdu hallroyndina. Treytin er, at álítandi støðufestissupplýsingar kunnu útroknast frá hesum royndum umframt, at vissa fæst fyri, at støðufestiskrøvini eru lokin í teirri ringastu rakstrarstøðu, ið farið kann verða fyri.
5Jf. vegleiðing frá Skipaeftirlitinum um góðkenning av støðufestinum.

Grein 10 Upplýsingar um støðufestið

(1)  Til tess at skiparin lættliga og trygt kann meta um støðufestisviðurskiftini í ymiskum rakstrarstøðum, skulu hóskandi upplýsingar um støðufestið gerast. Upplýsingarnir, ið skulu vera a føroyskum skriftmáli, skulu fevna um serlig boð til skiparan, ið ávara um tær rakstrarstøður, sum kunnu hava óhepnar avleiðingar fyri støðufestið og flothallið. Støðufestisupplýsingarnar skulu sendast inn til Skipaeftirlitið til góðkenningar.
(2)  Góðkendu støðufestisupplýsingarnar skulu goymast umborð. Upplýsingarnar skulu altíð vera lættar at koma fram at, og tær skulu, samstundis sum tað regluliga sýnið verður hildið, verða kannaðar til tess at fáa staðfest, um tær eru góðkendar til tað veruliga brúkið av farinum.
(3)  Um so er, at broytingar verða framdar a einum fari, ið ávirka støðufestisviðurskiftini, skulu nýggjar støðufestisútrokningar gerast, sum skulu sendast inn til Skipaeftirlitið til góðkenningar. Um so er at Skipaeftirlitið kemur eftir, at støðufestisupplýsingarnar skulu gerast av nýggjum, skulu tær nýggju upplýsingarnar veitast skiparanum, og teir gomlu beinast burtur.

Grein 11 Flytilig skott í lastarrúmum

(1)  Veiðan skal tryggjast so hon ikki skjýtst soleiðis, at skipið fær vandamikla slagsíðu ella eitt vandamikið flothall. Tilfarsstøddir a møguligum flytiligum skottum í lastarúminum, skulu vera sambært krøvum hjá Skipaeftirlitinum6. Harumframt skulu størri fiskabingjur vera væl festar.
6IMO Resolutión A.168, sum broytt við resolutión A.268 (VIII).

Grein 12 Hædd a bógnum

(1)  Hæddin a bógnum skal, sambært krøvum7 hjá Skipaeftirlitinum, vera nóg høg til at tryggja, at farið ikki tekur órímuliga nógvan sjógv inn yvir seg. Hæddin verður ásett við atliti at teimum verðurlíkindum, ið vanliga eru galdandi fyri árstíðina, sjólíkindunum har sum skipið er statt, skipaslagnum og brúksháttinum.
7Hæddin á bógnum máld í metrum skal vera í minsta lagi 0,017 ferðir longdina á farinum + 0,7 m. Longdin er tann í kap. I, grein 2, stk. 15.

Grein 13 Mest loyvda flotdýpi

(1)  Mesta flotdýpi, ið farið hevur, meðan tað er í brúki, skal góðkennast av Skipaeftirlitinum, og samsvarandi rakstarstøðan skal lúka støðufestiskrøvini, ið eru galdandi í hesum kapitlinum, umframt krøvini í kapitlunum II og VI.

 

Á Hillingartanga 2, 360 Sandavágur
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

Melda til tíðindabræv